leygardagur 23. oktober 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2004
Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2004
7
PRÁT
Edvard Joensen
Sørvági: Hin gamli maðurin býr
einsamallur í húsum sínum í
Liðabrekkuni í Sørvági. Hann er
95 ára gamal og rør einsamallur
út við seksmannafarinum Fossi.
Ikki soleiðis, at hann rekur
nakran vinnuliga útróður av
týdningi, sigur hann. Hann flotar,
tá líkindi eru.
–Men eg eri á floti í tonkunum
hvønn einasta dag, sigur Theodor
Thomasen og hyggur yvir á
fjørðin. Kennir á merkjunum her
inni, hvussu voðrið er uttanfyri.
Ikki tí. Tað kann væl síggja
gott út her inni, um farandi ikki
er um Sundið fyri brim. Ella
øvugt. Ikki alt sæst hiðani.
–Mykinesmenn plagdu at siga,
at sørvingar vóru altíð ein dag ov
seinir til útróðrar.
Mykinesmenninir sóu fyrr, nær
brimið minkaði, sigur hann.
Úr kjallaranum tekur hann
trýhjólaða prutlið og koyrir út til
bátahylin, har Fossur liggur í
bási sínum við flótibrúnna. Hann
er hvítur við grønum stokkum og
húsi. Tríggjar elektriskar snellur
standa á stokkinum.
Hann brúkar bara tein og agn.
Plagar at brúka snelluna at fíla
við. Tað er lættari at draga enn at
halda snøri upp á gamla mátan.
Línu egnir hann ikki.
Heima í kjallaranum liggja
tvær gággurúsur. Og ein minni
av nýggjara slagnum - ein
plastikdunkur við boyu og
standara - liggur í bátinum.
Men nú fiskar hann ikki
gággurnar sjálvur. Tað, hann skal
brúka, plagar hann at fáa frá
onkrum av teimum yngru, sum
fiska kortini.
Og teir eru allir yngri. Helst
eru øll i Sørvági yngri enn hann,
heldur Theodor. Og her á
firðinum vita teir bara um ein,
sum var eldri, tá hann flotaði.
Tað var Nóa gamli. So her er
gott at samanbera við.
Jú, hann er enn á floti av og á.
Men nú er hann sjálvur farin at
ivast í, hvussu skilagott tað er. Tí
nú eru eyguni farin at bila so
mikið, at tað gongur illa at síggja
ítini. Men honum dámar væl at
royna seg fram. Kasta her og har
fram við landi og vita, um nakað
livir undir bátinum.
Tað er so fittligt at sleppa at
gera sum ein vil, heldur hann.
Ongan annan at hava at hugsa
um. Og so er heldur eingin, sum
kemur við býttum
viðmerkingum, um ikki alt
gongur, sum tað varð ætlað.
–Ger man okkurt býtt, er ikki
neyðugt, at nakar annar fær tað
at vita, tá man er einsamallur,
flennir Theodor.
Eyðvitað er, at nú aldurin er
vorðin so høgur, er okkurt, sum
fer at merkjast, sigur hann. Til
dømis dámar honum einki at fara
nakran veg, tá óslætt er.
–Ryggurin og lendarnir tola
ikki rullið. Og eg klári ikki eitt
heilt sjóvarfall longur. Men tað
ger einki. Eg haldi, so leingi eg
haldi, og tað er so tað.
Hann avreiðir bara, tá hann
hevur fingið meira enn eina
»cent«, sum er hundrað pund. Tá
tað er minni enn so, verður tað
givið burtur ymsastaðni. Seinasta
dagin, hann var á floti herfyri,
avreiddi hann 88 kg.
–Tað er eingin nøgd at reypa
av, men tað stendur so í mun til
mannin, sum fiskar, sigur
Theodor.
Hann fer ikki so langt nú.
Onkran túr á Grunnin. Undir
Mykines viðhvørt, men fyri tað
mesta er hann á firðinum, sigur
hann.
Fossur er umleið 25 ára
gamal. Undan honum hevur
Theodor havt fleiri bátar. Bæði
smáar og eisini størri før. Upp í
eini 30 tons mundi Gáshólmur
vera, sum hann hevði áðrenn
seinna hemsbardaga. Teir fiskaðu
kalva. Gáshólmur vaðr seldur til
Kjølbro. Eftir tað hevði Theodor
ein minni bát. Ein motorbát, sum
hann nevndi Skerhólm. Tann
einasti, hann hevði undan Fossi,
hevði eitt heldur sjáldsamt navn,
greiðir Theodor frá við einum
skeivum smíli. Hann kallaðu teir
Sjussur. Tað hevði nokk okkurt
at gera við teir, sum áttu bátin
undan honum, heldur hann.
Theodor hyggur yvir á fjørðin.
Honum dámar einki líkindini.
Eingin nytta man vera í at fara
nakran veg í dag heldur enn í
gjár, heldur hann. Hann sær á
vindinum her inni, hvussu
væntast kann at vera uttanfyri,
og ger av, at vit fara bara heim í
køkin hjá honum at práta eina
løtu. Dóttirin hevur verið og
gjørt kaffi til okkara, sigur hann.
