Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. oktober 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 23. oktober 2004 37 16 Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2004 TINGHELLUKLUMMAN Finnbogi Ísakson Av og á kennir onkur trongd til at siga við stórum bókstøvum, at alt gongur av skriðuni. At nú má broyting koma í, annars heldur alt upp. Hetta kom mær til hugs, tá Útvarpið seinasta sunnudag bar tíðindi um, at ein professari í retorikki (røðusnildi) á Keyp- mannahavnar Universiteti, nevndur Chr. Koch, hevði sagt, at kjakið í Fólkatinginum er tíðarspilla og villleiðir borgar- arnar. Orðalagið er harðligt og eirindaleyst. Kjakið snýr seg um at reingja og falsa grund- gevingarnar hjá hvørjum øðrum. Politikararnir eru full- komiliga ósmædnir, mála fíggindamyndir av hvørjum øðrum og siga beinleiðis ósannindi um sjónarmiðini hjá hinum. Kjakreglurnar muga broytast, segði professarin. Formaðurin í Fólkatinginum helt, at orðaskiftið var ikki altíð nóg gott, men minti á, at tað skal eisini kjakast í Fólkatingin- um. Nú havi eg ikki hoyrt serliga nógv av orðaskiftum í Fólka- tinginum, men havi onkurs- vegna fingið ta fatan, at tað við árunum er vorðið so sakligt og tamt, at ongin tímir at lurta eftir tí. Høvdu fólkatingsmenn verið so braneggjaðir og áleypandi, sum professarin í røðusnildi vil vera við, høvdu danir helst lurtað meira eftir orðaskiftinum, giti eg. Veit eg ikki nógv um orða- skifti í Fólkatinginum, veit eg so mikið meira um orðaskifti á Løgtingi tey nógvu seinastu árini. Eg eri samdur við løg- tingsformannin Edmund Joen- sen, sum í einari viðmerking í Útvarpinum hendan sama sunnudagin segði, at í hansara tíð sum tingmaður hevur tað gingið tann betra vegin. Stund- um nóg so hart, men tað slepst ikki undan, at tingmenn gerast heitir. Teir skula jú eisini selja sína politisku vøru betur enn aðrir fyri at fáa atkvøður á einum komandi vali. Nakað soleiðis segði løgtingsformað- urin. Tá eg fyrstu ferð kom á Ting í 1966, hevði stríðið og kjakið millum flokkar og menn (tá vóru bara menn í Tinginum) verið so hart, at summir nóg illa heilsaðu uppá hvønn annan. Í dag man hetta ikki koma fyri (uttan kanska í løtuni millum tveir tjóðveldismenn). Orða- valið í Tinginum hevur alla hesa tíðina javnað seg uttan tó at gerast keðiligt. Tað loysir neyvan nakað samfelagsmál at gera alt grátt og keðiligt. Ein skemtingarsom viðmerking kryddar orðaskifti og fær fólk at lurta bæði innan og uttan tinggátt. Og tað er ikki tað ringasta við einari røðu, at onnur tíma at lurta eftir henni. Kjakið í Tinginum kann tykjast at geva lítið, men havast skal í huga, at tað praktiska tingarbeiðið verður gjørt í nevndunum. Har verða tey ivamál og tey hugskot, sum koma fram undir 1. viðgerð, tikin við í metingarnar. Hevur onkur villleitt, við vilja ella av ósketni, so verður tað rættað undir nevndararbeiðinum. Løgtingið er eitt arbeiðspláss fyrst og fremst hóast øðrvísi enn flest onnur arbeiðspláss. Skal finnast at Løgtinginum, so eigur tað at vera tað, at arbeiðið er ikki altíð nógv væl úr hondum greitt. Hetta er ikki sermerkt fyri okkara Ting, men er ein afturvendandi spurningur í grannalondunum eisini. Tær fýra ferðirnar, eg var við til at hitta Formansskapin í Fólka- tinginum, løgdu tey hvørja ferð dent á, at tey framvegis ar- beiddu við at betra lóggávu- arbeiðið. Tað verður eisini roynt her. Eitt framstig var tað, at Løg- tingið fekk sína egnu umsiting. Frá 1948 var umsitingin hjá Landsstýrinum eisini umsiting hjá Løgtinginum. Tað var ein óheppin samanblanding frá amtstíðini millum umsitingar- og lóggávuvald. Í 1987 varð skilnaður gjørdur