Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. oktober 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 203 - 23. oktober 2004 Nr. 203 - 23. oktober 2004 11 Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag høvdu í fyrradagin her í blaðnum drúgvar viðmerkingar til ætlaðu broytingarnar í MVG skipanini og í avgjaldskipanini sum heild. Tað kann staðfestast, at hesar viðmerkingar eru eitt seriøst og áhugavert íkast til orðaskiftið um skatta- og avgjaldsskipan okkara. Sum flestu lesarum kunnugt, so fyriliggur uppskot til rættiliga stórar broytingar í MVG skipanini. Viðmerkingarnar hjá nevndu fakfeløgum gera vart við tær álvarsomu sosialu avleiðingar, sum hesar broytingar fara at hava, um broytingarnar verða settar í verk. Tað er samstundis áhugavert, at feløgini eisini vísa á positivar avleiðingar við uppskotinum. Feløgini vísa í viðmerkingum sínum serstakliga á neg- ativu sosialu avleiðingarnar av MGV á arbeiðslønum og heilivági umframt av avgjøldum á brenniolju og ferðavgjaldi. Víst verður á, at MVG á arbeiðslønum fer at dýrka munandi um eini nýggj sethús. Arbeiðslønin til eini nýggj sethús liggur um 400-600.000 krónur. Hetta merkir, at nýggja uppskotið fer at dýrka eini vanlig nýggj sethús við 100-150.000 krónum. Hóast MVG á hvítavørum sam- stundis verður tikið av, so uppvegar hetta als ikki meir- virðisgjaldið á arbeiðslønunum. Uppskotið rakar tískil serstakliga tær ungu familjurnar, ið standa fyri at seta seg í búgv. Tað hevði verið ólíka skilabetri at brúkt MVG skipanina til at gjørt tað bíligari hjá teimum ungu at seta fót undir egið borð t.d. við ikki at havt MVG á arbeiðsløn- um og við at lækka MVG á hvítuvørum. Hetta hevði givið eina betri sosiala javnvág og hevði eggjað til meira byggi- virksemi í eini støðu, har stórur vandi er fyri minkandi byggivirksemi. Her hongur ikki væl saman hjá Fíggjarmálaráðnum. Tað ber væl til at hava eitt sokallað differentierað MVG. Tað hava nógv lond. Tey hava t.d. ein sats fyri neyðsynjarvørur og ein annan sats fyri aðrar vørur og tænastur. Í viðmerkingunum frá FA og HA verður sum nevnt eisini komið inn á heilivág, oljugjaldið og ferðaavgjaldið. Heili- vágur er dýrur og mangan eru tað fólk, ið frammanundan eru illa fyri likamliga, sálarliga og fíggjarliga, ið nýta nógvan heilivág. Tað er tí beinleiðis ómoralskt og assosi- alt at nýta heilivág sum skattaevni. Hetta kann almenning- urin als ikki góðtaka! So er tað brennioljugjaldið. Hetta gjald stavar frá tíðini við oljukreppuni. Endamálið var at savna pening í grunn til tess at minka um negativu avleið- ingarnar av oljukreppuni. Nú er hetta gjald reinur skattur og hevur tí einki við upprunaliga endamálið at gera. Olju- gjaldið er sera tyngjandi fyri pensionistar of barnafamilj- ur. Vit eru tí samd við HA og FA, at fortreytirnar fyri olju- galdinum eru burtur og átti landsstýrið tí at tikið avleið- ingarnar av hesum veruleika. Feløgini gera at enda vart við løgnu grundgevingarnar fyri einum ferðavgjaldi. Endamálið er at "minka um hugin til uttanlandsferðing føroyinga" (citat). Hetta er, sum feløgini siga, "formyndarí av ringasta slag" og meira er ikki at siga um tað! Lands- stýrið eigur at hugsa seg væl um, áðrenn hettan løgna uppskot verður lagt fyri Føroya Løgting. Tað er væl skiljandi, at leita verður eftir nýggjum inntøkum, nú tað fjarar í landskassanum. Men ansast má eftir sosialu javnvágini. Hetta landsstýrið setti gerandisdagin hjá Pallaba og Marsonnu á dagsskrá. Tað ræður um ikki at