Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. oktober 2017 · Nr. 117 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Spælarametingarnar: GUNNAR NIELSEN Hevur ikki so nógv at gera í dystinum, men tekur sær av tí, sum hann skal. Bara tað einu ferðina er vandi á ferð, tá kemur Gunnar Nielsen út og ruddar vekk. Hesa ferð vóru útspørkini eisini góð og samskiftið í verjuni riggaði væl. SONNI RAGNAR NATTESTAD Fær eina hægri meting enn restin av verjuni, tí hann vinnur nógvar tvídystir og ger tað sannførandi. Miðvingurin er aftur og tað merkist í verjuni. Hann hevði trupulleikar at byrja við í avspælinum og stendur kanska ikki altíð rætt, men kropsliga so væl fyri, at tað kostar ikki. Sannførandi í tvídystunum. JÓNAS TÓR NÆS Høgra bakkurin kom væl frá uppgávuni á Tórsvølli. At kalla einki lettiskt álop kom gjøgnum hansara síðu og tær ferðirnar vandi var á ferð, so var løgfrøðingurin á rætta stað. Í álopsstøðu er smáting at finnast at, har góðar støður ikki blíva umsettar til vandamiklar støður. VILJORMUR DAVIDSEN Spældi væl í bæði verjustøðu og álopsstøðu, men innleggini telja niður. Onkrar ferðir hevði hann góða tíð at hyggja og peila av, men eyðkent fyri føroyska liðið hendan dagin, so var neyvleikin ikki har. Annars sannførandi í tí mesta sum hann gjørdi. ATLI GREGERSEN Enn eina feð stýrimaðurin í verjuni, sum nú hevur hildið málið reint í fimm dystum í hesi undankappingini. Bleiv nakrar ferðir settur upp á prøva, tá lettar fóru í mótálop. Fekk altíð fótin á, áðrenn tað bleiv ordiliga vandamikið. Aftur sterkur í avspælinum. FRÓÐI BENJAMINSEN Røkti sínar skyldur sum miðvallari og líktist ikki einum manni, sum umhugsar at gevast á landsliðnum. Hevur ikki somu dygdir í spælinum sum onkrir av teimum yngru, men gevur nógv á øðrum økjum. Dugur at vinna fríspørk, sterkur í verjustøðu og gongur á odda sum ein leiðari. Eitt javnt gott avrik. 6 7 6 6 6 6 Nýggjar spælara­metingar: 1: Avrikið er út av lagi vánaligt og kostar dystin 2: Avrikið er vánaligt og dystaravgerandi 3: Avrikið er væl undir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 4: Avrikið er undir miðal, men ikki avgerandi 5: Avrikið er miðal og spælarin røkir tær uppgávur hann skal 6: Avrikið er beint yvir miðal 7: Avrikið er yvir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 8: Avrikið er væl yvir miðal og spælarin er avgerandi 9: Avrikið er framúr og spælarin er dystaravgerandi 10: Á landsliðið og seldur í morgin!