hósdagur 12. oktober 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 119
12
TEMA: Tá skipanin svíkur
12
BARBARA HOLM
BARBARA@SOSIALURIN.FO
-S
einastu tvey árini
hevur hann ligið á
sofuni. Nú er hann
sjálvur vorðin so
troyttur av tí heila, at hann hevur
biðið sær pláss á Skúlanum við
Áir. Tað slapp hann til alla lukku,
sigur Annika Silvurdal, tá ið hon
og 54 ára gamli maðurin Rasmus
Petur Tróndheim skulu greiða frá
familjuumstøðu teirra.
Tí vist er, at tey bæði hava verið
ígjøgnum nógv seinastu árini.
19 ára gamli Stefan hevur havt
trupulleikar at stríðast við, síðani
hann varð ættleiddur til Føroya
sum 21 mánaðir gamal.
- Dagin eftir, at hann kom heim
sá eg, at alt ikki var, sum tað átti,
sigur Annika Silvurdal. Tað var tó
ikki fyrr enn drongurin gjørdist
15 ára gamal, at ein diagnosa
varð sett. Tá vísti tað seg, at allir
trupulleikarnir í veruleikanum
skyldaðust, at hann hevur atferð
artrupulleikar, ADHD og lættari
menningartarn.
- Hann byrjaði sum lítil at
smekka høvdið í gólvið, at fáa ótrú
liga løgið eygnabrá og eg visti, at
har var okkurt við honum, sigur
Annika Silvurdal.
Sum 4 ára gamal fór lítli Stefan
í barnagarð. Og tveir mánaðir eftir
vórðu boð eftir foreldrunum – tey
orkaðu ikki at hava hann uttan ein
stuðul til hansara.
- Vit hava havt stuðul til
Stefan síðani hann var lítil. Bæði
í barnagarði, útibarnagarðinum
og í frítíðarskúla hevur hann havt
stuðul. Og tá hann gjørdist 8 ár
skuldi Sernám finna útav, um hann
var klárur at fara í skúla, greiðir
Annika Silvurdal frá.
Eingin hjálp eftir
fólkaskúlan
Boðini frá Sernámi vóru, at tað var
óhóskandi at koyra hann í skúla, tí
hann var bara 2 ár í atferðini, hóast
hann var 8 ára gamal í kroppinum.
Men Annika Silvurdal og familja
hennara valdu kortini at royna, tí
eftir hennara tykki skal man byrja
onkustaðni.
- Tað gekk nøkunlunda hjá hon
um í skúlanum. Har var eitt hús á
Tvøroyri tá, til børn við serligum
tørvi, og har treivst hann væl,
greiðir Annika Silvurdal frá.
Í 2013 gjørdi Annika tó av at
flyta norður til Leirvíkar og Stefan
byrjaði sum 15 ára gamal á Skúl
anum á Trøðni. Og tað var tá, at
Annika valdi at fáa sær hjálp til at
nágreina, júst hvørjar trupulleikar
Stefan hevði at dragast við.
- Støðan versnaði hjá honum,
og eldri hann bleiv, meira stúrdi
eg fyri, hvat kundi henda, minnist
Annika aftur á. Og tí fór hon leiðina
til læknan.
Í desember 2014 komu boðini
frá Psykiatriska deplinum – Stefan
hevði ADHD, atferðartrupulleikar
og menningartarn. Í 2015 fór hann
tí undir viðgerð fyri hetta. Síðani
vóru lyfti givin um, at familjan
skuldi fáa so nógvan stuðul og
ráðgeving sum skuldi til, men enn
hava tey einki fyri.
Fyri tveimum árum síðani varð
Stefan liðugur við fólkaskúlan. Og
síðani hevur tað verið ein harður
dystur fyri at fáa hjálp. Somuleiðis
er veruleikin við kriminalitetin
vorðin meira og meira álvarsamur.
- Tað vísir seg, at børn við ADHD
hava lætt við at verða lokkað út í
óføri. Hann er fleiri ferðir endaður
á skeivari kós og satt at siga stúri
eg fyri, hvat hann kann finna uppá,
sigur Annika Silvurdal.
Søkt um stuðul og
bústað uttan eydnu
Spyrt tú Anniku Silvurdal, so er
støðan greið. Stefan hevur havt tað
hart seinastu tvey árini, nú hann
hevur gingið fyri einki. Og stútt og
støðugt hevur familjan stríðst við
at fáa dronginum eitthvørt tilboð,
sum kann hjálpa honum og tryggja
hann framyvir. Stefan hevur havt
trý størv í heilt stutt tíðarskeið
seinastu tvey árini – tað longsta í
tveir mánaðir, men hann megnar
ikki at halda upp á hesi størv.
- Hann er ikki førur fyri tí. Og
tá ið trýsti verður stórt, so lukkar
hann av, sigur Annika Silvurdal.
Hon hevur søkt um vardan bú
stað til Stefan, tí hann droymir um
at klára seg sjálvan og hava sítt
egna lív. Tað er tó ikki bara bara at
fáa í Føroyum, tí, sum lesast kann
aðrastaðni í temanum, so eru ikki
so nógv at taka av.
Nú er støðan blivin so álvarslig,
at Annika Silvurdal hevur valt at
søkja um fyritíðarpensjón til sonin.
Fyri at fáa onkran at vakna
- Eg ringi til Almannaverkið áleið
einaferð um vikuna. Eg eri altíð væl
móttikin av ráðgevanum, men hon
má tíverri siga mær hvørja viku, at
enn er einki tilboð til Stefan um
bústovn, sigur Annika Silvurdal.
Tí umframt, at Stefan hevur
roynt at arbeiða, so hevur hann
eisini ein stóran dreym um, at
sleppa at búgva fyri seg sjálvan.
- Eg haldi ikki tey vita, hvussu
sjúkur hann er, og hvussu strævið
tað er hjá honum, at bara liggja
á sofuni og versna, sigur Annika
Silvurdal, sum tó er fegin nú Stefan
- Hvørjaferð eitt dult nummar ringir spyrji eg meg
sjálva, um tað nú er Almannaverkið, sum fer at
koma við gleðiboðum, ella um tað er løgreglan, sum
fer at koma við tí øvugta. Eg stúri fyri framtíðini
hjá dreingi mínum og hjá familjuni, tí eg síggi onga
veruligan glotta fyri framman, sigur 52 ára gamla
Annika Silvurdal, mamma at 19 ára gamla Stefan.
Lívið er ótrúliga hart
- EG LIVI
Í ÓTTA FYRI
FRAMTÍÐINI