gloyma hesa dagsskrá, nú tann grái politiski gerandisdag- urin er upprunnin fyri samgongu so væl sum fyri allar føroyingar. DAGSINS MEINING Sosialurin Gott íkast frá fakfeløgum VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Bert eitt ungdómshús og dansur av og á munar lítið Bjørg Joensen, Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð Ein munagóð íløga hevði verið at bygt ungdómshús í nærumhvørvinum, har tey ungu búgva. Tað kann verða ein fyrimunur at ung- dómshúsini verða har gras- líkisvallir eru/koma, eitt nú í Kaldbak, á Løgmanna- breyt, á Hamarinum á Argj- um og á Norðasta Horni. Tá vit vóru ung í 80 ár- unum, var einki í býnum fyri okkum. Hóast arbeiðs- marknaðurin og samfelag- ið, sum heild er nógv broytt og setir alt størri krøv til foreldrini og tey ungu, eru viðurskiftini hjá okkara ungdómi kortini nærum óbroytt. At vera tannáringur er trupult - tað vita flestøll, um tey minnast afturá. Í hesum árunum er umráð- andi, at ungdómurin aftaná skúlatíð og um kvøldarnar hevur nøkur frístøð í trygg- um umhvørvi. Í mínum barna- og ung- dómsárum var fótbóltur mítt áhugamál burturav, og eg minnist enn, hvussu keðiligt tað var at hugsa sær eftir hvørja venjing, at ein heil vika var til næstu venjing! Tá vit hittast uttan fyri skúlan, meðan vit enn eru børn, mennast vit í fel- agsskapinum, og læra at virka saman við øðrum, og ikki minst, hvussu vit bera okkum at í samfelagnum. Tey vinfólk, sum eg tá fekk, eru framvegis partur av mínum vinarskara. Sum frístaður er Margar- infabrikkin góð fyrimynd, men tað er avmarkað, hvussu nógv kunnu fáa innivist. At onkur bjóðar teimum ungu niðan í Bad- mintonhøllina í dans av og á er heldur ikki nøktandi. Tí haldi eg, at ein muna- góð íløga hevði verið at bygt ungdómshús í nærum- hvørvinum, har tey ungu búgva. Ein góð plasering kundi verið har graslíkis- vallir eru/koma, eitt nú í Kaldbak, á Løgmanna- breyt, á Hamarinum á Argj- um og á Norðasta Horni. Ungdómurin skal sleppa at gera sínar royndir, og sjálvur skipa fyri ymiskum ítrivum, við stuðli frá vaksn- um fólki. Ungfólk dáma væl m.a. tónleik, sjónleik o.s.fr. og fleiri kundu tikið seg saman í áhugabólkar. Tað kundu verið fyrimunir við ymiskum frítíðarítrivum undir ’somu lon’. Kanska fingu tey í ítróttini smakk fyri at royna seg á øðrum kreativum økjum - og øvugt. Foreldur raðfesta ung- dómin hægst, tað eigur kommunan eisini at gera Vit skulu tillaga komm- ununa eftir okkum, ikki øvugt. Jógvan Arge Valevni Tjóðveldisfloksins til Tórshavnar Býráð Býráðsformenninar báðir tykjast bera ótta fyri, at ong- in hevur lagt teir til merkis hesi fýra árini, teir hava stýrt Tórshavnar kommunu. Óttist ikki. Fólk hava bæði sæð og merkt tykkara stýri og stýrislag. Lógir og reglur hava ver- ið luft fyri tykkum, og rætt- indini hjá borgarunum eru traðkað undir fót. Góður fyrisitingarsiður hevur verið settur til viks, og lógin um alment innlit hevur ikki verið vird. Ongin myndugleiki í Føroyum hevur verið fyri slíkum skortfleingjum frá umboðsmanninum sum Tórshavnar kommuna, meðan tit báðir hava havt teymarnar í tykkara hondum. Byggimálini eru eisini ein serlig søga. Einaferð loyvdu tit bygg- ing av einum sethúsum á einum neystataki úti í Bakka, hóast byggisam- tyktin ikki heimilaði tí. Einaferð loyvdu tit eini heilari stovnsbygging í lendi, sum var lagt av til frí- øki. Einaferð loyvdu tit bygg- ing av einum skúla í lendi, sum var avlagt sum grønt øki. Hvat fólkið helt, løgdu tit líka á. Tit broyttu bara byggisamtyktinar, so