Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-10, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 11. oktober 2017 · Nr. 118 Áki Bertholdsen Nú verður umhugsað at leggja eitt serligt avgjald á tann bólkin av ferðafólki, sum kemur til Føroya við útlendsku ferðafólkaskipunum, sum mangan eru at síggja í Føroyum um summarið. Seinastu árini hevur nógv kjak verið um, hvussu vit kunnu fáa meiri burtur úr teimum útlendsku ferðafólkunum, sum koma til Føroyar í stórum tali á hvørjum ári. Í tí sambandi er tað longu avgjørt, at næsta ár skal tað vera dýrari hjá útlendskum ferðafólkum at keypa ferðaseðil við skipunum hjá Strandferðsluni og tyrluni, sum flýgur í fastari ferðafólkaflúgving kring landið. Tað merkir, at útlendingar skulu rinda áleið tríggjar ferðir so nógv fyri ein ferðaseðil við Strand­ferðsl­ uni, sum føroysk ferðafólk rinda. Tað merkir, at útlendingar skulu rinda einar 240 krónur fyri ein ferðaseðil við Smyrli og 600 krón­ ur fyri at hava bil við. Og við øðr­ um skipum fer ein vanligur ferða­ seðil at kosta einar 120 krónur, og hava tey bil við, fer tað at kosta slak­ar 500 krónur fyri hann. Og við Tyrluni fara flestu túrar at kosta 600 - 1000 krónur hjá útlendskum ferðafólkum. Eisini onnur ferðafólk Og nú verður eisini umhugsað at leggja eitt serligt avgjald á tey ferða­fólk, sum koma higar við út­ lendsk­um ferðafólkaskipum Poul Michelsen, lands­stýris­ mað­ur, sigur, at málið hevur verið um­røtt á landsstýrisfundi, men tað er greitt, at tað er ikki búgvið til at taka støðu til enn. Men nú verður arbeitt við at stovna eina deild undir Visit Faroe Islands, og saman við komm­un­ un­um verður endamálið hjá hesi deild­ini at menna ferða­fólka­vinn­ una innanlands Føroyum. Og landsstýrismaðurin sigur, at tá ið hendan deildin er stovnað, fer hon eisini at viðgera spurningin um at leggja eitt serligt avgjald á ferða­fólkini, sum koma higar við útlendsku ferðafólkaskipunum. Poul Michelsen sigur, at av tí, at talan er um ein spurning, ið fer at verða tikin upp seinni, leggur hann ikki í at siga nakað um, hvussu stórt hann hevur hugsað sær, at eitt slíkt avgjald skal vera. Men hann vísir á, at talið á út­ lendsk­um ferðafólki til Føroya, veks­ur alsamt, og tað er ein spurn­ ing­ur um at fáa nakað burtur úr kring landið. Men tað er eisini ein umhvørvisspurningur at so nógv ferðafólk koma higar. – Og vit halda, at tað eigur at bera til at leggja eitt avgjald á ferða­ fólk, sigur Poul Michelsen. Ov tíðliga Tey, sum fáast við ferðavinnu, hava mangan ávarað ímóti at drukna ferða­fólk í avgjøldum. Men tá ið www.in.fo skrivaði, at ætlanin er at tað skal verða dýr­ ari hjá útlendskum ferðafólki at ferðast við Strandferðsluni og tyrl­ uni, vildi Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, ikki siga so nógv um tað. Í samrøðu við www.in.fo vísti hon eisini til deildina, sum ætlanin er at seta á stovn við tí endamáli at menna ferðavinnuna kring landið í Før­oyum. Hon segði, at tá ið tann deild­in er stovnað, verður ein av upp­gáv­un­ um hjá henni at gera sær eina heild­ ar­mynd av støðuni, eisini teimum av­gjøldum, sum eru, og sum talan er um at seta í verk. Tí heldur hon, at tað er ov tíðliga at siga nakað beint nú. Men yvirskipað heldur hon, at endamálið má vera, at ferðavinnan skal kasta so nógv av sær sum gjørligt. Hon vónar ikki, at avgerðin um at hækka ferðaseðlaprísirnar fyri útlendingar við Strandferðslunu og tyrluni, fer at minka um áhugan hjá ferðafólki at ferðast kring landið, men tað er ein meting, sum eigur at verða tikin við. Men eitt annað atlit, sum eisini má takast, er, at tað verður ført fram, at tað er ein trupulleiki, at fólkið á útoyggj fær ikki pláss í tyrl­ uni, tí at hon er full av útlendskum ferða­fólki. Hinvegin ásannaði Guðrið Høj­ gaard eisini, at aftur ímóti aðra­ staðni, er tað sjáldsama bíligt at ferð­ast í Føroyum, – Kynstrið verður at finna ta røttu samansetingina av avgjøldum og ferðaseðlaprísum, ið kastar sum mest av sær til samfelagið, utt­an at útlendsk ferðafólk føla seg óvælkomin, ella ikki vilja fara kring landið, segði hon við www. in.fo herfyri. Umhugsa at leggja serligt avgjald á útlendsk ferðafólk AVGJALD: ferðafólk, sum koma til Føroyar við útlendskum ferðafólkaskipum, skulu kanska gjalda eitt serligt avgjald Nú verður eisini umhugsað, hvussu ferðafólkini, sum koma við útlendsku ferðafólkaskipunum, kunnu fáast at leggja meiri eftir seg í Føroyum