hósdagur 12. oktober 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 119
5
Eina litríka karrieru
hjá Bygma Balslev
Vit søkja fólk til málingadeildina.
Tú kemur at selja eitt spennandi og breitt úrval av góðskuvørum, sum til
dømis Dyrup og Gori. Tú fær ábyrgdina fyri málingadeildini, herundir
innkeypið.
Dagliga arbeiði snýr seg um at veita ráðgeving, selja, bíleggja vøru heim
og at halda deildina snøgga.
Um tú hevur royndir innan vinnuøkið er tað ein fyrimunur. Tín bakgrund
kann verða frá handli ella kanska sum málari. Umráðandi er, at tú dugir at
fáast við kundar og at tú hevur jaligan hugburð til nýggjar avbjóðingar.
Tú fær spennandi arbeiðsumstøður í eini fyritøku við sera stórum og
góðum vøruúrvali. Vit bjóða løn eftir nærri avtalu, sum verður ásett eftir
royndum.
Umsókn og C.V. skal vera okkum í hendi 27. Oktober 2017 og sendast til
alex@balslev.fo - Starvið verður sett skjótast tilber.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja til Alex á 23 99
32 ella senda teldupost til alex@balslev.fo