Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 119 6 HEILSA SOLEIÐIS ER HEILSUSTØÐAN HJÁ FØROYINGUM Føroyingar roykja minni og halda seg hava góða heilsustøðu, men royking, yvirvekt og manglandi rørsla hóttir fólkaheilsuna Síðani 2002 hevur Fólkaheilsuráðið eina ferð um árið gjørt Gallup­ kanning av fólkaheilsuni hjá før­oy­ingum. Talan er um spurn­ ar­kanning, og tí ikki ein á vísindaliga kanning. Í 2017 vórðu 550 fólk spurd um ymiskar tættir, sum hava ávirkan á heilsuna. Fólka­heilsuráðið fegnast um, at før­oy­ingar roykja minni, og at ser­liga ungfólk roykja munandi min­ni, enn tey hava gjørt. Hó­ast ein partur av fólkinum er farin at røra seg meira og eta fisk, grønmeti og frukt í tráð við altjóða tilmæli, er eitt stórt tal av føroyingum als ikki við í hesum ráki, og tað ger, at tey eru í vanda fyri at fáa lívstílsjúkur. Før­oy­ingar eru eisini partur av ein­um altjóða ráki, har minni rørsla og skeivir kostvanar hava við sær, at fólk viga alt meira. Fólkaheilsuráðið heldur, at helvtin av føroyingum viga ov nógv, og at fimtihvør kann kallast feitur. Serliga menn yvir 25 ár viga alt ov nógv og eru í vanda fyri at fáa lívstílssjúkur, ið eru knýttar at yvirvekt. Tá ið fólk verða biðin um at meta um sína egnu heilsusøðu, lata tey rími­liga væl at, og serliga tey ungu halda seg hava góða heilsustøðu. Talið á roykjarum er fallandi, og næstan tríggir fjórðingar av føroyingum roykja als ikki. 27 prosent siga seg roykja fast ella av og á – í hesum tali eru eisini tey, sum siga seg bert roykja tvær ferðir um mánaðin. Færri fólk roykja Roykir tú? Ja: 27 % Nei: 73 % Tey yngru roykja minst Fólkaheilsuráðið fegnast um, at alt færri ungdómar roykja, men tey í yngra vaksmannaaldrinum roykja mest. 15-24 ár: 15% 25-39 ár: 42 % 40-49 ár: 25 % 50-59 ár: 35 % 60+: 18 %