leygardagur 23. oktober 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2004
MIÐLARÀÐGEVING
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Listin yvir føroyskar fjølmiðla-
ella samskiftisráðgevarar er ikki
av teimum longstu, men hann
telir kortini fleiri nøvn, enn man
kanska gevur sær far um. Í
grannalondunum og aðrastaðni
verður hugt rættiliga kritiskt at
fólki við starvsheitum sum
miðlaráðgevi ella líknandi.
Per Højgaard er útbúgvin
journalistur men ber heitið
samskiftisráðgevi. Hann hevur
fast starv sum samskiftisfólk,
men við síðuna av starvi sínum
fæst hann stundum við at ráð-
geva fyritøkum og øðrum um,
hvussu tey kunnu bera sín
boðskap fram. Hann heldur, at
vit mugu ansa væl eftir ikki at
gera hetta yrkið til meira, enn tað
er.
– Tað, at ráðgeva um samskifti,
er í prinsippinum ikki øðrvísi
enn at ráðgeva um fíggjarlig,
búskaparlig ella løgfrøðilig
viðurskifti, sigur Per Højgaard.
Hann heldur tað, at fólk leita
sær ráðgeving innan samskifti,
vera eina natúrliga reaktion
uppá, at fjølmiðlarnir alsamt
hava størri vald og ávirkan.
– Tað er eitt grundleggjandi
journalistiskt krav, at øll skulu
hava eina rímiliga viðgerð í fjøl-
miðlunum. Øll eiga at kunna fáa
síni sjónarmið fram, men hetta er
ikki altíð líka lætt, tí journalist-
arnir eiga jú tann heilaga rættin
at velja burturúr. Tí er týdningar-
mikið at duga at gera sín boð-
skap greiðan, einfaldan og mál-
rættaðan. Annars er vandi fyri, at
tú verður ikki hoyrdur og tí gerst
ósjónligur í almenna rúminum,
sigur Per Højgaard.
Professionalisering
Sum tað eisini verður víst á aðra-
staðni í blaðnum, so er tað einki
nýtt, at eitt nú politikarar hava
fólk við serligum kunnleika til
samskifti knýtt aftur at sær. Eitt
nú hava politiskir flokkar leingi
fingið hjálp frá fólki, sum duga
væl at skriva.
– Uttanlands er samskiftisøkið
fyri stóran part professionaliser-
að, og helst byrja vit at síggja
sama rák í Føroyum. Hetta er
ikki løgið, tí flest øll onnur øki
eru fyri somu broyting, sigur Per
Højgaard.
Tað er greitt, at samskiftisráð-
gevin, sum fólk kanska minnast
best frá hansara tíð sum tíðinda-
maður á Christiansborg í teimum
døgum, tá landsstýrið og danska
stjórnin tingaðust um økt sjálv-
stýri, ikki er so fegin um, at
samskiftis- ella fjølmiðlaráð-
gevingin verður gjørd til
mestsum at vera av tí ónda.
- Kjakið um spindoktarar er
merkt av, at fleiri ikki rættiliga
vita, hvat ein slíkur er. Í mínari
verð er ein spindoktari ein, ið
roynir at kroysta einvegis komm-
unikatión ígjøgnum og blokkerar
fyri kritiskum spurningum frá
fjølmiðlum og almenningi. Um
so er, at til dømis ein almennur
myndugleiki arbeiðir á slíkan
hátt við samskifti sínum, hava vit
eitt demokratiskt problem, sigur
Per Højgaard.
Hann heldur, at tað ofta eru
fjølmiðlafólk, ið hava hug til at
mála eina í so døkka mynd av
yrkinum hjá fleiri ráðgevum.
– Hví er tað negativt, at fólk,
sum skulu svara kritiskum
spurningum, eru væl fyrireikað?
Er tað ikki fremjandi fyri kjakið?
