Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. oktober 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 203 - 23. oktober 2004 15 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tøkk Hjartaliga takka vit fyri alla hjálp og sýnda samkenslu tá elskaða mamma, omma og langomma okkara Pavla Guttesen fødd Dam,Tórshavn andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri talu og sang, fyri blómur, kransar og gávuna til Zarepta. Ein serstøk tøkk til heimahjálpararnar og annars tøkk til øll, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Jóna, Katrin, Gunrið og Jens Christian Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu og hjálptu til, tá okkara elskaði maður, pápi, verpápi og abbi Líggjas Eliassen Mikladali lá sjúkur, andaðist og varð jarðaður. Takk fyri blómur, kransar, uppringingar, vitjan inn á gólvið, takk øll tit, sum hjálptu til við jarðarferðina. Takk fyri peningagávur til Mikladals kirkju. Takk til prestarnar Niels Paula og Hans Eiler og til tín Pól, fyri vitjanir og fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Takk til tykkum frá Heimamissiónini, sum júst vóru stødd her tá, fyri tykkara hjálp við urguleiki og góðum sangi. Takk til tykkum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og í Heimarøktini. Hjartaliga takk øll somul. Margretha, Sigrun, Jógvan Sámal, Margret, Marta og Elisa Dagurin 23. oktober. Severinus, deyður umleið ár 400. Biskupur í Køln. Í Danmark er hann komin í bland við tann halga mannin Søren úr Ry í Jútlandi. Latínskt navn, ið merkir tann strangi ella álvarsami. 24. oktober. Proklus, deyður í 443. Hann var næmingur hjá Chrysostomosi og endaði sum biskupur í Konstantinopel. Nógvar prædikur hans- ara eru varðveittar. Sameindu tjóðirnar samtyktu skipan sína í mai- juni 1945, og henda dag høvdu so nógv lond góð- kent skipanina, at hon kom í gildi. Dagurin verður tí hildin sum ST-dagur. 25. oktober. Chrispinus, deyður umleið ár 300. Hann og bróðurin Chrispianus flýddu úr Róm undan Diocletiani keisara, og búsettust sum skósmiður í Soissons í Fraklandi. Men tá kom upp, at teir vóru kristnir menn, og vórðu teir tiknir av døgum. 15. oktober 2004 hevði Niels Danielsen í Havn 25 ára starvs- dag á Landssjúkra- húsinum Niels er ættaður úr Nólsoy. Hann kom til Havnar í 1977 at arbeiða hjá Pihl & Søn. Teir bygdu t.d. bygn- ingarnar hjá Marstein og Thomas Dam á Hálsi og gjørdu eina stóra útbygging av SMS. Síðan 1979 hevur Niels arbeitt á Landssjúkrahúsin- um. Hann var í 22 ár hjá húsavørðinum, og seinastu 3 árini hevur hann arbeitt sum inniportørur á Sjúkra- flutningstænastuni. Niels livir saman við Rúnu Joensen, ættað úr Skúvoy, sum eisini hevur arbeitt meira enn 25 ár á Landssjúkrahúsinum. Annars er Niels nógv í heimbygdini, og dámar honum væl at fáast við seyð og at velta epli. Fríggjadagin 22. oktober frá kl. 15.00- 18.00 var móttøka hjá bilasøluni DB Bilum í Havn, í sambandi við at verkstaðsleiðarin Óli Niclassen hevur arbeitt í fyritøkuni í 30 ár Óli er ættaður úr Mykinesi og kom til Havnar í 1967, tá hann fór í læru sum bilmekanikari á Esso ser- vicestøðini hjá Frits Jensen í Gundadali. Har var hann til 1973. Í 1973 var hann verkfør- ari á bilverkstaðnum hjá Ivan Johansen við Láarveg- in, og í 1974 fekk hann starv hjá Derek Brockie í Jónas Broncksgøtu. Fyri- tøkan var tá heilt nýggj, og fekk hon navnið Bilcentrið. Fyrstu árini arbeiddi Óli mest við upprætting og lak- kering. Seinnu mongu árini hevur hann verið leiðari á bilverkstaðnum. Óli sigur, at ein grund til at hann hevur arbeitt so mong ár í fyritøkuni er, at hann hevur trivist væl, og gevur hann sínum starvsfe- løgum og Brockie familj- uni sítt besta viðmæli. Niels Danielsen, Tórshavn: 25 ára starvsdag á Landssjúkra- húsinum 15. oktober hevði Niels Danielsen 25 ára starvsdag á Landssjúkrahúsinum Mynd: Jens Kristian Vang Óli Niclassen, Tórshavn: 30 ára starvsdag hjá DB Bilum Fríggjadagin 22. oktober kundi Óli Niclassen halda sín 30 ára starvsdag hjá DB Bilum Mynd: Jens Kristian Vang 15 14 Nr. 203 - 23. oktober 2004 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar. Føðingar 6. oktober fingu Barbara og Ragnar Vest, Keyp- mannahavn, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3320 gr. Hon eitur Lóa. 7. oktober fingu Vivi Andreassen og Jógvan á Lakjuni, Klaksvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 3900 gr. 8. oktober fingu Beinta Mohr Leo og Haakon Leo, Vági, eina dóttur. Hon var 51 cm long og vigaði 3300 gr. 11. oktober fingu Winnie Fuglø og Kim Lind, Klaksvík ein son. Hann vigaði 3868 gr og var 54 cm langur. Stórasysturin eitur Thurid Anita. 