leygardagur 23. oktober 2004síða 13
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2004
5
4
Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2004
Eftir Hanus Kamban
FYRRI PARTUR
Tað imperiala stórveldið
Tey seinastu mongu árini er ein
ørgrynni av verkum komin út,
har rithøvundar, blaðmenn ella
søgufrøðingar á minni ella meira
dyggum grundarlagi gera sær
sínar hugsanir um USA, um
samveldisins viðurskiftir beint
nú, um tess søgu eftir múrsins
fall ella um tess framtíðarvánir.
Millum høvundar av slíkum
verkum kann ein nevna Michael
Mann (ikki at blanda við
Michael Moore), Benjamin R.
Barber, Charles Kupchan,
Chalmers Johnson og Jedediah
Purdy. Millum høvuðsevnini í
hesum bókum eru USA sum
imperium, møguligar hóttanir
móti landsins fólkaræði,
militarisering og hugburður hjá
øðrum tjóðum mótvegis USA.
Eina serstøðu í hesum liði av
viðmerkjarum hevur tann týski
søgumaðurin Peter Bender. Í
bókini Weltmacht Amerika. Das
neue Rom viðger Bender eitt
søguligt-politiskt paradigma úr
nýggjari tíð, men gevur síni
viðgerð eitt serligt perspektiv við
samstundis at varpa ljós á ein
framvøkstur av sama slag í
fornøld. Hann greiðir frá
høvuðsgongdini í amerikanskari
søgu frá 1783, tá 13 statir tóku
loysing frá Bretlandi, og til í dag
(2003), og hann greiðir
samstundis frá, hvussu tað
rómverska ríkið vaks í mæti og
broyttist frá árinum 279 f.Kr. og
til nakað eftir 146 f.Kr., tá Triðja
Puniska Kríggj endaði.
Samanburðurin við rómverjar
er ikki tikin úr leysum lofti. Teir
tignarligu harrar, sum settu á
stovn tað amerikanska samveld-
ið, brúktu hesa samanlíkning í
tíð og ótíð og í øllum hugsandi
viðurskiftum. Eftir tí rómverska
tinginum varð tað amerikanska
rópt senat, og The Capitol, tað
amerikanska kongresshúsið, er
uppkallað eftir Capitolium, heyg-
num, har Rómaborg varð grund-
løgd. Í amerikonskum byggistíli,
á amerikonskum myntum og
pengaseðlum, í tilsipingum í røð-
um og greinum síggjast róm-
versk søga, mentan og hugsan
skyggja, sum ein fyrimynd úr
fornari tíð.
Frælsi í mótburði
Tvær høvuðsgrundir vóru til
hetta. Líkasum rómverjar, sum
høvdu bygt eitt lítið býarríki á tí
italsku hálvoynni, tíðliga gjørdu
uppreistur og o.u. 470 f.Kr.
bardu tað etruskiska okið av sær,
gjørdu amerikanarar seg í
frælsisstríðnum 1775-1783
leysar av Bretlandi. Og eins og
rómverjar sum frá leið skipaðu
eitt tjóðveldi fyri aðalin (aristo-
kratiskt tjóðveldi), skipaðu
amerikumenn eitt demokratiskt
samveldi við ongum kongi.
Tá ið eitt felag, har George
Washington, tann fyrsti forsetin í
USA, stóð á odda, rópti seg Cin-
cinnati, var tað ikki av tilvild.
Cincinnatus var ein rómverskur
einaræðisharri, sum - tá hann
hevði útint sítt verk og vunnið á
fíggindanum - ríkinum lýðin
legði sítt starv niður og fór aftur
til sítt plógv. Slíkt vóru menn!
Sjálvsagt ber ikki til at toyggja
ein parallell sum tann rómversk-
amerikanska í hvørjari lykkju.
Amerikanarar vóru frá byrjan eitt
siglandi fólk, undan Fyrsta Pun-
iska Kríggi hevði fáur rómverji
migið í saltan sjógv. Ameriku-
menn vóru handilsmenn sum
fólkið í Karthago, rómverjar
vóru bøndur. Amerikanarar vóru
fyltir av eini ágangandi kristnari
hugmyndafrøði, rómverjar høvdu
sínar gudar, men vóru ikki
missionerar.
Ætlanin er í hesi grein, við
bókini hjá Bender sum grundar-
lagi, at hyggja at nøkrum høv-
uðsmótum ella høvuðsbroyting-
um í tí rómverska og tí ameri-
kanska politiska framvøkstrinum
og at spyrja, í hvørji vídd nakað
høpi er í at gera eina slíka
samanlíkning. Síðani verður
roynt, um svarið er játtandi, at
kanna eftir, hvat ein slík
samanbering kann siga okkum
um leiklutin hjá USA í dag.
