Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. oktober 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 203 - 23. oktober 2004 Nr. 203 - 23. oktober 2004 9 – Kleyvarskapur, skilaloysi, grammleiki og ókunnleiki hevur gjørt av við alla aling í Føroyum. Men hon kann reisast aftur, sigur ein veteranur í alivinnuni ALIVINNAN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Alivinnan í Føroyum hevur verið merkt av skila- loysi, kleyvarskapi, ør- skapi, grammleika og ókunnleika. Guttormur A. Djurhuus í Kaldbak er gamal í garði í føroysku alivinnuni. Hann hevur meiri og minni fingist við aling í 25 ár, bæði sum alari og part- vís eisini sum granskari og hann hevur alla tíðina fylgt gongdini í alingini. Og hann sigur, at vit kunnu bara takka okkum sjálvum fyri, at alivinnan í Føroyum fór fyri bakka. Hann heldur, at tað eru fleiri lið í sambandi við alingina sum hava svikið so dyggiliga, antin tí tey hava verið ov gramm, tí tey hava vitað ov lítið ella tí at ikki hava livað upp til tær upp- gávur, teimum varð álagt. Sostatt heldur hann, at vit liggja, sum vit hava reitt. Hann hugsar her um politisku myndugleikarnar. Men hann hugsar eisini um teir myndugleikar sum skuldu hava eftirlit við al- ingini og skuldu ráðgeva politikarunum. Og hann hugsar eisini um peninga- stovnarnar, sum fíggjaðu alingina og hann hugsar eisini um alararnar sjálvar. Óbrúkiligt smolt Hann sigur, at ein høvuðs- orsøk til, at alingin koll- sigldi, er, at kynbótaarbeið- ið hevur verið alt ov vána- ligt. – Vit hava rætt og slætt ongantíð havt smolt, sum hevur verið vert at seta á sjógv, sigur Guttormur A. Djurhuus bart út. – Smoltið, vit hava havt at seta út, hevur verið so vánligt, at tað er ikki óvan- ligt, at 50% av tí doyr, eftir at tað er sett á sjógv og onk- untíð er fellið enn størri. – Tá ið fellið er so stórt, kann ein og hvør hugsa sær, hvussu lívførið og dygdin er í smoltinum, sum er eftir. Og tá ið útgangstøðið er so vánaligt, hvussu skal enda- liga úrslitið so verða, spyr hann. Veruleikin er, at onki av tí smolti, vit hava sett út, átti at verðið alt víðari. – Tann stóri trupulleikin var, at smoltstøðirnar sluppu av við alt smoltið, sama, hvussu dygdin í tí var. Samstundis lat lands- kassin studning fyri smolt- ið, uttan at seta nakra sum helst treyt dygdina. – Bara smoltið tað andi í tí, tá ið tað fór á sjógv var tað nóg mikið til at fáa studning. Guttormur Djurhuus sigur, at undir hesum um- støðunum var ongin sum helst áhugi fyri at stremba eftir at ala fram betri smolt. – Sostatt hevur alt kyn- bótaarbeiðið av tí sama mestsum ligið á láni. Tað var Fiskaaling, sum skuldi standa fyri kynbótaarbeiðn- um. Og tað er landið, sum eigur Fiskaaling og sostatt hevur landið skyldina av, at kynbótaarbeiðið hevur verið alt ov vánaligt. Hann leggur afturat, at ein skuldi trúð, at teir al- arar, sum sjálvir høvdu smoltstøðir, høvdu ein áhuga í at fáa betri smolt. – Men í hesum føri er tað helst ókunnleiki, sum ger seg galdandi. Helst hava teir hugsað sum so, at tá ið teirra smolt er líka gott sum tað frá Fiskaaling, man tað vera á góðari leið. Hann nevnir eisini, at í Noregi er fellið nógv minni. Fyrr var tað kanska 10-20%, nú er tað kanska eini 5-10%. Alt ov nógv smolt Somuleiðis staðfestir Gut- tormur Djurhuus, at vit hava alt ov nógvur fiskur í hvørjum ringi. – Vit hava havt nógv meiri fisk í hvørjum ringi enn norðmenn hava havt og tí hevur tað verið alt ov trongt í ringunum. Harafturat hava vit held- ur ikki lagt upp fyri, at nótin minkar rættiliga fitt, tá ið tað rekur og sostatt verður tað enn trengri hjá fiskinum. – Hetta ger fiskin strongdan. Fiskurin kann verða strongdur av ymsum orsøkum og eisini av streymi, aldu, av