leygardagur 23. oktober 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2004
125 ÁRA HALD
Jan Müller
Myndir: Jens Kristian Vang
Í samband við 125 ára føðingar-
dag Mikkjals á Ryggi varð
hátíðarhald í Miðvági sunnu-
dagin 17. oktober. Sjálvan føð-
ingardagin.
Tað var Vága Dansifelag, sum
skipaði fyri hátíðarhaldinum,
sum varð hildið í Miðvágs
Kirkju og í Beitishúsinum, sum
er føðistaður og barnaheim
Mikkjals á Ryggi.
At Vága Dansifelag skipaði
fyri hátíðarhaldinum er tí, at
Dansifelagið í dag eigur Beitis-
húsini, sum verða sett í stand at
nýta sum felagshús.
– Felagið fekk fyri nøkrum
árum síðan húsini og hevur nýtt
nógvar pengar upp á tey, hóast
tey enn ikki er rættiliga liðug,
sigur Edvard Joensen, formaður í
Vága Dansifelag.
Hátíðarhaldið á 125 ára deg-
num byrjaði í kirkjuni, har upp-
lestur og felagsangur myndaði
skránna.
Av tí, at Vága Dansifelag stóð
sum fyrreikari, var tað formað-
urin, sum beyð vælkomin. Onkur
helt, at hetta var tekin um nýgjar
tíðir, at Dansifelagið beyð væl-
komin í kirkjuna.
Men tað heldur formaðurin í
Dnsifelagnum ikki vera nakað
løgið. Heldur tekur hann tað
sjálvsagt, at tveir so týðandi
tættir í føroyskari mentan sum
kirkjan og føroyski dansurin
hanga saman. Og hetta skuldi
júst verið í anda Mikkjals á
Ryggi, sum yrkti eina rúgvu av
sálmum og eisini fleiri kvæði at
dansa á gólvi.
Formaðurin í Vág Dansifelag
leggur afturat, at hann metir
Dansifelagið sum ein mentanar-
bera og -verja, sum eigur at vera
virkið á fleiri økjum, hóast
føroyski dansurin sjálvandi er
høvuðsendamálið. Og nú felagið
fær egin høli, skuldi tað bara
gjørt hetta enn lættari.
Nógv fólk
Miðvágs Kirkja var væl fylt, tá
hátíðarhaldið byrjaði klokkan
16.00 sunnudagin. Sungnir vórðu
fleiri sálmar hjá Mikkjali á
Ryggi. Onkur helt aftaná, at
summir vóru kanska nakað
langir, og at tað hevði einki
gjørt, um teir vóru valdir styttri.
Men fyrireikararnir høvdu lagt
dent á at nýta upprunatekstirnar
og ikki taka tær styttu útgávur-
nar, sum í fleiri førum eru at
finna í Sálmabókini.
Heini F. Petersen í Sandavági,
sum saman við Jákupi Reinert
Hansen, presti, fyri 10 árum
Mintust Mikkjal í Miðvági
Sunnudagin 17. oktober vóru 125 ár liðin, síðan Mikkjal Dánjalsson á
Ryggi varð føddur í Beitinum í Miðvági. Skipað varð fyri hátíðarhaldi í
Miðvági á sjálvum føðingardegnum
Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2004
11
síðan gav út Mikkjalsbók, helt
fyrilestur um persónin og
yrkjaran Mikkjal á Ryggi.
Eisini Marianna Simonsen í
Miðvági las úr Mikkjalsbók brot
úr grein, sum Mikkjal hevði
skrivað.
Vágakórið luttók á haldinum
við fýra sálmum og sangum, sum
Mikkjal hevði yrkt og umsett.
Sum útgangsbøn las deknurin,
Hans Jørgenen, ørindini í sálma-
røðini hjá Mikkjali á Ryggi um
Faðir vár. Tey ørindini, har sjálv-
ar bønirnar standa í.
Eftir kirkjuliga partin varð
farið í Beitishúsini, sum liggja
beint hinumegin vegin norðan
fyri kirkjuna.
Húsini eru bygd av abba
Mikkjals í 1858 og vóru eftir
tátíðar meti rættiliga stór. Tó
stóð á at fáa alt fólkið undir tak
samstundis hendan dagin.
Dansifelagið hevur eina húsa-
nevnd, nevnd Beitisnevndin, sum
tekur sær av tí, sum hevur við
húsini at gera. Og tey høvdu
rættiliga hugnað um hendan
dagin. Við blómum og livandi
ljósum uttan fyri og inni, gjørdist
tað rættiliga hugnaligt at koma í
húsini.
Eftir at fólk høvdu fingið ein
kaffimunn, varð hildið fram við
skránni.
Jón Joensen í Bø, sum gekk í
skúla hjá Mikkjali á Ryggi í sjey
ár, segði frá um gamla lærara sín
og segði fram ein tátt, Mikkjal
hevði yrkt um eina skemtiliga
hending í Gásadali, har hann
sjálvur var partur. Ein kanska
meira ókendur partur av skald-
skapi hansara.
Eisini varð lisið úr yrkinga-
savni Mikkjals. Og eftir sum
heyst er, høvdu teir tríggir,sum
lósu, bíggjarbrøðurnir Gutti og
Jóanes Petersen og Edvard Joen-
sen, valt at lesa um fjallgongu og
bjargaveðrar.
Einir tveir felagssangir vórðu
sungnir, áðrenn farið varð upp á
gólv. Tað var ein av eldru limun-
um í Vága Dansifelag, Hans
Christoffer Joensen, Hassi á
Ryggi í Miðvági, sum skipaði
fyrsta kvæðið í nýggju felags-
hølunum hjá Vága Dansifelag.
Og tað var sjálvsagt tað kenda
Brestiskvæðið, sum Mikkjal á
Ryggi hevur yrkt.
C
M
Y
K
31
30