Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. oktober 2017 · Nr. 118 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í dag, 11. oktober, byrjar skráin fyri Heystfagnaðin á Eiði, og skráin held­ur fram til og við sunnudagin. Lagt verður fyri seinnapartin í dag klokk­an 17.30 við heystgudstænastu í Eiðis kirkju við barnavinarligum íkasti við Mariu Jørðdal Niclasen og Emil Olsen, prestum. Við løtuna í kirkjuni fara Emma Williamsdóttir og Bergtórur Hjelm Bjark­hamar at syngja, og eftir heyst­gudstænastuna verður sam­ vera við grýturætti í Karmel á Eiði. Ymiskt verður á skránni all­ar dag­arnar fram til og við sunnu­ dagin, harav leygardagurin er dagurin við teimum flestu tiltøk­ un­um, kappingunum, sølu­bás­un­ um, tónleikaundirhaldi, felags­sangi og dansi. Flyta vit okkum til sunnudagin, 15. oktober, tá Heystfagnaðurin end­ar, byrjar dagurin við møti í Mizpa, gudstænastu í Eiðis kirkju, gongu­túri, sum verður beint eftir døg­urða – og seint sunnudagin endar kendi danin, Frank Erichsen (bonderøven), Heystfagnaðin við fyrilestrinum, sum hann kallar “tað einfalda lívið”. Áhugin er stórur Bæði hósdagin, fríggjadagin og ser­liga leygardagin verður nógv á skránni, sum á ymiskan hátt er knýtt at heysti og slakti. Áhugin fyri tiltakinum er stórur, bæði her heima og uttanlands, og orsøkin er ivaleyst, at hetta er eitt uppruna føroyskt og deiliga bygda­sligt tiltak, har ikki minst fyri­reikararnir seta sín serstaka dám á við tað, at tey øll eru í myrka­ mor­reyðum troyggjum, før­oysk­ari húgvu og hvítbotnaðum gummi­ skóm – júst soleiðis, sum tað eigur at vera til eitt slíkt tiltak. Heystfagnaðurin verður eisini hild­in í eini tíð, har nógv fáast við fjallgongu, seyð og slakt, og hetta er samstundis ein tíð, har eingi onn­ur stór tiltøk eru á skrá kring um landið. Tey, ið ikki eiga seyð at fáast við ella hava høvi at ganga á fjall fyri onn­ur, kunnu uppliva ein stóran part av tí, tey noyðast at vera fyri­ uttan, á Heystfagnaðinum. Men, tað eru so sanniliga eisini tey, sum eiga seyð og hava ríkiligt at taka sær fyri hesa tíðina, ið gjarna vilja taka sær av løttum eina løtu, meðan tiltakið er á Eiði. Ymiskt til øll Samanumtikið kann sigast, at skrá­ in, sum vit eisini prenta í blaðnum í dag, fevnir um fyrilestrar, kjakfund, frumsýning av forvitnisligum filmi, fletting av kúgv, seyðasýning, kapp­ingar, har størsta fokus er á FM í fletting, sum eisini savnar nógv fólk á Eiði. Tað er seyðurin og alt, sum fæst burtur úr seyði, sum er í mið­depl­ inum á Heystfagnaðinum. Umframt at tey vaksnu hava nógv at fara til, verður eisini ym­ iskt forvitnisligt og savnandi fyri børnini. Her verður ein vill­ingar­ rætt fyri børn, og her verður hesta­ ríðing, søgufrásagnir, síðing og djóra­garður við húsdjórum. Á fótbóltsvøllinum í Hólmanum fara bestu spælarar á Effo-liðnum og 1. deild, kvinnur, at spæla ímóti børnum. Tónleikur er eisini partur av Heyst­fagnaðinum, har bæði Jens Marni Hansen, Marius Ziska, Kári P og Tinganest fara at framføra. Seinni um kvøldið verður felags­ sangur við Steintóri Rasmussen, og tá felagssangurin er liðugur, verður føroyskur dansur. Leygarkvøldið endar við ókeypis dansi í tjaldinum, har bólkurin Rox fer at spæla. Dansurin byrjar á midnátt og endar klokkan 04. Tað er seyðurin og alt, sum fæst burtur úr seyði, sum er í miðdeplinum á Heystfagnaðinum á Eiði, sum byrjar í dag og heldur fram til og við sunnudagin HEYSTFAGNAÐUR FØROYA BYGDASLIGASTA TILTAK VERÐUR NÚ Á EIÐI