týsdagur 10. oktober 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 11. oktober 2017 · Nr. 118
Stjóri til Sernám
Brennir tú fyri sernámsfrøðiliga økinum og vilt slóða fyri
góðum læri- og menningarmøguleikum hjá børnum og ungum
við serligum tørvi, so er hetta eitt áhugavert starv við nógvum
spennandi avbjóðingum
Starvið
Uppgávan hjá stjóranum í Sernámi er at leiða ein stovn, har
ráðgeving innan sernámsfrøði er kjarnuøkið. Stovnurin skal
veita stovnum og skúlum dygdargóða fakliga ráðgeving í
sernámsfrøðiligum spurningum.
Tann, ið settur verður, má tola broytingar, tí stovnurin er í eini
broytingartilgongd, har uppgávan hjá stjóranum verður at leiða
hesa tilgongd víðari og tillaga stovnin. Ætlanin er eisini at styrkja
knýtið millum Sernám og Nám í sambandi við námsfrøðiliga
menning og ráðgeving, ið fatar um alt útbúgvingarverkið.
Søkt verður eftir stjóra, sum
•
skal mynda og menna Sernám og standa á odda fyri at
menna sernámsfrøðiliga økið
•
skal hava fakligu leiðsluna av virkseminum á stovninum
•
skal hava fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina á
stovninum
•
hevur framtíðarhugsanir innan sernámsfrøðiliga økið
•
er framtakshugaður, sær møguleikar heldur enn forðingar,
og dugir at finna loysnir
•
skal duga at gagnnýta samstarv við aðrar stovnar
•
skal skapa virðing fyri stovninum, fremja góðar
arbeiðsumstøður, trivnað og gott samstarv millum
starvsfólk
•
skal tryggja, at starvsfólkini hava møguleika fyri
førleikamenning
•
skal fylgja væl við og luttaka í orðaskifti innan økið, úti og
heima
•
skal ráðgeva Mentamálaráðnum í viðurskiftum, sum
stovnurin umsitur
Stjórin skal tryggja, at virksemi stovnsins er á einum høgum
fakligum støði, og at játtanin verður nýtt á fullgóðan hátt.
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava viðkomandi útbúgving innan
sernámsfrøðiliga økið frá hægri lærustovni og arbeiðsroyndir,
sum hava týdning fyri starvið. Tað
er ein fyrimunur, at umsøkjari hevur leiðsluútbúgving og
leiðsluroyndir. Harumframt er tað ein fyrimunur, um umsøkjari
hevur sýnt
•
góðar førleikar at standa á odda fyri sernámsfrøðiligari
menning
•
góð leiðslu- og samstarvsevni og mennandi leiðslustíl
•
vilja og evni at royna nýggjar leiðir
Vit bjóða
Starvið er spennandi við sjálvstøðugum uppgávum og við
nógvum samskifti við skúlar, stovnar og skúla- og stovnsleiðslur.
Arbeiðið er á einum høgum fakligum støði, og møguleikarnir fyri
bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.
Setanar- og lønartreytir
Starvið er sáttmálasett og lønt í 37. lønarflokki sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Tænastumannafelag
landsins uttan tó at vera tænastumannastarv.
Lønin er kr. 47.861,26 umframt 15% í eftirlønargjaldi.
Starvið verður lýst til setanar frá 1. november 2017 ella skjótast
møguligt eftir tað.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skal sendast til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella mmr@mmr.fo
Umsóknin skal verða Mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi
hósdagin 19. oktober 2017.
Umsøkjarar, sum ynskja fleiri upplýsingar, kunnu ringja til Poul
Geert Hansen, aðalstjóra, á tlf. 55 50 10.
Sernám er stovnur undir Mentamálaráðnum við egnari rakstrarjáttan á fíggjarlógini. Sernám hevur ábyrgdina av at samskipa sernámsfrøðiligt virksemi og veita
ráðgeving til stovnar og skúlar o.o., sum varða av børnum og ungum. Í Sernámi starvast í løtuni 35 fólk.
MENTAMÁLARÁÐIÐ