Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 119 8 Tá skipanin svíkur - Tey noktaðu okkum fosturtøku, tá vit bóu um tað, og lov­aðu at hjálpa okk­um. Men vit hava onga hjálp fingið og í dag býr 18 ára gamla dóttir okk­ara á sofuni uttan framtíðar útlit til nøktandi menning og vøkstur sum menniskja. Tað siga tey bæði Uni Gullfoss og Anita Heinesen. Dóttir teirra hevur menningartarn. - Eg stúri fyri, hvat sonur mín kann enda úti í. Vit klára ikki at ansa eftir honum alt samdøgrið, og tí má hann fáa egnan bústað við nøktandi fakligari hjálp. Tað sig­ur Annika Silvurdal, mamma at 19 ára gomlum dreingi við ADHD, atferð­artrupulleikum og menn­ ingar­tarni. Hesar báðar søgurnar kanst tú lesa í temasíðunum hesaferð, nú Viku­skiftis Sosialurin fer undir 2. part av kampanjuni, Tá skipanin svíkur. Meðan hesar lagnur eru vónleysar at seta seg inn í, so kunnu tey flest nikka játtandi til, at tað má seta síni spor í familjulívið, í nøgdsemi í lívinum, í trivnað og í sálarheilsuna, at verða vitni til, at eitt barn verður sett í ein krók í samfelagnum uttan nakað tilboð um hjálp. Aftrat hesum báðum børnum eru tey 36 fólk við menningartarni, sum mangla bústað í dag. Tey eru áleið 16 við ADHD sum høvuðs- ella fylgisjúku, sum standa á bíðilista til búpláss. Fíggjarlógin í 2018 lovar batar til summi teirra, tá í alt 26 fleiri songjarpláss verða til fólk við menningartarni, tá ið allar ætlanirnar eru gjøgnumførdar. Men framvegis eru tey nógv, sum mangla pláss eftir hesa íløgu. Og framvegis er tað leingi at bíða hjá teimum familjum, sum standa á gáttini til tað ekstrema fyri at fáa tað almenna at vakna. Uni Gullfoss og Anita Heinesen umhugsa at flyta frá 18 ára gomlu dóttrini. Orsøkin er, at hon klárar seg ikki einsamøll. Og kanska tað almenna vaknar tá. Annika Silvurdal hevur søkt um fyritíðarpensjón til sonin. Tí kanska tað almenna vaknar og sær, at hann ikki nýtist at gerast pensjónist á sínum 19. árið, um bara hann fær røttu karmarnar. Meðan strongdin og ónøgdsemi veksur hjá familjunum, roynir tann politiska skipanin at betra um støðuna við búplássum. Men hvat gera vit, um bikarið flýtur yvir, áðrenn bústovnarnir eru lidnir? Og hvat gera vit so við tey, sum framvegis ikki fáa pláss, tá ið nýggju heimini eru klár? - TÁ FORELDUR MISSA LÍVSMÓTI Hvat gera vit, tá ið bikarið flýtur yvir hjá hesum foreldrum, meðan tey bíða eftir tí almenna? Og hvat gera vit, tá ið tað framvegis eru menningartarna í Føroyum, sum ikki sleppa á vardan bústað, tá nýggu bústovnarnir hjá landinum eru lidnir? Tá skipanin svíkur 2. partur Samgongan hevur sett 200 mió. kr. av frá 2018 - 2023 at byggja vardar bústaðir fyri. Kortini verða ikki nóg mikið av lássum bygd til at nøkta allan tørvin, sum hann er í dag.