leygardagur 23. oktober 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 203 - 23. oktober 2004
13
VIÐMERKINGAR
Birgir Sondon
Valevni á Lista E
Bátaeigarar í Havnini virka
undir trongum korum. Tað
er sum at vinna í eydnu-
spæli at fáa eitt bátapláss í
høvuðsstaðarøkinum.
Kanska ikki so løgið, tí
bátatalið økist á hvørjum
ári, og neyst eru ikki bygd í
eitt mannaminni.
At hava ein bát er eitt
gott og sunt frítíðarítriv. Og
hjá teimum flestu er tað
eisini til stóra gleði.
Bátafelagið í Havn hevur
fleiri einn 600 limir og
flestu teirra eru sera virkn-
ir. Býráðið eigur at stuðla,
so felagið fær bestu um-
støðurnar at virka undir.
Bátafelagið hevði eina
frálíka ætlan inni á Sundi,
men tá samgongan í bý-
ráðnum hevði havt verk-
ætlanina um hendi, kendi
bátafelagið ikki uppskotið
aftur. Ein jarðbundin ætlan
var vorðin til nakað nógv
meira, har seglbátar og
aðrir stuttleikabátar eisini
skuldu vera við.
Neyðugt er at hava bæði
beinini á jørðini og lurta
verður eftir ynskjunum frá
feløgunum.
VAL04
Fleiri bátapláss
TINGHELLU-
VIÐMERKINGIN
Jóannes Eidesgaard,
løgmaður
(Lesið eisini Tinghelluna
inni í Vikuskiftinum)
Seinastu árini hevur nógv
verið tosað um politiskir
spunadoktarar í londunum
uttanum okkum - serliga í
Danmark og Bretlandi. Og
nógv hevur eisini verið gitt
um hesi størv – at tey fevna
um okkurt loyndarfult ella
óetiskt.
Í Danmark eru nú reglur
um at seta politisk embæt-
isfólk. Hesi eru ofta tey, ið
taka sær av kunningarvirk-
seminum. Politisk embæt-
isfólk verða útnevnd pol-it-
iskt og fara úr starvi, tá pol-
itiska leiðslan fer frá.
Í Íslandi, har reglur um
miðfyrisiting eru ásettar í
lóg, hevur ráðharri heimild
at seta í starv ráðgeva, sum
fer úr starvi, tá ráðharrin
fer.
Slík størv eru ikki van-
ligur partur av fyrisitingini,
og tey kunnu ikki geva em-
bætisfólkum boð. Formliga
verða hesi størv ikki kallað
spunadoktarar. Men orðið
spunadoktari verður ofta
nýtt um tey, serliga tá okk-
urt minni gott verður borið
fram.
Kunningarráðgevin, ið
skal setast í næstum, verður
settur sum partur av fyrisit-
ingini í Løgmansskrivstov-
uni. Starvið verður sett
undir vanligum treytum, tó
tíðaravmarkað, og viðkom-
andi skal halda seg til inn-
anhýsis reglur og virðis-
grundalagnum hjá stovnin-
um.
Partur av virðisgrundar-
lagnum hjá Løgmansskriv-
stovuni er at starvsfólkið
skal røkja uppgávurnar
flokspolitiskt óheft, men
við politiskum tevi og við
atliti at fólkaræðisligum
meginreglum.
Tað er stórur munur í
millum arbeiðsuppgávurnr
hjá einum politiskum ráð-
geva og kunningarráðgev-
anum, sum verður settur á
LMS.Kunningarráðgevin
skal í høvuðsheitum taka
sær av kunningarvirksemi
hjá landsstýrinum. Hetta
fevnir m.a. um at leggja til
rættis kunning frá Løg-
mansskrivstovuni, vegleiða
og/ella leggja til rættis
kunning frá stjórnaráðun-
um, hava samband við fjøl-
miðlar og evna til uppskot
til politikk og virkisætlan
fyri almenna kunning bæði
í Føroyum og út í heim.
