Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-23, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. oktober 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2004 Lýs teg sjálvan við trimum orðum: Málrættaður og ein perfektionist, sum kann vera rættiliga strævin viðhvørt. Eg eri eisini fram- søkin, also ein, sum gjarna vil víðari Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast: Tað má fara at vera, at "tað má nokk fara at ganga" Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum? Tað er kropsholdn- ingurin og gongu- lagið Hvussu langa tíð nýtir tú at gera teg kláran um morgunin? Tað er alt eftir, hvussu nógva tíð, eg havi. Alt frá 5 minuttum til 15 minuttir Hvat stressar teg? Tað eru dovin fólk og fólk uttan situatiónsfor- nemmilsi Hvat gleðir teg? Fólk, sum eru lívs- glað Nær feldi tú seinast eitt tár? Tað er ikki so langt síðan. Fyri fjúrtan døgum síðan varð dótturin konfirmer- að, og tá sungu vit ein yrktan sang til høvið. Tá stóð á... Hvat var títt seinasta ynski, sum varð upp- fylt? Tað seinasta ynskið... handan var trupul...Eg havi so nógv ynski allatíð, sum ganga upp, men eg dugi ikki at siga nakað ávíst Hvat hevur tú í lummunum beint nú? Ein folliknív og eina 10 krónu Hvat er besta uppfinning? Hví? Um omma mín í Vági er ein uppfinning, so er hon er hon heilt sikkurt besta uppfinning í mínari tíð. Hon hevur givið so ómetaliga nógv positivt til lívs- gleðina Nær flutti tú heimaní- frá, saman við hvørjum Ja eg flutti út saman við míni núverandi konu seinast í 80 ununum í kjallaran hjá svigermor Hvat kostar ein 2 liturs pakki av Rynkeby appelsinjuice frá Bónus? Hahaha. Ojyssus eg keypi tað bara... Eg giti bara 13, 95 Ikki heilt rætt, hann kostar 21.90 Navnframi danski politikarin Naser Khader, hevur nú fingið ein mann afturat sær í stríðnum um føroysku fosturtøkulógina. Hvussu eitur hesin nýggi maðurin? Tað veit eg ikki, og tað interesserar meg ikki so nógv. Málið interesserar meg, men ikki navnið Hvussu er og ikki, so eitur maðurin Kamal Qureshi Títt besta heimaráð? Tað má vera, at tú altíð skalt rudda upp eftir tær, so hvørt tú gert okkurt. Sjálvur dugi eg tað óluksáliga illa, og tað øsir meg Hvør skal næstu ferð setast í bláa stólin? Tað hevði verið best um eg kundi valt einar 20-30 mans, men tá eg skal velja, so má valið fella á Niels Petersen, sum er av Tvøroyri og arbeiðir sum timburmaður. Vit hava áður verið kappingarneytar í kappróðri Navn: Jákup Jacobsen • 41 ár • Byggifrøðingur Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2004 13 TINGHELLUANALYSAN Bogi Eliasen cand.scient.pol Beinta Løwe Jacobsen viðger sonevndu spin doctors ella spunasmiðir í kronikkini í hesi Tinghellu. Evnið hevur verið nógv frammi seinastu árini og kanska serliga í sambandi við stýrini hjá Tony Blair og Bill Clinton. Nakað av rumbli hevur verið í Danmark, bæði við undanfarnu og núverðandi stjórn, ið hevur valt at hava greiðar reglur fyri hvat hesir kunnu og mugu, meini ein nevnd sat í fleiri ár og viðgjørdi spurningin. Her heima hjá okkum hevur evnið verið uppi og vent og vit hava sæð, at flokkarnir og Landsstýrið seinastu 10 árini eru vorðin meira tilvitaði um, at ein boð- skapur ikki bara skal tveitast út til fólkið. Kanska átti ein at sagt, at politikkurin er vorðin meira proffessionaliseraður. Tað hevur ljóðað millum manna, at Landsstýrir og politikkarar heita á serliga fjøl- miðlafólk at skriva tíðindaskriv og røður fyri seg, og eisini Løgmaður hevur havt ætlanir um at seta ein fjølmiðlaráðgeva. So eitt sindur av hesum ráki sæst eisini her heima hjá okkum. Hvat er spunasmiður? Sum eg skilji heitið spunasmið- ur, er tað ein, sum leggur eina ætlan fyri hvussu ein ávísur boð- skapur skal almannakunngerðast fyri at røkka endamálinum. Talan er um eina tilætlaða tilrættalegg- ing av hvussu ein ynskir málið lýst í fjølmiðlunum og sostatt eisini millum manna. Her kann enntá koma uppá tal, at fáa fram kjak um eitthvørt fólksligt evni, fyri í stillum at fremja onkra illa dámda avgerð,og uttan at rok stendst av hesum . Í talvi ella t.d. fótbólti høvdu eygleiðarar sætt