Ella er tað so galið, at journal-
istar eru ímóti ella møguliga
bangnir fyri kvalifiseraðum
mótspæli? Hvør hevur fyrimun
av at mála hin grábeinta upp á
veggin?, spyr Per Højgaard.
Sjálvur heldur samskiftisráð-
gevin ikki, at tað síggjast týðilig
spor av, at spunasmiðir virka í
Føroyum. Tað er í øllum førum
einki afturímóti tí, ið sæst í
øðrum londum.
Ov veikir
Dagsins føroyski politikari nýtir
fitt av tíð í loftmiðlum ella á
breddanum í bløðunum. Flest øll
eru samd um, at hesin parturin
av arbeiðsdegnum hjá politikar-
anum hevur stóran týdning. Mest
hevur tað ivaleyst at siga fyri
politikarar og valevni í høvuðs-
staðnum. Vit hava fregnast eftir,
hvat Per Højgaard heldur um
støðið hjá føroyskum politikar-
um í fjølmiðlunum.
– Tað er ymiskt, hvussu væl
føroyskir politikarar klára seg í
fjølmiðlunum. Summi koma væl
ígjøgnum við sínum boðskapi,
men tað kann undra, at summi
klára seg so illa, sum tey gera,
sigur Per Højgaard.
Hann sigur seg hava varhugan
av, at Finnbogi Ísakson mundi
vera millum fyrstu politikarar,
sum skaraði framúr við at fáa
boðskap sín greitt fram í fjøl-
miðlunum. Finnbogi er útbúgvin
tíðindamaður, og tað hevur hann
dugað væl at nýtt til sín fyrimun,
heldur Per Højgaard.
Ein annar føroyskur politikari,
ið Per hevur hug at nevna, er
Høgni Hoydal. Hann streyk fram
í føroyskum politikki fyri seks
árum síðani. Hann var eisini
fjølmiðlafólk undan politisku
yrkisleiðini og hevur útbúgving
innan samskifti.
– Høgni Hoydal setti sítt
samskifti í system - hann hevði
eina strategi. Tað er ógvuliga
týðiligt, at hann hevur hugsað
um, hvussu tingini skulu leggjast
fram, og hann hevur sum heild
dugað væl at brúkt samskiftis-
teknikk og til dømis skapað
myndir í høvdinum á móttakar-
unum, sigur Per Højgaard.
– Bæði Høgni og Finnbogi
hava eina samskiftisfakliga
bakgrund sum grundarlag. Tað
sæst týðiliga, sigur Per Højgaard.
Spurdur, hvat føroysku politik-
ararnir serliga kundu verið stinn-
ari til í sambandi við fjølmiðlar-
nar, svarar Per, at nógv høvdu
havt gott av at sett seg niður og
funnið út av, hvat tey veruliga
hava upp á hjarta, og so hildið
seg til tað, tá tey stíga fram bæði
úti millum fólk og í miðlunum.
Týdningurin, ið fjølmiðlarnir
hava sum teir, ið seta dags-
skránna t.d. í politikki, verður
eftir øllum at døma ikki minni í
framtíðini. Tað eru føroysku
politikararnir eisini væl vitandi
um.
– Nýggja ættarliðið av politik-
arum, sum er uppvaksið við
fjølmiðlum, er enn meira vitandi
um, hvønn týdning og vald
miðlarnir hava, heldur Per
Højgaard.
Kvalifiserað mótspæl
Spurningurin er, um tað ikki
kann gerast torført hjá føroysk-
um fjølmiðlum at standa ímóti,
um spunasmiðir fara at gera um
seg, tá hugsað verður um, at
føroysku miðlarnir ferð eftir ferð
fáa skotið í skógvarnar, at teir
ikki eru nóg sterkir og vanta
arbeiðsorku.
