leygardagur 23. oktober 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2004
9
8
Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2004
og tað heldur Egi er gott.
– Ein leikur broytist nógv frá
byrjan til enda, men kortini
verður ein ofta gleðiliga bilsin av
at síggja, at tey framhaldandi
halda avtalur, sum man gjørdi.
Tað er eisini hugaligt at síggja,
hvussu nógv betur leikararnir
tora at spæla teirra leiklut, men
viðhvørt gera tey eisini eitthvørt,
sum eg so slettis ikki kenni aftur.
Tað er tó altíð stuttligt, sigur Egi
Dam, sum heldur at
broytingarnar eru eitt tekin um,
at lív verður hildið í leikinum
allan vegin. Hann sigur, at um
leikararnir høvdu staðið á palli
kvøld fyri kvøld og spælt tað
sama umaftur og umaftur á júst
sama hátt, hevði tað ikki gingið
long tíð, fyrr enn tey sjálvi
kvaldust av leikinum.
Úr tí dagliga
Egi hevur sum sagt leikstjórnað
eitt ótal av leikum í Klaksvík.
Honum dámar væl at arbeiða í
Klaksvík, sigur hann, og sam-
stundis er tað ein góður máti at
kunna pleyga vinarbond.
– Tað hendir nógv í Klaksvík,
vit flenna nógv, meðan vit
arbeiða. Og eg fái eisini nógv at
vita til dømis um útróður, sum
eg ikki eri vanur við til dagligt,
sigur hann við einum skeivum
smíli. Ein onnur orsøk er, at í
Klaksvík spæla tey nógvar
skemtileikir, og tað dámar hon-
um best at seta upp.
– Tað er so sanniliga ikki tí, at
tað er lættari enn at seta aðrar
leikir upp. Tað er bara nakað
heilt serligt, sigur hann.
Egi flytur altíð norður til
Klaksvíkar at búgva, tá hann skal
seta leik upp. At ferðast í mill-
um, heldur hann, hevði verðið alt
ov strævið.
Tað hevði ei heldur borið
nakað serliga væl til, tí venjingar
til amatørleikir fara fram um
kvøldi og aftan á arbeiðstíð.
– Tað er óluksáliga gott at
koma vekk frá tí dagliga, og tá
ein so hevur verið burtur í einar
tveir mánaðir, uppdagar ein,
hvussu deiligt tað er at koma
aftur til Havnar, sigur hann við
einum stórum smíli.
Síðani leggur hann afturat, at
kanska hetta við at flyta úr tí
dagliga, missir sína sjarmu, tá
undirsjóvartunnilin er liðugur.
Umstøðurnar
Eitt, sum Egi heldur er farið ta
skeivu leið, síðani hann byrjaði
at koma til Klaksvíkar at arbeiða,
eru umstøðurnar hjá felagnum at
seta ein leik upp.
Fyrr húsaðist felagið einsamalt
í húsinum í Bøgøtu, men í 1997
bleiv til húsið gjørt til eitt
mentanarhús, og biografur kom
eisini inn. Tá hildu stigtakararnir,
at tað fór at verða tað rætta, men
hesum er Egi als ikki samdur í.
Tí sambært honum ber illa til at
hava nakað so tíðarkrevjandi
sum ein biograf og sjónleik í
sama húsi, samstundis sum
arbeiðast skal optimalt.
– Tað er líkavið, at eg ikki tími
norður aftur at arbeiða undir
slíkum umstøðum, tí ein fær ikki
arbeitt optimalt, tá venjing
gongur fyri seg á einum staði,
pallsmíð á einum øðrum staði og
so framvegis. Tað er øgiliga
nógv tíðarspill av tí sama, sigur
Egi Dam og leggur brosandi
afturat, at sjálvandi gongur
Klaksvík ikki undir fyri tað, um
hann ikki kemur norðuraftur.
Men hann heldur tað er stórt
spell, at ein simpulten ikki hevur
hug at koma norður aftur at
arbeiða, tí arbeiðsumstøðurnar
eru so vánaligar.
Egi heldur, at Klaksvík er ein
býur, sum eigur at hýsa bæði
biografi og sjónleiki, men hann
heldur ikki, at tey hóska saman.
Hann sigur, at um skipanin við,
at filmarnir verða sýndir í
Havnar Bio, áðrenn teir koma til
Klaksvíkar, heldur fram, kann
tað skjótt verða, at tann ótolni
ungdómurin í Klaksvík fer suður
at hyggja eftir filmunum beinan-
vegin, tá norðoyatunnilin er
liðugur.
– Tað kundi havt við sær, at
hetta við at ganga í biograf
dovnar nakað, samstundis sum
grundarlagið undir sjónleikinum
og mentanini á egnum staði er
máað burtur, sigur Egi Dam
harmur á málinum og leggur
dent á, at sjónleikur sum alt ann-
að eisini krevur góðar arbeiðs-
umstøður.
Egi ressast nú í stólinum.
