týsdagur 10. oktober 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. oktober 2017 · Nr. 118
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Árni Gregersen
Hann hevur Føroya kendastu rødd.
Jógvan Arge, útvarpsmaður og
journalistur, men eisini rithøvund
ur.
Maðurin sum í 50 ár hevur verið
virkin sum journalistur og útvarps
maður skrivar sínar endurminn
ingar í eini røð, sum hann kallar
Mín krýnika.
Tvær bøkur eru áður komnar út,
men júst nú er tann triða komin á
marknaðin.
Lat meg siga beinanvegin, at
hetta er ein forvitnislig forteljing
um eitt tíðarskeið, sum í stóran
mun hevur lagt grund undir og
myndað okkara samtíð. Talan er
um tíðina, Jógvan Arge fekk sína
journalistútbúgving frá 1967 til
1970.
Sjálvt um pápin var stjóri í Út
varpi Føroya og Jógvan Arge sjálvur
hevði hjálpt til har, so fór hann av
landinum at læra til journalist.
Tað tyktist vera avgerandi at læra
handverkið frá grundini og skuldi
tað gerast, so var neyðugt at fara
úr Føroyum, tí tá í tíðini var onki
veruligt journalistiskt umhvørvi í
Føroyum.
Sjálvandi hevur góða sambandið
millum Útvarpið og stóru donsku
tíðindastovuna Ritzau verið gott
og tað hevur helst tryggjað læru
plássið í Keypmannahavn. Aftur
fyri kann staðfestast, at Ritzau tá
eins og nú var eitt arbeiðspláss, har
journalistisku virðini eru sett høgt.
Jógvan Arge greiðir frá í sein
astu bókini, at hann gjøgnum tey
trý árini – minus tað hálva árið á
Journalistháskúlkanum í Århus,
slapp at skifta millum ymsu redak
tiónirnar á Ritzau.
Hetta hevði sjálvandi stórar fyri
munir, tí tað gav eina sera breiða
vitan um donsk samfelagsviður
skiftir. Harafturat gjørdist hann
sjálvandi serfrøðingur hjá Ritzau í
føroyskum viðurskiftum.
Hitti nógv fólk
At vera staddur íKeypmaznnahavn
í stóru broytingartíðini, sum tá var,
er sjálvandi eitt privilegium.
Jógvan Arge var har, men har
var eisini hópur av føroyingum,
sum seinni hava myndað føroyska
samfelagið – bæði sum politikkarar
og framstandandi embætisfólk og
mentannarfólk.
Hetta vóru fólk, sum vóru við
til at broyta gongdina, tí broyting
artíðin vísti, at tað ikki var vist, at
alt, sum vit høvdu hildið var rætti
mátin at innrætta okkum uppá., var
tað skilabesta.
Tey fingu inn, at vilja vit tað nóg
nógv, so ber eisini til at broyta við
urskifti, sum annars síggja statisk
út.
Sjálvandi er kennskapurin við
hesi fólk komin Jógvani Arge til
góðar í hansara journalistyrki í
Føroyum.
Bókin sjálv haldi eg kann lýs
ast á tveir hættir. Annar er, at hon
fortelir um lærutíðina og hvussu
tað var, ungur at flyta til Keyp
mannahavnar við konu og barni.
Hin síðan av bókini er minst
líka áhugaverd. Tað er talan um
søguskriving sæð við journalistisk
um eygum.
Jógvan Arge fortelur frá fleiri
stórum heimshendingum hesi árini
hann helt til mitt í journalistiska
umhvørvinum í Keypmannahavn.
Ein hending, sum føroyuskir
útvarpslurtarar hoyrdu um, var, tá
ið amerikumenn fyrstu ferð lendu
á mánanum. Tá var Jógvan Arge
eygu og oyru føroyinga út í heim,
meðan hann og pápin, Niels Juel
Arge, miðlaðu hendingarnar til før
oysku lurtararnar.
Kanska vert at nevna fyri teim
um yngru, at tá var Føroyar uttan
sjónvarp, fartelefonin var ikki
uppfunnin og alt samskiftið mill
um Føroyar og Danmark var gjøgn
um telefonlinjur.
Hesi árini var eisini studenta
uppreisturin í Párís og tað sum
fylgdi av tí á okkara leiðum. Martin
Luther King og Robert Kennedy
vóru
myrdir
umframt
mangt
annað.
Av meira heimligum viðurskift
um kann nevnast balladan um
leikin “Færinger-frænder”, sum var
sýndur á Fiólteatrinum. Kjartan
Hoydal og Hans Jakob Debes og
nógvir aðrir føroyingar í Keyp
mannahavn vóru vavdir uppí
hendan kjakleik, sum sett ljós á
viðurskiftini millum Føroyar og
Danmark.
Um tú hevur bert ein evarska
lítlan áhuga í at kenna til, hvat
hendi í seksti- og sjeytiárunum, so
er hetta ein bók, sum er verd at lesa.
Hon fortelur sjálvandi ikki alla
søguna, men hon leggur vinklar
afturat, sum vit ikki kendu framm
anundan og ger hendingarnar
ómetaliga nærverandi.
At síggja hendingarnar við
journalistiskum eygum er ein
annar máti at skriva søgu ppá enn
søgufrøðingarnir gera. Tú sleppur
ofta nærri, serliga í førum har
journalisturin situr á fyrstu parkett
og eygleiðir tað sum hendir.
Faktisk ger hendan bókin, at eg
gleði meg til framhald, tá ið Jógvan
Arge í størri mun fer at greiða frá
sínari yrkisleið í Føroyum.
Her hevur hann, um nakar,
verið ógvuliga nær teimum stóru
politisku hendingunum, sum er
farnar fram seinastu fýra ella fimm
áratýggjuni.
UMMÆLI
Tað eru 50 ár síðani, at Jógvan Arge
fór í læru sum journalistur. Hann
hevur skrivað um tey trý árini hann
lærdi til journalist í Keypmannahavn.
SØGAN SÆÐ VIÐ
JOURNALISTEYGUM
Jógvan Arge, journalistur og útvarpsmaður, hevur
sent triðu bókina í røðini Mín krýnika á marknaðin