tær passaðu í tykkara kramm. Einaferð skuldu tit sprongja burtur av Tinga- nesi fyri at fáa pláss fyri skipunum. Nú ein dagin skuldi grót- brotið á Glyvursnesi í óð- um verkum gerast til tyrvingarpláss. Jú, víst er nógv hent í Havnar Kommunu seinastu fýra árini. Sumt hevur verið til bata, men annað hevur verið til mikið fortreð. So nógv, at sjálvt Jógvan við Keldu torir at biðja býráðsformannin í Havn koma út í Tinganes at standa skúlarætt. Hetta vita fólk í Tórs- havnar kommunu, og tey fara at minnast tað á val- degnum 9. november. VAL04 VAL04 Fjáltur komin á býráðsformenn Gjald fyri valgreinar Nú kommunuvalið er lýst, og fleiri vallistar eru almannakunngjørdir, fara vit eins og til undanfarin val at taka gjald fyri valgreinar. Gjaldið fyri valgreinar er hálvur lýsingaprísur. Sosialurin Elin Lindenskov, býráðslimur Valevni Javnaðarfloksins www.lindenskov.com Fleiri hava í seinastuni sett spurning fram um, vit áttu at fingið eitt krematorium í Føroyum. Sjálv eri eg uppvaksin við einar ommu, sum oftani tosaði um, at vit áttu at haft eitt krematorium í Føroyum. Hon sá kirkjugarðarnar sum oyðsl av góðari jørð. Omma segði oftani, at um eitt krematori- um var her, so vildi hon brennast! Hon hevði eina systir, sum var gift í Dan- mark. Bæði systirin og mað- ur hennara blivu brend. Tey hvíla nú í vøkrum kirkju- garði. Einasti munur á teirra grøv og teimum í Føroyum er, at hon er væl minni, enn gravirnar í Føroyum. Eg kenni argumentini um, at krematorium kostar nógv, tí málið hevur verið frammið einaferð fyrr í Tórshavnar býráð. Eg ivist í, um tað er rætt. Sjálvandi kostar tað. Men tað kostar eisini at reka kirkjugarðar- nar á tann hátt, vit hava teir. Tá krematorium bleiv um- talað í býráðnum seinast, vóru vit tveir býráðslimir, sum tóku greitt undir við at fáa eitt krematorium her. Fleiri vóru ímóti. Summi brúktu kostnaðin sum um- bering, og onnur dámdu ikki tankan. Hetta er longu fleiri ár síðani, so har kann broyting vera komin í. Vit vita eisini, at tað tekur tíð at broyta siðvenju. Men tað ber væl til. Sambært Ros- kilde Krematorium ynskja 90 prosent av borgarunum í Roskilde at verða brendir, svarandi til 1200 - 1300 kistur um árið. Roskilde fekk krematorium í 1961. Fyrsta treytin fyri at byrja at tosa um málið er at lýsa málið frá øllum síðum. Tá vit tosa um kostnaðin av einum krematorium, mugu vit eisini fáa at vita, hvat kirkjugarðurin kostar okk- um, soleiðis sum vit hava hann í dag. Tá kann tað vísa seg, at hóast eitt krematori- um kostar tíggjutals milli- ónir at byggja, so verður tað bíligari at brenna lík enn at grava tey niður. Eitt sindur óhugnaligt at hugsa um, men tað er vert at kanna. Omma hevði vilja verið brend - tað vil eg eisini! Bjarti Mohr býráðslimur, Fólkaflokkurin Ein arbeiðsbólkur undir Landsstýrinum er komin fram til at nú skal mvg leggjast á í samband við húsabygging. Hetta er ein skeiv niðurstøða at koma til og kemur eitt mvg gjald at fáa sera ringar avleiðingar fyri nógv fólk. Alivinnan er stórt sæð farin og við met- høgum oljuprísum, minni fiskiveiðu og lágum fiska- prísum er longu steðgur komin í føroyska búskapin. Nógvar familjur merkja hesa afturgongd og eru tað serliga familjur sum ikki hava almenna løn at liva av. Eitt mvg avgjaldið á húsa- bygging kemur at skunda undir afturgongdina í bú- skapinum. Hetta rakar fyrst og fremst tær ungu familj- urnar sum skulu seta búgv og tær familjuranr sum longu eru raktar av fallandi inntøkum í vinnulívinum. Heldur enn at