leygardagur 23. oktober 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 203 - 23. oktober 2004
Nr. 203 - 23. oktober 2004
17
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Hósdagin 21. oktober
var almenn móttøka á
Tjarnargarði við Hoy-
víksvegin í Havn í
sambandi við at
eldraíbúðirnar eru
lidnar. Tjarnargarður
er fyrrverandi
Marinustøðin, sum
Tórshavnar býrðað
hevur keypt og inn-
rættað til eldraíbúðir
MÓTTØKA
Myndir: Jens Kristian Vang
Gott 200 fólk vóru savnaði
á Tjarnargarði hósdagin 21.
oktober, tá almenn móttøka
var á Tjarnargarði í sam-
bandi við at eldraíbúðirnar
vóru lidnar.
Røður vórðu hildnar av
Jan Christiansen, borgar-
stjóra, Beatu L. Samuelsen,
formanni í sosialu nevnd
hjá býráðnum, og Hensiu
Einarsson, leiðara á Tjarn-
argarði. Eisini var sang-
framførsla av Sannu í
Brekkunum.
Jan Christiansen segði
m.a., at tað var honum ein
stór gleði at vera við til há-
tíðarløtuna, nú eldraíbúð-
irnar á Tjarnargarði eru
lidnar. Tað er eisini at gleð-
ast um, at Tjarnargarður fer
at hava dagheim til minnis-
veik.
At Tjarnargarður eisini
fer at hava tilboð um
fyribyrgjandi venjingar við
fysio- og ergoterapi fer at
gera, at tey gomlu kunnu
varðveita førleikan longri
og harvið hava eina betri
lívsgóðsku. Tað minkar
eisini um tørvin á røktar-
heimsplássum.
Hensia Einarsson segði
m.a. at tað er eitt privileg-
ium at vera leiðari á Tjarn-
argarði. Karmarnir eru
framúr góðir og starvs-
fólkið sera motiverað.
Stovnurin
skal
hýsa
ymiskum virksemi, og enn
er bert fyrsti parturin kom-
in í gongd, nevniliga bú-
parturin við 10 búfólkum.
Tjarnargarður
hevur
nógvar áhugaverdar grann-
ar, m. a. Adventistaskúlan
og ein barnagarð beint
yvirav. Tað er so upplagt at
fáa samstarv í lag við hesar
stovnar. Tað er mín vón, at
Tjarnargarður verður eitt
livandi stað, har genera-
tiónirnar koma saman til
gleði og gagn fyri øll.
Eisini hevði Hensia eina
heilsan til umboðini fyri
Færøernes
Kommando.
"Tak for at I solgte Marine-
stationen
til Torshavns
kommune. Da jeg var ung,
følte jeg mig velkommen
på Marinestationen, lidet
anende, at vi nu kan gøre
gengæld. Skulle I få brug
for de tjenster, vi yder her
på stedet, er I selvfølgelig
velkomne".
Tjarnargarður við Hoyvíksvegin:
Vaktarskifti á gomlu marinustøðini
Jan Christiansen, borgarstjóri
handar leiðaranum av
Tjarnargarði, Hensiu Einarsson,
ein málning av Zacharias
Heinesen sum gávu frá býráðnum
Vaktarskifti á gomlu marinustøðini. Umboð fyri Færøernes Kommando saman við starvsfólkunum á Tjarnargarði
Umboð fyri Færøenes Kommando vitjaðu sítt fyrrverandi arbeiðspláss
Kartni Winther vitjar konuna, Dagmar, sum er eitt av
búfólkunum á Tjarnargarði
Bókarøðin um alis-og evnafrøði liðug
Í samband við, at
bókarøðin, Alis-og
evnafrøði 1 til 3, nú er
liðug, varð skipað fyri
framløgu av bóka-
verkinum í Menta-
málaráðnum hósdag-
in, har Føroya Skúla-
bókagrunnur legði
allar bøkurnar fram
FRAMLØGA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var landsstýrismaðurin
í mentamálum, Jógvan á
Lakjuni, sum legði fyri
hendan dagin.
Niels
Petersen,
sum
hevur verið við í øllum hes-
um arbeiði og Helena D. á
Neystabø, greiddu vegna
Skúlabókagrunnin
frá
bókaútgávuni.
Høvundurin, sum hevur
skrivað snotuligu og dygd-
argóðu verkini, Pól Jesper-
sen, hevði eisini eina
hugnaliga frágreiðing um
sín viðfødda áhuga fyri
alis-og evnafrøði.
Hann greiddi frá tíðini
sum smádrongur, tá ið hann
royndi eitt sindur av hvørj-
um innan alis-og evna-
frøðina.
Báður Niclasen, sum
starvast á Náttúruvísinda-
deildini, segði eisini nøkur
orð um týdningin av alis-og
evnafrøðini
í
breiðari
merking.
Lærarin í alis-og evna-
frøði, Jacob Thomsen, sum
hevur
starvast
við
Tórshavnar kommunuskúla
í meira enn eina fjórðings
øld, hevði tveir næmingar
við til framløguna, har
hesir gjørdu nakrar royndir
úr tilfarinum.