við tað, at Løgtingsskrivstovan varð stovnað. Umsitingin hjá Løgtinginum hevur alla tíðina verið lítil og skal eisini vera tað. Tí kann hon illa kanna til fulnar hvørja ein- astu lógargrein, sum kemur í Tingið. Somuleiðis er torført at gera neyvar útrokningar, tá Løgtingið broytir eitthvørt. Men mær tykir, at hóast skilnaðurin millum vøldini er so greiður nú sum ongantíð, átti tað at borið til hjá Tinginum at biðið um- sitingina hjá Landsstýrinum gjørt neyðugar útrokningar, tá Tingið ger onkra broyting, sum hevur fíggjarligar avleiðingar. Tað er einki dulsmál, at stundum samtykkir Løgtingið lógarbroytingar, sum ikki eru nóg væl eftirhugdar. Sum dømi kann eg nevna lógina um barns- burðarfarloyvi. Løgtingið gjørdi eina broyting, men konsekvens- urin av broytingini var størri, enn nakar tingmaður ímyndaði sær. Og ringt er at venda aftur. Tað er altíð torført politiskt at taka nakað aftur, sum er latið fólkinum. Eg hugsi, at umsit- ingin hjá Landsstýrinum - helst við onkrum frymli á einari teldu - skjótt og væl kundi havt roknað út, hvat meirkostnaðurin av broytingini fór at vera. Formansskapur Tingsins, umsitingin og flokkarnir arbeiða víðari við at betra lóg- gávuna og royna at forða fyri, at óhepnar lógir verða samtyktar. Betraðar húsaumstøður gera sítt til at lætta um hetta arbeiði. Tað eigur eisini at hava týdning, at flokkarnir hava fingið játtan til skrivara og sakkøna hjálp. Arbeiðið hjá Løgtinginum er ikki bara at halda talur og kjakast. Tað er ein partur av arbeiðinum, sum professarin í røðusnildi tykist at leggja ov stóran dent á. Tað skal kortini ásannast, at tað mesta av tí, sum borðreitt verður við av Tingsins røðarapalli, er vanligt korn. Gullkornini eru fá. Tingið – kjak og arbeiði Trupulleikin við hesum "serfrøðingunum" er bara, at teir eru knýttir at hvør sínum valevni, og at tað hjá teimun ræður um at vera fyrstur við viðmerkingunum. Tí er tað ikki altíð eftirfarandi, tá hesir "serfrøðingar" siga at Bush kláraði seg betur enn Kerry ella øvugt. Tí ofta eru teir "keyptir" av øðrum partinum, og tá er ikki ringt at vera "serfrøðingur". Í Danmark eru eisini dømi um "serfrøðingar", idð eru knýttir at flokkum, ella persónum í ávísum flokkum. Eitt dømi er Ralf Pittelkow, id verður nógv nýttur sum politiskur "serfrøðingur". Kona hansara er fyrrverandi danskur ráðharri og fólkatings- limur fyri Javnaðarflokkin! Eisini í Føroyum kunnu vera trupulleikar við serfrøðingum, um hesi hava verið uppstillað fyri ávísan flokk, ella hava ov tætt samband vid persónar í ávísum flokkum. Spurningurin er bara, um vit kunnu sleppa undan hesum í einum so lítlum sam- felag sum okkara, ella um vit bara verða noydd at hava álit á, at "serfrøðingarnir" halda seg til at vera serfrøðingar uttan at lata persónligu hugsan sína koma fram. Politikarar og fjølmidlar Tað er ongin ivi um, at tað er ein fyrmunur at vera eitt kent andlit í fjølmiðlunum, um tú ætlar tær at gerast politikari. Ì USA hava tey Arnold Schwarzenegger, og tey hava havt Ronald Reagan. Tveir politikarar, ið hava verið sjónleikarar, og nógv frammi í fjølmiðlunum, áðrenn teir fóru upp í politikk. Ì Danmark er Connie Hede- gaard júst vordin Umhvørvis- málaráðharri. Hon er kend sum studiovertur á tíðindunum hjá DR, og síðan hon gjørdist ráð- harri hevur Konservativi Fólka- flokkurin havt stóra framgongd í veljarakanningunum. Fyrrver- andi danski uttanríkisráðharrin Uffe Elleman Jensen byrjaði eisini sum journalistur og studio- vertur, áðrenn hann fór inn í politikk. Her heima hava vit eisini fleiri dømi um fólk, sum eru kend úr miðlunum, ið eru farin inn í lands- og lokalpolitikk. Hesi fólk