– Vandar eru altíð til staðar,
men eg ivist í, hvussu umfatandi
spunavirksemið í Føroyum man
vera. Føroyskir fjølmiðlar eru
heldur ikki so veikir, sum nógv
siga. Eitt nú bókin "Skjót
journalistin" vísir, at tíðindafólk
kunnu hava stórt vald, um tey
leggja í. Innihaldið í bókini elvdi
jú óbeinleiðis til nýval. Men
fíggjarliga og fakliga orkan í
miðlunum er ikki tann størsta, og
tí verða føroysku fjølmiðlarnir
stundum noyddir at leypa upp
um garðin, har hann er lægstur,
sigur Per Højgaard.
Samskiftisráðgevin vísir á, at
hvørki miðlarnir ella keldurnar
hjá miðlunum mugu undirmeta,
hvat fólk finna seg í at síggja og
hoyra.
– Best er fyri allar partar, um
journalistar eru væl fyrireikaðir
og kritiskir, og "offur" teirra eru
før fyri at koma við einum
kvalifiseraðum mótspæli. Tað
styrkir eisini um trúvirðið hjá
báðum pørtum. Fólk leggja einki
í mikrofonhaldarí, og fólk fáa
heldur einki burtur úr tíðinda-
flutningi, har bert annar parturin
er væl fyrireikaður. Fótbólts-
dysturin nyttar lítið, um annað
liðið er í góðari venjing og væl
brynjað við góðum gaggum,
meðan hitt liðið als ikki er í
formi og spælir berføtt, sigur Per
Højgaard, samskiftisráðgevi.
Íspunnið spinnarí
Rákið við samskiftisráðgevum er ein liður í
professionaliseringini av samskiftinum, heldur Per
Højgaard, samskiftisráðgevi
Per Højgaard er útbúgvin journalist-
ur men ber heitið samskiftisráðgevi
Ein kunningarráðgevi, sum
dugur at skilja, hvussu
fjølmiðlar hugsa, skal
styrkja samskiftið hjá
landsstýrinum úeftir.
Løgmaður heldur, at
politikararnir duga ov illa
at fáa boðskapin fram
MIÐLARÁÐGEVING
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Løgmansskrivstovan søkti herfyri
eftir einum kunningarráðgeva.
Tíðaravmarkaða starvið hevur
ikki hissini arbeiðsuppgávur
tengt afturat sær.
Løgmaður, Jóannes Eides-
gaard, dylir ikki fyri, at hann
kann hugsað sær ein persón, sum
dugir at skilja, hvussu pressan
hugsar og arbeiðir, sum hann
málber seg.
- Politikararnir vita ikki nóg
nógv um at fáa boðskapin fram,
sigur Jóannes Eidesgaard.
Tað er so ætlanin, at hesin
kunningarráðgevin skal virka
fyri, at fáa tað rættan boðskapin
út til miðlarnar, soleiðis at borg-
arin skilur hann.
- Men her so avgjørt ikki talan
um nakra spindoktara. Her er tað
ein spurningur um at duga at
leggja síni sjónarmið fram. Vit
hava ongan áhuga í at manipu-
lera við miðlunum, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Í skrivandi stund er kunningar-
ráðgevin ikki settur, men setanin
er mestur ikki meira enn nakrar
dagar burtur.
Fyri ritara
Tann nýggi kunningarráðgevin
kemur fyri ein ístaðin fyri
løgmansritaran. Anfinn Kalls-
berg hevði ein tílíkan ein part av
sínari tíð sum løgmaður. Ì Dan-
mark verður hetta heitið rópt fyri
ministersekretær. Men Jóannes
Eidesgaard vil heldur hava ein
kunningarráðgeva enn nakran
ritara burturav.
- Vit vilja heldur hava ein
persón at formidla tíðindi frá
landsstýrinum og tí almenna út
til fólkið, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Arbeiðið hjá tí nýggja
kunningarráðgeva fer eisini fyri
tað nógv at snúgva seg um at
vera bindilið millum landsstýrið
og miðlarnar.