Viðkomandi skal eisini
taka sær av ávísum ritara-
uppgávum so sum at út-
vega løgmanni áleikandi og
viðkomandi tíðindi, rit-
stjørna røður og annað
skrivligt tilfar og vera við
til at fyrireika og samskipa
vitjanir. Harumframt kunnu
ávísar fyrisitingarligar upp-
gávur verða lagdar til kunn-
ingarráðgevan at avgreiða.
Skipanarliga verður kunn-
ingarráðgevin partur av
Ritaraeindini.
Spunadoktarar og kunningarráðgevi
Eyðgunn Samuelsen,
býráðslimur
Eftir átta ár við eini fólka-
flokksleiðslu í Klaksvík,
har lítið og onki var gjørt
við viðlíkahald av ognun-
um hjá kommununi, er
sjálvsagt, at sitandi sam-
gonga ikki hevur kunnað
nøkta henda áralanga tørv
hesi skjótt farnu 4 árini.
Sitandi samgonga hevur
raðfest
at
niðurgjalda
skuldina og hartil hevur
hon verið bundin av einum
íløgulofti á áleið 20 mió
árliga, ið landsstýrið álegði
kommununum.
Støðan nú við árslok er
tann, at skuldin er niður-
goldin til 64 mió, og íløgu-
loftið er avtikið. Sostatt er
Klaksvíkar
Kommuna
fíggjarliga nógv betur fyri
enn hon hevur verið síðan
síðst í 80’unum, tá skuldin,
undir leiðslu av Fólka-
flokkinum, var áleið 250
milliónir.
Skal Klaksvíkin verða
ein nýmótans býur við góð-
um karmum til vinnuna,
sjálvsøgdum rættindum til
barnaansing og skúla og
eini breiðari viftu av trivn-
aðar- og mentunnartilboð-
um til okkara borgarar, so
verður íløgutørvurin kom-
andi 10 árini millum 300 og
400 milliónir krónur. Eru
vit samd um, at hetta skal
vera okkara mál fyri Klaks-
víkina, er spurningurin
bert, hvussu vit náa málið,
væl at merkja, uttan at
missa tamarhaldið og seta
okkum í botnleysa skuld.
Tað eru 4 tættir, ið metast
mugu um, tá ið vit seta út í
kortið fyri at náa málinum:
hvussu verða inntøkurnar
komandi árini, á hvørjum
støði skal raksturin liggja,
hvussu verður gongdin í
rentustøðinum og hvussu
høgt seta vit skattaprosenti.
Samanspælið millum hesar
tættir er avgerðandi fyri
hvussu ferð at hilnast.
Avgerðandi fyri inntøku-
metingarnar komandi árini
eru útlitini hjá okkara høv-
uðsvinnu og rentustøðið
stendur
og
fellur
við
gongdini úti í heimi. Rakst-
urin hjá kommununi er
nógv øktur síðstu árini,
tvær høvuðsorsøkir eru
stóri lønarvøksturin og út-
byggingin av barnaansing-
ini. Tí ber ikki til bert at
siga, í samband við ger av
eini fíggjarlóg, at vit skerja
raksturin 1,2 ella 3 % kom-
andi ár. Vit eiga altíð at
spyrja okkum sjálvi, um
raksturin av kommununi
kann gerast betur og bílig-
ari men hetta má gerast við
at hyggja at, hvussu ein
tænasta er skipað í dag og
um til ber at skipað hana
betur og bíligari og hetta
gerst ikki eftir einum degi.
At enda koma vit til skatta-
prosenti og harvið eisini
hvussu stóra lánibyrðu vit
ynskja at hava. Í grundini
er tað ikki so áhugavert
hvussu høgt skattaprosenti
er ella hvussu nógv lán ið
ein hevur. Tað ið er áhuga-
vert, og sum borgarin eisini
vil vita er, hvat gjalda vit
skatt til? hvat læna vit til?
hvussu verður peningurin
umsitin og hvat fáa vit fyri
hann? At brúka eina skatta-
hækking sum eina ræðu-
mynd í einum valstríðið er
ikki eitt eyðkenni fyri ein
seriøsan politikk.