Hann má til arbeiðis. Men
áðrenn hann fer, tosar hann um
tveir leikir, sum hann hevur sett
upp í Klaksvík, ið hann minnist
serliga væl. Heiðursborgarar og
Loppuskriðið, minnist hann sum
tveir serstakliga góðir leikir.Og
hóast verandi truplu arbeiðs-
umstøður, sigur hann, at tað ikki
er óhugsandi, at Tak tær eitt
sindur av Amaliu fer í minnið
sum tann triði.
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Í Atlantis koyra
venjingarnar við fullari ferð.
Frumframførslan nærkast, og
bæði leikarar, leikstjóri, pall-
smiðir, ljós- og ljóðmenn vita, at
nú ræður um at fáa alt liðugt.
Frumframførslan er um eina
knappa viku, og tá skal leikurin
Tak tær eitt sindur av Amaliu
standa sína roynd.
Egi Dam setur leikin upp, og
tá hann verður biðin um at
greiða frá, hvat hetta er fyri ein
leikur, svarar hann fyrst og
fremst stutt, at tað er ein farsa.
Tá hann síðani skal greiða frá,
hvat leikurin snýr seg um, roynir
hann sítt besta. Men sum skilst
er tað sanniliga ikki bara sum at
siga tað at greiða frá, hvat ein
farsa snýr seg um.
– Tað ber illa til at greiða frá,
tí ein farsa er soleiðis bygd upp,
at ein næstan ikki kann greiða
frá søgugongdini, sigur hann.
Men Tak tær eitt sindur av
Amaliu snýr seg heilt stutt um, at
ein maður biður sín besta vin-
mann ansa eftir elskarinduni hjá
sær, tí hann skal burtur.
Vinmaðurin so ger, men eitt
kvøldið drekka tey bæði so mik-
ið nógv, at tá tey vakna í somu
song morgunin eftir, veit hvørgin
teirra, hvat er hent. Síðani byrja
ting at henda. Skeivu persónarnir
koma júst ta skeivu løtuna og
siga tey skeivu tingini. Áðrenn
ein varnast nakað, er alt ein stór
fløkja, júst soleiðis sum ein farsa
eigur og skal vera.
Egi Dam hevur sjálvur týtt
leikin. Talan er um ein rættiliga
stóran leik við nógvum leikarum.
Egi hevur tó stytt leikin nakað og
tikið onkrar minni týdningar-
miklar leiklutir úr.
– Leikurin er skrivaður fyrst í
1900, og tá í tíðini vóru teir
langir og útbreiddir, greiðir Egi
frá.
Støðið tað sama
Gríma og Klaksvíkar Sjónleik-
arafelag vórðu sett á stovn og
endurstovnað sama ár. Í 1977
byrjaði felagið í Klaksvík at
venja Karl 12. og Gríma hjálpti
teimum at seta leikin upp. Eisini
komu leikarar úr Grímu til
Klaksvíkar at halda skeið, og tá
so Gríma fór undir at spæla
leikin Vit eiga ikki eitt oyra, vit
lata ikki eitt oyra, varð heitt á
Adelborg Linklett at koma at
spæla við.
Soleiðis hevur eitt samstarv
koyrt millum Grímu og Klaks-
víkar Sjónleikarafelag í mong ár.
Egi Dam sigur, at talan tó
ongantíð hevur verið um eitt
fyriskipað samstarv.
– Tað hevur verið nakað til-
vildarligt, men javnan, sigur
hann og letur væl at, hvussu tað
hevur virkað hesi árini.
Egi Dam hevur staðið nógv á
palli sjálvur, men kortini sigur
hann, at honum dámar betur at
seta leikir upp.
Fyrstu ferð hann var í Klaks-
vík og setti ein leik upp var í
1980/81. Síðani tað eru tað bliv-
ið til nógvar leikir, og beint nú
fæst Egi sum sagt við nýggjasta
leikin hjá Klaksvíkar Sjón-
leikarafelag, Tak tær eitt sindur
av Amaliu.
Egi heldur ikki, at støðið
leikliga sæð er so nógv lægri, tá
talan er um amatørleikir.
– Man roynir at seta støðið
eftir leikarunum, og lat tað vera
sagt beinanvegin, at eg havi
ongantíð verið noyddur at sett
støðið niður, tá eg havi verið í
Klaksvík og leikstjórnað, sigur
hann og heldur fram, at úrslitið
kann væl verða tað sama bæði í
einum leiki við professionellum
leikarum og amatørleikarum.
– Tað kann bæði verða eitt gott
úrslit og eitt minni gott úrslit hjá
báðum pørtum. Men munurin er
sjálvandi hann, at amatørleikar-
um vanta teknikkin, og teir liva
ikki av at spæla sjónleik, sigur
Egi Dam.
Hann vísir á, at til amatørleik
kunnu øll koma, og tískil verður
støðið meira ójavnt millum
leikararnar.
– Har eru bæði talentir, og tey,
sum eru við, mest tí teimum
dámar so væl at spæla sjónleik,
heldur hann fyri.
