mánadagur 9. oktober 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 9. oktober 2017 · Nr. 117
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Lars Olsen fjaldi eftir dystar
lok leygarkvøldið ikki fyri, at
hann ikki helt tað vera sam
svarandi leikgongdini, at tað
endaði málleyst millum Før
oyar og Lettland.
-Vit høvdu greiða yvir
vág í spæli, og vit høvdu
møguleikar at avgera okk
um til fyrimunar. Tá ið tað
ikki eydnaðist, so mugu
vit fegnast um, at vit enn
einaferð megnaðu at halda
tætt og harvið um, at mót
støðuliðið ikki skoraði, sigur
landsliðsvenjarin, og hann
heldur fram:
-Vit arbeiddu nógv fyri
at
søkja
møguleikan
at
skora málið, sum kundi
bera sigurin við sær, og vit
spældu okkum í góðar støð
ur. Innskiftingarnar riggaðu
væl, men tað endaði kortini
málleyst. Tá ið vit hittust
týsdagin, segði eg við spælar
arnar, at nú skuldu við miðja
eftir triðja plássi í bólkinum.
Tí hava vit framvegis møgu
leika fyri, nú Ungarn tapti 5-2
í Sveis. Treytin hjá okkum er,
at vit skulu vinna í Budapest.
Tað er stór avbjóðing, men
hon er ikki ómøgulig, sigur
Lars Olsen, landsliðsvenjari.
Tá ið Ungarn var gestur
í Føroyum sætta september
í fjør, var úrslitið málleysur
javnleikur.
Leygarkvøldið
vann
Portugal 2-0 á útivølli ímóti
Andorra, og Sveis vann 5-2 á
heimavølli ímóti Ungarn.
Sveis er á odda í bólkinum
við 27 stigum. Portugal er
næstfremst við 24 stigum,
Ungarn hevur tíggju stig,
og Føroyar hava níggju stig.
Lettland og Andorra hava
fýra stig.
Týskvøldið verður tíggj
unda og síðsta umfar: Portu
gal-Sveis, Lettland-Andorra
og Ungarn-Føroyar. Portugal
hevur við sigri á heimavølli
ímóti Sveis møguleika at
spæla seg beinleiðis í HM
endaspælið
í
Russlandi
næsta summar. Málmunurin
hjá Portugal er +26, og hjá
Sveis er hann +18.
FÓTBÓLTUR
LARS HEVUR
IKKI GIVIÐ
SKARVIN YVIR
At Ungarn leygarkvøldið tapti 5-2 í Sveis
ber við sær, at Føroyar framvegis hava
møguleika at vinna triðja plássið
Leygardagin var føðingar
dagur í landsliðsleguni. Mál
verjin, Gunnar Nielsen, fylti
31 ár. Hann syrgdi sjálvur
fyri
føðingardagsgávu
á
tann hátt, at tað ikki eydn
aðist mótstøðuliðnum at fáa
bóltin í netið aftanfyri FH
málverjan, sum var í lands
liðsbúrinum fyri 42. ferð.
Hetta var fimtu ferð í
hesi undankappingini, sum
er níggju umfør gomul, at
føroyska liðið fór av vølli
num, uttan at mál er farið
ígjøgnum.
-Tá ið hugsað verður um,
hvørji mótstøðuliðini hava
verið, so er tað óhoyrt, at
føroyskt landslið megnar
fimm ferðir í somu kapping
at sleppa av vøllinum, uttan
at mál er skorað ímóti. Talan
er ikki um hepni, tí talan
hevur ikki verið um nógvar
bjargingar. Vit hava hildið
teimum burtur frá møgu
leikum, staðfestir Gunnar
Nielsen, sum fegnast um
verjupartin.
Saman við liðformanni
num Atla Gregersen iðrar
Gunnar Nielsen seg um, at
tað ikki eydnaðist at skora
sigursmálið.
-Vit eru vónbrotnir um
úrslitið, men vit eru nøgdir
við hugburðin og avrikið.
Liðformaðurin,
Atli
Gregersen, iðrar seg:
-Ímóti Lettlandi vóru tað
fleiri smá mistøk í verjuni,
enn tað hava verið, men tey
kostaðu einki. Kanska var
tað tí, at vit vóru grammari
í
framrættaða
partinum,
og vit iðra okkum um, at
vit ikki megnaðu at skora
sigursmálið.
Stuðulin
frá
viðhaldsfjøldini í Skansa
num var framúr. Møguliga
var orsøkin, at vit so ofta
vóru yvirmannaðir í góða
samanspælinum í síðunum,
og so var eingin undir máli
num. Men vit høvdu møgu
leikarnar at skora mál, og
vit iðra okkum um, at tað
ikki eydnaðist, sigur liðfor
maðurin.
Fýra tey seinastu árini hevur
Viljormur Davidsen verið
fastur maður á landsliðnum.
Leygarkvøldið
umboðaði
hann føðilandið fyri 22. ferð.
Merkisvert er tað, at hann
allar 22 ferðirnar hevur
verið á vøllinum alla tíðina.
Hann er ongantíð skiftur inn
í dystunum, sum hann hevur
verið við í, og hann er ongan
tíð skiftur út.
