Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-09, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. oktober 2017 · Nr. 117 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TØLINI TALA UEFA hevur ført statistikk við dystinum millum Føroyar og Lettland. Her sæst millum annað, at Føroyar høvdu bóltin 62 prosent av tíðini. Somuleiðis siga tølini, at Føroyar høvdu 18 málsøknir, men bara tvær av teimum raka innanfyri stengurnar. Eisini hava vit millum annað seks hornaspørk, meðan Lettland einki hevur. Samanlagt høvdu okkara 484 avlevringar, har 381 vóru rættar, meðan lettar høvdu 304, harav 205 vóru rættar. Føroyski fótbóltsáskoðarin fekk alt uttan málini á Tórsvølli móti Lettlandi. Føroyska liðið spældi væl og kom til málmøguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Ein treyt fyri skora er tó, at tú rakar málið. Tað gjørdu okkara ikki Tróndur Arge – Tórsvøllur Føroyska landsliðið heldur fram at leggja afturat stiga- metinum í hesi HM-undan­ kapp­ingini, men aftur sita vit eftir við eini kenslu av, at avrikið ikki var fullkomið. Tað gjørdu vit partvís í mál­ leysa javnleikinum móti Ungarn í fjør og Andorra á úti­vølli fyrr í ár, men sjálvt eftir sigurin móti Andorra var kenslan ikki fullkomin, tí spælið gekk so illa. Hesa ferð er kenslan, at vit skuldu havt vunnið, tí spæl­ið nettup gekk so væl. Før­oyska liðið hevði bóltin 62 prosent av tíðini og kom til 18 skotroyndir, men av teim­um raktu bara tvey skot mál­ið hjá Lettlandi. Tvær raktu vit eisini stengurnar, men vit hava trupulleikar við at skjóta mál. Hetta triðju ferð, at Før­ oyar spæla málleysan javn­ leik. Undan tí hava Føroy­ ar bara eina ferð spælt mál­leysan javnleik – tað var í Litava í 1998. Broytti spælskipan Lars Olsen skifti spælskipan frá 3-4-3 móti Andorra til 4-4-1-1. Sonni Ragnar Natte­ stad, Hallur Hansson og Róladur Jakobsen komu inn fyri Odmar Færø, Rógva Bald­vinsson og René Shaki Joensen. Ongin teirra hevur spælt seg av liðnum, men tað er ein avleiðing, at landsliðsvenjarin vildi broyta spælskipan. Sonni Ragnar Nattestad vísti eisini, at hann er í serflokki av føroysku verju­ spælarunum. Hann er óhugna­liga sterkur í tví­ dystu­num og eisini skjótur. Hall­ur Hansson gav liðnum nógva orku á miðjuni, með­ an Róaldur Jakobsen hevði onkrar góðar løtur, men hevði eisini trupult við at finna sítt spæl so langt frammi á vøllinum. Spælskipanin gav før­ oyska liðnum yvirtal á síðun­um, men undirtal á miðju­ni. Her tóktist tað sum, at føroyska liðið ikki fekk nokk burturúr yvirtalinum á síðunum, har vit hava ein bakk og ein vong, meðan teir bara høvdu ein vongbakk. Hin­vegin, so fekk Lettlandi heldur ikki so nogv burturúr, at hava ein spælara fleiri á mið­aksanum. Sannførandi spæl Føroyska liðið spældi væl og kom til fleiri málmøguleikar í bæði fyrra og seinna hálv­ leiki. Í fyrra hálvleiki var talan mest um innlegg úr vinstru, og støður har Lett­ landi bleiv fangað og okkara fóru í mótálop. Føroyska spælið sá sannførandi út og fleiri ferðir vóru lettar um ein háls á síðu­num. Tíverri bleiv hetta ov sjáldan umsett til vanda­ mikl­ar málmøguleikar. Jóan Símun Edmundsson stútaði á stongina og hevði eitt hart skot, sum málverjin bjargaði. Eisini Sølvi Vatnhamar kom í skot­støðu, eftir Jóan Símun Edmundsson hevði vunnið bólt­in. Okkara vildu hava brots­spark, men dómarin sá rætt og dømdi einki. Í seinna hálvleiki var talan í fleiri førum um væl upp­spæld álop, men eisini støður har vit søkja bóltin, tá hann verður sparkaður inn í brotsteigin. Sum heild eitt sannførandi avrik, tá vit huga um leikliga partin. Skora ikki nokk mál Í øllum tí positiva, sum hevur verið at tikið við sær frá hesi undankappingini, so mugu vit bara eisini staðfesta, at vit skjóta ikki nokk av málum. Vit hava skotið fýra mál í níggju dystum og tað er ikki nokk, tá mótstøðulondini telja Lettland og Andorra. Tað er ilt at seta fingurin á hvat tað er, tí liðið spælir nógv betri í dag enn fyrr. Men vit fáa millum annað ikki mál upp á deyðbóltar. Lett­landi hevur havt trupul­ leik­ar við deyðbóltum, men vit eru ikki nær við at skora upp á teir, sjálvt um vit hava seks hornaspørk og fleiri long innkøst. Tað er sum um at lands­ liðið manglar at finna nakrar loysnir, har spælararnir vita júst hvat hendir. Men tað tyk­ist eisini sum vit ikki ordi­liga trúgva upp á møgu­ leikarnar, tá bólturin dettur niður í feltið. Vit hava gjørt nógv framstig, men ikki framman­fyri málinum. Niðurstøðan Føroyska landsliðið gjørdi nógv rætt á Tórsvølli. Spæl­ ið var nógv betri enn móti Andorra, meðan verju­part­urin aftur helt málið reint. Lið­ skiparin hjá Lettlandi, 35 ára gamli Kaspars Gorkšs, helt fyri und­an dystinum, at tað mang­an eru tey lítlu tingini, sum eru avgerandi. Hann vísti tá til dystin, sum vit vunnu í Riga. Hesa ferð komu við í fleiri góðar støð­ ur, men marginalarnir vóru ikki á okkara síðu. So er spurn­ingurin, um tað er tí vit ikki søkja teir nokk, ella um vit bara mugu liva við, at hetta er fótbóltur. Ein kendur golfspælari segði eina, at meiri hann vandi, hepnari bleiv hann. Vit mugu venja tey lítlu ting­ ini meir. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Føroyar – Lettland 0-0 FINGU ALT UTTAN MÁLINI