hava øll tað til fe- lags, at tey vita hvat miðlarnir vilja hava, og tey duga at geva miðlunum tær góðu søgurnar um seg sjálva, og tí kunnu tey vera spunasmiðir fyri seg sjálvan. Støðan í Føroyum Enn hava vit ikki fingið bein- leiðis spunasmiðir í Føroyum, men flestu flokkar hava fingið ein floksskrivara, ið syrgir fyri at fjølmiðlar fáa røður, fyrispurn- ingar og uppskot frá teirra landsstýris- og løgtingsfólkum sendandi. Vit hava eisini sæð, at føroyskir politikarar hava nýtt serkønar fjølmiðlaráðgevarar til at skriva tíðindaskriv, fyri at fáa sín boðskap so greitt fram sum gjørligt. Løgmannskrivstovan arbeiðir í løtuni eisini við at fáa sett ein fjølmiðlaráðgeva. Spurningurin er tí, um vit í Føroyum í fram- tíðini kunnu vænta, at spuna- smiðir standa aftan fyri føroysku politikararnar, og royna at stýra tíðindindaflutninginum hjá før- oysku fjølmiðlunum? Onkur heldur óivað at hetta longu ger seg galdandi. Keldur: Information Berlingske Tidende Politiken Spindoktor - Klaus Kjøller Amerikanske præsidenter - Frank Esman Framhald av síðu 15 miðlarnir hava áhuga fyri, sigur Jóannes Eidesgaard. Kunningarráðgevin skal sambært starvslýsingini hava útbúgving innan samfelagsfrøði, búskaparfrøði, miðlar ella líkn- andi. Ætlanin er, at kunningar- ráðgevin skal ráðgeva øllum landsstýrinum. Nógv meira opið Í samgonguskjalinum stendur at lesa um, at ABC samgongan ætlar sær at skapa størri opin- leika. Ein kunningarráðgevi skal so vera eitt stig á leiðini. Løgmaður leggur eina við, at tað ikki bert eru orð í samgongu- skjali, men nakað, ið landsstýrið veruliga ætlar at fremja. - Opinleikin er somuleiðis rættiliga skyldubundin fyri alla umsitingina, sigur Jóannes Eidesgaard. Hann sigur harumframt, at tað er ógvuliga stórur munur á opinleikanum og leiklutin hjá fjølmiðlunum, síðani hann á fyrsta sinni sat í landsstýrinum frá 91 til 96. - Fjølmiðlarnir hava sera stóran týdning í dag, og týdn- ingurin verður helst enn størri í framtíðini, sigur Jóannes Eides- gaard. Nýttu ráðgeva í valstríðið Ein fjølmiðla ella samskiftis- ráðgevi er ikki nakað fremmant fyri Jóannes Eidesgaard ella Javnaðarflokkin. Við løgtings- valið í ár nýttu flokkurin sam- skiftisráðgevara fyri betri at fáa sín boðskap fram undir valstríð- num. Formaðurin í Javnaðar- flokkinum minnist serliga eitt dømi. - Vit hildu tíðindafund um valskránana, og vit høvdu ætlað okkum at leggja eini tjúgu punkt fram, men har segði ráðgevin, at tá eru tað ikki vit, men fjølmiðlarnir, ið velja hvat dentur verður lagdur á, sigur Jóannes Eidesgaard. Javnaðarflokkurin royndi eisini at leggja nøkur kend fjølmiðlafólk á valevnalistarnar við sama val. - Eg haldi ikki, at tað var nakar taktikkur frá okkara síðu at velja fjølmiðlafólk, men tað eyðsæð, at fólk, sum eru kend, hava størri møguleika at verða vald enn onnur, sigur Jóannes Eidesgaard. Framhald av síðu 14 FORSETAVAL Í USA Árni Joensen fartekst@mail.dk Tað eru eingir vaktarmenn og eingin løgregla, tá Ralph Nader heldur veljarafund ella tíðinda- fund. Har eru heldur ongar sjón- varpsstøðir, tí hóast maðurin stillar upp til amerikanska for- setavalið í næsta mánað, hevur hann lítlan og ongan áhuga. Og tó. Hetta er fjórðu ferð at Ralph Nader stillar upp, og hetta er fjórðu ferð, at hann er vísur í, at hann fer ikki at vinna. Hinvegin kann hann vera vísur í, at hann enn eina ferð fær øði í demokratarnar, vinnur George W. Bush aftur hesaferð við lítlum meiriluta. Ja, nógvir demokratar hava verið illir inn á Ralph Nader alla tíðina síðani seinasta val. Men hann letur seg ikki ávirka av, at flokkurin, hvørs sjónarmið liggja hansara egnu næst, vil hava hann