skitnum nótum og av plásstroti. Og á strongdum fiski viknar immunverjan munandi. – Og tá ið smolti so har- afturat frammanundan er vánaligt, er fiskurin nógv meiri móttakiligur fyri sjúkum, enn vanligt, tá ið smittutrýstið annars er til staðar. Og vit kunnu helst ganga útfrá, at ILA virus er allastaðni. Undir vanligum, skipað- um umstøðum, var fiskurin kanska mótstøðuførur ímóti smittuni, og varð ikki vorðin sjúkur. Men av tí at hann er strongdur, og smoltið frammanundan er ov vánaligt, klárar hann ikki at standa ímóti. – Og allan hendan ør- skapin hava peningastovn- arnir fíggjað í berari grammheit, leggur Gutt- ormur Djurhuus barsagdur afturat. Hann nevnir eisini, at tá ið ILA hevur tikið seg upp í einum brúki og boð eru komin um at taka tann sjúka fiskin, hevur tað onk- untíð tikið fleiri mánaðir at taka tann sjúka fiskin. – Í onkrum førum hevur tað tikið so langa tíð at taka ILA sjúkan fisk, at ein heilur fjørður hevur luktað av rotnum fiski, tí teir maktaðu ikki at taka tann sjúka fiskin. – Hetta lótu myndugleik- arnir um seg ganga. Men avleiðingin var, at allur fjørðurin varð smittaður. Men hevur trupulleikin ikki júst verið, at vit hava ikki havt nóg stóra orku til at taka sjúkan fisk? – Hatta er at venda trup- ulleikanum á høvdið. Ong- in skal fáa loyvi at seta meiri fisk út, enn orka er til at taka. Guttormur Djurhuus vísir eisini á, at vit hava ikki tær neyðugu reglugerðirnar til at skipa alingina á rættan hátt. – Men støðan er sanni- liga eisini tann, at eftirlitið við, at galdandi reglugerðir verða hildnar, hevur als ikki verið nóg gott. Skal Guttormur Djurhuus finna nakra umbering fyri politikararnar, skuldi tað verið, at hetta er eitt ser- stakt øki, sum vit ikki kunnu krevja at politikarar hava so gott innlit í. – Men teir hava ráðgev- andi stovnar í hesum sam- bandi og spurningurin er, um samanspælið har ímill- um, hevur verið nóg gott. Fæst aftur á føtur Hóast alingin er kollsigld, heldur Guttormur Djur- huus, at tað eru góðir møguleikar at fáa alingina á føtur aftur. – Vit hava góðar umstøð- ur til aling. Men fortreytin er, at alingin verður skipað ordiliga. Tað merkir, at nágreiniligar reglulgerðir skulu gerast fyri alingina í øllum liåum, ikki bara á sjónum, men eisini fyri smoltalingina, tí væntandi reglugerðir er ein stórur trupulleiki. – Men so mugu vit eisini ásanna, at málið um at ala 100.000 tons um árið er alt ov høgt, tí verður alingin skipað, sum hon eigur, er aliøkið avmarkað. Hann heldur, at tað er meiri hóskandi, at føroy- ingar seta sær sum mál at ala eini 25.000 tons um árið. Skilaloysi og kleyvarskapur forkomu føroysku alivinnuni – Vit liggja, sum vit sjálvi hava reitt, tí tað er kleyvarskapur, ørkspapur, grammleiki og ókunnleiki, sum hava forkomið alingini í Føroyum, sigur Guttormur Djurhuus Tríati ár við svimjihylinum Sunnudagin vóru lið- in 30 ár, síðan svimji- hylurin í Sørvági varð tikin í brúk. Øll hesi árini hevur familjan hjá Henry Davidsen havt fasta tíð í hyl- inum SVIMJING Edvard Joensen Sørvági: Í samfull 30 ár hava tey møtt trúliga til svimjing í svimjihylinum í skúlanum í Sørvági. Ruborg Zacharia- sen, Joan Jørgensen við børnum og ommubørnum. Og ikki minst pápin, abbin og langabbin, Henry Dav- idsen. Hóskvøldið var serlit í svimjihylinum í Sørvágs skúla. Hanni húsavørður sat og bíðaði í eftiritsrúminum, til Henry gamli, sum hevur nátt sínum seksogfýrsinstjúg- unda ári skuldi koma í hylin. Døturnar báðar vóru longu byrjaðar at svimja, og bæði abba- og lang- abbabørn hjá Henry vóru eisini at síggja í hylinum. Tá øll vóru komin útí, fór húsavørðurin við einum blómutyssi inn í høllina og kallaði øll saman í einum horni á hylinum, har teir fingu handað blómutyssi