Lívið við síðuna av
– Tá ein setur ein amatørleik
upp, má ein sum leikstjóri alla-
tíðina minna seg sjálvan á, at alt
gongur fyri seg aftan á arbeiðs-
tíð, og at leikararnir hava eitt lív
við síðuna av, sigur Egi.
Tískil kemur tað meira enn
einaferð fyri, at leikarar ikki
kunnu møta til venjing, tí teir
skulu eitthvørt annað.
– So er tað føðingardagar, og
hesa ársins tíð er tað slaktið,
konfirmatiónir ella hvat tað nú
skal vera. Tað nyttar so onki at
fara at øsa seg tá, tí sum leik-
stjóri má ein bara vita, at tey
hava eitt lív eisini, sigur Egi
flennandi.
At venja sjónleik er eitt sera
tíðarkrevjandi og orkukrevjandi
frítíðarítriv. Tað er ikki altíð, at
fólk, ið eru við fyri fyrstu ferð
vita, hvussu nógv arbeiði tað
krevur, og tí kann tað koma sum
ein skelkur fyri tey. Men Egi
sigur, at tað roynir hann altíð at
greiða teimum frá, áðrenn venj-
ingarnar byrja.
Leikurin broytist
Frumframførslan av einum leiki
er ofta merkt av nervum. Leikar-
arnir eru ikki heilt tryggir við
teirra leiklut, og tískil kann
spælið eisini til tíðir vera nakað
stirvið.
Sum leikstjóri plagar Egi altíð
at síggja sjálva frumframførsl-
una, og so plagar hann ikki at
hyggja aftur, fyrr enn seinastu
sýning.
Tá er stór broyting farin fram,
tá tú frætti deyðsboðini um Dianu prinsessu?
Kristina Háfoss:
– Eg minnist ikki rættiliga, hvar
eg var, tá eg frætti tað. Eg las í
Keypmannahavn ta tíðina, og eg
minnist væl, hvussu skelkandi
tað var fyri øll. Tað var frammi í
fjølmiðlunum allatíðina, og
danska pressan fylgdi eisini væl
við í øllum tí, sum kom fram.
Har vóru so nógvar gitingar um,
hvat lá aftan fyri vanlukkuna.
Hví, hvat og hvussu.
Eg haldi, at tað bleiv til eitt
sindur av sjálvrannsakan í fjøl-
miðlaheiminum í kjalarvørrinum
av deyða hennara. Um tað nú
var rætt at dekka tey kendu so
væl og fylgja teimum allatíðina.
Eg sá ikki jarðarferðina live,
men eg minnist serliga væl tað vakra lagið, sum Elton John
sang til sjálva jarðarferðina.
Deyði Dianu fekk sett ljós á bretska kongshúsið, og fleiri
onnur mál komu eisini á breddan av tí sama, tí Diana prinsessa
arbeiddi jú nógv fyri vælgerandi endamál.
Av tí at hon var so nógv frammi í fjølmiðlunum, mundu fleiri
kenna tað, sum tey kendu hana persónliga, uttan at hava hitt
hana nakrantíð. Soleiðis hevði eg tað nú ikki, men jú, har hendi
nógv minningarríkt rundan um deyða hennara.
Leivur Hansen:
– Eg haldi, at eg var við hús. Eg
plagdi at hyggja rættiliga nógv
at BBC og CNN, so tað er allar-
helst har, eg frætti deyðsboðini.
Man bleiv skelkaður av tí. Tað
var so óvæntað, og eg minnist, at
kona mín var á námsferð í Ong-
landi um tað mundi, so hon
merkti tað heilt tætt upp at
lívinum. Hon ringdi eisini heim
og greiddi frá, hvussu tað var at
vera har.
Tað var sera harmiligt og stórt
spell, at hon skuldi fara soleiðis.
Eg minnist hana sum eitt flott og
virðiligt umboð fyri tað bretska
kongshúsið. Eisini fyri hennara
leiklut í bardaganum móti AIDS og at fáa beint landminurnar
burtur. Hon gjørdi eina stóra samfelagstænastu, má man siga.
Eg sat ikki og fylgdi við í sjónvarpinum tann dagin, hon varð
jarðað, men upp á avstand hevur ein helst fylgt við kortini. Eg
sat sum borgarstjóri tá, og vit høvdu sjónvarpið koyrandi tann
dagin.
Deyðin hjá Dianu er ein hending, sum helst so ella so bara
fer í søguna hjá einum. Man gongur ikki og hugsar um tað til
dagligt, men tá man so hugsar um hana, minnist man hana best
fyri alt tað vælgerandi arbeiðið, sum hon gjørdi.
- sae -
Mær dámar best skemtileikir
Klaksvíkar
Sjónleikarafelag saman
við Ega Dam er í ferð við
at leggja seinastu
hondina á venjingarnar
av skemtileikinum Tak
tær eitt sindur av Amaliu.
Egi Dam hevur fleiri
ferðir roynt seg sum
leikstjóra í Klaksvík, og
sær hann tað sum eina
sjarmu at flyta úr
gerandisdegnum í
høvuðsstaðnum norður í
myrkri í eina tíð at
arbeiða
C
M
Y
K
29
28