Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-09, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 9. oktober 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 9. oktober 2017 · Nr. 117 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... André Olsen ”Tær hava mannað eitt lið úr næstan øllum Føroyum, og spurningurin er hvar ball­ið hjá teimum verður í kvøld.” Orðini eigur KÍ liðskiparin, Malena Joseph­ sen, eftir avgerandi dystin í kvinnudeildini móti EBStreym/Skála, og tann útsøgnin við portal.fo, hevur um vikuskiftið elvt til nógv kjak. Tað er ser­liga á teimum sosialu miðlun­um at tað hevur verið kjak­ast um útsøgnina hjá Malenu Josephsen. Malena Joseph­ sen hevur verið skýrd at vera ein vánaligur tapari, har fleiri settu spurnartekin við útsøgnina hjá Malenu Joseph­sen og eftirlýstu at Malena Josephsen heldur kundi havt ynskt EBStreym/ Skála til lukku við FM-heiti­ num. Tó vóru tað eisini fleiri, ið vóru skiljandi yvir­ fyri atferðini hjá Malenu Joseph­sen. Tey vildu vera við, at hon skuldi hava lov at vísa hvussu ørkymla hon var, nú tá FM-heitið hjá kvinnum fyri fyrstu ferð í 18 ár, fór til annað felag enn KÍ. Hatta var betur ósagt Nógva kjakið á teimum sosialu miðlunum, elvdi sunnu­kvøldið til, at høvuðs­ per­són­urin sjálvur, Malena Joseph­sen, valdi at skriva nøk­ur orð á Facebook bólki­ num ”Føroyskt fótbóltskjak”. Her bað Malena Josephsen um umbering fyri tað sum hon segði. Hon viðurkendi at tað var betur ósagt, og at hon sum tann fyrsta vil ynsk­ja EBStreym/Skála til lukku við greipuni. Malena Josephsen skriv­ aði: -Veit ikki heilt hvar eg skal byrja, men eg havi akkurát sæð hetta. Eri vanligt ikki inni á hesi síðuni. Her eru nógv­ar meiningar um mín persón frá fólki sum eg ikki kenni, og eg vænti heldur ikki at tit kenna meg. Men eg vil alvorliga siga orsaka fyri míni orð aftaná dystin, og ja, hatta var betur ósagt. Eg vil verða tann fyrsta at ynskja EBStreym/Skála til lukku við greipuni. Og til tykk­um sum hava fylgt við kvinnu­fótbólti, hava nokk fleiri hoyrt meg sagt at tað er sunt fyri fótbóltin um onkur annar vann, men at vit ikki fóru at lata tað frá okkum uttan harðan dyst. Í gjár blivu vit ov stuttar. Hvat tit halda meg vera sum persón og ikk, tað tími eg ikki at viðmerkja her. Eg vil enn einaferð biðja um orsaka og hjartaliga til lukku. Malena fær góðan stuðul Umberingin hjá Malenu Joseph­sen á føroyskt fót­ bólts­kjak, hevur fingið góða undirtøku. Flest øll fyri­ geva henni fyri útsøgn­ina, har tað ikki longur verður kjak­ast um tað sum hon segði. Heldur fær Malena Josephsen nú nógv góð orð við á vegnum fyri at viður­ kenna, at hon var farin yvir um mark. andre@sosialurin.fo So hendi tað aftur. Eitt ítróttarfólk hevur víst kenslur, eftir mest avgerandi dystin í árinum og sagt okkurt sum er betri ósagt. Tað hevur sjálvandi fingið øði í partar av fótbóltsføroyum. Vánaligur tapari, skal ynskja hinum til lukku, tit hava vunnið so nógv og ikki vísa kenslur. Hesa ferð er tað Malena Josephsen, sum ikki var í góðum lag, tá sigursrøðin hjá KÍ bleiv steðga av EB/Streymi/Skála. Hon gav ilt av sær og helt fyri, at nú hevði Føroyar bara lagt saman, fyri at steðga KÍ kvinnunum, somuleiðis var bólturin innanfyri og KÍ rakti stongina einar sjey ferðir – so alt í alt skuldi KÍ havt vunnið. Áðrenn eg fari í holt við at siga mína meining, so skal nenvast, at eg ikki havi tosa við hana, var ikki á Eiði og veit ikki meir enn hon hevur skrivað á Facebook, har hon hevur biðið um umbering. Men tað er ikki har eg ætli mær, men eg stúri onkuntíð við í hesum samfelagnum hjá okkum, har vit einki tola av. Tað hevur elvt stil stórt kjak, at ein spælari hevur sagt so, men hvat er tað vit vilja. Tað er einki so niðurgerandi fyri fótbóltin, tá spælarar hjá Liverpool og Manchester United standa og klemmast í tunnilinum undan dysti. Eg havi sku ikki goldið fyri at síggja tvey lið klemmast. Eg vil síggja fótbólt, har tað er í ordan at vilja vinna. Hví eru vit so skjót at leggja eftir onkrum, sum torir at siga nakað. Sum torir at siga, at eg ætli mær at verða best, ella eg orki ikki fyri kappingarneytanum? Grannastríðið millum HB og B36 er dottið burtur í næstan einki, men tað skuldi eitt brak av einum steypadysti til, fyri at fáa fólk upp úr stólinum. Malena Josephsen segði for nógv, men orðini endurspegla ein vinnar, sum at síggja til ikki tolir at tapa. Og hon segði tað eisini í løtuni eftir dystin, har vit sleppa nærri kensluregistaranum hjá spælarunum. Í hesum døgum, tá ongin kann gera nakað øðrvísi ella við kanti í, so er tað fríksligt við eitt sindur av beint-á-erligheit totalt ófiltrera. Til lukku til EB/Streym/Skála við FM, og til lukku við metinum til KÍ kvinnurnar Hví tola vit einki av? Ein samrøða við Malenu Josephsen á portal.fo leygardagin, hevur um vikuskiftið elvt til nógv kjak á teimum sosialu miðlunum. Sunnukvøldið viðurkendi Malena Josephsen at útsøgnin hjá henni var betur ósøgd, og at hon vildi biðja um umbering MALENA JOSEPHSEN: HATTA VAR BETUR ÓSAGT