- Tað er týdningarmikið at
hava ein persón, sum skilir, hvat
Boðskapin út til fjølmiðlar og borgara
Framhald á s. 16
Løgmaður vil hava ein persón
afturatsær, sum hugsar eins og
fjølmiðlafólk
TINGHELLUKRONIKK
Beinta Løwe Jacobsen
Fjølmiðlar og politikkur hava
onkursvegna altíð havt ávirkan á
hvørt annað, og verið tengd at
hvør øðrum.
Amerikanski forsetin Franklin
D. Roosevelt hevði ein fastan tátt
í amerikonskum útvarpi, har
hann sat frammafyri eldstaðin og
greiddi amerikonsku borgarunum
frá støðuni í landinum og um
politikkin hjá stjórnini í
tredvinum. Hetta vóru millum
best umtóktu útvarpssendingarar
í USA tá í tíðini.
Seinni var tað enn ein
amerikanskur forseti, ið nýtti
miðlarnar at vinna sær atkvøður
og tekki. Tað var tann ungi John
F. Kennedy, ið tók seg væl út á
skíggjanum. At byrja við var tætt
millum Kennedy og mótvalevni
hansara Richard Nixon, men tað
endaði við einum sigri til
Kennedy, ikki minst orsakað av
sjónvarpssendingunum teir
luttóku í. Tad var serstakliga tann
fyrsta sendingin, ið gjørdi
munin. Kennedy tókist at vera
væl fyri, róligur og vælskorin
fyri tungubandi. Nixon hin
vegin, tóktist at vera ófyrireik-
aður og hevði heldur ikki somu
fangandi útsjónd sum Kennedy.
Spunasmiðir
Flestu politikarar og flokkar hava
altíð, í størri ella minni mun,
havt fjølmiðlaráðgevarar,
røðuskrivarar og líknandi. Hesi
hava sum oftast verið handan
tjøldini og havt ein fjaldan
leiklut. Men í dag eru tey
framstandandi, og hava stóra
ávirkan á tað, ið kemur fram í
fjølmiðlunum og á tað, ið kemur
frá politikarunum. Á fremm-
andamáli verða tey rópt spin-
doctors, ella spunasmiðir. Orðið
spin-doctor varð fyrstu ferð
skrásett í 1984 og merkir "ein
persónur, ið skal syrgja fyri at
onnur tulka eina hending frá
einum serligum sjónarhorni".
Spunasmiðirnir kunnu kallast
nýggju dukkuførararnir í okkara
tíð. Teir hála í trægrirnar, og
spinna netid fyri fjølmiðlar og
politikarar. Teirra høvudsupp-
gáva er at fáa politkararnar at
taka seg væl út, at duga at
málbera seg og at syrgja fyri at
fáa positiva umrøðu í
fjølmiðlunum. At syrgja fyri at
fjølmiðlarnir vera fóðraðir vid
søgum, so teir ikki fara at leita
sjálvir. Og at syrgja fyri at
keðilgar søgur helst ikki koma
út, og um tær gera tað, at fáa
avleiðingarnar av teimun at vera
minst møguligar.
Fjølmiðlar og spunasmiðir
brúka og misbrúka hvør annan
fyri at fáa positiva umrøðu av
sær og sínum, og negativa
umrøðu av mótstøðufólkunum,
og fyri at fáa eina góða søgu.
Og ein fyrimunur hjá
spunasmiðum er, at kappingin er
so hørð millum fjølmiðlarnir.
Fyri fjølmiðlarnar er tað ofta alt
avgerandi at verða fyrst við
einari søgu, og tí lata teir seg
misbrúka.
Ofta er sambandi millum
spunasmiðir og fjølmiðlar
rættuliga gott. Oftani eru
spunasmiðir fyrrverandi
journalistar á miðlum, og hava tí
tætt og gott samband við hesi, og
vita hvussu hesi arbeiða og
hvørjar søgur tey vilja hava.
