Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. oktober 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 23. oktober 2004 19 SMS fer á HB- búnan Tey bæði seinastu árini hevur tað verið Føroya Bjór, sum hevur verið høvuðsstuðulin hjá HB, men hetta tykist nú at vera søga. SMS sendi hóskvøldið út tíðindaskriv, har sagt verður, at teir fara at skriva undir sponsor- sáttmála fríggjadagin seinnapartin, beint áðr- enn stóri vinningurin á lutaseðlunum hjá HB- stuðlum verður drigin. Tað stendur ikki í tíð- indaskrivinum, men tað ljóðar fyri vist, at talan verður um sponsorsátt- mála, sum ger SMS til høvuðsstuðul hjá HB tey bæði komandi kapp- ingarárini. Hetta er ein leiklutur, sum SMS ongantíð áður hevur havt í ítróttarhøpi. Áður hevur Miklagarð- ur verið millum spon- sorarnar hjá onkrum fel- agi, og seinasta árið hevur Sunset gjørt nógv um seg sum stuðul í kvinnuhondbólti, men hetta verður so fyrsta ferðin, at SMS sjálvt verður høvuðsstuðul hjá ítróttarfelag. -jm Kaup- thing stuðlar VÍF SPONSORAVTALA tíðindaskriv frá VÍF Vestmanna Ítróttarfelag (VÍF) hevur gjørt nýggja stuðulsavtalu við Kaupthing Virðisbræva- meklarafelag P/F, ið inniberð, at Kaupthing verður høvuðsstuðul hjá VÍF komandi 2 árini Kaupthing hevur sein- astu árini verið ein av stuðlum felagsins og eru partarnir komnir ásamt um, at Kaupthing verður høvuðsstuðul felagsins frá og við kappingarár- inum 2004/05. Stuðulsavtalan verður undirskrivað av báðum pørtum í Ítróttarhøllini í Vestmanna, sunnudagin 24. oktobur, aftaná mansdystin millum VÍF og KÍF. Oddabrak í Klaksvík Spenningur í Havn Stjørnan tekur á heimavølli móti Neistanum, sam- stundis sum argastu kappingarneytarnir takast á Giljanesi HONDBÓLTUR Jákup Mørk Stjørnan og Neistin eru tvey av trimum liðum, sum hava fult stigatal eftir tey bæði fyrstu umførini, og tí er av sonnum lagt upp til oddabrak, tá hesi bæði lið hittast í Klaksvík sunnu- dagin. Samstundis er hetta dysturin millum liðið, sum hevur vunnið so nógv teir flestu sigrarnar í føroysk- um kvinnuhondbólti og so liðið, sum í løtuni tykist vera í sterkastu maktstøð- uni í føroyskum kvinnu- hondbólti. Tað er einki at ivast í, at verjandi meistararnir úr Klaksvík eru favorittar í dystinum. Tær hava longu verið í Vági, har kanska truplasti útidysturin í grundspælinum var upp- gávan, og tá tær megnaðu hesa uppgávuna, so er kanska ilt at siga, hvør skal steðga teimum. Hinvegin er tað ein sannroynd, at Stjørnan í mun til tann dystin ikki hevur Joan M. Joensen. Hon er stødd uttanlands, og sum skilst, so verða tað bert nakrar heilt fáar dystir, sum hon fer at ferðast heim til. Hartil meiddi Beinta Joen- sen sær hondina í Vági, og tí er ikki víst, at hon fer at spæla sunnudagin. Styrkisroynd á Giljanesi Leygardagin fer triðja liðið, sum higartil hevur fult á vøllin. Søljan hevur í teim- um báðum fyrstu dystunum vunnið greiðar sigrar á ávíkavist Tjaldri og VÍF, og tí eru tær í teirri heldur óvandu støðu, at tær eru oddalið í deildini. Tað er tó ein sannroynd, at teir báðir sigrarnir eru komnir móti liðum, sum undan kappingini vórðu mett at hoyra til veikara endan, og tí kann væl sig- ast, at hetta verður eitt slag av styrkisroynd hjá Søljuni. Tí tað er einki at ivast í, at VB – hóast tapið seinast – ætlar sær at vera partur av oddastríðnum aftur í ár. Liðið tykist eisini hava í minsta lagi somu styrki, sum tær høvdu í fjør, men skal oddurin ikki draga alt ov langt frá, so er neyðugt tveimum stigum leygar- dagin. Og so verða eisini tveir aðrir dystir sunnudagin. Í Havn hittast Kyndil og StÍF, og eftir at strandakvinnur fingu síni fyrstu stig sein- asta vikuskifti, er spurning- urin, hvørt tað hesaferð skal gerast Kyndil, sum sleppur á talvuna. Í Vestmanna hevur stiga- leysa VÍF heimadyst móti somuleiðis stigaleysa