týsdagur 10. oktober 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 11. oktober 2017 · Nr. 118
ER TAÐ GOTT
YRI KVINNUR?
Rúna Preeti Isfeld
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
Hon vísur eisini á, at hetta eisini er ein lítil
trupulleiki í Danmark.
– Fyri at lýsa, hvussu lítil burka/niqab
“trupulleikin” er millum muslimar í Danmark,
kann verða upplýst, at av næstan 100.000
muslimskum kvinnum í Danmark í 2010, bóru
tríggjar kvinnur burka og 150–200 niqab. Tað
er ikki nakað at snakka um, og fyri at kunna
inkludera tey er hatta bara symbolskt og fer
ikki at føra til ordiliga integratión. Sjálvandi
mugu tey respektera lógina og sjálvandi er
tað ein trupulleiki, at man ikki sær andlitið,
men tað er ikki rætt at ekskludera tær. Tað
fer ikki at rigga, staðfestir hon.
Runa Preeti Ísfeld greiðir frá, at hon
onkursvegna skilur, hvat Sjálvstýri sipar til
í uppskotinum, sum flokkurin hevur latið
Løgtinginum, tí burka og niqab er so ókent
og fremmant fyri okkum í Føroyum, og tí
hava vit ilt við at skija tað. Hon heldur tó ikki,
at nøkur loysn er at finna í einum forboði
mótvegis burka og niqab, og tað er heldur
ikki ein fyrimunur fyri kvinnuna.
Í viðmerking á sosialu miðlunum spyr
Runa Preeti Ísfeld, um vit ikki áttu, at lagt
upp til at styrkja kvinnurnar og inkludera
tær, uttan mun til húðalit, rasu, etniska
bakgrund ella átrúnað
– Forboð elva til sundurbýti millum okk
um og tey. Tað er eitt betri hugskot at geva
kvinnum við ella uttan burka amboð til at
reflektera yvir sína støðu, og at taka teirra
egnu bardagar, staðfestir hon.
Hon vísur eisini á, at hóast muslimskar
kvinnur skifta burka og niqab út við okkurt
annað, so vísa kanningar, at tað ikki elvir til
størri inklusión á arbeiðsmarknaðinum.
– Tær muslimsku kvinnur, sum ganga
við vanligu turriklæðunum, hava eisini sera
ringt at fáa arbeiði, og fólk við muslimskum
nøvnum verða ofta ikki biðin at koma til
samrøðu, sjálvt um tey hava somu útbúgving
ella royndir, sum aðrir umsøkjarir, sigur hon.
– Um vit geva kvinnuni amboð, ið hon
kann nýta og inkludera kvinnuna ístaðin fyri
at isolera hana, so kemur ein natúrlig mót
rørsla, staðfestir hon.
Loysnin er ikki at
fara eftir kvinnuni
-Um tað er patriarkið, ið vit vilja av við, so er loysnin ikki at fara eftir kvinnuni, tí tær eru
longu útsettar. Banna vit burka og niqab, so sleppur kvinnan ikki út úr heiminum. Tá má
ein onnur loysn finnast, og umráðandi er at hugsa um, hvussu kvinnan kann styrkjast,
hóast hon møguliga hevur burka, staðfestir hon.