darva bú- skapinum við enn fleiri av- gjøldum eiga bæði komm- unur og landsstýri at stimbra búskapin við at seta arbeiðir í gongd og lækka skattin hjá borgaran- um. Avgjøld hava ongantíð og koma ongantíð at skapa nakran framburð. VAL04 VAL04 Omma vildi brennast! VIÐMERKINGAR Drotningavitjanin í Japan 2004 Eitt viðmerking til Edmund Joensen, løgtingsformann Jóannes Eidesgaard Edmund Joensen, løgtings- formaður hevði í bløðunum fyrradagin eina grein, har hann viðgjørdi ætlaðu vitjanina hjá donsku drotn- ingini og donskum vinnu- umboðum í Japan. Hann segði, at hann helt, at lands- stýrið hevði fingið innbjóð- ing til hesa ferð, men ivaðist í orsøkini til, at einki hoyrd- ist um føroyska luttøku. Tað er rætt, at danska drotningin fer á vitjan í Japan við fylgi í november. Hetta er ein áhugaverd vitjan, har vinnulívið eisini hevur møguleika at vera á staðnum og soleiðis fáa nýggj sambond og handils- møguleikar við japanar. Henda drotningavitjanin í Japan skuldi longu havt verið í 2003, men bleiv av ongum vegnað heilsubrek hjá drotningini. 2. juni 2004 fær Løg- mansskrivstovan teldupost frá danska Uttaríkismála- ráðnum um, at drotninga- vitjanin til Japans verður um miðan november 2004. Í hesum teldubrævi verður eisini sagt, at hava Føroyar ítøkilig áhugamál í Japan, kunnu Føroyar hava eitt umboð við í fylginum hjá drotningini. Vert er her at leggja til merkis, at talið av luttakarum í sjálvum fylgin- um hjá drotningi er avmark- að, men at esini umboð fyri vinnulívið hava møguleika at vera á staðnum. Løgmansskrivstovan sendi málið til Vinnumála- ráðið, Fiskimálaráðið og Mentamálaráðið til um- mælis. Málið bleiv umvegis hesi umrøtt við vinnuna og onnur, og boðini Løgmans- skrivstovan fekk aftur, var at eingi ítøkilig áhugamál eru í Japan í løtuni Soleiðis fall grundarlagið fyri at luttaka á drotningaferðini til Japans. Løgmansskrivstovan og eg sjálvur hildu ferðina til Japans vera ein áhugaverd- an møguleika. Men tá ann- ar áhugi var so avmarkaður, gjørdu vit av ikki at fara. 24. august sendi Løg- mansskrivstovan teldupost aftur til Uttanrískimála- ráðið, har sagt verður: "Eg fari við hesum at boða tær frá, at løgmaður fer ikki at luttaka á drotningavitjanini á hesum sinni. Eg fari sam- stundis at gera vart við, at greiður politiskur áhugi er í Føroyum at luttaka í tílík- um vitjanum,og at tað er týdningarmikið, at Løg- mansskrivstovan verður kunnað so skjótt skjøtil verður settur á at fyrireika næstu drotningavitjan ella krúnprinsavitjan í londum, sum mugu sigast at hava stóran búskaparligan týdn- ing fyri Føroyar". Annars eri eg púra samdur við Edmundi Joen- sen í, at vit skulu liggja framvið allastaðni, har møguleikar eru. Japan er fyri okkum eitt ótrúliga spennandi land. Teir virðis- meta góðsku høgt og gjalda eisini fyri hana. Teir eru sera áhugaverdir í samband við útflutning av fiskavør- um, og teir eru ikki minni áhugaverdir, tá tað snýr seg um granskingarsamstarv innan matvøruøkið og inn- an eitt nú biotøkni. Eisini átti Føroyar at verið eitt áhugavert ferðamál fyri japansk ferðafólk, sum ferðast so dúgliga í londun- um rundan um okkum. Eg haldi eins og løgtings- formaðurin ivaleyst eisini ger, at vitjanina hjá japanska sendiharranum her í Føroyum, vísti, at her liggja óbrúktir møguleikar á ymiskum økjum. So hetta mugu vit taka uppaftur í øðrum høpi. Af Hanne Bille Forkvinde i Kvindeligt Selskab Hvert minut dør én kvinde i verden af graviditetsrel- aterede årsager. Illegale ab- orter er her en