Blair og spunasmidurin
Fjølmiðlarádðgevarar og spuna-
smiðir eru ikki nakað nýtt
fyribrygdi í politikki. Men tey
eru vorðin meir sjónlig, ikki
minst orsakað av Labour og Tony
Blair í Bretlandi. Tony Blair
uppfann ikki spunasmiðin, men
hann dugdi at brúka teir, og sá
fyrimunirnar við teimun, og
millum annað soleiðis kom hann
fram at valdinum í Bretlandi, og
situr har á sjeynda ári.
Fyrrverandi spunasmiðurin hjá
Blair Alastair Campbell er eisini
tann kendasti, og verður ofta
mettur at vera tann fyrsti av tí
slagnum vit kenna í dag.
Tá Tony Blair slapp inn um
dyrnar í Downing Street 10 visti
hann, at fjølmiðlarnir høvdu
ávirkan, og at tað er týdningar-
mikið at hava gott samband vid
teir, og at vera væl við tíðinda-
fólk og fjølmiðlar. Saman við
Alastair Campbell stýrdu Blair
fjølmiðlunum við harðari hond.
Útvald tíðindafólk fingu sam-
røður og upplýsingar, og Tony
Blair fekk positiva umrødðu, og
styrkti um støðu sína.
Campbell varð mettur at vera
kongurin innan sítt fak. Hann var
spunasmiður hjá Blair í níggju
ár, men hann var eisini kallaður
Prince of Darkness, tí hann
arbeiddi í loyndum. Hann var
skýrdur fyri at gera politikarar
og fjølmiðlar til marionettdukkur
í einum sjónleiki, har Campbell
sjálvur var leikstjóri.
Hann hjálpti Blair at vinna
valdi, men endadð sjálvur við at
gerast ein góða søga fyri
fjølmiðlarnar, og tað er ikki
ætlanin við einum spunasmiði.
Campbell fekk tann trupulleika,
at tá ið hann segði nakað, varð
tad ikki mett sum politikkur,
men sum spinnarí.
Campbell hevur eisini sagt við
danska blaðið Berlingske
Tidende, "at nú um dagarnar trýr
ongin nøkrum longur"!
Hetta er eisini við at gerast
trupulleikin millum politikarar,
fjølmiðlar og veljarar, tí hvørjum
skal man trúgva, og hvat er
politikkur, hvat er sannleikin og
hvat er spinnarí?
Blair sum fyrimynd
Tony Blair gjørdist ein væl
lýddur og vælumtóktur politikari
kring allan heim, ikki minst
orsakað av spunasmiðinum
Campbell. Hetta sóu politikarar
aðrastaðni, og Labour gjørdist
fyrimyndin, tá eitt val skuldi
vinnast.
Fyrrverandi danski forsætis-
ráðharrin Poul Nyrup Rasmussen
legði seg tætt uppat Blair og
Labour í valstríðinum í 1998, og
núverandi danski forsætisráð-
harrin Anders Fogh Rasmussen
og flokkur hansara Venstre
høvdu eisini Blair og Labour
sum fyrimynd, tá tey vunnu valið
í 2001. Eins og Blair var myndin
uppá Labour, so gjørdist Fogh
myndin av Venstre.
Tann kendasti spunasmiðurin í
Danmark er Henrik Qvortrup, ið
arbeiddi fyri Anders Fogh Ras-
mussen, og hann hevur sagt vid
danska blaðið Information:
"Ein spunasmiður skal royna at
fáa menniskja handa politikaran
fram. Arbeiðið hjá mær var at
fáa sannført vanlig fólk um, at
tað er eitt menniskja handan per-
sónin við stingandi eygununum -
Anders Fogh", hevur Qvortrup
sagt við blaðið um tíðina, tá ið
hann arbeiddi fyri Vinstra. Í dag
er Qvortrup redaktørur á Se og
Hør, og stýrir blaðnum við
harðari hond.