13. oktober fingu Vivi Johannessen og Hans Olsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3750 gr. 14. oktober fingu Nina og Bergur Bærendsen, Øravíkarlíð, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði 4610 gr. 15. oktober fingu Turid og Sámal Hansen, Fugla- firði, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3600 gr. 15. oktober fingu Fríðun Hansen og Meinhard Jacobsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm long og vigaði 3915 gr. 18. oktober fingu Finngerð og Erhard Olsen, Tórs- havn, ein son. Hann var 52 cm langur og vigaði 3000 gr. 18. oktober fingu Anja Winther og Flemming Nielsen, Svebølle, eina dóttir. Hon vigaði 3950 gr og var 54 cm long. 19. oktober fingu Borghild og Martin á Fløghamri, Oyndarfirði, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4250 gr. Andlát 13. oktober Johannes Bet Thomsen, ættaður úr Kollafirði, 87 ár. 14. oktober Jákup Joensen, skipari, Sandavágur, vanliga nevnd- ur Dunga Jákup, 92 ár. Hans Fredrik Hansen, Kollafjørður, 72 ár. 15. oktober Páll Kári Djurhuus, Porkeri, 64 ár. 17. oktober Olaf Højsted, Vestmanna, ættaður úr Svínáum, 84 ár. Mina Nolsøe, fødd Nybo, í Kaldbak, 87 ár. Andrew Joensen í Kollafirði, 75 ár. 18. oktober Torbein Dam, Tórshavn, 72 ár. Mánadagin 11. oktober andaðist Jákup Dahl Olsen í Havn, 72 ára gamal. Hann var vestmenningur, sonur Jóhannu og Gunnar Dahl Olsen, sýslumann. 15 ára gamal fór Jákup til Havnar at ganga í preliminerskúla. Hesin skúli var fyri bygdabørn, sum onga útbúgving kundu fáa í heimbygdini tá í tíðini út um barnaskúlan. Preli- minerskúlin var knýttur at stu- dentaskúlanum. Jákup tók bæði preliminer- og studentsprógv í Havn. Síðani fór hann til Keypmanna- havnar, har hann tók prógv sum verkfrøðingur. Eftir lokna útbúgv- ing fekk hann arbeiði í Keyp- mannahavn, og tað var eisini har, hann møtti Randi Nolsøe av Tvør- oyri, sum hann giftist við. Randi og Jákup fingu trý børn: Anna er gift við Jóhannes Jensen, og tey búgva í Havn. Tey eiga børnini Ára, sum er 19, Jákup, sum er 15, og Meinar, sum er 11. Gunnar, sum er giftur við Mariu Jacobsen. Eisini tey búgva í Havn. Børnini eru: Randi, sum er 15, Rani, sum er 14, Helena, sum er 11, og Gunnvá, sum er 9. Beinta, sum er gift við Ólavi Durhuus úr Vestmanna. Tey búgva á Argjum, og børnini eru: Jógvan Ólavsson, sum er 13, Jákup, sum er 9, og Hanus, sum er 3 ár. Í 1970 vóru boð eftir Jákupi at koma heim at vera tekniskur leiðari hjá Pf. Leif Mohr. Randi, hann og børnini búsettust í Klokkaragøtu. Seinni keyptu tey sær hús í Eystur- stræti. Jákup starvaðist hjá Leif Mohr, líka til hann legði frá sær fyri aldur, 70 ára gamal. Hann hevði áhuga fyri so mong- um, men fremst mundi áhugin fyri sangi liggja. Hann sang í kóri, fyrst í Húsakórinum í Keypmannahavn og síðani Útvarpskórinum/Havnar- kórinum. Tey nógvu síðstu árini var hann sangari við jarðarferðir. Jákup var skemtingarsamur mað- ur og fittur. Pápin varð kallaður Gunnar Blíði, og sigast má, at Jákup bregðaði til hansara. Hann var altíð hugnaligur at koma á tal við, og tað var altíð blíðskapur at kenna bæði frá honum og Randi, tá komið var á gátt har. Rætting Á bls. 13 í Sosialinum í gjár, 22. okt., í greinini »Hans Johannes loysir av á brúnni«, var orðið "myndir" dottið burtur. Undir greinaheitinum MÓTTØKA stóðu nøvnini Jens Kristian Vang / Amalia Poulsen. Tað vóru tey, sum høvdu tikið myndirnar. Vit biðja orsaka mistakið. Sosialurin Hesa vikuna er ein áhuga- verd og spennandi fram- sýning sett upp í salinum hjá Frelsunarherinum í Tórsgøtu í Havn í samband við 80 ára føðingardagin hjá Frelsunarherinum í Før- oyum. Á framsýningini eru nógvar áhugaverdar mynd- ir, bæði gamlar og nýggjar. Nógv fólk og nógvar kend- ar býarmyndir eru at síggja. Eisini eru ljóðføri, búnar, og nógvir aðrir lutir sýndir fram, eins og ein fiski- brunnur er til børnini. Framsýningin er opin til kl. 19.00 fríggjadagin og leygardagin frá 10.00- 13.00. Tá verður framsýn- ingin tikin niður, tí salurin skal nýtast til hátíðarhaldið í vikuskiftinum. Jákup Dahl Olsen deyður Frelsunarherurin 80 ár: Spennandi framsýning hjá Frelsunarherinum Allur salurin er gjørdur til eina sera áhugaverda framsýning. Á myndini eru: f.v. Elisabeth Joensen, Gullberg Gullfoss og Sólvá Valle Mynd: Magnus Gunnarsson C M Y K 14