Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-10, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. oktober 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 11. oktober 2017 · Nr. 118 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað gongur ikki bara væl í Eiðis komm­unu, men tað gongur sera væl. Kommunan hevur í dag lægsta skattaprosent av føroysku miðstað­ arkommununum, og hóast stórar íløgur eru gjørdar í mentanarhøll í skúlanum, nýggjan fótbóltsvøll og felags ítróttar-og bygdahús, sum verður liðugt í hesum árinum, so hevur ikki verið neyðugt hjá komm­ununi at taka nýggj lán. Skynsamur politikkur Borgarstjórin í Eiðis kommunu, Jógvan í Skorini, sigur, at komm­ un­an eingi nýggj lán hevur tikið sein­astu fýra árini. - Vit hava havt góðar skatta­ inn­tøkur seinnu árini, og síðan vit lækkaðu skattin fyri nøkrum árum síðan við tveimum prosentum, eru inntøkurnar vaksnar munandi. Hann vísir á, at longu fyrsta árið eftir skattalækkingina, vóru inntøkurnar á leið tær somu, sum árið fyri, og í dag eru tær umleið 10 prosent hægri. Jógvan í Skorini vísir á, at pol­ itikk­urin hjá bygdaráðnum hev­ ur verið, at neyðugt er ikki við meira skattapeningi, enn brúk er fyri til ávíst íløguloft, og gerast inn­tøkurnar størri enn tað, so vil komm­unan heldur lækka skattin. - Eiðis kommuna hevur eina skuld í løtuni á 10 miljónir krónur, sum svarar til umleið 33 prosent av einari álíkning. Vit vilja skipa so fyri, at um verri tíðir koma, skulu okkara borgarar ikki verða tyngdir av stórari lánsbyrðu. Fantastiskt at síggja Borgarstjórin fegnast um, at nýggi fótbóltsvøllurin á Eiði var karmur um seinasta fótbóltsdystin hjá 1. deild, kvinnum, har EB/Streymur/ Skála leiktu avgerandi dystin móti KÍ-kvinnum. - Undan dystinum visti eg, at hetta fór at gerast eitt ótrúligt upp­livilsi. Eg hugsaði eisini, at skuldi tað hent, at heimaliðið gjørd­ist føroyameistari á Eiði, so fór eg neyvan at kunna halda tár­ un­um aftur. Eg má siga, at hetta var eitt fantastiskt upplivilsi – at síggja 500-600 áskoðarar kring vøllin í Hólmanum og so at síggja felagsliðið draga føroya­meist­ara­ heitið heim var barasta ein so ótrú­ lig kensla. Jógvan í Skorini sigur annars, at tað gongur væl við at byggja felagshúsið í Hólmanum. Tað er á góðari leið við tíðarætlanini, og kostnaðarmetingin heldur. - Eg trúgvi, at tað eru ótrúliga fáar verkætlanir hjá almennu Før­oyum, sum hava gingið so væl sum hendan, og vit eru sera fegin um, at tað eru lokalir veitarar, sum hava gjørt og framvegis gera ar­ beiðið. Eg vil siga, at hetta er eitt tví­týðugt álit millum partar, og tað hevur verið eitt fantastiskt for­stáilsi millum kommununa og lok­alu arbeiðstakararnar, sum er komið báðum pørtum til góðar, sigur hann. Fólkatalið veksur Fólkatalið í Eiðis kommunu veksur. Fyri fýra árum síðan búðu 666 fólk í kommununi, og í dag eru vit 715. Eini fimm hús standa í gerð á Eiði í løtuni, og tað man vera langt síðan, at so mong hús hava staðið í gerð í senn. - Vit hava merkt ein serstakan áhuga at seta búgv í kommununi, og tað gleðir okkum, at áhugi eisini er millum fólk úr økinum, sum eitt nú hava verið burturi og tikið sær útbúgvingar. Jógvan í Skorini leggur aftr­at, at tey í Eiðis kommunu í fram­tíð­ ini noyðast at útvega nýggj grund­ stykki, soleiðis at fólk, ið ætla sær at flyta heim aftur, kunnu vera vís í, at møguleikar eru at seta búgv í komm­ununi. EINGIN KRÓNA LÆNT SEINASTU FÝRA ÁRINI HEYSTFAGNAÐUR Hóast Eiðis kommuna lækkaði kommunuskattin við tveimum prosentum fyri nøkrum árum síðan, eru skattainntøkurnar í dag kortini umleið 10 prosent hægri, enn tær vóru fyri skattalækkingina - Tað var eitt fantastiskt upplivilsi at síggja 500- 600 áskoðarar kring vøllin í Hólmanum - og so at síggja felagsliðið draga føroyameistaraheitið heim var barasta ein so ótrúlig kensla - Vit vilja skipa so fyri, at um verri tíðir koma, skulu okkara borgarar ikki verða tyngdir av stórari lánsbyrðu, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu