hósdagur 12. oktober 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 13. oktober 2017
sosialurin 119
4
H
avi í nógv ár vitað,
at tað okkara mill
um eru nógv fólk,
sum ikki hava tað
gott.
Summi hava ilt í lívinum,
men onnur eru rakt av sjúkum,
sum diagnosa kann stillast
fyri.
At tað er so, sæst av teimum
mongu feløgunum, sum eru
savnað í meginfelagnum.
Sálarheilsudagurin var nú
ein dagin og vit hoyra so at siga
dagliga um fólk við autismu og
manglandi viðgerð.
Vit vita ikki hvussu mong
tey eru, vit vita ikki hvussu
mong eru menningartarnað
og vit vita ikki hvussu mong
hava ringa sálarheilsu.
Tað er undrunarvert, at
vit eru komin hartil, at ongin
myndugleiki í Føroyum veit,
hvussu mong okkara millum
hava sjúkur at stríðast við, sum
tey eiga at fáa hjálp fyri.
Sjálvandi eiga vit at taka
okkum av okkara veiku, heldur
enn at senda tey av landinum,
sum vit gjørdu fyrr.
Trupulleikin er, at tá ið
vit sum journalistar royna at
finna útav, hvussu nógv fólk
talan er um, so finna vit ongan,
sum kann geva okkum yvirlit
yvir tað.
Vit vita, at Javni royndi at
finna fram til hvussu mong
eru menningartarnað. Ein
uppgerð var gjørd saman við
almannaverkinum, sum sendi
tølini til Hagstovuna.
Tølini vóru so løgd fram á
eini ráðstevnu. Uppgerðin hjá
Hagstovuni (sum altso bygdi
á tøl frá almannaverkinum,
red.) vístu, at 450 fólk eru við
menningartarni.
Tað undarliga var bert, at
almannaverkið kendist ikki
við tølini, men helt fast við aft
aná, at hetta var alt ov høgt tal.
Í veruleikanum eru bert 100
menningartarnað.
Eg kann sjálvandi ikki taka
dagar millum hesi tølini, men
eg haldi meg duga at síggja
eina tilvitaða strategi, sum
hevur til endamáls at skapa
forvirring um tølini.
Tí hvussu kunnu tey nú
byggja barnaheim og bútilboð
til 35 fólk fyri 200 milljónir og
so framvegis siga, at tá mangla
10 fólkum framvegis eitt bútil
boð?
Svara mær tað – hvat hend
ir Eðgunn Samuelsen?
Eitt annað øki, har tað sama
hendir er á økinum, sum Ser
nám varar av. Heldur ikki har
fæst at vita, hvussxu nógv fólk
vit tosa um.
Góðu politikkarar! Tað er
lætt at síggja, tá ið eitt byggi
mál brýtur karmarnar og verð
ur ov dýrt. Men hvat hendir á
almannaøkinum, sum tilsam
ans kostar okkum nógv meira
enn eina millajrd?
Er tað eisini ov torført fyri
tykkum at fáa eitt yvirblikk
yvir, hvat tað er okkara mynd
ugleikar fáast við?
Sjálvur haldi eg vit mugu
fáa skil á, hvør tað er, sum
hevur brúk fyri hjálp og hvør
skal avgera, hvar fólk við veik
ari heilsu skulu bólkast undir.
Fyrr enn vit vita nágreiniliga,
hvussu tingini hanga sman, er
tað ómøguligt at stýra.
Tað er kanska ov ógvusligt
at kalla slíkt fyri svans við al
mennum pengum, men vit eru
á markinum. Tí krevst handl
ing nú.
Landsgrannskoðanin eigur
eisini at venda kikaranum
handan vegin, so vit fáa at vita
hvat hendir.
At tað ikki er lætt at halda
skil á “andre folks penge” síggja
vit á Landssjúkrahúsinum.
Knapplriga mangla seks
milljónir til viðgerðir restina
av árinum.
Hvar kom hatta frá í
hesum fyri okkara land so
búskaparliga góðum tíðum,
Sirið Stenberg?
Sum einn fyrrverandi
løgmaður segði: vit mugu vita
– ikki gita.
Ája!
H
vørja ferð, eg
ferðist
við
flogfari, minn
ist eg orðini at
ferðast er at liva.
So
skrivaði
ein.
Kanska segði hann tey
eisini, orðini um ferð
ingina og lívið.
