hósdagur 12. oktober 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 119
11
TI
Astrid kann fáa ein vardan bústað,
so at hon bæði verður ment og fær
bestu umstøðurnar at fáa eitt ríkt
lív. Men svarið er, at vit kunnu
spyrja aftur í 2018. Inntil tá má
hon sova á sofuni hjá okkum, sigur
Anita Heinesen.
Og tað er júst tað hon ger. Tí
heima hjá Anitu og Una er ikki
eitt kamar til Astrid, so Astrid
býr á sofuni. Og har brúkar hon
stóran part av degnum. Tað er
nakað frægari seinastu mánað
irnar, nú hon er sloppin framat
verkstaðnum vón og kann vera
har í nakrar tímar hvønn dag. Men
kortini býr hon á sofuni.
- Tað er so pínufult at uppliva,
at hon bara verður sett í ein krók
í samfelagnum og man ikki leggur
seg eftir at menna hana sum fræg
ast – ella í tað minsta kann senda
hana til ein skúla, sum kann, sigur
Anita Heinesen.
Umhugsa at flyta út
Tey bæði Anita og Uni eru nú kom
in so mikið langt út av kós, at tey
umhugsa at flyta frá Astrid fyri at
fáa tað almenna at vakna.
- Hon klárar einki sjálv, og tað
hevði skjótt gingið galið, um hon
var einsamøll heima, sigur Anita
Heinesen.
Men vónloysi í heiminum hjá
Anitu, Una og Astrid er nú so mikið
stórt, at Anita umhugsar at finna
sær eina íbúð í Havn og flyta við
smærru børnunum hagar. Tí tá Uni
fer út at sigla, og hon flytur bústað,
so er bara eitt alternativ eftir, og
tað er, at tað almenna traðkar til.
- Vit klára ikki at hava hana.
Vit megna ikki at menna hana og
hjálpa henni víðari í lívinum á ein
nøktandi hátt. Tí vita vit ikki, hvat
vit nú skulu gera, siga Uni og Anita.
Tey bæði gera eisini greitt,
at tey elska Astrid sera nógv.
Men tað er givið, at
gerandisdagurin við
einum menningar
tarnaðum vaksnum
barni er hart.
Mugu fyrihalda seg til
veruleikan í fosturtøkukjakinum
Uni Gullfoss hevur valt at siga frá sínari støðutakan fyri 18
árum síðani, tá ið hann og fyrrverandi unnustan valdu at søkja
um fosturtøku. Orsøkin er, at Uni heldur tað hevur týdning fyri
samfelagskjakið, at allar síður av evninum “fosturtøka” verða
viðgjørdar.
- Vilt tú ikki geva fosturtøku til tey, sum biðja um tað, so mást tú
í øllum førum spæla við opnum kortum um, hvørjum samfelagið
hjálpir við og ikki. Tí okkara royndir eru, at tað er fyri tað mesta
bara føgur orð og lítið innihald, sigur Uni Gullfoss.
Og sum tú kanst lesa á aðrari grein í temanum, hevur tað drivið
Una Gullfoss og unnustuna Anitu Heinesen út á eggjuna, tí teirra
hjarta brotnar fyri Astrid.
- Tað er so syrgiligt at síggja, at hon ikki sleppur at verða ment
optimalt, men heldur skal takast heim til Føroya at dovna burtur
á einari sofu. Vit royna at menna hana alt vit kunnu, men vit eru
ikki fakfólk, sigur Anita Heinesen.
Í mun til fosturtøkuspurningin er Uni Gullfoss mest firtin um,
at lyftini um hjálp vóru orsøk til, at man ikki vildi lova teimum
fosturtøku fyri 18 árum síðani, men árini eftir hava prógvað, at
landið ikki hjálpir í nóg stóran mun, tá ið á stendur, sum til dømis
hjá Astrid.
- Eg elski dóttir mína og eg eri sera vónbrotin um, at tað ikki ber
til at fáa eitt tilboð til hennara. Sum er gjørt til hennara tørvir
og við tí fyri eyga at menna hana, so nógv, sum hon nú einaferð
kann, sigur Uni Gullfoss at enda.