stor kvinde- dræber. For godt 30 år siden døde danske kvinder efter rædselsvækkende ab- orter med strikkepindsmet- oder. I dag tvinges ingen dansk kvinde til at genn- emføre en livsfarlig abort eller en uønsket graviditet. De færøske kvinder gør. Flere gange om måneden rejser en kvinde til Dan- mark for at få del i vores rettigheder over egen krop. Forudsat at kvinden har råd og de har de ikke alle. De færøske magthavere ved godt, at vi ikke reducer- er eller afskaffer aborter ved at illegalisere dem og stikke hovedet i busken. Erkender de det, at den fri abort er en del af alle kvinders funda- mentale rettigheder, redder de kvindeliv. Når en færøsk kvinde beslutter sig for at få en abort, legal eller ej, så har hun dybt ansvarligt ov- ervejet sin egen psykosoci- ale og økonomiske situati- on. Hun har ikke brug for fordømmelse, men derimod støtte. Man må forstå, at kvinder faktisk tager ansvar for deres egen krop og seksualitet. Derfor vil kvinden nogle gange vælge aborten, legal eller ej. I Danmark tog vi for 30 år siden konsekvensen, vi lod den enkelte kvinde afgøre, hvem hun vil have børn med, om hun vil have børn og hvornår. Jeg bliver dybt krænket, når jeg hører eliten fremture med, at danske kvinder bruger den fri abort som prævention. Ikke alene er det dybt krænkende, det er også løgn. Den sandhed har det færøske folket krav på at vide, hvis det skal kalde sig et levende demokrati. An- tallet af aborter i Danmark blev færre og færre efter den fri abort, og i dag er det lavere end nogensinde. Ind- til nu er det argument for- søgt afsporet med modargu- mentet om dansk imperial- isme i stedet for at føre den relevante, men meget øm- tålelige debat om Færøer- enes demokratiske situation og kvindernes rettigheder. Når vi kæmper for resso- urcesvage færøske kvind- ers rettigheder, er det fordi, vi er kvinder, feminister og demokrater. Ikke fordi vi er danskere, som nogen brug- er som bekvemmeligheds- argument. Vi mener, at kvinders seksuelle og reproduktive rettigheder er ukrænkelige uanset religi- on, etnicitet og nationalitet. Ingen stat, intet mands- domineret parlament har ret til at bestemme over kvindens krop og fastholde kvinderne i en underlegen position, så de ikke får mu- lighed for at gennemføre en uddannelse og blive økonomisk selvstændige. Vi ved jo godt, at den manglende debat om abort skyldes, at de færøske mænd sidder på magtens stole. Kvindernes rettighed- er bliver først et seriøst emne, når de får politisk indflydelse. Kun tre af Lag- tingets 32 medlemmer er kvinder, og de tre støtter fri abort. Vi ved også, at danske kvinders indflydelse i samfundet tager et kvante- spring, når vi er med til at træffe beslutninger, også om vores egen seksualitet og reproduktion. Om noget så personligt har mænd al- ene ganske enkelt ikke rett- en til at træffe beslutninger. Danske kvinder er økono- misk uafhængige, vi har et valg. Vi kan uddanne os og få indflydelse og vælge fra at være enlig teenagemor. Resultatet er, at danske kvinder har langt større indflydelse end færøske, og det er måske lige netop tanken om kvinders indflyd- else, der forskrækker nogle af de færøske abortmod- standere. En kvindes krop skal ikke underlægges vilj- en hos et parlamentarisk flertal. Beslutninger om et individs krop kan ikke kun afgøres af mandlige politik- eres demokratiske flertal og den ressourcestærke elite. Det er udemokratisk. Færøsk antiabortlov undertrykker kvinder Einki mvg skal leggjast á C M Y K 11 10