Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. oktober 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 203 - 23. oktober 2004 Lesnaður fyri havnarmenn Næstu 50 árini hjá Havnar Bóltfelag komu fyri stuttum út í bók, og eins og við undanfarnu útgávuni, so er talan um eitt vælaverk FÓTBÓLTSBÓK Jákup Mørk »Koyr á HB!« er heitið á nýggju HB-bókini, sum kom á føroyska marknaðin mánadagin, og tó at onkur hevur róð undir, at navnið kundi verið meira hug- flogsríkt, so fær tað ikki nortið við, at talan er um eina væl úr hondum greidda bók. Tað eru nøkur ár síðani, at fyrstu 50 árini hjá HB vórðu fest á blað í bókini, Havnarmenn í Gundadali, og eins og ta ferðina, so er tað aftur ein útvarpsmaður, sum hevur staðið fyri bókini. Tvørtur um grøvina Hesaferð er tað Suni Merkistein, ið saman við HB-eldsálini, Marna Mort- ensen, hevur staðið faddur at bókini, og tó at hann og Arge-maðurin hava hvør sítt skrivingarlag, so ger tað á ongan hátt bókina verri. Orðakringur, sum hann er, so hevur Suni megna at givið bókini ein sera livandi og lesivinarligan tekst, hóast talan í nógvar mátar er um lutfalsliga turrar kap- itlar, sum kronologiskt gjøgnumganga søgu fel- agsins frá 1954 til í ár. Við hesum verður ikki sagt, at søgan hjá felagnum er turrislig, tí tað er hon als ikki, men tá tíðarskeið verða gjøgnumgingið so kronologiskt korrekt, sum tey verða í bókini, so kann vera skjótt hjá skrivaranum at detta í felluna, har endur- tøkur og klichéir verða ger- andiskostir. Og teirri fell- uni hevur Suni hegnisliga driblað seg uttanum. Hartil eru ymsu tíðarskeiðini eis- ini kryddað við endurgev- ingum úr ymsum miðlum, eins og fleiri søguligar myndir prýða bókina allan vegin. Trúgv Í eini søguligari bók sum hesari, eiga hagtøl sín sjálvsagda part, og tó at tað okkurt árið ikki hevur borið til at finna fram til neyvu hagtølini – dómararaseðlar hava ikki altíð veið eins vanligir – so er hesin part- urin av bókini tó væl frágingin. Skjótt er at leita fram, hvør hevur spæl nær, eins og dystaryvirlit og stigatalva fyri hvørt árið sær eru fyri hvørt árið. Somuleiðis er yvirlit yvir HB-leikarar, sum hava um- boðað HB á fótbóltslands- liðnum. Somuleiðis er líknandi yvirlit at finna yvir kvinnu- ligu síðuna av fel- agnum, eins og ymsir varðar og ymisk fyribrigdi í felagssøguni fáa serstaka umrøðu. Í so máta er bókin ógvuliga trúgv mótvegis søgu felagsins, og tað ger hana eis-ini til ta leksikon og tann varða, sum ein slík útgáva eigur at vera. At dómarar, stuðlar, málverjar og formenn eisini fáa sín part, ger hana ikki minni verda í so máta. Dirvið skal til Nú verða ummæli av eini bók altíð ein subjektiv uppliving, men yvirritaði blaðmaður er í øllum førum av teirri fatan, at tað serliga eru tveir lutir, sum gera bókina kanska meira áhugaverda, enn so nógvar aðrar av líknandi slag. Eitt er, at tað ár fyri ár verður tikið samanum, hvat meira hendi í felagnum umframt tað, sum besta liðnum var fyri. Tað er beinleiðis stuttligt at sita við bókini og brádliga koma fram á, at manningin á pinkulingaliðnum, sum í 1975 vann FM, taldi fram- tíðar profilar sum Johannes Ejdesgaard, Kaj Leo Johannesen, Julian Hansen, Bjarna Jacobsen og Kára Reynheim. Umframt sjálvandi hini nøvnini, sum ofta eru á slíkum liðum, og sum lesarin í dag ikki setur í samband við júst fótbólt. Hitt er, at høvundarnir hava havt dirvið til at pilka nakrar einstaklingar burtur úr mongdini og síðani gjørt stuttar vangamyndir av hes- um monnum. Dirvi, tí tað vil altíð vera ein spurningur um, hvørjir leikarar skulu sleppa upp í part í hesum. Mong eru ivaleyst tey, sum eru ósamd í valinum, og helst er eisini onkur fyrrver- andi leikari, sum kennir seg forsmáddan, men tað gevur bókini lív og sál, at slíkar subjektivar metingar eisini sleppa upp í part. Samanum tikið, so er talan sambært yvirritaða um eina bók, sum saman við útgávunin um fyrru hálvu øldina, gevur eina – um ikki heilt, so nærum – full- fíggjaða mynd av søguni hjá felagnum. Eitt gott