Kríggj og spunasmiðir
Eisini í vápnaðum stríðum verða
spunasmiðir nýttir, tí tað er
serstakliga í kríggi at tað er
týdinngarmikið at duga at takla
miðlarnar, eisini tá ið mistøk
henda. Tá ið NATO av misgáum
bumbaði nøkur sivil fólk í
Kosovo krígnum nýtti tals-
maðurin hjá NATO orðið
"collateral damage" ella óhepnar
avleiðingar. Og tá í kríggið í Irak
brast á, syrgdi amerikanska
stjórnin fyri einum fjølmiðla-
sentri við hátøkni, og við
grafikki á stórskíggja, so flogfør
og annað tóku seg út sum eitt
telduspæl.
Eisini vísti tað seg, at søgan
um herkvinnuna Jessicu Lynch,
sum amerikanskir hermenn
høvdu bjargað frá irakum ikki
var heilt sonn. Lynch varð ikki
álopin, hon hevdi verið fyri
einum ferdsluóhappi, og var
endað á sjúkrahúsi. Søgan var
íspunnin!
Og tad var júst stríðið í Irak, id
gjørdi at Alastair Campbell varð
noyddur at siga seg úr starvi.
Hetta tí at BBC vildi vera við, at
hann hevdi roynt at prýtt um
frágreidininga um Irak-kríggið.
Men longu tá var tað farið ov
vítt vid politiskum spunasmiðum
í Bretlandi.
Gølan
Tí tad, sum gjørdi at bretar av
álvara mistu álitið á tíðindnum,
ið komu frá Blair-stjórnini, var
ein hending, ið kom fram í
samband vid álopið á USA 11
september 2001. Stóra søgan
henda dagin í fjølmiðlum kring
heim var sjálvandi álopið á USA.
Og tað visti spunasmiðurin hjá
enska ferðslumálarádnum Jo
Moore eisini. Hon sendi tí ein
teldupost út til hini ráðini og
segdi, at 11. september var ein
góður dagur at jarða keðiligar
søgur. Fjølmiðlarinir fingu fatur
á teldupostinum, og so var alt á
gosi. Seinni var sami framferðar-
háttur nýttur, tá mamma ensku
drottningina fór til jarðar, og tá
var tolið uppi hjá bretum.
Avleiðingin av hesum var, at
bæði Moore og ferðslumálaráð-
harrin Stephen Buyers fóru frá.
Sæð út frá einum journalistisk-
um sjónarhorni, so hevði Jo
Moore rætt, tí 11. september var
ein góður dagur at almanna-
kunngera keðiligar søgur, tí tey
mundu vera fá, ið hugsaðu um
annað, enn álopini á USA.
Hugsa vit moralskt er støðan
sjálvandi ein onnur.
Men í øllum førum hevði
henda gøla keðilga ávirkan á
trúvirðið hjá Blair stjórnini.
Heftir serfrøðingar
Hyggja vit eftir kjakinum í
samband við amerikanska
forsetavalið, síggja vit eisini at
alt verdur stýrt av spunasmiðum,
fjølmiðlarádgevum og
sokallaðum "serfrøðingum", id
gera viðmerkingar til kjakið
millum Bush og Kerry.
Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2004
15
Spunasmiðir, nýggju
dukkuførararnir
Ein dugnaligur spunasmidur kann vinna
valid fyri ein politikara, men kann eisini
koma politikarum í trupulleikar. Tony Blair
kom til valdi í Bretlandi, vid einum
dugnaligum spunasmidi, og sídan tá hava
spunasmidir fingid alt stórri vald og
ávirkan á politikarar og fjølmidlar kring
heimin. Spunasmidirnir eru
dukkuførararnir á okkara døgum.
Framhald á næstu síðu
C
M
Y
K
35
34