Spurningurin fyri fram-
man er, hvussu ynskir borg-
arin at útbyggingin av býn-
um skal fíggjast ? ynskja
vit at gjalda ein part av
íløgunum so hvørt sum tær
vera
gjørdar
gjøgnum
skattin t.d við eini øking á
1% ella vilja vit útseta
afturgjaldingina til seinni
við at læna peningin?
Javnaðarflokkurin
í
Klaksvíkar
býráð
vil
arbeiða fyri:
• Skynsemi á fíggjarliga
økinum
• Javnvág í raðfestingar av
íløgum millum »harða«
og »bleyta« pakkan
• Langtíðaríløguætlan
samtykta av býráðnum.
VAL04
Skynsaman fíggjarpolitikk - eisini komandi fýra árini
Kári Árting
Valevni Tjóðveldisfloksins
til býráðsvalið í Havn
Eg vil eisini sleppa at
syngja við í kórinum, sum
syngur um ellisheim.
Eitt av høvuðsevnunum til
hetta
býráðsvalið
er
tørvurin á ellis og røktar-
heimsplássum. Tað er í
grundini ikki rætt at teingja
hesi bæði saman, tí at vera
gamal er als ikki tað sama
sum at hava brúk fyri røkt.
Hetta eru tvey ymisk ting,
men tað verður ikki evið í
hesum føri, og í báum
førum er tørvurin ovur-
hondsstórur.
189 pláss væntaðu í stóð
á breddanum á onkrari avís
nú ein dagin. Veruligi tørv-
urin er uttan iva væl størri.
Frísk fólk, sum kunnu
hugsa sær ellisheimspláss
gera ikki vart við seg, tí tað
er eingin vón at fáa nakað
pláss kortini.
Valevnini lova nógv og
øll vilja øllum alt tað besta,
serstakliga nú valið nærk-
ast. Ringt kann vera at taka
dagar ímillum, hvør hevur
evnini at fáa tingini gjørd,
og hvat er sápubløðrur.
Vit hava øll fatað, at
ábyrgdin fyri eldrarøktini
liggur hjá landstýrinum.
Men ymiskt er hvussu tað
hevur ligið fyri hjá ymsu
komununum
at
loysa
tørvin.
Í Tórshavnar komunu eru
í skrivandi stund 10 pláss
komin afturat í hesum val-
skeiðinum, og 16 koma
afturat í næstum.
Í Eysturoynni og Norður-
streymoy vera tað um
skamma stund 200 pláss til
10.000 fólk. Í Havnar
kommunu vera um 150
pláss til 20.000 fólk. Neyð-
in sum stendist av hesum er
eink minnið enn stór
skomm fyri kommununa.
Komandi býráð má bretta
um armar og fara til verka
beinan vegin, so at vit
eisini fáa ein bita av køkuni
hjá landstýrinum. Í Kolla-
firði er frítt og fagurt økið
sett av á Todnesi til enda-
málið og aðrastaðni finnast
lika so góðir møguleikar.
Her er nógv at gera, men
tá øll siga seg vilja loysa
trupuleikan, man ein losyn
eisini vera.
Kór um ellisheim
VAL04
13
12
Nr. 203 - 23. oktober 2004
Turið Debes Hentze
Nina Dahl er beinrakin vi
sínum fáu og vælvaldu orð-
um við spurningi sínum
um, hvat vit í Føroyum gera
fyri tær einligu mammur-
nar og við seksualundir-
vísingina, síðani so sterkar
kreftir eru í Føroyum, sum
eru móti fosturtøku.
