týsdagur 10. oktober 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 11. oktober 2017 · Nr. 118
Vilmund Jacobsen
Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis
kommunu, sum er røktingarmaður
á Slættaratindi, hevur onkuntíð
sagt í skemti, at hann hevur Føroya
hægsta starv, nú hann røktar á
Føroya hægsta fjalli!
Umframt at hann hevur verið
røktingarmaður á Slættaratindi í
eini níggju ár, eiga tey eisini nakað
av jørð í familjuni.
- Vit slakta stívliga 40 seyðir á
hvørjum heysti, sigur borgarstjórin,
sum dámar væl hesa tíðina av
árinum, nú fjøllini verða gingin, og
slaktið skal fáast frá hondini.
“Bonderøven” verður við
Jógvan í Skorini er sera fegin
um Heystfagnaðin, sum nú aftur
verður hildin á Eiði, og hann held
ur, at hetta er eitt fantastiskt og
viðkomandi tiltak at hava hesa
ársins tíð.
- Vit hava í ein ávísan mun
eisini roynt at marknaðarført
tiltakið uttanlands, og vit vita,
at tey eru ikki so fá, sum koma
higar úr útlandinum at uppliva
Heystfagnaðin.
Hann sigur, at tey í fjør gjørdu
eina roynd at fáa danska forsætis
ráðharran við føroyskari konu,
Lars Løkke Rasmussen, at koma
upp til Heystfagnaðin, men tað
eydnaðist ikki.
- Fyri einum góðum ári síðan
fingu vit so samband við kenda
danan – ja, helst bygdasligasta dan
an í kongaríkinum, Frank Erichsen,
kendur undir navninum ”Bonde
røven”, og tað eydnaðist at fáa
hann upp higar.
Hann vísir á, at Frank Erichsen
hevur hittað í donskum og før
oyskum sjónvarpi seinastu tíggju
árini við sendingini ”Bonderøven”.
- Sendingin snýr seg um lívið á
garði hansara, har hann, kona og
børnini búleikast.
Jógvan í Skorini vísir á, at
Frank Erichsen saman við konu
og børnum kemur til Føroya
fríggjakvøldið, og longu leygardag
in klokkan 12 verður hann við, tá
kúgv verður flett Eysturi á Hamri.
- Hann luttekur eisin, tá frálæru
fletting verður millum klokkan
13.30 og 14.30 leygardagin. Tað verð
ur Eirikur í Jákupsstovu, sum verð
ur frásøgufólk, og hann fer ivaleyst
at lata Frank Erichsen siga nøkur
orð í mikrofonina av ov á, meðan
flett verður.
Vit kunnu leggja aftrat, at
“Bonderøven” fer eisini at halda
ein fyrilestur í Ítróttarhøllini á Eiði
seinnapartin sunnudagin við heit
inum “tað einfalda lívið”.
Borgarstjórin flytir út
Jógvan í Skorini sigur, at Frank
Erichsen kemur á vitjan við konu
og tveimum børnum, og tey gleða
seg nógv til Føroyaferðina.
- ”Bonderøven” og familja hans
ara fara at búgva í okkara húsum
her á Eiði, meðan tey steðga her í
eina viku. Vit, sum eru fimm í tali,
flyta út og fara til foreldur míni
at búgva hesar dagarnar. Ætlanin
er, at vit saman fara onkran túr á
flot, meðan tey eru her, og ætlanin
er eisini, at Frank Erichsen skal
sleppa at uppliva fletting í einum
føroyskum kjallara.
Á Eiði eru fyrireikararnir fegnir
um at fáa kenda danan heim
til Heystfagnaðin, og tey ivast
onga løtu í, at hetta fer at seta ein
serstakan dám á tiltakið.
Filmur og fyrilestur
Umframt øll tey mongu tiltøk, sum
eru á skránni leygardagin, hevur
borgarstjórin hug at nevna tiltakið,
sum verður í mentanarhøllini
longu í annaðkvøld, hóskvøldið 12.
oktober.
- Lagt verður fyri klokkan
19.30, tá nýggjur filmur hjá Eir í
Ólavstovu
verður
frumsýndur.
Hetta er ein heimildarfilmur um
útróðrarparið, hjúnini Jenny og
Sonna Kallsoy á Eiði, sum saman
hava róð út í fleiri ár.
Jógvan í Skorini sigur, at hós
kvøldið klokkan 20.30 verður fyri
lestur um Pól á Látrinum, sum
møtti krúnprinsinum. Fyrilesturin
hjá Sámali Trónd Johansen byggir
á ferðadagbók frá 1836.
Tað verður Niels Midjord, sum
millum tiltøkini í mentanarhøllini
í annaðkvøld fer at undirhalda við
spæli og sangi.
- Vegna Eiðis kommunu vil eg
bjóða øllum hjartaliga vælkomn
um til Eiðis at halda Heystfagn
aðin saman við okkum, sigur borg
arstjórin.
BORGARSTJÓRIN
FLYTUR ÚT OG
“BONDERØVEN”
FLYTUR INN
Nú bygdasligasti danin í kongaríkinum, Frank Erichsen, vanliga
róptur “Bonderøven”, kemur til Føroya til Heystfagnaðin á Eiði,
skulu hann, kona og børn búgva í húsunum hjá borgarstjóranum,
Jógvani í Skorini
- Heystfagnaðurin er eitt
fantastiskt og viðkomandi
tiltak at hava um heystið,
sigur borgarstjórin í Eiðis
kommunu, Jógvan í Skorini
Frank Erichsen, vanliga róptur ”Bonderøven”, fer saman við konu og børnum
at búgva í húsunum hjá borgarstjóranum, meðan tey vitja á Eiði
HEYSTFAGNAÐUR