leksikon, sum er sera handugt, tá ivamál um fortíðarinnar hetjur skulu greiðast, og ein enskur samandráttur í endanum ger hana eisini henta, tá tosast skal við fólk uttan fyri okkara landoddar. Um øll so vilja hava eina bók, sum snýr seg um HB, er ein annar spurningur, sum ymisk viðhaldsfólk helst eru ymisk á máli um. Men hjá einum HB-fan er hon eitt »must«. Fimm favor- ittar Tað tykist ikki vera stórvegis ivi um favoritt-leiklutir- nar í teimum fimm flogbóltsdystunum um vikuskiftið FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Fimm flogbóltsdystir verða leiktir í teimum báðum meistaradeildun- um hetta vikuskiftið. Tríggir hjá kvinnunum og tveir hjá monnunum. Hjá kvinnunum tykist størsti spenningurin vera um dystin í Hoy- víkarhøllini millum KÍF og Drátt. Tað er tó einki at ivast í, at Dráttur er favoritturin í dystinum, eftir at tær byrjaðu kappingarárið við at vinna heimadystin móti ÍF. Á Kambsdali man Mjølnir hava góðar vón- ir um at taka sær av stigunum, tá tær vitja hjá ÍF, og tað sama man TB hava, tá tær vitja hjá nýuppflutta SÍ. Ikki serliga spakulig byrjan, sum SÍ við hesum fær. Fyrst í Klaksvík móti Mjølni og síðani heima- dyst móti TB! SÍ heldur frí Hjá monnunum eigur ÍF heimadyst móti Mjølni, men nógv bendir á, at hesin ikki verður so spennandi, sum hann annars hevur verið tað í fleiri ár. Mjølnir byrjaði við at vinna trupla heimadyst- in móti SÍ, og einki er at ivast í, at teir hava ætl- anir um at taka sær av øllum á Kambsdali. ÍF fekk í sín part eina laka byrjan, tá teir máttu lúta fyri Fleyr í fyrsta dyst- inum. Og eftir at Fleyr í fjør var klárt veikasta liðið í kappingini, tykjast teir nú standa við møguleik- anum at fáa fult annan dystin á rað. Móti Fram hevur talan annars ofta verið um sera tættar dystir, men soleiðis sum Fleyr legði frá landi seinasta vikuskifti kann helst roknast við, at teir aftur hesa ferð taka tvey stig við sær í posan. Hondbóltsstøður Sunset-kappingin v. t. mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Søljan 2 2 - 0 - 0 68 39 29 4 2 Neistin 2 2 - 0 - 0 59 41 18 4 3 Stjørnan 2 2 - 0 - 0 51 38 13 4 4 VB 2 1 - 0 - 1 55 40 15 2 5 StÍF 2 1 - 0 - 1 53 56 -3 2 6 VÍF 2 0 - 0 - 2 37 55 -18 0 7 Kyndil 2 0 - 0 - 2 36 61 -25 0 8 Tjaldur 2 0 - 0 - 2 43 72 -29 0 Atlantic Airways-kappingin v. t. mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 2 2 - 0 - 0 50 47 3 4 2 H71 2 1 - 0 - 1 63 53 10 2 3 Kyndil 2 1 - 0 - 1 54 50 4 2 4 StÍF 2 1 - 0 - 1 55 51 4 2 5 KÍF 2 1 - 0 - 1 52 58 -6 2 6 Neistin 2 0 - 0 - 2 52 67 -15 0 Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 1 1 - 0 3 0 3 2 2 TB 1 1 - 0 3 0 3 2 3 Dráttur 1 1 - 0 3 1 2 2 4 ÍF 1 0 - 1 1 3 -2 0 5 KÍF 1 0 - 1 0 3 -3 0 6 Fleyr 1 0 - 1 0 3 -3 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Fleyr 1 1 - 0 3 0 3 2 2 Mjølnir 1 1 - 0 3 1 2 2 3 SÍ 1 0 - 1 1 3 -2 0 4 ÍF 1 0 - 1 0 3 -3 0 5 Fram 0 0 - 0 13 41 -28 0 Hálvt fimtahundrað síður fyllir nýggja bókin um HB, og mest sum allar eru tær bæði handugur og undirhaldandi lesnaður C M Y K 20 Nr. 203 • Vikuskiftið 23.–24. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Spinnandi óðir ráðgevar? LIST Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Litríki listamaðurin Eyvindur Mohr hevur fyri stuttum lagt síðstu hond á málning av Atla P. Dam, fyrrverandi løgmanni. Eyvindur hevur málað løgmenn áður, men illa darvaður av álvar- samari sjúkralegu, fór hann aftur til verka við andlitsmyndina av vinmaninum Atla, og málningur- in hongur nú á løgmansskriv- stovuni millum aðrar løgmans- myndir. Klín á gólvið Eyvindur er 78 ára gamal og er kendur sum litríkur persónur og góður listamaður, sum ikki leggur fingrarnar ímillum. Mangar eru viðmerkingar hans- ara til etablerað mentafólk og mentanarumhvørvið sum heild. Hóast merktur av sjúku, so er Eyvindur ikki heilt fánaður burtur sum viðmerkjari. – Ein fær ikki liva fyri mentan, alt er mentan. Ummælarar vita hvat list er, og hvussu ein máln- ingur skal málast. Tað veit lista- maðurin ikki altíð, men