Og tað gera vit so. Fáa eitt
prát um leyst og fast. Men mest
um tað, hann í sínum langa lívið
hevur havst at.
Hann fór sum so mangur til
skips sum 14 ára gamal. Við
deyðsiglara. Fekk »smittuna«,
sum teir nevndu tuberklarnar,
umborð á Oskari í 1928. Tað
gjørdi so, at hann ikki fór avstað
aftur beinanveg, men lá heima í
eini tvey ár. Róði út við onkrum
eldri monnum.
–Sjógvurin man vera øgiliga
góður fyri heilsuna hjá fólki,
hugleiðir Theodor. At menn ikki
gjørdust sjúkir av teimum
umstøðum, teir búleikaðust undir
umborð á gomlu skipunum, er at
undrast á. Stúgvaðir saman í eitt
vánaligt lugar. Einki var at turka
klæðir á uttan ein snórur yvir
kabússini. Eina máltíð um dagin.
Tað var døgurðin. Restin var
keks og tevatn. Men teir flestu
yvirlivdu. Tað er at undrast á,
heldur Theodor.
Og so baksaðist hann við eitt
sindur av hvørjum øll árini.
Hevur ongantíð havt nakran
fastan arbeiðsgevara, sigur hann.
Altíð sjálvur syrgt fyri tí, sum
inn kom. Hevði eisini handil eina
tíð. Bygdi sjálvur handil beint
niðan fyri húsini, hann býr í.
–Eg veit ikki, hvat eg hugsaði,
tá eg fekk mær nýggjan bát sum
70 ára gamal. Teir flestu verða
koyrdir til hús, tá teir eru 67, tí tá
fáa teir at vita, at teir kunnu ikki
brúkast meir. Nú munnu tey
nokk halda, at eg kann heldur
ikki brúkast. Tey hugsa nokk sítt,
men tey siga einki, sigur
Theodor og sipar til børnini.
Vanliga plagar hann at fáa
bátin tiknan upp um veturin. Og
tað verður hann eisini í vetur,
sigur Theodor. Men hesaferð
verður tað fyri seinastu ferð,
heldur hann.
Ikki tí. Tað hevur hann sagt so
ofta fyrr, hava børnini mint hann
á. Men hvørja ferð, tað sumrar
aftur, flotar hann. Og tað vænta
tey eisini næsta summar, sigur
hann seg skilja.
Men nú verður tað helst mest
kjallarin, sum verður tilhaldið í
vetur. Tí har plagar Theodor at
sita og gera model av ymiskum
brúkslutum, sum hann minnist,
men sum ikki verða brúktir til
annað enn pynt í dag.
Vit fara niðurundir. Har hevur
hann sag og klemmur. Amboð av
ymsum slagi og eina rúgvu av
lutum, hann hevur gjørt.
Í løtuni liggur ein landleypur í
tvingunum. Er sagaður til úr
plátu og síðan límaður saman.
Nú skulu tvingurnar halda, til
límið er tornað.
–Hetta man ikki síggja nakað
út. Er gjørt í blindum, heldur
hann.
Men ikki bilar. Væl sær út,
eins og restin, han hevur
liggjandi. Smáir leypar,
vaðkallar, tyrlar og spónir saman
við eini rúgvu av øðrum lutum,
sum nógv í dag ikki kenna.
Tá spurt verður um okkur
serligt, tekur hann tað í hondina
og følir eftir tí, áðrenn hann
sigur, hvat ið er.
Tað eu eyguni, ið eru farin at
bila, og nú væntar hann, at hann
bara fer at flota í huganum. Tí tá
ein ikki sær ítini,er ikki nógv at
fara til, heldur hann.
Gamli maðurin
á sjónum
Theodor Thomasen á floti ein
summardag í 2004. Maðurin er
einsamallur á báti 95 ára gamal
Mynd. Edvard Joensen
Hann fylir 96 ár í næstu viku og rør framvegis
einsamallur út í seksmannafarinum Fossi úr Sørvági.
Hetta verður seinasta árið sigur hann. Men tað vilja
børnini vera við, at hann hevur sagt so ofta. So hann
flotar nokk aftur kortini
Theodor Thomasen í Sørvági fyllir 96 ár tann 28. oktober.
Hann er uttan iva elsti aktivi útróðrarmaður í landinum
Mynd: Jens Kristian Vang
Hóast høga aldurin er hann lættur á føti og fýrir ikki fyri at fara eftir básinum umborð á Foss
Mynd: Jens Kristian Vang
Tað einki fyri at seta í gongd, nú tað bara er at snara ein lykil. Øðrvísi var fyrr, tá gamli Solomotururin
skuldi vindast í gongd
Mynd: Jens Kristian Vang
Hóast tað er friðaligt inni í bátahylinum, sær einki út uttanfyri, so Theodor ger av ongan veg at fara í dag
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
27
26