mánadagur 9. oktober 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 9. oktober 2017 · Nr. 117
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
HALLUR HANSSON
Fyllur nógv á miðjuni og gav føroyska
liðnum nógv orku. Spældi við pínu í
fótinum, men tað sást ikki fyrr enn í
seinna hálvleiki. Var partur í bæði
verjuspælinum og fleiri á álopunum, har
hann hevur gott eyga við samanspælinum.
GILLI RÓLANTSSON
Eitt umskiftiliga avrik. Í løtum
bergtekur hann við nógvu ferðini og
hóttandi spælistílinum, men hann
til aðrar tíðir kiksar rætt einfaldastu
avleveringarnar og renningarnar. Hetta
er søgan um tvøramannin á landsliðnum,
sum tó kundi verið blivin dystaravgerandi
tveir dystir á rað, um hann skoraði upp
á risa møguleikan fáar minuttir fyri
tíð. Tvey fram, men eisini eitt aftur.
PATRIK JOHANNESEN
Ger tað sum ein innskiftur
áleypari skal og eitt sindur
afturat. Prógvaði eisini við
hesum innhoppinum, at hann hevur
nakað at geva liðnum. Sterkur, tryggur
á bóltinum og søkir málið. Tað mundi
givið úrslit, men verjuspælari tveitti seg
fyri. Kundi verið komin inn nakað fyrr.
RÓLADUR JAKOBSEN
Spældi longri frammi enn hann ger
í B36. Tí sóu vit ikki sama Róald á
Tórsvølli, men hann vísti í løtum gott
bóltspæl og kom til tvær skotstøður,
men hetta var ikki dagurin, har hann setti
teir í málið. Spældi væl í løtum, men hevði
eisini løtur har hann datt úr dystinum.
JÓAN SÍMUN EDMUNDSSON
Áleyparar verða mangan – fyri
ikki at siga altíð – dømdir upp á
málini, men við toftamanninum
er søgan ein onnur. Hann hgevur
liðnum so nógv, at ber ikki til at koma
uttanum hann sum besta spælara.
Hann arbeiður hart í verjustøðu, eigur
stóran lut í uppspælinum, tekur ábyrgd
á bóltinum og kemur til málmøguleikar,
men hvørja ferð manglaði ein sponn í.
Annar eitt framúr avrik í spælinum.
KAJ LEO Í BARTALSSTOVU
Kemur inn og torir at halda fast
í bóltinum og tað trýsti Lettland
longur aftur á vøllin. Misti bóltin í
fyrstu royndini, men lat tað ikki
ávirka seinastu minuttirnar. Skuldi eisini
havt fingið nakrar minuttir fleiri.
SØLVI VATNHAMAR
Teir er nakað síðani, at leirvíkingur
hevur spælt ein ordiliga góðan
landsdyst, men hann spælir at kalla
aldrin undir miðal. Soleiðis var eisini
móti Lettlandi har kann arbeiddi hart,
tók ábyrgd í uppspælinum og legði upp til
onkran málkjans, men tað seinasta manglar.
RENÉ SHAKI JOENSEN
Kom inn á miðvøllin og gjørdi
sítt. Vann tveir lyklabóltar í
verjustøðu, men átti sjálvur lut í tí
eina. Tykist nærkast liðuppstillingini,
eftir sannførandi avrik í seinastuni.
Fellur væl til á miðjuni, vil hava bóltin og
hevur ferðina at bjóða av. Uppspælið til
møguleikan hjá Gilla gevur eitt eyka stig.
LARS OLSEN
Venjarin ger nógv rætt til hendan dystin,
tí vit hava bóltin 62 prosent av
tíðini og kom til 15 skotroyndir.
Eftirfylgjandi ber til at siga, at tvær
tær seinastu innskiftingarnar kundi
verið gjørdar eitt sindur fyrr. Fimm ferðir
reint mál er avbera flott, men bara fýra
mál er ikki gott nokk. Í álopsstøðu má liðið
til at finna útav hvussu innleggini skulu
liggja, so vit kunnu fáa meiri burturúr tí.
Lars Olsem má finna rennimynstrur til Gilla,
so vit fáa hann í vandamiklari støður.
Skal eisini hava rós fyri at skifta til fýra
í verjuni, tí hesa ferð riggaði tað.
7
5
7
5
8
6
6
6
7