Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 119 9 BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO Í temasíðunum her í blaðn­ um kanst tú lesa um tvær familjur, sum báðar sókn­ ast eftir búplássi til síni børn. Dóttir Una Gullfoss er menningartarna og manglar bú­ stað, meðan sonur Anniku Silvurdal hevur ADHD og menningartarn og somuleiðis manglar stuðul og bústað í næstum. Tað er Almannaverkið, sum um­ situr teir ymisku bústovnarnar í land­inum. Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum upplýsir fyri Sosial­inum, at tað eru 124 fólk við menningartarni, sum hava búpláss hjá tí almenna. Av teimum eru 72 í Suðurstreymoy, 32 í Eysturoynni og 20 í Norðoyggjum. Tað eru 35 fólk við menningartarni, sum mangla bústaðir. Har av eru tvey fólk, sum mangla røktarheimspláss, tvey fólk, sum mangla bú- og viðgerð­ ar­bústað. Síðani eru 17 fólk, sum mangla pláss á sambýlum við starvs­fólkahjálp alt døgnið. Og at enda eru tað 14 fólk, sum standa upp­skrivað til búfelagsskap, har tað almenna einans hevur starvsfólk á staðnum í dagtímunum. Hesi fólkini eru býtt landa­frøði­ liga so, at tað eru 24 á bíði­lista í Suðurstreymoy, 10 eru í Eyst­ur­ oynni og ein í Norðoyggjum. Eingin bíðar eftir plássi á Sandi ella í Suðuroynni. Annars er eitt tøkt búpláss til ein við menning­ ar­tarni í Suðuroynni, men eingin hev­ur tørv á hesum har suðuri. Komandi byggingar gera mun Samgongan hevur játtað 200 milli­ ónir á fíggjarlógini fyri 2018-2023 til bygging av vardum bústaðum. Tað merkir, sambært stjóranum á Almannaverkinum, at tá ið allar broytingarnar, sum eru fyri framm­an eru lidnar, so eru í alt 26 bú­pláss komin aftrat. Og taka vit bíði­listan, sum hann er í dag, so merkir tað, at tað fara at mangla 9 pláss í. - Tað er avgjørt ein góð byrjan í at bøta um umstøðurnar, sigur Edvard Heen, stjóri á Almanna­ verk­inum. Hann vísir á, at støðan á hesum økinum er nógv broytt sein­astu árini. - Fyri kanska 10-20 árum síð­ ani vórðu at kalla øll tey í vard­um bústøðum í Føroyum, diagnost­is­ erað við menningartarni. Men í dag telja tey undir 50% av teimum, sum hava hendan tørv. Tí er eisini um­ ráðandi, at Almannaverkið til­lag­ar seg og fær fjølbroytt tilboð til fjøl­ broytta tørvin, sigur Edvard Heen. 15 við autismu og ADHD standa á bíðilista Tá ið umræður bólkingarnar hjá Al­mannaverkinum er tað so, at fólk verða sett í tann bólkin, har teirra høvuðsdiagnosa liggur. Men mangan er tað so, at hevur tú autismu, so hevur tú kanska ADHD ella onkra aðra líknandi sjúku eisini. Tí er trupult hjá stjóranum á Almanna­verkinum at svara upp á, hvussu nógv fólk við ADHD standa á bíðilista til búpláss. - Tað er í øllum førum ein per­ són­ur við ADHD, sum stendur á bíði­listan til bústað og tveir, sum ynskja umlætting. Men tað er neyv­ an øll myndin, greiðir Edvard Heen frá. Hann sigur, at mangan eru tey ungu við ADHD á barnaheiminum, og tí eru tey ikki á listanum til bústað hjá Almannaverkinum. - Umframt tað eru 15 fólk við aut­ismu á bíðilista til bústovn, og fleiri teirra hava ADHD sum síðudiagnosu, greiðir Edvard Heen frá. Edvard Heen vísir at enda á, at tað er serstakliga á økinum hjá teimum við sálarsjúku, at tað haltar í føroyska samfelagnum. - Tey ungu við sálarsjúku eru tann mest átroðkandi bólkurin, og har er tað umráðandi, at teir ymsu stovnarnir arbeiða saman fyri at finna eina loysn. Seinastu mánaðirnar hava vit verið í einum tvørfakligum toymi við aðrar almennar stovnar júst við tí fyri eyga, at skapa eitt tilboð til tey ungu við sálarsjúku, greiðir Edvard Heen frá. SVÍKuR TÁ SKIPANIN 35 fólk standa á bíðilista Í dag eru 124 fólk við menningartarni, sum fáa bútilboð frá Almannaverkinum, meðan tey eru 35 fólk, sum standa á bíðilista og haraftrat eru 11 fólk, sum júst hava fingið pláss á nýggjum heimi, sum verður búklárt í næstum. Menningartarn