leygardagur 23. oktober 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2004
3
2
Sosialurin Nr. 203 - 23. oktober 2004
farin uppí politikk, er tað tí, tú
vilt hava ávirkan. Jú betri tú
hevur sett teg inn í eitt mál, jú
størri er møguleikin fyri at
ávirka gongdina í tí og sannføra
onnur um, at tú hevur rætt ...
Tað nyttar altíð
Og tað er har frá, drívmegin hjá
Annitu kemur. So leingi hon trýr
uppá, at tað nyttar at tosa, skriva,
halda røður og kjakjast, so gevst
hon ikki. Hon ivast ikki í, at
Tjóðveldisflokkurin var við til
venda gongdini í viðgerðini av
millum annað Barsilsskipanini
og nú í seinastuni hevur verið
við til at flyta meiningar í málin-
um um skattalættan. Hetta eru
ikki altíð úrslit, tú kanst máta,
men reaktiónirnar, Annita fær
uppá greinar og lesarabrøv,
heldur hon ofta vera bestu tekin
um, at okkurt er við at flyta seg.
– Tí elski eg eisini løturnar, tá
eg siti heima við telduna og
skrivi lesarabrøv og greinar.
Tíðin flýgur avstað, og áðrenn eg
veit av, er allur dagurin farin. Tað
er ótrúliga spennandi, ov spenn-
andi kanska, tí onkuntíð havi eg
verið í so skjót á "Send" knapp-
inum. So situr man har og hugs-
ar, "Skít eisini - var tað nú
neyðugt at vera so harðmælt",
sigur Annita og nevnir tvær
óvanliga hvassar viðmerkingar til
tveir tingmenn, hon hevði í
bløðunum hesa somu vikuna.
Báðir eru til staðar í tingsalinum
hendan dagin, men heilsa
vinarliga.
- Sjálvandi er hetta eisini ein
partur av tí politiska spælinum,
og tey flestu duga væl at taka
tað, sigur Annita og heilsar smíl-
andi aftur. - Men tað gevur tær
ongantíð orsøk til at vera ófólka-
lig, og so skalt eisini duga at siga
umskylda.
Í andstøðu
Til tað politiska spælið hoyrir
eisini myndin av eini samgongu
og eini andstøðu, sum eru um at
rúka í tottarnar á hvørjum øðrum
aðru hvørja løtu. Men aftanfyri
leiktjøldini ræður ein tigandi
semja um, at andstøðan ger vart
við møguligar skeivleikar hjá
samgonguni, so hesir kunnu
rættast, meðan tíð er.
– Okkara uppgáva er ikki
minst at halda eyga við, at lands-
stýrið handfer tey ymsu máls-
økini á ein skynsaman hátt. Og
tað ger ofta leiklutin sum and-
støðutingfólk rættiliga avbjóð-
andi og krevjandi. Hinvegin má
eg viðganga, at eg kundi hugsað
mær eitt sindur meir av hugsjón-
arligum mótspæli frá hesi sam-
gonguni. Ikki fyri at skamrósa
okkum sjálvum, men eg haldi
ikki at sitandi samgonga rættiliga
hevur funnið sín identitet. Um
tað er eitt slag av pubertets-
trupulleikum, skal eg ikki kunna
siga, men tað er ørkymlandi at
sita í andstøðu, tá tú ikki veist,
hvat tú ert opponunentur ímóti,
sigur Annita og suffar eitt sindur
og hyggur at talvuni á vegginum
fyri at vita, hvat líður orðaskift-
inum um kommunuvallógina.
Gongur tað kanska nakað seint
eftir hennara tykki?
– Beint nú, ja. Politiska
skipanin er ein konvoy, sum
flytir seg sera seint fyri tað
mesta, og tað mást tú bara venja
teg við. Men eg venji meg
ongantíð við eitt orðaskifti, sum
langt síðani er farið í tómgongd,
tí ongin hevur nakað meir uppá
hjarta, sigur Annita, sum við-
gongur, at slíkar løtur kann tað
vera freistandi at ivast í, hvørja
nyttu tú gert.
Navnið á Annitu er umsíðir
komið á talvuna, og hon ger seg
klára at taka orðið. Útlendinga-
málið er komið á skránna, eitt
mál, sum landsstýrismaðurin ikki
hevur handfarið rætt eftir
Annitusa tykki, so nú má talast
at.