Tjaldri. Botndystur er ikki akkurát tað, sum kvinnur- nar í Vestmanna eru vanar við, men tað er so støðan hesaferð, og so er spurning- urin, hvørt tær megna at taka alt móti Tjaldri, sum tey bæði fyrstu umførini hevur tykist sum veikasta liðið í kappingini. Strandingar vitja hjá Kyndli sunnudagin, og tað tykist vera dysturin um, hvør skal renna í hølunum á Vestmenningum HONDBÓLTUR Jákup Mørk Tey bæði, Kyndil og StÍF, verða bæði roknaði sum møguligir kandidatar til avgjørda oddastríðið hetta kappingarárið. Kyndil, sum hevur at kalla alt fólkið frá í fjør tókt, er helst favoritt- urin í hesum spælinum, nú strandingar tykjast satsa alt upp á egna framleiðslu í ár, men hóast tað, so hevur StÍF víst, at knotur enn eru í monnum. Móti VÍF vóru tað soleiðis bert brotskøst- ini, sum vóru á muni. Kyndil hevði eina einki serliga premieru, tá teir máttu lúta fyri KÍF, men móti Neistanum seinasta vikuskiftið sýndu teir, at teir hóast alt ætla sær at vera við, har sum tað hendir í ár. VÍF heldur fram Einasta liðið, sum enn hevur fult stigatal, er VÍF, og tað tykist væl hugsandi, at hetta eisini er galdandi eftir sunnudagin. KÍF kem- ur á vitjan, og tó at hesir ofta hava argað vestmenn- ingarnar, so hevur tað mest sum hvørja ferð verið VÍF, sum hevur drigið longra stráðið í grannadystunum. Seinasti dysturin hetta vikuskiftið verður í Hoy- víkarhøllini, har Neistin vitjar hjá H71. Einki er at ivast í, at lagið eftir tey bæði fyrstu umførini er sera ymiskt í teimum báðum legunum. Hoyvíkingarnir taptu tepurt fyri VÍF í fyrsta dystinum, men seinasta vikuskiftið vundu teir burtur úr KÍF og prógvaðu sostatt, at teir í ár ætla sær nakað longur upp á talvuni, enn teir hava verið seinnu árini. Neistin hevur hinveg- in sum einasta drigið púr- asta svart higartil. Vónirnar undan árinum mundu ann- ars ikki vera heilt lítlar, men tvey stórtap fyri StÍF og Kyndli hava uttan iva gjørt, at hesar vónir eru lækkaðar. Um tær so fara at vaksa aftur eftir vikuskiftið fer tíðin at vísa. Hóast bert tvey umfør eru leikt av kappingini, so hava bæði Kyndil og StÍF givið tekin um, at tey ætla sær at vera við, har sum tað er stuttligt at vera Bæði Stjørnan og Neistin hava fult stigatal undan innanhýsis dystinum, sum verður í Klaksvik sunnudagin 19 Stjørnan sleppur kortini ikki at senda sínar heimadystir á Televarpinum. Í øll- um førum ikki so leingi, sum eingin av- talan við ÍSF fyriligg- ur um hetta HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sum vit skrivaðu í gjár, so hevði Hondbóltsfelagið, Stjørnan, fingið í lag eina royndaravtalu við Televarp- ið, har heimadystir felags- ins skuldu vísast á Rás1 hjá Televarpinum. Tá greinin var skrivað í gjár stóð, at bert smálutir nú restaðu, áðrenn alt var endaliga klárt til sendingar- nar, men nú vísir tað seg so, at ein av hesum smálutum gjørdist ein beinleiðis forð- ing. Hvørki Televarpið ella Stjørnan hava nakað loyvi at senda slíkar dystir. Einki loyvi Tað eru í dag bara Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya, sum hava loyvi til at senda frá føroyskum ítrótti, og so er líka mikið, um talan er um beinleiðis sendingar ella forskotnar sendingar, so- leiðis sum talan ætlandi skuldi verða um hjá Stjørnuni. Hetta staðfestir ÍSF-for- setin, Heðin Mortensen, tá vit fríggjamorgunin fingu orð á hann. – Teir báðir stovnarnir rinda hvør í sínum lagi eina ávísa upphædd. Avtalan aftan fyri hetta ásetur mill- um annað, at stovnarnir hava frítt at senda frá øllum føroyskum kappingum og kappingum og dystum. Einastu dystir, sum ikki eru fevndir av hesi avtaluni, eru landsdystir. Tá mugu stovn- arnir gera avtalu beinleiðis við avvarandi sersombond- ini. Hinvegin treytar ÍSF sær so ávísar treytir. Eitt nú at smærru ítróttargreinar- nar eisini verða røktar. Uppgávan hjá okkum er so at fordeila