Oyggj og hálvoyggj
Fyri fyrst síggja vit tá tvey
landafrøðilig bílæti, har tað
fyrra, frá tíðini nakað undan
burði Krists og nakrar øldir
aftaná, er avmarkað til umráðið
rundan um Miðalhavið, og har
tað seinna, úr nýggjari tíð, røkk-
ur um alla klótuna.
Hyggja vit nú meira gjølla at tí
fyrru myndini, so síggja vit ta
italsku hálvoynna við tí eyð-
kenda styvlaforminum toyggja
seg í ein landsynning, eystanfyri
er Adriatahav og vestanfyri
Tyrrhenska Hav. Nakað eystari
eru størri og smærri griksk og
makedonsk ríkir, sum bera leivd-
irnar eftir ta glæsiligu griksku
mentanina, og sunnanfyri síggja
vit tað ovurríka fønikiska hand-
ilsríkið Karthago.
Nakað á sama hátt - sum var
talan um ein forstørraða eftirgerð
við sama motivi - síggja vit ta
amerikonsku oynna (Norður-,
Mið- og Suðuramerika) liggja og
remba sær ímillum tvey megin-
høv - Atlantshavið og Kyrrahav.
Eisini á hesari myndini sæst í
eystri ein forn mentan, hildin
uppi av Europa, og har fyrst og
fremst Fraklandi, Týsklandi og
Bretlandi. Í vestri síggjast lond,
sum í 1783 valla eru komin fyri
seg, m.a. Japan, India og Kina.
Byrjunarmyndirnar eru sostatt
í mongum lutum tær somu. Tvey
smáríkir (til tað), nýlingar og
uppstrembingar bæði tvey, lítið
vird av av eldri og tignarligari
ríkjum, hava víst seg á landkort-
inum. Men tað er ikki fyrr enn
ein menning sæst, fyrr enn
søgunnar dýnamikkur verður
sjónligur, at samanburðurin
verður merkiligur, viðkomandi,
spennandi - fyri ikki at siga
beinleiðis bergtakandi.
Pyrrhusar sigur
Fyrsta umfarið í hesum dýna-
mikki fatar um at vinna sær
fremsta pláss á sínum avmarkaða
øki. Tað lítla ríkið styrknar og
veksur, ofta í mótburði, vinnur
sær mótstøðuføri, vápnastyrki og
tign og verður til høvuðsríki á
síni oyggj ella hálvoyggj.
Rómverjar stríðast ímóti
etruskum, gallarum og samnitt-
um og lukanum. Í árinum 280
f.Kr. er Rómaborg høvuðsríki í
Italia, eitt býarríki, sum hini
mongu ríkini ikki bara mugu
boyggja seg fyri, men nú eisini
leita sær vernd frá.
Tá ið Pyrrhus kongur úr
Epirus (á leið har Albania og
Norðurgrikkaland eru í dag),
sum hevur vágað sær inn á
italskt land, býður rómverjum
frið, velja teir ikki at taka av.
Pyrrhus, svara teir, kann ikki
rokna við friði og vinskapi, fyrr
enn hann er farin úr Italia. Pyrr-
hus vinnur sín triðja sigur, men
tað verður hansara seinasti. Hann
rýmir úr Italia, maktaður av
rómverskum treiskni.
Eftir 272 f.Kr., tá kríggið móti
Pyrrhusi var av, er Rómaborg
sostatt ikki bara tað sterkasta
ríkið í Italia, landið hevur sam-
stundis gjørt greitt, at tann
italska hálvoyggin er tess
áhugaøki. Her skal eingin óboðin
gestur vága sær at koma og
leggja land undir seg.
Monroe-doktrinin
Akkurát tað sama hendir í
Amerika. Tey 13 ríkini taka eftir
8 ára stríð loysing frá Bretlandi í
1783. Tey skipa eitt samveldi, og
í 1798 fær teirra stýrisskipan
gildi. Tað nýggja samveldið
tekur seg fram í stórum, hand-
ilsliga, hernaðarliga og í fólka-
tali, so tað brátt er høvuðsríkið á
teirri amerikonsku oynni.
Og so hendir tað merkiliga. Í
1823 fær USA tilboð frá sínum
gamla fígginda, Bretlandi, um at
skipa eina felags samgongu, sum
skal verja bæði londini móti
einum møguligum fronskum
álopi.