– Eg havi mist talið á, hvussu
ofta eg havi talað at handfar-
ingini av hesum málinum, men
eg blívi við, so leingi tað er
neyðugt. Tað kundi verið eitt av
ráðunum, eg kann geva víðari:
Sig tína meining. Verður hon
sáplað niður, so sig hana umaftur
- og umaftur.
Ambitiónirnar
Á røðarapallinum dregur út-
lendingamálið út, og Annita
hyggur at klokkuni, sum er farin
av fýra. Hon hevur lovað at
heinta børnini, so hon skrivar eitt
skjótt sms til mannin, meðan eg
spyrji, hvar markið millum
politikarin og privatkvinnuna
Annitu gongur.
- Tað er ikki altíð líka lætt at
fáa eyga á. Í síðsta enda finnur
tú tínar grundgevingar í tínum
innastu sannføringum, og sann-
føringar er ikki nakað, tú kanst
lata teg í um morgunin og úr
aftur um kvøldið.
Annita kann væl ímynda sær,
at hetta starvið verður hennara
lívsstarv, so leingi hon brennir
fyri tí. Og enn ger hon sær ongar
tankar um at gevast, uttan so at
eldhugin hvørvur. Tað finnur
veljarin vónandi út av, um hon
sjálv ikki raknar við, meðan tíð
er, sigur hon og leggur afturat, at
í hennara dreymum um fram-
tíðina sær politiska myndin av
hesum landinum heldur øðrvísi
út.
– Mín fremsta politiska
ambitión er at vit fáa fullveldi,
so vit fáa fulla ábyrgd og av-
gerðarrætt yvir okkara egnu
viðurskiftum. Eg kann nevna tær
so nógvar orsøkir, men grund-
leggjandi hevur hetta nakað við
menniskjaligan moral, ábyrgdar-
kenslu og sjálvsviðri at gera. So
leingi málið ikki er fíggjarligt
sjálvbjargni, alir tú fram ein
hugburð, sum altíð vendir nøsina
móti stuðli heldur enn loysnum.
Tí fært tú onki at byggja víðari á,
tí hetta er ein hugburður, sum í
síðsta enda undirgrevur okkara
sjálvsviðri sum tjóð og ikki
minst sum mennskju.
Men hvussu við Annitu sjálv-
ari - hevði hon sagt ja til at taka
evstu ábyrgdina og tikið av ein-
um tilboði um at vera løgmaður?
– Ja, avgjørt. Men tað skuldi
verið sum forseti í fullveldinum
Føroyar - eg haldi, eg hevði
egnað meg til tað, sigur Annita
við einum argandi smíli.
POLITISKT PORTRETT
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Myndir: Jens K. Vang
Klokkan er tíggju hendan hós-
morgunin, vit hitta Annitu á
Fríðriksmørk í gongini í tinghús-
inum. Fyri framman bíðar ein
politiskur gerandisdagur við fyri-
spurningum, atkvøðugreiðslum
og orðaskifti um alt frá goggu-
rúsum á landleiðini og handils-
tiltøkum móti Somalia til komm-
unuvalslógina og útlendinga-
málið.
Meðan hon finnur sær stakkar
av pappírum fram, gevur Annita
sær tíð til eitt prát um politiskar
dreymar, væntanir og so veru-
leikan ein dag, sum hendan og
flestu aðrar dagar í vikuni hjá
einum politikara
– Hugurin at fara uppí politikk
kom heilt einfalt av trongdini til
at blanda meg uppí mest sum alt
rundan um meg og til at kasta
meg út í nýggjar uppgávur.
Samstundis var tað ein tíð, har
luftin sitraði av stórum spurning-
um. Onki minni enn heims-
friðurin var í vanda, veist tú, so
eg málaði friðarmerki á veggin í
kamarinum, gekk friðargongu
niðan í Mjørkadal, helt røður og
skrivaði greinar fullar av eld-
huga. So at stilla upp til løgtings-
val fyri at sleppa inn á ting at
halda á at diskutera stórmál var
upplagt í mínum eygum.
Frá fullveldi til goggurúsur
Annita kom inn á ting í 1998, og
var tað stórmál, hon var komin
eftir, fekk hon tey sanniliga í
ríkiligt mát.
