Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-09, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 9. oktober 2017 · Nr. 117 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór EBStreymur/Skála er nýggjur FM-vinnari í kvinnudeildini. Hetta er fyrstu ferð í 18 kappingarár, at tað ikki er KÍ sum vinnur FM- heitið í kvinnudeildini. Ísland er á gáttini til at spæla seg beinleiðis til HM-endaspælið í Russlandi komandi summar. Ísland vann fríggjakvøldið óvæntaðan 3-0 sigur á útivølli móti Turkalandi, samstundis sum at Kroatia setti stig til móti Finnlandi. Jonas Flindt Rasmussen, ið seinastu árini hevur verið liðskipari hjá KÍ, boðar frá, at hetta verður hansara seinasta kappingarár í Føroyum á hesum sinni. Málleysi javnleikurin hjá føroyska landsliðnum móti Lettlandi leygarkvøldið er fimti dysturin í hesari undankappingini at føroyska landsliðið heldur nullið. Tað er met í føroyskum landsliðssamanhangi. Alex Troleis dømdi um vikuskiftið landsdystin millum Kekkia og San Marino. Hetta er fyrsta ferðin at Alex Troleis dømir ein a-landsdyst. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR - Jóan Símun Edmundsson eftir 0-0 javnleikin móti Lettlandi leygarkvøldið. -HB heimasíðan eftir at tað gjørdist greitt at Jan M. Laursen er nýggjur høvuðsungdómsvenjari í felagnum. HB takkar Milan fyri stóra arbeiði, hann hevur gjørt í felagnum, men nú ynskir felagið at royna nakað nýtt. Vit eiga at vinna hendan dystin. Vit skapa fleiri stórar málmøguleikar, so eg eri ikki nøgdur við eitt stig. Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Kjartan Johansen Aldur: 21 Starv: Hondbóltsspælari Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. EBStreymur/Skála, 2. Jonas Flindt Rasmussen, 3. Jupp Heynckes, 4. Remy Hansen, 5. 1972, 6. Alex Troleis, 7. Jan M. Laursen, 8. Jóan Símun Edmundsson Tú ert nú kunngjørdur í norska felagnum Fyllingen Bergen. Hvussu hevur fyrsta tíðin í Noregi verið? Fyrsta tíðin í Noregi hevur verið góð og spennandi. Spælararnir hava tikið væl ímóti mær og so hevur tađ gingið væl til venjingarnar eisini. Hvussu er støðið har tú spælir nú, samanborið við tí føroysku kappingina? Støðið her er væl hægri enn í føroysku kappingini. Serliga tempo'ið ì norskum hondbólti er øgiliga høgt. Annars er fysikur og kvalitetur eisini á einum hægri støðið. Hvussu er at vera føroyingur í norskum hondbólti? Kenna norðmenn nógv til føroyskan hondbólt? At vera føroyingur í norskum hondbólti riggar bara heilt væl hjá mær inntil vìðari, tí í Norra er tađ heilt klárt tempo sum man skal venja seg ímun til kanska Danmark har er fysikkur tann stóra avbjóðingin. Og nei, her kennir eingin til føroyskan hondbólt - venjarin og ítrottarstjórin hava fylgt okkum eitt sindur í VM, men annars annars vita teir heldur onki um føroyskan hondbólt. Hvussu langt kunnu tit røkka við FyllingenBergen í ár? FyllingenBergen er eitt ambitiøst felag sum helst vil koma í finalur. Vit eru í kvartfinaluni í steypa kappingini og skulu helst liggja so høgt sum møguligt i eliteserien so at man fær vánaligari lið ì play- offs. Hvør er málsetningurin hjá tær við hondbóltinum? Eg veit ikki heilt hvat málsetningurin hjá mær viđ hondbóltinum er. Nú vil eg fegin sláa meg fastan á liđnum her fyrst og fremst. Men um man skal hyggja fram langt í tíðina, er ein dreymur hjá mær at einaferð kunna liva av at spæla hondbólt. 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Fyri fyrstu ferð í 18 ár, er nýggjur FM-vinnari nú funnin í kvinnudeildini. Hvør er nýggi FM-vinnarin? 2 KÍ skal til komandi kappingarár hava nýggjan liðskipara. Hvør hevur verið liðskipari í ár? 3 Bayern Munchen setti í farnu viku gamlan kenning sum nýggjan venjara. Hvussu eitur nýggi venjarin? 4 Hvussu eitur dart spælarin sum gjørdi bart á Eplafestivalinum á Sandi? 5 B36 liggur til at vinna FM í U18 deildini í ár fyri fyrstu ferð í nógv ár. Nær vann B36 FM í U18 deildini seinast? 6 Hvussu eitur føroyski dómarin, sum sunnudagin dømdi a-landsdystin millum Kekkia og San Marino? 7 HB hevur sett nýggjan høvuðsungdómsvenjara. Hvussu eitur nýggi høvuðsungdómsvenjarin? 8 Hvussu eitur persónurin á myndini? Myndin hesa vikuna: Fyri fyrstu ferð í 18 kappingarár, eydnaðist tað í ár øðrum felagið enn KÍ at vinna kvinnudeildina, tá EBStreymur/Skála leygardagin vann FM-heitið. Fyri ein av bestu leikarunum í deildini seinastu nógvu árini, Heidi Sevdal, var talan um fyrsta FM-heitið