hesar pengarnar, soleiðis at teir koma før- oyskum ítrótti at frama. Fýrkantað sagt, so hevur eingin loyvi at fara inn á ítróttarmarknaðin uttan við loyvi frá ÍSF. Tann reglan er gjørd, soleiðis at vit hava nakrar ávísar karmar at virka undir, sigur Heðin. Nýggj støða Víðari sigur hann, at hetta er ein avtala, sum í fleiri ár hevur riggað fínt. – Men nú er tað so broytt við hesi áheitanini um, at sleppa at senda ein hond- bóltsdyst forskotið. Tað er jú ein møguleiki, sum ikki hevur verið áður, um Sjón- varpið er útilokað, so talan er um eina nýggja støðu. Vit hava síðani hetta kanna- ð málið, og sum her, so er ikki heimild hjá teimum at senda dystin. Skal hetta kunna lata seg gera, so er neyðugt hjá Televarpinum at gera eina avtalu við ÍSF á jøvnum føti við SvF og ÚF, sigur ÍSF-forsetin, sum samstundis avsannar, at tal- an skal vera um nakra eks- lusiv-avtalu, sum teir báðir stovnarnir hava við ÍSF. – Hinvegin má eg siga, at eg skilji væl Stjørnuna, nú tey hava arbeitt við hesum møguleikanum. Tað er eitt átak, sum kann geva nakað til felagið, og tó at tað er tungt at fáast við Sjónvarps- framleiðslu, so kann væl vera, at hetta vildi borið til. Hvørt talan so verður um føroyskan ítrótt á øðrum rásum enn ÚF og SvF framyvir, dugir Heðin Mortensen ikki at svara í løtuni. Men hann leggur dent á, at hann sum so ikki sær tann heilt stóra trupul- leikan í hesum. – Eg rokni við, at hetta er eitt mál, sum fer at verða tikið fram á komandi stjórnarfundi í ÍSF. Og er Televarpið áhugað í at gera eina avtalu, so dugi eg ikki at síggja nakran sum helst trupulleika við hesum, bara tær treytir, sum vit annars seta verða loknar. Um kapping kemur á økinum, so vil hetta helst bara vera føroyskum ítrótti at gagni, so tí hava vit einki ímóti, staðfestir Heðin at enda. Nr. 203 • leygardagur • 23. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Dystir um vikuskiftið Hondbóltur - Sunset-kappingin Dagur Kl. Dystur 23.10 15.00 Søljan-VB Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen 24.10 14.30 Kyndil-StÍF Kári Hansen & Dánjal Hansen 24.10 14.30 VÍF-Tjaldur Hannis Wardum & Uni Wardum 24.10 15.00 Stjørnan-Neistin Hartvig Joensen & Poli Hansen Atlantic Airways-kappingin 24.10 16.00 Kyndil-StÍF Kári Hansen & Dánjal Hansen 24.10 16.00 H71-Neistin Kristian Joensen & Karstin Joensen 24.10 16.00 VÍF-KÍF Hannis Wardum & Uni Wardum Flogbóltur- Meistaradeild kvinnur 23.10 14.00 KÍF-Dráttur Mjølnir 24.10 14.00 ÍF-Mjølnir KÍF 24.10 14.00 SÍ-TB Dráttur Meistaradeild menn 23.10 16.00 Fram-Fleyr SÍ 24.10 16.00 ÍF-Mjølnir SÍ Taptu hóast gott spæl Føroyska U-17 landsliðið í fótbólti leikti mikudagin sín næsta dyst í EM-undankappingarbólkinum. Hesaferð vóru tað skotsku vertirnir, sum vóru mótstøðuliðið, og tó at okkara leikarar spældu ein fínan dyst, so endaði tað við skotskum 2-0 sigri. Skotar komu á odda heilt tíðliga í dystinum, men eftir hetta var tað fyri tað mesta føroyska liðið, sum stóð fyri undirhaldinum. Eitt gott trýst varð fingið í lag oman móti skotska málinum, men hóast hetta eisini viðførdi møguleikar, so vórðu hesir ikki umsettir til mál. Og tá skotar so nakað inn í seinna hálvleik øktu til 2- 0, var dysturin mest sum liðugur fyri okkara viðkomandi. Seinasti dysturin hjá føroyska liðnum var móti Noreg, sum eisini hevur tapt báðar sínar dystir. Tann dysturin var á skránni fríggjadagin eftir evstamark okkara. Føroyska ferðalagið kemur eftir ætlan heim leygardagin. -jm Eingin hondbóltur á Rás1 kortini – Er Televarpið áhugað í at gera eina avtalu, so dugi eg ikki at síggja nakran sum helst trupulleika við hesum, sigur Heðin Mortensen, forseti í ÍSF, sum umsitur rættindini til føroyskan ítrótt Stjørnan sleppur kortini ikki á Televarps-skíggjan sunnudagin, soleiðis sum tey í Klaksvík annars høvdu ætlað C M Y K 18