at taka seg burtur úr valstríðnum. Kostaði Gore sigurin – Eg stilli ikki upp til stuttleika. Mítt mál er at gera enda á skipanini við tveimum flokkum, og tí eri eg fyrireikaður til at tapa. Sama hvat vit gera, so gera vit tað fyri at at fáa Bush av vegnum. Sjálvur leggi eg ikki so stóran dent á at taka atkvøður frá Bush ella John Kerry. Mítt valstríð hevur til endamáls at taka atkvøður frá hinum, og tað er vl altíð endamálið við einum valstríði, sigur Ralph Nader. Á valinum fyri fýra árum síðani fekk hann 2,9 milliónir atkvøður ella 2,74 prosent. Men tað vóru tær 97.488 atkvøðurnar, sum hann fekk í Flordia, ið fingu øði í demokratarnar. Tí tað var í Florida, at Al Gore tapti. Bush fekk 537 atkvøður í meiriluta. Kanningar aftan á valið seinast vístu, at hevði Ralph Nader ikki stillað upp, høvdu 21 prosent av hansara veljarum atkvøtt fyri Bush, meðan 47 prosent hvødu givið Gore atkvøðuna. Tí er lítil ivi um, at hevði Nader ikki stillað upp, hevði Gore vunnið. Pengar og politikkur Í einum landi við tveimum flokkum verður tað ikki tikið sum eitt tekin um demokrati, at onkur annar fær møguleika at royna seg. Sjálvt ein demo- kratitalsmaður sum fyrrverandi forsetin Jimmy Carter hevur meiri enn eina ferð mælt Ralph Nader til at taka seg aftur. Men hann vil ikki. Í 40 ár hevur tann nú 70 ára gamli Nader, sum er av libanskum uppruna, livað sítt egna lív og sýtt fyri at lata seg ávirka. Hann er ógiftur, barnleysur og býr í einari íbúð í Washington. Alla sína tíð hevur hann verið tals- maður fyri tann vanliga arbeiðs- mannin, og stórar fyritøkur sum General Motors hava fingið eina ákoyring fyri og aðra eftir frá honum. Eisini heldur hann, at vinnulívið hevur alt ov stóra ávirkan á amerikanskan politikk, og tvíflokkaskipanina heldur hann vera eitt tekin um, at í USA virkar demokratiið ikki. – Land okkara hevur fleiri trupulleikar, enn tað hevur uppi- borið. Bush stríðist fyri vinnu- lívinum, ikki fólkinum, men hann letst gera nakað annað. Tað er tað, demokratarnir eiga at vísa á, sigur Ralph Nader, sum heldur, at tann demokratiski flokkurin er hvokkin. – Í gomlum døgum vistu demokratarnir, hvat teir skuldu gera fyri at vinna. Teir skuldu arbeiða fyri veljararnar - tað arbeiðandi fólkið. Men flokkurin hevur givið seg inn undir veing- irnar hjá vinnulívinum. Í dag hava vit bara ein flokk, men hann hevur tvey høvd. Pengarnir frá vinnulívinum oyðileggja demokratiið, sama um teir fara í høgra ella vinstra lumma, sigur Nader. Kann avgera valið Hann stillar upp í 30 statum, og nógv bendir á, at atkvøður hansara kunnu fáa avgerandi týdning á valúrslitið aftur hesaferð. Í statum sum Arkansas, West Virginia, Iowa og Florida er so lítil munur á Bush og Kerry, at veljararnir hjá Ralph Nader kunnu gera av, hvør teirra vinnur. Sjálvur hevur Nader sagt, at tað hevði ikki verið verri fyri USA, at Kerry vann, men hann vil ikki hava skyldina, verður Bush afturvaldur. – Tað er greitt, at eingin kann vera verri enn Bush. Tað er lætt at taka við eftir hann, tí tað kann bara ganga tann rætta vegin. Høvdu demokratarnir borið seg rætt at, høvdu teir vunnið stór- sigur, sigur Nader. Um hann fer at stilla upp í 2008? Tað hevur hann ikki tikið støðu til enn. Hann hevur ongar møguleika men kann avgera valið Demokratarnir vilja hava Ralph Nader hagar, piparið grør. Ei undur í, tí fyri fýra árum síðani kostaði hann Al Gore forsetaembætið. Nú ger hann aftur ónáðir. Al Gore hevði vunnið seinast, hevði Ralph Nader ikki stillað upp Mynd: Reuters Ralph Nader hevur ongan møguleika at vinna amerikanska forsetavalið, men hann kann avgera, hvør vinnur tað Mynd: Reuters C M Y K 37 36