týsdagur 10. oktober 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. oktober 2017 · Nr. 118
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Yvirlæknin, Søren Vesterhauge,
hevur á heimasíðuni – www. netdoktor.
dk – grein um flutningssjúku ella
sjóverk, sum vit vanliga rópa tað.
Flestu hava upplivað at hava
havt sjóverk ella koyrisjúku, og
nøkur fá hava upplivað luftsjúku
ella flúgvisjúku.
Allar hesar sjúkur eru í prinsipp
inum tær somu.
Sum sjúka er sjóverkur eitt løgið
fyribrigdi.
Nógv fólk kunnu gerast ser
stakliga ússalig, tá tey verða útsett
fyri rørslu, sum onnur kunnu
tola – ella, sum tey høvdu tolt, um
umstøðurnar vóru øðrvísi.
Fólk kunnu venja seg við tær
umstøður sum gera, at tey fáa
sjóverk, men hetta kann gerast eitt
drúgt stríð, áðrenn tað slepst av við
sjóverkin.
Hví fáa vit sjóverk?
Flutningssjúka er í veruleikanum
eitt avsporað refleks ella viðbragd
sum hendir, tá heilin ikki beinleiðis
kennur aftur aktuellu saman
setingina av sansaupplivingini.
Hetta hendir eitt nú, tá balansu
gøgnini í innara oyra signalera
rørslu, men sjónin ikki upplivir
rørslu.
Fólk kunnu koma í eina slíka
støðu, tá tey eitt nú sita í kahúttini
í einum báti, í bili ella bussi og lesa.
Men, tað øvuta kann eisini
henda; at balansugøgnini signalera
stillstøðu, meðan sjónin signalerar
rørslu.
Hesa støðu kunnu fólk koma í,
tá tey eitt nú sita í biograf og síggja
ein film við ógvusligum rørslum.
Okkara balansuskipan hevur
brúk fyri at kenna mynstrið av
sansakveikingum, sum alla tíðina
bumba okkum um egnar rørslur,
um rørslur í umhvørvinum – og
um, hvat vendir upp, og hvat vendir
niður.
Eru
frávik
frá
vanliga
mynstrinum, fær heilin eini “feil
boð”. Balansuskipanin er so fløkt,
at pláss er ikki fyri frávikum frá tí,
vit eru von við at uppliva, og tí fáa
vit sjóverk.
Hinvegin
hevur
balansu
skipanin læringarevni í mun til
nýggjar samansetingar av sansa
upplivingum. Tí kann skipanin
eisini venja seg við, at viðurskiftini
eru øðrvísi, enn tey plaga at vera, og
tá kanst tú sleppa av við sjóverkin.
Tá tú hevur vant teg við, at
viðurskiftini eru øðrvísi, kanst tú í
staðin fáa trupulleikar við at venda
aftur til tær vanligu umstøðurnar.
Hevur tú verið umborð á skipi
í eina tíð, hevur vant teg við, at
skipið rullar og síðan fert í land
aftur – ja, tá kanst tú føla, at fasta
jørðin undir tær rullar.
Fyribrigdi, har tú gerst ússaligur,
sjálvt um tú hvørki koyrir, siglur
ells flýgur, verður rópt ”mal de
débarquement” – ella á føroyskum
“sjúka við at fara í land”.
Hóast dúgliga gransking á øk
inum, er lykilin til at skilja flutn
ingssjúku og mal de débarquement
ikki funnin.
Hvør fær sjóverk?
Kvinnur eru vanliga meira sárbarar
mótvegis flutningssjúku enn menn,
og størri børn eru meira sárbar enn
pinkubørn. Eisini eru fólk, sum eru
fongd við migrenu verri fyri í so
máta enn fólk, ið ikki líða av hesum
trupulleika.
Tey sárbarastu eru í veruleik
anum stór børn og ung.
Sjóverkur kennist sum ein røð
av óbehagiligum sjúkueyðkennum,
sum byggja seg upp innan í likam
inum. Í byrjanini følir tú teg troytt
an og linan, lagið verður ávirkað av
støðuni, og tú kennir teg sum heild
illa til passar. Ofta er høvðpína
knýtt at hesi støðu, og tú fert
kanska at geispa. Tú følir, at eitt
hvørt byggir seg upp í búkinum.
Kenslan er óbehagilig, og tú fært
vaml og kann gerast svimbul.
Oftast endar øll henda óbehagi
liga kensla við at tú fert at spýggja.
Tá tú sært ein person, sum líður
av sjóverki, sært tú fyrst eitt for
pínt og hugtungt menniskja, sum
er tigandi, og eftirhondini verður
viðkomandi bleikur, fer at sveitta
og tivar. Í veruleikanum er ein
persónur við sjóverki rættiliga
sjúkur, tá sjúkueyðkennini eru í
hæddini.
Hvat er at gera?
Tey, sum eru ringast fyri við sjó
verki, royna oftast at umgangast
tær støður sum gera, at tey kunnu
fáa sjóverk. Hetta merkir so sam
stundis, at møguleikarnir at ferast
gerast avmarkaðir.
Ein máti er at halda seg uttan
dura, meðan siglt verður, og tá tú
koyrir í bili ella bussi, kann tað
hjálpa, um tú ikki situr og lesur,
men heldur hyggur upp og út
gjøgnum vindeyga.
Á henda hátt upplivir tú ein
betri samanhang millum tað, tú
sært og so kensluna av, at skipið,
bilur ella bussur flytir seg.
Um møguleikin er har, kann
tað eisini hjálpa, um tú sjálv/-ur
sleppur at vera tann, sum stýrir
báti ella bili.
Fyrsta sjúkueyðkenni um flutn
ingssjúku er troyttleiki og tyngd.
Um tað er møguligt, kann tað
vera eitt gott hugskot at leggja seg
at sova, tá fyrstu eyðkennini byrja
at vísa seg.
Ein møguleiki er at venja seg av
við sjóverkin, men tað krevur mót,
og tað krevur, at tú gert tað í nakrar
fylgjandi dagar sum ger, at tú fært
sjóverk – antin tað er at sigla við
skipi ella koyra í bili ella bussi.
Best er tá, at tað ikki er ov langt
ímillum túrarnar í skipi ella bili. Ein
tílík avvenjing kann tó taka nakrar
vikur og kanska upp í einar tveir
mánaðir.
Men, er ov langt ímillum túrar
nar í skipi, bili ella bussi, er oftast
neyðugt, sum tíðin gongur at byrja
venjingina aftur á 0-punktinum.
Í aðrar mátar eru fleiri sløg av
heillivági, sum kunnu keypast og
sum virka móti sjóverki.
Hví fáa vit sjóverk?
Sjóverkur kennist sum ein røð av óbehagiligum sjúkueyðkennum, sum
byggja seg upp innan í likaminum. Í byrjanini følir tú teg troyttan og linan,
lagið verður ávirkað av støðuni, og tú kennir teg sum heild illa til passar
Hóast dúgliga gransking, er
lykilin til at skilja sjóverk og “mal
de débarquement” ikki funnin
Í veruleikanum er ein persónur
við sjóverki rættiliga sjúkur, tá
sjúkueyðkennini eru í hæddini