Sosialurin fer týsdagin at
venda aftur til ymiskt av tí,
sum sagt varð við fram-
løguna
í
Mentamála-
ráðnum.
Frálíki teknarin, Óli Pet-
ersen, sum saman við Jan-
usi Dam Guttesen hevur
verið við til at ríkað verkini
við tekningum, var eisini
við hendan dagin.
Heimligt umhvørvi
Bókarøðin, Alis-og evna-
frøði 1 til 3, er ætlað næm-
ingum, sum ganga í 7.
flokki og í framhalds-
deildini.
Triðja og seinasta verkið,
sum nú er komið, er ætlað
næmingum í 9. flokki.
Umframt tríggjar grund-
bøkur, eru eisini tríggjar
uppgávubøkur og tríggjar
lærarabøkur.
Eitt av endamálunum við
bókarøðini er at geva næm-
ingunum í fólkaskúlanum
møguleika fyri at ogna sær
vitan á hesum víðfevnda
øki á móðurmálinum – og
við støði í heimligum um-
hvørvi.
Tað er sum nevnt Pól
Jespersen, studentaskúla-
lærari, sum hevur týtt og
tillagað alla bókarøðina til
føroysk viðurskifti.
Í sambandi við arbeiðið,
hevur ein námsfrøðiligur
stuðulsbólkur við lærarun-
um, Harriet Hansen, Selmar
Jacobsen og Jacob Thom-
sen, viðgjørt handritið.
Rættlestrinum
hevur
Svenning Tausen tikið sær
av.
Tekningarnar
Grundbókin er prýdd við
litføgrum og lýsandi mynd-
um, sum Óli Petersen hevur
teknað. Aftrat hesum eru
fotomyndir úr umheimin-
um og eisini úr føroyska
gerandislívinum.
Janus
Dam
Guttesen
hevur prýtt arbeiðsbókina
og lærarabókina við góðum
og frágreiðandi tekningum
til hvørja arbeiðsuppgávu.
ReproZ hevur staðið fyri
umbrótingini av bókaverk-
inum, Alis-og evnafrøði 1
til 3.
Í gjár klokkan 10
skuldi stýrið fyri SEV
hava fund um bygn-
aðarbroytingarnar,
sum umboðsráðið
samtykti í vár
SEV
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var í vár, at umboðs-
ráðið hjá SEV samtykti at
fremja broytingar í viðtøk-
unum um bygnaðin hjá
elfelagnum. Samtykt varð,
at SEV í staðin fyri at hava
sjey deildarleiðarar, nú skal
hava tríggjar deildarstjórar.
Á fundi fríggjamorgunin
klokkan 10 fór stýrið fyri
SEV undir at viðgera mál-
ið, og ætlanin var at taka
støðu til bygnaðarbroyting-
arnar.
Undan fundinum í gjára-
morgunin vildi stjórin í
SEV, Klæmint Weihe, ikki
siga, hvørjir deildarstjórar-
nir verða, men hann upp-
lýsti, at teir tríggir skulu
taka sær av fyrisiting, fram-
leiðslu og býtisvirkjum,
sum tað verður rópt.
Í hesum seinasta liggur, at
deildarstjórin eitt nú fer at
hava ábyrgdina av linjunum
hjá SEV og tí partinum, sum
liggur uttanfyri elverkið.
Trý nøvn
Klæmint Weihe sigur, at
almenningurin
verður
kunnaður um, hvørjir deild-
arstjórarnir verða, tá ið
stýrið hevur viðgjørt og
tikið støðu til bygnaðar-
broytingarnar.
Sosialurin hevur skilt, at
teir, sum eru uppá tal til
deildarstjórastørvini
hjá
SEV, eru John P. Danielsen,
sum verður fíggjarstjóri,
Bjarki Hermansen, sum
verður rakstrarstjóri og
Finn Jakobsen, sum kemur
at taka sær av býtisvirkjum.
Klæmint Weihe sigur, at
teir, sum ætlandi verða sett-
ir í hesi størv, ikki hava
fingið tað at vitað enn.
– Fyrr enn stýrisfundurin
er lokin, vita vit ikki, hvat
úrslitið verður, sigur hann.
Fundur um bygnaðar-broytingar á SEV
– Fyrr enn stýrisfundurin er
lokin, vita vit ikki, hvat
úrslitið verður, segði stjórin í
SEV, Klæmint Weihe, undan
fundinum í gjáramorgunin
Niels Petersen, sum starvast á Føroya Skúlabókagrunni, hevur
verið ein veldugur "primu-motorur", tá ið ræður um nýggjar
skúlabøkur seinastu mongu árini
Mynd: Vilmund Jacobsen
Høvundurin, Pól Jespersen,
studentaskúlalærari. Hans-
ara áhugi fyri alis-og evna-
frøði má sigast at vera við-
føddur
Mynd: Vilmund Jacobsen
Næmingar saman við læraranum, Jacobi Thomsen, ger
royndir úr bókaverkinum
Mynd: Vilmund Jacobsen
C
M
Y
K
17
16