Freistingin at taka við hesum
tilboð var stór. Men eftir ráðum
frá tí gløgga og vísa John Quincy
Adams, uttanríkisráðharra, tók
USA ikki av. Sama ár verða
høvuðstættirnir í amerikonskum
uttanríkspolitikki fram til 1917
festir á blað. USA vil ikki
dragast upp í tvídráttir í Europa.
Og USA ger greitt, at ein og
hvør uppílegging í viðurskiftir
ikki bara í USA, men á øllum
meginlandinum, verður roknað
sum fíggindagerð. Hesin
politikkur varð evnaður til í tí
søguliga skjali, sum eftir James
Monroe forseta fekk navnið
Monroe-doktrinin.
Sostatt var fyrsta umfar í tí
rómverska og tí amerikanska
framvøkstrinum av. Rómverjar
høvdu í 272 f.Kr. óavmarkað
vald í Italia, sum nú var teirra
áhugaøki. USA tilskilaði sær í
1823 við Monroe-doktrinini
yvirvág á tí amerikanska megin-
landinum, sum sostatt var teirra
áhugaøki.
Fyrsta Puniska Kríggj
Annað umfar í hesi ríkisvíðkan
kann í stuttum lýsast sum ferðin
yvir um havið. Tað upprunaliga
staðfasta ríkið verður av
umstøðum, tað sjálvt ongan lut
eigur í, tvingað at flota skip og
koma sær í takholt við eitt ríki á
einum øðrum meginlandi.
Í Italia byrjar hetta við, at
býarríkið Messana á Sicilia følir
seg hótt av grannaríkinum
Sýrakus og biður rómverjar um
hjálp. Rómverjar játta, men tá ið
tann rómverski herurin kemur
suður á Sicilia, er eisini Kartha-
go, tað ríka handilslandið í
Afrika, farið at kringseta Mes-
sana. Sostatt komu rómverjar sær
fyri fyrstu ferð í bardaga við tað
ríka og mæta Karthago. Stríðið
vaks, og endin var, at karthagar,
sum vóru dugnaligir sjómenn,
fóru at ræna og oyða bústaðir á tí
italsku vesturstrondini.
Ein nýggj støða hevur tikið seg
upp. Rómverjar, sum vilja liva í
friði og als ikki vilja vaksa um
sítt land, ásanna, at teirra trygd
er í vanda, at teirra áhugaøki er
hótt og somuleiðis teirra umdømi
sum láturverji hjá hinum italsku
ríkjunum. Senatið tekur støðuna
til umhugsunar, og niðurstøðan
er, at Rómaborg má vinna sær
vald á høvunum rundan um
Italia, alt sambært tí grundleggj-
andi aðalmálinum: trygd. Sostatt
verður neyðugt at læra seg
sigling og byggja ein herflota.
Ella, sum Pompeius tók til 200
ár seinni: Navigare necesse est.
Tað er um hetta, Fyrsta
Puniska Kríggj (264-241 f.Kr.)
snýr seg. Eftir ein drúgvan,
ræðuligan og útmaktandi
bardaga verða rómverjar við
yvirlutan. Tá kríggið er av, hava
teir vald á Tyrrrhenska havi, og
ár 237 f.Kr. ráða teir á Sicilia,
Sardinia og Korsika.
Fyrri Heimsbardagi
Nærkast vit aftur okkara tíð, so
hevur Fyrri Heimsbardagi sama
týdning fyri USA, sum Fyrsta
Puniska Kríggj hevði fyri róm-
verjar (so ólík hesi kríggj annars
eru). Í Fyrra Heimsbardaga
brustu tvær europeiskar sam-
gongur saman. USA føldi ikki, at
tað hevði nakað við henda
tvídrátt at gera, og tey fyrstu
krígsárini var meiriluti, bæði
millum fólk og politikarar, fyri at
halda seg frá uppílegging.
Men eins og Karthago við at
søkja at bústøðum í Italia tving-
aði rómverjar til stríð, soleiðis
tvingaði tann týska herleiðslan
(serstakliga Ludendorff) USA
upp í kríggið.
Longu tíðliga, og serliga eftir
at ein týskur kavbátur í mai 1915
hevði søkt tað eingilska
ferðaskipið Lusitania, kom tann
óhefta støðan hjá USA í vanda.
Trýstið vaks, tá týskarar fyrst í
1917 fóru undir tað óavmarkaða
kavbátakríggið. Í miðjum mars
søktu týskir kavbátar 4 ameri-
konsk farmaskip. Umframt hetta
høvdu eisini búskaparlig viður-
skiftir týdning. USA hevði latið
Fraklandi og Bretlandi stórar
nøgdir av ídnaðarvaru, vápnum
og lóðuri upp á borg, og landið
hevði tí, um tað skuldi fáa sínar
pengar aftur, fyrimun av, at
Ententan (Bretland, Frakland og
Russland) vann bardagan. Tann
6. apríl tóku bæði tingini undir
við, at USA fór upp í bardagan.