– Sjógvarnir brutu jú óvanliga
hart ta tíðina - fullveldismálið
var í hæddini, fólkaatkvøðan
skuldi fyrireikast, Hvítabók var á
veg ... Men sjálvt um mítt hjarta
eisini veruliga brendi fyri full-
veldinum, kom tað óvart á meg,
at stemningurin í tingsalinum
kundi verða so kensluborin. At
síggja garvaðar, trøllvaksnar
tingmenn standa við tárum í
eygunum á tingsins røðarapalli
og næstan missa tamarhaldið á
sær sjálvum - uha, tað gjørdi
inntrykk, minnist Annita.
Eftir ein slíkan elddóp í polit-
iska lívinum, slepst neyvan und-
an, at málini, sum standa á
skránni ein politiskan gerandis-
dag, kunnu tykjast smá. Men
Annita heldur ikki, tað ber til at
samanbera soleiðis.
- Fyri tað um eg ikki havi skil
ella áhuga fyri til dømis goggu-
rúsum, er hetta eitt mál, sum
kann hava stórar fylgir fyri
gerandisdagin hjá eini rúgvu av
fiskimonnum og teirra familjum.
Tað er jú tað, politikkur í síðsta
enda snýr seg um - at gera lívið
hjá vanligum fólki so liviligt,
sum til ber. Tí er tað eisini mín
skylda at seta meg inn í tað, eg
ikki havi skil fyri, sigur Annita
og hugleiðir víðari um fyrstu
tíðina í politikki.
Spyr framvegis
– Í fyrstuni gjørdi eg mær nógvar
tankar um alt frá, hvussu eg sá út
til ikki at avdúka, hvussu nógv
eg ikki visti. Og eg brúkti nokk
lutfallsliga nógva orku uppá at
finna út av tingunum sjálv,
heldur enn at spyrja. Inntil eg
fann út av, at tað oftast er óneyð-
uga tíðarkrevjandi. Í allarflestu
førum situr onkur í tingbólkinum
við nógvari vitan og stórum
áhuga fyri júst tí málinum, tú vilt
vita meir um. So eg tók dik á
meg og byrjaði at spyrja, og tað
geri eg framvegis. Tað er ikki
fyrr enn, tú heldur teg vita alt, at
vandi er á ferð, sigur Annita,
sum heldur ikki er bangin fyri at
broyta meining.
– Hevur tú eygu og oyru opin,
lærir tú okkurt nýtt allatíðina. Til
dømis kanst tú læra ótrúliga
nógv við at sita og lurta í ting-
salinum og bara hýsa øðrum
vinklum í málinum. Tú skal
sjálvandi ikki gerast ein vinglu-
skøltur av tí, men at læsa tínar
tankar so fast, at tú ikki fært
hugsa longur, tænir ongum, sigur
Annita og heldur fram, at ert tú
Politikarin Annita:
- Starvið sum politikari er fyrst av øllum
ein ótrúligur møguleiki at blanda seg uppí
og rópa varskó, tá okkurt ikki ruggar rætt.
Tað kann vera øgiliga spennandi, rættiliga
møðsamt, men ongantíð keðiligt. Og
markið millum, hvar starvið endar, og tú
byrjar, er sjáldan eyðsýnt, sigur Annita á
Fríðriksmørk.
Vit hava fylgt henni ein arbeiðsdag í
tinginum og kaga afturum almennu
myndina av politikaranum
Blanda teg
uppí
Sig tína meining.
Verður hon sáplað
niður, so sig hana
einaferð afturat
”
Tað er tá, tú heldur teg vita alt, at vandi er á ferð
”
Eg fekk mín politiska elddóp við
fullveldismálinum. At síggja trøllvaksanar
menn við tárum í eygunum á tingsins
røðarapalli - uha, tað gjørdi inntrykk
”
Politisk fyrimynd? Ein av teimum er
Finnbogi Ísaksson. Haldi ikki eg kenni
nakran, sum er so vitugur, greiður og
beinrakin, sum hann
”
- Fyrstu tíðina, eg var
á tingi, hoyrdist kanska
í so lítið til mín Nú
royni eg at halda mær,
so eg ikki verði ein av
champagnuproppunu
m, sum hoppa upp, so
skjótt eitt høvi býðst,
sigur Annita
C
M
Y
K
23
22