Tað veit
eingin at
siga
nú. Tí tá var einki tól at taka upp
ljóð og festa tað.
Men uttan iva hevur hann pro
klamerað tey, tá hann steig upp í
rossavognin við hattinum í hondini,
hevjaðum: at ferðast er at liva! Og
so fór hann at ferðast og liva. Hann
livdi í einari ævintýrverð.
Tað var tá. Tá alt var betri enn
nú. Alt var betri fyrr. Tað verður
ikki nóg ofta sagt og skrivað.
Sum íslendingar siga: ein góð
vísa verður ikki kvøðin nóg ofta.
At ferðast var at liva.
At ferðast nú er ikki at liva. Tað
er at bíða, bíða, bíða og bíða.
Lívið er at bíða – eftir deyða
num.
At flúgva er bíðing 80 pros
ent. Tað er einki lív.
Tað byrjar longu í forhøllini
á flogvøllum uttanlands.
Tú skrivar teg inn í einum
tóli, sum ynskir tær góða ferð – til
helvitis.
Bíðingin eftir innskrivingini,
sum var, er flutt til kuffertini.
Nú er tann bíðirøðin har.
So er bíðingin við trygdareftir
litið, sum bara er til fyri at arga
fólk. Tey eru ikki livandi
kortini. Tey ferðast.
Tá tú hevur latið teg
í aftur hinu megin
trygdareftirlitið,
er aftur at bíða í
handlum og matstovum. Og so er
biðingin eftir at sleppa í flogfarið
og í stólin. Bíða eftir, at flogfarið
fer, eftir vogninum við bráneyðugu
vørunum í fløskum og so framvegis
minst sjey ferðir.
At ferðast er at bíða.
Havi eitt dømi úr stóru rúgv
uni. Skuldi flúgva úr Tromsø
herfyri til Oslo og haðani til
Keypmannahavnar.
Okkurt um 180 ferðaseðlar vóru
seldir til hesa flogferðina úr Trom
sø.
Men rúm var ikki fyri øllum í
flogfarinum, sum kom, verri enn so.
Okkurt klókt høvd í flogfelag
num, sum dugdi meira enn lítlu
tabell, sendi eitt flogfar norðureftir,
sum hevði 150 stólar.
150 stólar til 180 fólk. Tað ber til.
Men tað er ikki loyvt.
So noyddust tær neyðars ungu
kvinnur á flogvøllinum, sum fáa
fimm ferðir minni í løn enn klóki
maðurin, sum sendi flogfarið, at
finna 30 ferðafólk, sum sjálvboðin
vildu bíða, aftur har: bíða, fyri nógv
ar pengar og eina máltíð.
Samanumtikið helst ein bíligari
loysn fyri flogfelagið. Sama ger við
okkum, sum skuldu við. Vit eru ikki
á lívi. Vit ferðast. Til helvtis við okk
um. Har er so eingin bíðirøð, hóast
nógv fara tann vegin. Har eru tey
effektiv, og einki trygdareftirlit ella
innskiving eru. Einki viðføri uttan
skitna sálin í hondini.
Tað var ein lorta løta har í
Tromsø, drúgv eisini, hjá teimum
og hjá okkum, sum skuldu víðari
beint eftir hesa flogferðina. Sluppu
vit við til Oslo? Tað gjørdu vit, eftir
bíðing og sjálvandi seinkað.
Men kuffertið var ikki í Keyp
mannahavn, tá vit komu hagar.
Bíðaði, men har kom einki.
So aftur at striðast við hatta
forbannaða flogfelagið, eftir at
hava bíðað eftir at sleppa framat
sjálvandi.
Felagið, sum ikki segði frá, tá
kuffertið kom til Keypmannahavn
ar, hóast tað lovaði at gera tað, bæði
skrivliga og munnliga í telefonini.
Eg bíðaði og bíðaði eftir boðum.
Service my ass. Ein avbjóðing
við lít. Avbjóðingar eru eisini góðar
og stimrandi ivaleyst. Takk fyri tær.
At ferðast er at bíða, ein avbjóð
ing.
Um vit fingu endurgjald, skað
abót, ella bara tímaløn, fyri alla
bíðitíðina, var kanska hugaligari
at ferðast við flogfari.
Hvat er tað ikki deiligt at ferð
ast, at bíða? Lívið kann bíða, meðan
vit bíða eftir ævintýrinum, sum
ongantíð kemur.
At ferðast er at bíða
Ája!