frá skúlanum. Stigtakarar- nir til hetta vóru teir báðir húsavørðarnir Hanni Olsen og Kristian Tavsen. Emil gjørdi munin Øll hesi tríati árini hava tey svomið ein tíma um vik- una, greiðir Ruborg frá, meðan tey liggja og skvambla niður við kantin- um, eftir at hava fingið blómuheilsanina frá húsa- vørðinum. – Vit byrjaðu fríggja- kvøld. Men so fór Sjón- vaprið at vísa Emil úr Lønnebergi júst ta tíðina, vit høvdu í hylinum, so vit fingu flutt til hóskvøld, og tað hava vit so hildið síðan. Tað var eiðasørt, at tað bar til at fáa tey smáu at koma at svimja, meðan Emil var í sjónvarpinum. So har máttu vit víkja, minist hon. Hetta er vorðið ein lívs- stílur fyri alla familjuna, greiðir hin systirin, Joan frá. Hn stendur við eini ommudóttur í fanginum. Hendan lítla hevur ringar um armarnar, so hon flýtur. – Tá vi byrjðau, sigur Jo- an, var mamman á sama aldri, sum hon er nú. Og tær koma báðar regluliga í hylin. Fleiri bussar Hanni húsavørður spyr, um tey hava hugsað um, hvussu nógvar pengar tey hava brúkt upp á svimjing hesi árini. Tað hava tey ikki. Men Hanni hevur roknað út, at tey hava svomið fyri umleið 180.000, - krónur hesi 30 árini, tey regluliga hava vitjað svimjihylin. Tað verður skjótt roknað út, at tað er næstan fyri fimm bussar av tí slagnum sum tann fyrsti, ið Henry Davidsen keypti sjálvur. Hann kostaði 39.000,- krónur einaferð í sjeytiár- unum, minnist hann. Tað var ein Ford Transit. Ikki tí, heldur hann. Skuldu vit so tikið tann allarfyrsta, sum var hin heimagjørdi,sum smiðju- menninir í Miðvági gjørdu, so vórðu teir nógvir í tali. Tí tann bussin fekk hann frá Niclasen fyri 50,- krónur. Nevnast kann, at Henry Davidsen koyrdi buss í Vágum í ein manssaldur ella so. Og nógv er, sum rímiligt er, broytt hesa tíðina, síðan hann byrjaði at koyra av fyrstan tíð. Tey fyrstu nógvu árini átti hann ikki bussin sjálvur, men koyrdi fyri aðrar. Eitt nú fyri N. Nicla- sen við tí áðurnevnda før- oyskt bygda bussinum. Honum hevði hann eina- ferð 86 fólk í, minist hann. Ruborg Zachariasen, Joan Jørgensen og pápi teirra, Henry Davidsen, hava í 30 ár svomið regluliga í svimjihylinum í Sørvági. Yngru ættarliðini fylgja trúliga við. Mynd: Jens Kristian Vang Hanni Olsen, umsjónarmaður, handar Ruborg og Henry blómur, nú tey hava rundað tey 30 árini í hylinum Mynd: Jens Kristian Vang Sangløta á Argjum SANGUR Tíðindaskriv Sangløta verður sunnu- kvøldið 24 oktober í Kirkju- og missiónshús- inum á Argjum kl. 18.00. Magni Christi- ansen luttekur við sangi. Drama við Bjarta Jo- hannesen og fleiri verð- ur eisini á skránni. Borð verða sett upp í mið- og aftara sali, og drekkamuður verður at fáa. Ymisk koma at luttaka við vitnisburði. Ætlanin er, at hava hetta tiltak afturvend- andi. Øll eru hjartaliga væl- komin! Kvinnu- fundur í Mettu- stovu Týskvøldið kom- andi skipa kvinnu- ligu valevnini hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag fyri fundi í Mettustovu í Havn, at tosað verður um avbjóð- ingar í framtíðar kvinnupolitikki KVINNUPOLITIKKUR Kvinnuligu valevnini hjá Suðurstreymoyar Javnaðarfelag skipa fyri fundi í Mettustovu á Bakkahellu úti á Reyni í Havn týskvøldið kom- andi. Tær hava heitt á Ingi- bjørg Berg, stjórnmála- frøðing, um at hava innlegg um framtíðar kommunupolitikk. – Nú ætlanin er at leggja fleiri starvsfólka- tung øki frá landi til kommunur, verða fleiri og øðrvísi krøv sett kommunupolitikarum, serliga til raðfesting og umsiting. Hetta fer eisini at broyta nærdemokratiið – men hvønn vegin ynska tit, at tað fer? Hetta eru spurningar, sum Ingibjørg Berg fer at seta í upplegginum á fundinum. Kvinnuligu valevnini hjá Javnðarflokkinum vera við, og tær fara eis- ini at svara spurningum. C M Y K 9 8