Eg skilji sjónarmiðið hjá
teimum, sum eru móti ab-
ort við teirri grundgeving,
at tað er at drepa lív, men
seti samstundis spurning
við, hvussu stór virðing
teirra er fyri kvinnuni, sum
er komin í ta ólukkuligu
støðu at skula velja abort
framum barnið
Mótstøðan móti abort
verður í dag ofta grundgiv-
in við, at lív skal ikki týn-
ast, og at øll børn skulu
vera vælkomin til hesa
verðina. Um hetta var veru-
liga og einasta grundgev-
ingin, so hevur høvi verið í
øll hesi mongu ár frá 1956
til í dag at syrgja fyri sosi-
alari og fíggjarligari trygd
fyri hesum mammum og
børnum teirra. So er ikki.
Kvinnur fara ikki bara til
Danmarkar at fáa abort,
einligar mammur rýma eis-
ini í stórum tali av landin-
um til betri og tryggari
fíggjarlig viðurskifti í Dan-
mark enn vit kunnu bjóða
teimum. Føroyar eru ikki
júst kendar fyri at veita
stakum uppihaldarum tær
bestu umstøðurnar
Sjálvt um vit ikki í dag
tosa um leysingabørn og
onnur ótespilig heitir fyri
hesi børn og møður teirra,
so beri eg bangheit fyri, at
júst abortproblematikkurin
er litaður av somu mangl-
andi virðing og forstáilsi
fyri hesum "óansvarligu"
kvinnum. Tær eiga ikki at
fáa abort, tí tær liggja sum
tær hava reitt. Sjálvrætt-
vísisrøddirnar eru mangar.
Ein fjald dagsskrá aftan
fyri abortmótstøðuna er utt-
an iva royndin at stýra og
kontrollera seksuala atburð-
inum – og her sjálvandi ser-
liga kvinnum. Soleiðis hev-
ur verið til allar tíðir. Menn-
inir eru ikki so lættir at stýra
tíverri. Men seksuellur at-
burður kann ikki stýrast við
lóggávu – heldur ikki við
eini abortlóggávu.
Óynskt børn verða hvønn
dag gjørd, og abortir hava
altíð verið gjørdar og fara
eisini framyvir at vera
gjørdar, líkamikið hvør lóg-
gávan er. Men við góðari
seksual-upplýsing og við
góðum útlitum fyri tryggum
sosialum og fíggjarligum
viðurskiftum, so ber til at
minka um talið av teimum,
sum óynsktar vera við barn
og talið av teimum, sum
velja abort framum barnið.
Men eisini seksualupplýs-
ingin er so sum so. Verður
hon ikki hildin á einum
ávísum lágum blussi, hoyr-
ast skjótt mótmælandi rødd-
irnar um ósiðiliga seksual-
læru, sum bert elvir til
seksuellan ólevnað, og sum
er óneyðug, tí tú eigur at
bíða við seksuellum krum-
springum, til hjúnalagið er
ein veruleiki. Og annars er
hetta nakað sum foreldrini
og ikki samfelagið eigur at
taka sær av.
Hvussu ber tað til, at eitt
samfelag sum lítið hevur at
reypa av tá umræður seksu-
alupplýsing og stuðuli til
einligar forsyrgjarar, sam-
stundis er tilreiðar at leggja
stein oman á byrðu á tær
kvinnur, sum eru komnar í
ta støðu at skulu velja
millum abort og at føða
barnið. Eitt val sum í stóran
mun verður ávirkað av tí
umhvørvi, kvinnan livir í,
og tí hon hevur at bjóða
barninum. Í mínum huga-
heimi kann hetta bera boð
um, at vit venda teimum
bakið, sum ikki liva upp til
glastrimyndina av kjarnu-
familjuni. Tær mugu liggja
sum tær hava reitt.
Vónandi er tað ikki so, at
tað eru somu fólk sum eru
móti abort, sum eru móti
seksualundirvísing.
við
grundgevingini at hesi ikki
eiga at vera neyðug, tí
seksuelt samlív millum
kvinnu og mann byrjar ikki
fyrrenn aftaná hjúnalag.
Stuðulin til hesar kvinnur
gerst ikki við at fortelja
teimum, hvat tær skulu gera
ella at nokta teimum abort,
men at stuðla teimum í
teirra vali og virða teirra val,
tí ábyrgdin tær taka er stór.