Eftir
dystarlok
var
kenslan tóm hjá vongverja
num, sum umboðar Vejle
Voldklub í næstbestu donsku
deildini, har Vejle er topplið:
-Fyrsta løtan var eitt
sindur trilvandi, men sjálvs
álitið vaks skjótt, og tað
bar við sær, at vit tordu at
bjóða okkum til, og saman
spælið
riggaði
væl.
Vit
høvdu møguleika at vinna øll
stigini, og tað var sera huga
ligt at spæla fram við síðuni,
har áskoðararnir stuðlaðu
og bóru okkum fram. At tað
so ikki eydnaðist at skora
og harvið at vinna øll stigini
ber við sær, at vit standa
við tómari kenslu, var við
merkingin
hjá
Viljormi
Davidsen, og hann heldur
fram:
-Síðstu løtuna var tað av
gerandi, at vit ikki lupu fram
av, tá ið tað bæði snúði seg
um at stríðast fyri at vinna
og samstundis at ansa eftir,
at vit ikki taptu.
Aftur og aftur var Jóan
Símun
Edmundsson
í
brennideplinum. Hann var
væl upplagdur í hugflogs
ríkum samanspæli. Hann
var tryggur og kringur við
bóltinum, tá ið hann bjóðaði
mótstøðumonnunum
av
og ofta sneiddi framvið
teimum. Og fleiri ferðir var
spenningurin kring vøllin
stórur, tá ið Jóan Símun var
í góðum støðum at skora
mál og harvið at leggja Før
oyar á sigurskós.
-Vit høvdu fleiri risastór
ar møguleikar, og tí er tað
torført at fegnast um javn
leikin. Vit vóru greiðir yvir,
at tað var neyðugt við betri
spæli enn ímóti Andorra, tí
mótstøðuliðið var betri. Lið
avrikið var væl betri, enn
tað var ímóti Andorra, men
tíverri eydnaðist tað ikki at
skora mál. Tað var ikki tí,
at vit ikki spældu okkum
til møguleikarnar. Eg hevði
sjálvur
fleiri
upplagdar
møguleikar, men í løtuni
koppar tað ikki mær til
fyrimunar. Soleiðis hevur
tað síðani summarsteðgin
verið í OB, og soleiðis var
tað ímóti Lettlandi, sigur
Jóan Símun Edmundsson.
Hann hevur spælt 44
landsdystir og skorað fimm
mál. Ímóti Lettlandi vóru
fleiri góðir møguleikar at
skora sætta málið.
-Kenslan var alla tíðina
góð, tí vit høvdu yvirskot, og
inntil síðsta bríksl roknaðu
vit við møguleikanum at
vinna. Men tað vísti seg
aftur og aftur at vera stong
út. Nú vóni eg, at tað fer at
gleppa, og at málini so fara
at koma. Tað skerst tó ikki
burtur, at hetta ávirkar. Eg
royndi alla tíðina at hava
fokus á næsta bóltinum,
men tað tyngir, tá ið tað ikki
eydnast at vinna úrtøku.
Hetta hevur ikki verið árið
hjá miðverjanum Sonna
Ragnar Nattestad. Hann var
skaddur alla fyrru hálvu,
og nú hevur hann í nógvar
vikur arbeitt fyri at fóta sær
aftur í Molde, har hann ikki
enn er komin aftur á besta
liðið, sum spælir í norsku
tippuliguni.
Undan
avbjóðingini
ímóti
Lettlandi
leygarkvøldið hevði hann
bara spælt á eykaliðnum hjá
Molde, og hann hevur ikki
verið boðsendur til teir fýra
undankappingardystirnar,
sum
í
ár
hava
verið
undan hesum, sum var
leygarkvøldið.
-Hetta er fyrsti dysturin
hjá mær á hægsta støði.
Tíbetur vísti tað seg, at eg
eri nóg væl fyri at spæla alla
tíðina. Fyrstu løtuna royndu
teir seg ofta við longum
sendingum afturum Atla
Gregersen og meg, og harvið
vóru vit noyddir at renna
nógv, sigur Sonni Ragnar
Nattestad.
-Vit fegnast um, at tað
eydnaðist at halda tætt, men
sjálvandi iðra vit okkum
um, at tað ikki eydnaðist
at skora avgerandi málið.
Moralurin var góður, og
vit rokna avgjørt við, at
møguleiki er fyri at vinna
øll stigini í Budapest, sigur
Sonni Ragnar Nattestad.
Jóan Símun var
ofta á stongini
Sonni Ragnar aftur
í miðverjuni
Hava stongt fimm ferðir
Stórt sjálvsálit
og tóm kensla
Fremsti álopsspælarin ásannar, at marginalirnir
hava ikki verið við honum síðani summarsteðgin
Hóast hetta var fyrsta avbjóðingin
á hægsta støði í ár, so kendi
verjuspælarin seg at hava tak á tí
Føðingardagsbarnið og liðformaðurin hava
fokus á sannførandi verjuspælinum, og Atli
Gregersen iðrar seg um, at tað ikki eydnaðist
at geva óføra Skansanum sigurin
Vongverjin í vinstru kendi seg bornan fram
við síðuni av eldhugaðu áskoðarunum