eginleikan at síggja fleiri leikir fram og tillaga spælið eftir tí. Her ræður um at skapa eina jaliga mynd av sær ella sínum og kanska eina neiliga av mótstøðu- fólki. Skaðiligt? Fólk, ið hava kannað hetta fyri- brigdi, halda fast við at spuna- smiðir eru skaðiligir fyri fólka- ræði, tí ein partur ger ætlanir til eitt kjak, partarnir halda koyra á jøvnum føti og soleiðis manipulerar ein ávísan boðskap. Hetta er helst rætt og sigast kann, at fólkaræðið hevur mist ein part av sínum ósakligleika tí at hetta kunnleikans træ er komið uppí leikin. Verkætlanin hjá spunasmiðum kann sigast at verða, at stýra ymsum fólkum og hyggja fleiri leikir fram fyri at náa málinum, og tí verða kanska fleiri mál og útsagnir framførd fyri at náa okkurt annað. Tá spunasmiðir komu í ringt orð er trupulleikin, at eingin veit um trúgvast kann tí teir siga, og hvør ætlanin er við tí sagda. Talan gerst um eina trúvirðiskreppu, og fólki sær kanska spunasmiðir meira sum spinnandi óðar ráðgevar enn nakað annað. Spunasmiðir verða ofta fram- førdir sum ein vandi fyri fólka- ræðið, og eru tað kanska eisini. Soleiðis sum vit hava sæð henda leistin serliga í Onglandi, USA og eisini nú í Danmark, verður politikkur í stóran mun, gjørdur til ein spurning um bestu marknaðarføringina. Hinvegin er tað góðtrúni at halda, at heilt slepst undan hesum, tað gera vit heldur ikki í Føroyum. Vit hava t.d. floksskrivarar, sum arbeiða fyri í hvussu so er, løgtingslim- irnar hjá flokkunum. Spurning- urin er, um teir ikki eru meira skrivarar enn spunasmiðir. Teir eru í eini støðu, har teir skjótt kunnu fáa ein tílíkan leiklut. Roknast má við, at føroyskur politikkur eisini gerst meira proffessionellur. Ein partur av hesum er, at brúka politiskar ráðgevar, talu(røðu)skrivarar og møguliga spunasmiðir, tí einstaki løgtingslimurin skal selja sín boðskap fyri at verða afturvaldur, og flokkurin skal selja sín boð- skap fyri at sleppa í stjórn. Her ræður um at tekkjast veljarum, og kann tað eisini gerast við at flyta flokkin, sum New Labour í Bretlandi og Vinstra í Danmark gjørdu fyri at vinna valið, lagt til rættis av spunasmiðum. Broyting í Føroyum? Við óhepnum hendingum í bæði USA og Bretlandi í huga, sum Beinta Løwe nevnir, visti ongin brádliga hvørjum og hvat trúgv- ast skuldi viðvíkjandi politiskum útsagnum, tí er spunasmiðjum ikki í hæddini og kanska á veg aftureftir áðrenn hetta fyribrygdi nakrantíð festi veruligar røtur í Føroyum. Men vit skulu tó ikki halda, at politikkur ikki eisini í Føroyum hevur broytt seg til eisini at verða proffesionellur og marknaðarføring. Politikkur er partur av samfelagnum, og síggja vit jú, at stórur partur av vinnu- lívinum livir av góðari markn- aðarføring og image. Image ella ímyndin, sum kann verða, at fyritøkan er serliga umhvørvis- vinarlig, tekur sosial atlit o.s.fr. er kanska líka nógv fyri at verða ein positiv mynd í fólksins eygum, sum veruligi hugurin at hjálpa. Í nýmótans samfelagnum er einstaki politikkarin og flokk- urin eisini áhugaður í at verða ímyndin, ja møguliga garanturin av tí góða samfelagnum Munurin hjá okkum saman- borið við størri lond er, at her verður í stóran mun rikið fyri at verða valdur, eftir míni meting, sær út sum, at tað í Føroyum hevur tað størri týdning at hava persónligt samband við veljaran enn at gera stórar kampanjur. Møguliga er tað okkara av- markaða fólkatal sum ger, at vit ikki hava sæð meira til spuna- smiðir í Føroyum. Framført verður at spunasmiðir (mis)brúka fjølmiððlar til tess at fáa sína dagskrá, men at hetta er so tí kappingin millum miðlarnar ger, at tað ræður um at verða fyrstur við søguni. Haldi ikki at nevnda støða enn er í Føroym, m.a. seinasta løgtingsval var kenslan kanska heldur, at t.d. sjónvarpið við sínum valsend- ingum, var tann sum í størstan mun avgjørdi hvat kjakast var um í valstríðnum. Ráðgeving neyðug Hinvegin so gerst politikkur alt meiri krevjandi, alheimsgerðin hevur við sær at aðrar avgerðir í meira torskildum økjum skulu takast, og at atlitini ikki bert eru tey staðiligu. Fleiri røddir hava verið frammi um, at eitt styrkt Løgting