Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 119 10 TEMA: Tá skipanin svíkir BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO - E inki foreldur fer at siga, at man hevði ynskt, at barnið varð fjernað við fost­urtøku. Men heilt erligt er tað nakað, sum eg onkuntíð hugsi um. Tí tey lovaðu okkum hjálp. Ístaðin eru vit nú heilt trýst út á eggina, sig­ur Uni Gullfoss, pápi at 18 ára gaml­ari Astrid við álvarsligum menn­ingartarni. Hetta er ein trupul støða hjá Una Gullfoss og unnustu hansara Anitu Heinesen. Tí eitt er, at um­ støð­urnar í dag eru ógvuliga trupl­ ar og at kalla vónleysar. Men eitt annað er, at tað var ein glotti – eina­ferð. Men hann er nú tikin frá teimum. Tí størsti trupulleikin hjá Astrid er, at hon er púra óhjálpin. Hon dugir ikki við reinføri – hvørki persónligum ella húsligum. Hon er ikki før fyri at ansa sær sjálvum hvørki so ella so. Men tað var ein lítil vón herfyri. Tá Astrid slapp inn á skúla í Danmark. Men tað var ein stokk­ut gleði. Tað venda vit aftur til. Tí trupul­ leikarnir byrjaði longu, tá ið Uni Gullfoss og mamma Astrid, fyrr­ ver­andi kona Una, sóu tvær strikur á graviditetstestinum. Bæði vóru tey blaðung, konan hevði einki starv og Uni var í læru. Tey mettu ikki, at tíðin var búgvin. Tey fóru tí til komunulæknan at biðja um fosturtøku. Svarið var tó nei. - Vit fingu at vita, at tað skuldi so ikki verða tað fíggjarliga, sum skuldi forða okkum í at fáa eitt barn. Tí tað almenna skuldi nokk hjálpa til, segði læknin. Vit fingu tí eitt nei, greiðir Uni Gullfoss frá. Astrid verður tí borin í heim ímóti viljanum hjá foreldrunum, sum tó sjálvandi elskaðu hana frá fyrstu løtu. Beinan vegin gjørdist greitt, at Astrid ikki var sum aðr­ir nýføðingar. Sum trý ára gomul vóru boð­ini, at Astrid var fjølbrekað og ein størri greining skuldi gerast av, júst hvørjar trupulleikar og tørvir hon hevði. - Tað slitnaði millum meg og fyrr­verandi konuna tá, tí tað er ótrúliga hart, at hava eitt fjøl­ brekað barn, sigur Uni Gullfoss. Uni sat tá eftir einsamallur við Astrid, tó við sera nógvari hjálp frá foreldrum sínum. 12 ár seinni – tá ið Astrid var 15 ára gomul – komu enda­ligu boðini. Hon er sera menn­ ing­artarna og hon hevur autistisk trekk. - Eg haldi ikki, at onnur síggja beinan vegin, hvussu sjúk hon er. Tí at síggja til er hon ein vanlig genta, men so skjótt tú tosar við hana varnast tú, at hon í veruleikanum er sum eitt lítið barn, sigur Uni Gullfoss. Tá Astrid var 14 ára gomul kom Anita Heinesen inn í myndina, og saman fóru tey í gongd við at finna útav, hvør rætta leiðin var fyri Astrid. Slapp bara í skúla í eitt ár Og nú venda vit aftur til tað vón­ ina, sum var. Tí meðan Astrid fekk ymisk tilboð í Føroyum í styttri tíðarskeið, varð hon í 2015 send á skúla í Danmark fyri tey við sertørvi. Hetta var til stóra gleði hjá familjuni og hjá Astrid, tí hon mentist nógv og lærdi um at rein­ føri, um at føna sær sjálvum, um at vaska klæðir og so framvegis. Skúlin metti tá, at skuldi Astrid mennast so nógv, sum møguligt er, skuldi hon hava trý ár á skúlanum. Hildið varð, at tað var nógv, sum skúlin kundi gera fyr Astrid. Men heldur enn at loyva Astrid hasi trý árini í Danmark, fekk hon bert játtað eitt ár, og var síðani send heim aftur til Føroya, tí pengar ikki vóru til fleiri ár av skúlaskapi. - Tað ótrúliga var, at hon skuldi koma heim aftur til akkurát einki. Einki tilboð var til hennara, eingin loftaði henni, tá hon kom heim aftur, sigur Uni Gullfoss. Og Anita gjørdist tann, sum skuldi vera um Astrid alt sam­ døgrið, tí Uni siglur úti í fleiri sam­ an­hangandi vikur hvørjaferð. - Tað er heilt ótrúliga hart. Hon er jú púra óhjálpin og gongur aftaná mær allan dagin. Hon klárar einki at gera sjálv, sigur Anita og vísir á, at tað hevur avleiðingar fyri tey yngru systkini hjá Astrid. - Vit hava spurt og spurt, um - FINGU IKKI FOSTURTØKU MEN TÓM LYFT UM HJÁLP - Tey søgdu nei til okkara umbøn um fosturtøku, tí tey søgdu, at landið sjálvandi hjálpti til, um man var í neyð. Men 18 ára langa lívið hjá dóttir míni vísir, at tað vóru bert føgur orð uttan innihald, sigur Uni Gullfoss, pápi at 18 ára gomlu Astrid, sum er menningartarnað. Í dag hugsa tey framvegis um fosturtøkuna, sum mundi verið. Uni Gullfoss