hann veit kanska hvussu eitt ummæli skal skrivast, hugleiðir Eyvindur. – Ongin kann forbjóða nøkrum at klína eina tubu á gólvið ella at stoyta eitt málingablikk, so eitt mynstur kemur fram. Er viðkom- andi so smartur, so rættar hann okkurt smávegis, so alt ikki er tilfeldigheitir, - og sig so at hetta er list!, sigur Eyvindur við ein- um skeivum smíli, meðan hann minnist listamannin Moon, ið hevði eitt 10 metrar langt, hvít lørift, har bert ein gulur hálv- máni var niðast í einum horni, og hetta var list, tí ongin hevði gjørt tað áður! Í respirator Men fyri stuttum merktu myrk strok lívsmynd Eyvinds. Álvars- liga sjúkur lá hann í respiratori. Vónirnar vóru ikki stórar. Men, sum læknin tók til; tempera- mentið og viljin steðgaðu ikki á, og vóru við til at lekja. Eyvindur kom seg aftur og situr nú meginpartin av tíðini í rullistóli. Sambært Eyvindi, so var tað eisini málningurin av fyrrverandi løgmanni sum bíð- aði, og sum tessvegna helt lív í honum, tí nakað var at liva upp til og hetta fekk Eyvind at halda fram. Spakuliga byrjaði hann at venja, fyrst hendurnar, og so líðandi kom hann seg aftur, so hann aftur fór til verka. Hamari, metil og lagnusymfoni Eyvindur greiddi í grein í týs- dagsblaðnum nærri frá nýggju løgmansmyndini. Men tað, sum veruliga setur gongd á, tá Eyvindur málar - kanska mest størri motiv - er tónleikur. Í málararúmi sínum í kjallaranum hevur hann fløguspælara, og oftast byrjar hann við Pavarotti. – Beethoven og eg rigga eisini væl saman, sigur Eyvindur, og nevnir droymandi, at serliga ein satsur í c kann gera nakað serstakt. – Er talan um brim t.d, so er best, um síðsta slag ljóðar, tá síðsta strok verður málað. Síðsta strok í c moll!, staðfestir Ey- vindur, og við keipum vísir hann eitt slag, eitt strok, ið óivað hevði verið eitt brimbot av teim- um størru á løriftinum. At Eyvindur ikki er ein og hvør, men ein tónleikaelskari og ein litríkur persónur, prógvar hendan søgan: – Tá eg kom heim, hevði eg eitt gongustativ. Eg gjørdist argur av hesum og blakaði tað frá mær og datt síðani og breyt beinið, lærið, greiðir Eyvindur frá. – Eg vildi ikki viðgerast undir narkosu, men kanska lokal- bedøvast. Tveir læknar vóru inni, og hin eini spyr tá, um eg ikki eri Beethoven elskari? Eg sigi, at tað eri eg og so segði hann, at so var bert at koyra Beethoven frá. Eg visti ikki reiðiliga, men avgjørdi, at so skuldi tað vera Lagnusym- foniin, tí har er buldur og brak og lívsvilji, greiðir Eyvindur livandi frá. – Og í takt við kendu lagnu- tónarnar, ið líkasum buka, hoyrd- ust hamari og meitil og teir settu seymir í. Eg stjórnaði, teir við- gjørdu, og so var liðugt, so har hjálpti Beethoven mær væl, sigur Eyvindur læandi, meðan hann við ørmunum ger somu keipur, sum ein dirigentur. Eftir málandi frágreiðingina smílist Eyvindur og aftur er viðmerkjarin klárur, tá spurt verður um kynstrið at mála and- litsmyndir, men álvarin lúrir tó undir. – Øll eru ymisk. Eitt andlit er ein labyrint, har eygu og skuggar hava nógv at siga. Næsaskuggin er avgerandi. Tað er næstan so, at ljótari eitt andlit er, tess áhuga- verdari er tað, sigur Eyvindur Mohr. Síðsta strok í C moll Eftir sjúkralegu kom listamaðurin Eyvindur Mohr seg aftur við treiskni og lívsvilja, men hann gekk við gangistativi, sum hann blakaði frá sær, so hann harvið datt og breyt beinið.-Eg vildi ikki viðgerast undir narkosu. Ein spyr tá, um eg ikki eri Beethoven elskari? Eg sigi, at tað eri eg, og so segði hann, at so var bert at koyra Beethoven frá. Eg avgjørdi, at so skuldi tað vera Lagnusymfoniin, tí har er buldur og brak og lívsvilji Eyvindur Mohr kom seg eftir álvarsliga sjúkralegu. Tá hann fekk gangistativ, blakaði hann tað argur frá sær og breyt síðan beinið. Undir viðgerðini vildi Eyvindur ikki í narkosu, men ístaðin kom alskurin til tónleik til hjálpar, so hann ístaðin stjórnaði Lagnusymfoniini hjá Beethoven, meðan læknar larmaðu við hamara og meitli og settu seymir í lærið Mynd; Jens K. Vang Tinghellan s. 13–16 21