Frí abort merkir at virða
avgerðina hjá kvinnuni. Tað
forðar ikki fyri og er eisini
ynskiligt, at stuðulstiltøk
vera sett í verk, sum kunna
stuðla kvinnuni í hennara
trupla vali, antin sum fastar
mannagongdir ella sum
tilboð til kvinnuna,
Stuðulin nýtist als ikki at
verða knýttur at einum
lækna ella einum presti,
men avgerandi er, at hjálpin
ikki hevur aðra dagsskrá
enn at stuðla kvinnuni at
taka tað fyri hana og barnið
røttu avgerðina. Ein nega-
tivur,
fordømandi,
ella
frammundan
fastlæstur
hug-burður um abort, ikki
eitt gott útgangsstøði at
hava, tá kvinnuni skal
veitast hjálp til sjálvhjálp.
VAL04
Abort
VIÐMERKINGAR
Finnleif Guttesen
Halda
teir,
løgmaður,
landsstýrismenn, løgtings-
menn valdir í Suðuroy og
samgongan, suðuroyingar
fyri tað turra spott?
Hetta eru viðkomandi
spurningar, sum eru stillað-
ir áður. Menn tað sýnist,
sum omanfyri standandi
politikarar eru farnir undir
heilt í hesum málinum.
Fleiri
suðuroyingar
spyrja seg sjálvan nú, um
teir eru hildnir fyri gjøldur
av teimum fólkavaldu løg-
tingsmonnunum, landsstýr-
ismonnunum og løgmanni.
Flest allir suðuroyingar
vóru fegnir tá ið teir hoyrdu
um ætlanina, at byggja ell-
isheim í Vági, har brúk
bleiv fyri 35 almennum ar-
beiðsplássum, tí arbeiðs-
pláss er ein stór mangul-
vøra í Suðuroy.
Tað er væl ikki so galið,
at samgongan dregur í land,
tí ein kommuna, ikki treyta-
leyst tekur undir við upp-
skotinum?
Ella var framferðarhátt-
urin frá samgonguni við
vilja so ófantaligur, at teir
kendu svari, áðrenn fari var
úr Tinganesi?
Eru tey 35 arbeiðs-
plássini í Suðuroy, ein
stór sápubløðra?
VAL04
Terji Nielsen
Valevni Fólkafloksins til
býráðsvalið
Øll eru vit góð við børnini,
og vit vilja, at tey skulu
hava tað so gott sum
møguligt. Í løtuni hevur
Tórshavnar Kommuna ein-
ans tilboð um frítíðarskúla
til børn, ið ganga í 1.
flokki. Hetta merkir, at
børn í 2. flokki, sum eru
um 7 og 8 ára gomul,
noyðast til húsa, tá ið tey
fáa frí úr skúlanum um
døgurðatíð.
Soleiðis sum samfelagið
er innrættað í dag, er tað
tíverri so, at hjá teimum
allarflestu er neyðugt, at
bæði foreldrini arbeiða úti.
Hetta merkir, at børnini
koma heim til eitt tómt hús,
og neyvan verður nakar
heima fyrr enn fleiri tímar
seinni. Tað er tí vælskilj-
andi, at nógv foreldur eru
bangin um síni børn, ið
ganga heima einsamøll í
fleiri tímar.
Í grannalondum okkara
er tilboðið um frítíðarskúla
oftast galdandi til og við 3.
flokk, og tá eru børnini so
mikið stór, at tey eru betur
før fyri at klára seg sjálvan
í nakrar tímar. Vit her í
Havnar Kommunu noyðast
at víðka um frítíðarskúla-
tilboðið, so at tað í minsta
lagi er galdandi fyri 2.
flokk eisini.
Fólkaflokkurin
lovaði
undan seinasta býráðs-
valinum at loysa trupul-
leikan við barnaansing, og
hesin trupulleiki er nú
loystur. Nú ætla vit okkum
at gera nakað við omanfyri
nevnda trupulleika, og tí er
tín atkvøða av týdningi fyri
at tryggja teimum smáu
skúlabørnunum ein trygg-
ari gerandisdag.