Soleiðis hevði Fyrri Heims-
bardagi við sær, at USA, við
ringum tannabiti, fór burtur frá
teirri isolationismu, sum landið
hevði kunngjørt í 1823. Eins og
rómverjar í tíðarskeiðinum 264-
241 f.Kr. fóru yvir um hav,
vunnu á Karthago og settu seg á
grannaoyggjarnar, fóru ameri-
kanarar í 1917 yvir um hav og
bóru so í bandi, at teir saman við
Ententuni vunnu bardagan.
Av avgerandi týdningi var í
báðum førum, at áhugaøkið,
trygdin bæði í ríkinum og í
meginlandsins grannaríkjum, var
hótt. Karthagar høvdu søkt at
italskum ríkjum, og tann týski
uttanríkisráðharrin Zimmermann
hevði í fjarriti lovað Mexico tað
umráði aftur, sum landið í 1848
hevði noyðst at lata til USA.
(Framhald næsta leygardag)
FRÁ TJÓÐVELDI TIL IMPERIUM
Er nakað høpi í at samanlíkna tilgongdina í rómverskari og amerikanskari ríkismenning?
Kerry fingið forsetan aftur
Fyrr í heyst tóktist mangur republikanari, limur
sum spunalækni, at halda, at George W. Bush fór at
vinna ein ómakaleysan sigur á sínum mótmanni
John F. Kerry á forsetavalinum tann 2. november.
Bush var maðurin, sum eftir eitt lív á syndanna
vegi hevði møtt Billy Graham og eftir hetta taldist
millum tey rættvísu. Hann hevði víst fastleika í
stríðnum móti yvirgangi. Hinvegin varð John Kerry
lagdur undir at vera eitt vingl í sama stríði.
Eftir tríggjar hólmgongur fyri opnum skíggja er
henda myndin broytt. Í orðaskifti hevur Kerry sum
heild staðið seg betur enn forsetin. Hann hevur
víst fasta og tignarliga medferð, og fáur heldur
hann í dag vera ein vingliskølt. Hann hevur dugað
væl at greitt frá síni fíggjar-, sosial- og
heilsupolitisku dagsskrá.
Spenningur til tað seinasta
Í løtuni stendur sostatt á jøvnum millum partarnar,
og spenningurin tykist fara at vara til tað seinasta.
Millum viðurskiftir, sum kunnu ávirka úrslitið, eru
veljararakstur, peningastuðul frá fyritøkum og
ríkmonnum, ella kanska onkur óvæntað hending.
Fyri Bush er tað helst ein fyrimunur, at allar
avleiðingarnar av Irak-krígnum ikki hava víst seg
enn.
Men aftan fyri dagsins ofta brotkendu og
tilvildarligu framsíðu krógva seg størri spurningar.
Er USA í dag eitt imperium? Vísir landið, eins og í
fornøld tað rómverska ríkið, imperiala hugmóð?
Kann landsins fólkaræði, eins og tað rómverska,
vera undir imperialari hóttan?
Beinhart stríð um olju
Og: Er heimurin á veg inn í eitt tíðarskeið, har ikki
hugmyndafrøði, átrúni ella yvirgangur telja mest,
men heldur eitt beinhart stríð millum USA og
onnur heimsveldi in spe (eitt nú Russland, ella
kanska Kina) um tilfeingið í heiminum - fyrst og
fremst olju?
Í tveimum greinum, sum eru skrivaðar við støði í
bókini Heimsveldið Amerika.Tann nýggja
Rómaborg eftir týska søgumannin Peter Bender,
tekur rithøvundurin Hanus Kamban hesar
spurningar til umrøðu. Greinirnar koma á prent í
Sosialinum í dag og næsta leygardag.
Forsetavalið 2. november
Í Fyrsta Puniska Kríggi (264–241 f. Kr.) gjørdust rómverjar ein siglandi
tjóð. Á myndini síggjast toftir í Karthago
Við skipum av hesum slag vunnu
rómverjar sínar fyrstu sjóbardagar
móti Karthago. Skipini høvdu, sum
sæst, ein trant at høgga í fíggindans
før og eina landgongubrúgv
John Quincy Adams, forseti í USA 1825–29, var
maðurin aftan fyri Monroe-doktrinina
Thomas Woodrow Wilson (1856–1924). Við honum
sum forseta fór USA í 1917 upp í Fyrra Heimsbardaga
og vendi soleiðis eitt skifti síni egnu isolationismu bakið
C
M
Y
K
25
24