er neyðugt fyri at fáa eina meira proffesionnella polit- iska skipan. Tað kundi t.d. verið at givið hvørjum løgtingslimi hálvtíðarskrivara, sum so eisini kann vera. spunasmiður. At geva løgtingslimunum møguleika fyri betri ráðgeving má verða ein neyðug útbygging av arbeiðsumstøðunum hjá okkara fólkavaldu, um vit veru- liga vilja hava teir til at taka støðu til alsamt meira krevjandi mál. Hetta er vorðin ein inn- bygdur partur av nýmótans fólkaræði, men roynast má at gera hetta uttan at vit fáa spinnandi óðar ráðgevar. Spinnandi óðir ráðgevar? Danir fara í hesum døgum í stríðum streymi til bio- grafhallirnar fyri at síggja nýggja politiska spenn- ingsfilmin, Kongekabale. Ummælarar standa á rað fyri rósa filminum KONGEKABALE Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo – Tit koma allir við stívum murti og stórum forsíðudreymum. Tónin er ikki at fara skeivur av. Royndi politikkarin Erik Drejer er ísakaldur og roynir at seta unga og framsókna blað- mannin, Ulrik Torp, upp á pláss. Politikarin Drejer droymir um at gerast forsætisráðharri, meðan ungi blaðmaðurin leitar altráur eftir tí góðu søguni. Hetta er pallurin um framúrskarandi politiska trillaran, Kongekabale, sum í løtuni gongur í biografum í Danmark. Filmurin gevur tær og mær møguleika at fáa innlit í fjalda valdspælið á Christiansborg mill- um valdsgraðar politikarar, gløð- andi journalistar og hugsjónar- leysar spunasmiðir. Uttan mun um tú ert áhugaður í politikki, er Kongekabale ein hugtakandi og spennandi krimi- filmur. Filmurin verður í Dan- mark skírdur fyri at vera eitt valaverk og ummælarar standa á rað fyri geva Kongekabale góð skoðsmál. Síðan frumframførsluna hava danir í stríðum streymi leitað sær í biografarnar fyri at síggja politiska spenningsfilmin. Higar- til hava væl yvir 200.000 fólk hugt at filminum, og tá allar sýningarnar eru av, er væntandi, at góð hálv millón hevur sæð filmin. Søgan Tríggjar vikur undan fólkatings- valinum letur leiðarin í størsta flokkinum í Danmark, Midter- partiet ella Miðflokkinum, lív. Øll tann politiska dagsskráin verður kollrend av hendingini, og ungi og evnaríki blaðmaðurin, Ulrik Torp, verður settur sum nýggi maðurin hjá Dagblaðnum á Christiansborg at fylgja gongdini. Tað gongur ikki rúm tíð, áðr- enn Torp verður samantvunnin í innanhýsis stríðið um leiðsluna í Miðflokkinum. Tey bæði, Erik Drejer og Lone Kjelden, stríðast um formanssessin, og hvørgin teirra er bangin fyri eina nýta skitnan framferðarhátt fyri at vinna sær formanssessin. Í valdsdystinum millum Erik Drejer og Lone Kjeldsen fær Ulrik Torp ein avgerandi leiklut. Sum filmurin líðir kemur ungi journalisturin á Dagblaðnum eftir, at hann er partur í einari samansvørjing, og hann leggur tí nógv fyri at koma til botns í mál- inum. Hann stendur kortini einsamallur, tí hvørki starvsfe- lagar, politikarar ella leiðslan á Dagblaðnum vilja trúgva blað- manninum. Valdagurin nærkast og Ulrik Torp stendur einsa- mallur móti valdsharrunum, sum hava fingið spunasmiðir, polit- iskt stýrdar journalistar og redak- tiónir við til verja samansvørj- ingina. Konservativu eru fyrimyndin Filmurin Kongekabale er bygdur á skaldsøguna við sama heiti hjá journalistinum Niels Krause Kjær, sum er fyrrverandi fjøl- miðlaráðgevi hjá Konservativa flokkinum í Danmark. Bókin er um politiska stríðið millum Hans Engell og Per Stig Møller um leiðsluna á Konserva- tiva flokkinum, og tað er fáur, sum ivast í, at júst stríðið í Kon- servativa flokkinum er ímyndin um stríðið í Miðflokkinum í filminum Kongekabale. Keldur: www. information.dk www.bt.dk www.kongekabale.dk Kabalin gongur upp Høvuðspersónarnir í politiska spennings- filminum, politikarin Erik Drejer og blaðmaðurin Ulrik Torp. Mynd: www. kongekabale.dk « « « « « Årets danske film.En svært overbevisende spændings- film Kim Foss, Jyllandsposten « « « « « Ny stor sejr for dansk film.En fremragende fortalt politisk triller fuld af bid og vid. Morten Piil, Information « « « « « « En af de allerbedste spændingsfilm lavet i Danmark i flere år.En super fascinerende film Birgitte Grue BT C M Y K 33 32