Frítíðarskúli til
2. flokk
VAL04
Annika Olsen,
Valevni Fólkafloksins til
býráðsvalið
Fiskivinnan er í dag okkara
høvuðsvinna, tann vinnan,
ið gevur størstu fíggjarligu
inntøkuna í landskassan,
men tað er ongin loyna, at
neyðugt er við øðrum
alternativum
vinnum
í
Føroyum, sum kunnu geva
landinum og kommunum
inntøkur, fleiri arbeiðsplass
og harvið betur vælferð í
Føroyum. Sjálvt um vinnu-
lívið fyri ein stóran part er
ein landspolitisk uppgáva,
er tað møguleiki fyri, at
Havnin tekur fyrsta stigið
til at stovnsseta fleiri vinn-
ur. Fyri at fleiri vinnur
kunnu setast á stovn, er tað
neyðugt við gransking og
íbirting. Fleiri partar av
samfelagnum
mugu
tí
samstarva fyri at lyfta ta
uppgávu at fáa sett á stovn
nýggjar vinnur og fyri at
tryggja, at hesar yvirliva.
Svenskarar hava sett á
stovn ein granskingarbý
"Ideon", sum liggur tætt
við tekniska háskúlan í
Lund. Endamálið við hes-
um depli er at skapa møgu-
leikar fyri, at tey sum hava
góð vinnuhugskot, men
ikki hava teir neyðugu før-
leikarnar, vitanina, fígging-
ina o.a. kunnu fáa hjálp til
at menna egnu fyritøku.
Soleiðis kann samfelagið
vera við til at skapa nýggjar
vinnur m.a. innan KT, bio-
tøkni, og hátøkni. "Ideon"
er ein grunnur, ið er saman-
settur av fleiri pørtum, ið
hava eitt tætt samstarv um
at menna og fíggja nýggjar
vinnur. Grunnurin er sam-
ansettur av bankum, sum
umboða fíggjar- og láni-
møguleikar, granskingar-
skipanum við fólki við
drúgvum
granskingar-
royndum og høgari eks-
pertvitan, vinnulívinum við
praktiskum royndum og við
íleggjarum í tær nýggju
fyritøkurnar, umframt tí
politiska myndugleikanum,
sum stigtakari og fíggingar-
partur til hesa verkætlan.
Hesir partar kunnu í felag
geva ráðgeving, fyrisiting-
arhjálp og bjóða fíggjar-
ligar karmar til nýggj hug-
skot til fyritøkur, sum hava
eitt stórt vinnuligt potenti-
alið. Eitt frálíkt dømi, sum
"Ideon" hevur verið við til
at seta á stovn, er kenda
fartelefonfyritøkan, Erics-
son.
Á sama hátt kann Tórs-
havnar Býráð verða við til
at stovnseta eina líknandi
verkætlan - ein gransking-
ar- og íbirtingarbý eins og
"Ideon". Tórshavn hevur
bankarnar / sparikassarnar,
Fróðskaparsetrið / Gransk-
ingarráðið / Menningar-
stovuna
/
útbúgvingar-
stovnarnar, politikararnar /
Løgtingið / miðfyrisiting-
ina, akademikarnir / tey
lærdu / tey mentaðu, Ment-
anina / tað kreativa um-
hvørvið og ikki minst nú-
verandi vinnuna, sum kann
veita ráðgeving og gerast
íleggjarir til tær komandi
íbirtingarfyritøkurnar.
Eg vil leggja mína orku í
at arbeiða fyri, at Tórs-
havnar Býráð verður stig-
takari til tann føroyska
íbirtingarbýin - sum vit
kunnu nevna "Tór".
Tórshavn, býurin, ið torir
at ganga á odda.
VAL04
Tórshavn - ein miðdepil fyri íbirtarar og
nýggjar vinnur
C
M
Y
K
12