týsdagur 10. oktober 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. oktober 2017 · Nr. 118
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BURKABANN:
ELLA RINGT FY
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
– Orsøkin til, at man tekur hetta upp, hóast
tað ikki er ein avbjóðing í føroyska sam
felagnum er, at vit hava bestu fortreytir
at viðgera hetta á ein konstruktivan hátt,
áðrenn tað verður ein trupulleiki í sam
felagnum. Í øðrum londum verður hetta
tikið í stórum álvara, og fleiri lond hava
bannað burka og niquab, sigur Jógvan Skor
heim og vísir á, at tað er eisini ein spurningur
um javnrættindi.
– Reint politiskt er hetta ein tann besti
mátin at gera tað uppá. Vit eru proaktiv, og
gera lóggávu áðrenn vit fáa avbjóðingina.
Vit hava millum annað eisini oljulóggávu,
hóast vit ikki hava funnið olju enn, sigur
hann, og vísir á, at
Jógvan Skorheim noktar at hetta upp
skotið er ein roynd hjá Sjálvstýri at flyta
fokus.
– Vit royna ikki at flyta fokus, men vit
vilja vera proaktiv og framtíðartryggja
okkara virðir. Hetta má gerast í friðartíðum
og ikki, tá kamparnir eru byrjaðir, staðfestir
hann.
– Rætta loysnin er at loysa hetta málið,
sum vit heilt víst fara at síggja í framtíðini
og hini londini rundan um okkum hava
avbjóðingar við, leggur hann afturat.
– Vit skulu yvirtaka útlendingaøkið
skjótt, og tað er umráðandi at vita, hvørjar
lóggávur man hevur á økinum, leggur hann
afturat.
Hann vil vera við, at talan eisini er um at
verja javnrættindi, og at burka og niqab eru
kúgandi fyri kvinnuna.
Jógvan Skorheim vísur aftur, at Sjálvstýri
við hesum er vorðin ein meiri høgravendur
flokkur.
– Vit eru ein flokkur á miðjuni, og tað
hevur týdning at seta fokus á mál og virðir,
sum endurspegla føroyska samfelagið, sigur
hann.
– Eg veit ikki, hvat úrslitið verður, men
hetta er ein máti, at fáa okkara virðir á blað,
og tryggja at føroysk lóggáva endurspeglar
okkara virðir, leggur hann afturat.
Hann greiðir frá, at málið verður lagt
fram sum uppskot í Løgtinginum, og síðani
er tað upp til Landsstýrið at gera reglar fyri,
hvussu ein slík lóggáva skal orðast, áðrenn
uppskotið kemur aftur fyri Landsstýrið.
Jógvan Skorheim sigur seg enn onki hava
hoyrt frá hinum flokkunum um uppskotið.
Nú Sjálvstýri hevur lagt uppskot fyri tingið um at banna burka og niqab hevur eitt kjak tikið seg upp
um, hvørt hesi klædnapløgg eru kúgandi móti kvinnum. Meðan Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri
heldur fast um, at tað er kúgandi fyri kvinnur, er Rúna Preeti Ísfeld, ph.d lesandi og cand.mag í
altjóða viðurskiftum av aðrari uppfatan.
- Burka og niqab er
niðrandi fyri kvinnurnar
- Vit mugu verja rættindi hjá kvinnum og
burka og niqab er kúgandi fyri kvinnuna,
heldur Jógvan Skorheim.
Jógvan Skorheim: