týsdagur 10. oktober 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. oktober 2017 · Nr. 118
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nú 100 ár eru liðin, síðani Poul
Nolsøe Kjølbro varð borin í heim,
kunnu vit minnast henda gávuríka
mann, sum bæði hevði sera góð
evni til málningalist og tónleik.
Harafturat var hann álitið manga
staðni í virkseminum hjá pápanum,
J.F. Kjølbro, serliga tá tað stóð á við
motorum og maskinum.
Poul Nolsøe hevði álitisstørv og
sat eisini í sóknarstýrinum.
Poul Nolsøe, kallaður Nølli, og
konan Turið bygdu sær hús sum
tá í tíðini var ovarliga í trøðni hjá
Kjølbro.
Turið og Nølli fingu 5 børn
nevnd: Finn, Karin, Sjúrður, Poulina
og Katrin.
Í skjølum hjá Robert Joensen
kom herfyri fram skriv um Poul
Nolsøe og eisini fleiri tekningar av
útróðrarbátum, sum Nølli hevði
teknað til eitt bátsgildi í 1940unum.
Nølli var eisini kendur fyri sínar
tekningar í Rukkulakkanum, og
hevur hann teknað búmerkið hjá
fyritøkum og feløgum.
Nølli Kjølbro og Robert Joensen
vóru trímenningar. Mammur teirra,
Karin Kjølbro og Sanna Joensen á
Eiðinum, vóru systkinabørn. Í faðir
legg vóru teir hálvir trímenningar.
Karin og Jógvan Kjølbro vóru
faddrar Roberts, og Sanna og Jákup
á Eiðinum vóru faddrar hjá Nølla.
Hóast Nølli var 5 ár yngri, so
høvdu teir nakað saman í yngru
árunum, tí traðirnar, har hoyggjað
og velt varð, lógu saman frá Ziska
trøð og niðan til garðarnar. Eisini
komu teir inn í heimini hvør hjá
øðrum.
Sum vaksnir kundu teir altíð
heita á hvønn annan.
Robert, sum onki teknikynstur
fekk í vøggugávu, heitti av og á
Nølla um at hjálpa sær.
Í hesum døgum verður eitt
samarbeiði teirra grundfest, nú
skyldmaður teirra, Archibal Blach,
smíðar
og
reisir
bóndagarðin
hjá Nólsoyar Páll av nýggjum á
Biskupsstøð.
Til bókina ”Klakksvíkar bygd
í søgu” 1942 ynskti Robert at fáa
at vita, hvussu garðurin hjá Nóls
oyar Páll sá út í síni tíð og tann,
sum var bestur at siga frá tí, var
bátasmiðurin og bóndin, Jákup
á Biskupsstøð. Tá varð sjálvandi
heitt á Nølla at tekna og at merkja
av røttu mátini, soleiðis at vit í dag
kunnu fegnast um, hvat kann koma
burturúr, tá samarbeiði gongur
væl.
Tá Nølli andaðist í 1977 bert 59
ára gamal, sæst í skrivunum, at
Robert hugsaði nógv um skyld
mannin, og at saknurin var stórur.
Umframt at tekningar og bræv
vórðu send til konu Nølla, Turið,
so var eisini eitt annað skriv, sum
Robert Joensen helst skrivað hetta
fyri at lætta um hjá sær sjálvum:
Minni um
hegnismann
Í smáu bygdunum máttu tey fyrr
sjálvi halda samfelagsandan í hevd
so væl sum gjørligt, fyri at bygdini
kundi vera lív lagað. Tað var ikki
bara við strongum reglum, tey
hildu skil á. men eisini við at flenna.
Og flenna so hjartaliga, at hann ella
hon, sum hevði framt okkurt, sum
var niðurbrótandi fyri samhaldið,
skammaðist og tað við lít. At sita
einsamallur, meðan øll bygdin
flennir at einum, sigst vera revsing
við lít. – Táttayrking føroyinga er
væl kend. Nógvar bygdir hava átt
tættir, sum fekk fólk at flenna í
kíki.
Sum gjøllari nevnt seinni í hes
um stubba, kom eg at hugsa um
Poul Nolsøe Kjølbro. Vit, Poul
Nolsøe Kjølbro kendust frá barna
døgum. Stillførur var hann, lítil
látin og gekk ikki við píkadekkum á
albogunum. Hann átti góðar gávur,
og við hvørt kundi hann í spakføri
fortelja okkurt, sum fekk okkum
at flenna. Um hann dugdi at yrkja,
veit eg ikki, men við tekningum
kundi hann fáa láturin at hoyrast.
Í øllum sínum stillføri, haldi eg,
at Poul Nolsøe Kjølbro, Nølli, sum
vit kallaðu hann, bregaði til ætt
armannin Nólsoyar Páll í summ
um førum, stuttligur sum Nølli
kundi vera og sum tann hegnis
maður hann var. – Teir, sum saman
við Nølla vóru við á fundum hjá
bygdarstýrinum, tá hann átti sess
har, løgdu til merkis, hvussu gløgg
ur hann var, og teir ansaðu eisini
eftir, at hann átti gávur á ymsum
økjum, sum mangur annar vildi
gjørt nógv hóvasták burturúr. Men
tað gjørdi Nølli ikki.
Nú ein dagin kom eg fram á
nakrar tekningar av útróðrar
bátum, sum Nølli greiddi úr hond
um til eina samkomu fyri meiri enn
tríati árum síðani. Hetta eru tekn
ingar av øðrum slagi enn hinum,
sum fingu okkum at flenna.
Vit, Nølli og mong onnur her í
bygdini, vóru í lívsins besta blóma,
tá orrustan 1940-45 settu sin døkka
dám yvir Føroyar eins og so manga
aðrastaðni. Ófýsi, myrkt, tungt og
nívandi, bangni og sorg. –
Men lívið skuldi livast, tað søgdu
eisini tey, sum ringast sótu eftir.
Hvussu tá var í bygdini, helst á
vetri, skal ikki umrøðast á hesum
sinni. Eisini varð roynt at hugna
sær, og stundum vóru ymsar sam
komur við fyrilestrum og eisini
onkrum stuttleikakendum. Um
hetta mundið vóru okkurt um 2000
fólk í bygdini.
Í 1945 á vári vóru 40 ár liðin,
eftir at fyrsta deksfar varð bygt í
Klaksvík. Bátasmiðurin Jákup á
Biskupsstøð evnaði tað skipið til í
1904-1905. Og tí var samkoma á vári
1945 í samkomuhúsinum, har bæði
Jákup bóndi og aðrir gamlir menn
greiddu frá tilgongdini hin dagin í
1905, tá skipið varð sjósett.
Fyri at fríðka um, har fólk vóru
komin saman til hetta hátíðarhald,
hevði Nølli teknað teir flestu av
motorbátunum, sum tá róðu út
frá Klaksvík. Tekningarnar vórðu
festar upp á veggin, har eisini am
boðini hjá Jákupi á Biskupsstøð
vóru til skjals. – Hetta var lærurík
og hugnalig samkoma í einari dapr
ari tíð. –
Tá vit aftaná skuldu rudda av,
hingu tekningarnar hjá Nølla eftir
á vegginum til seinast. Hann bað
okkum bara koyra tær burtur. Tað
helt eg ikki og spurdi hann, um
eg kundi taka mær av teimum, og
hann bað meg gera við tær, sum eg
vildi. –
Hesar tekningar greiddi hann
úr hondum skjótt fyri at vera til
hjálpar sum so mangan, tá okkurt
skuldi fara fram í bygdini. – Hvør
skuldi royna at gera sítt fyri at
fáa sum frægast burtur úr. Og tað
var hann altíð við til. – Hvat hesar
tekningar eru sum listarverk ella
handverk, kenni eg ikki. Tað mundi
Nølli vist heldur ikki hugsað so
nógv um. Hann gørdi sítt fyri, at vit
øll í bygdini skuldu kenna okkum
væl.
Hvat
hesar
tekningar
siga
okkum ella ikki siga okkum, so
eru tær eitt vakurt minni um
hegnismann. Hesin skipafloti, sum
kemur til sjóndar á tekningum, var
av stórum týdningi fyri vinnulívið
í 1940-num, so løgi tað kann tykjast
mongum í dag.
Tað er farið at tynnast millum
teirra, sum í veðri og óveðri, á nátt
og degi, ofta í ringum veðri, skuldu
veiða her undir landi, meðan
teir noyddust at sigla millum
spreingiknøttar og krígsskip og
stundum gjøgnum kúlurok frá
flogførum. – Tó fari eg at halda, at
hesar myndir av útróðrarflotanum
í Klaksvík 1940-45 hjá summum
teirra vilja draga fram lívgandi og
góðar stundir.
Hvat so hesar tekningar, sum
Poul Nolsøe Kjølbro greiddi úr
hondum í skundi fyri meir enn
tríati árum síðani, kunnu siga
okkum ella ikki siga okkum, so eru
hesar strikur minni um dugnaligar
bátsskipanir
í
einari
ógvuliga
strangari tíð, og tær eru minni um
hegnismannin Poul Nolsøe Kjølbro.
Robert Joensen
100 ÁRA MINNI UM
Poul Nolsøe Kjølbro
Nølli
f. sept. 1917
NØVN