Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 119 13 hevur valt at fara á Skúlan við Áir at taka 9. floks prógv. Men klokkan tikkar, tí hvat hendir aftaná tað? - Skal hann so heim aftur á sof­una at liggja til onga nyttu, ella er nakað tilboð til hansara tá, spyr Annika Silvurdal. Tá Stefan fylti 18 tók Annika Silv­ urdal støðu til, at hon fór at søkja um fyritíðarpensjón til Stefan. - Eg segði við hann, at nú er hann so gamal, at nú mátti mamma søkja um pensjón. Tað er kostnaðar­mikið at hava ein vaksnan persón aftrat í familjuni, men tað er ikki bara tað. Tað er eisini ein roynd at fáa Almannaverkið at vakna sigur Annika Silvurdal. BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO S um foreldur er tað ein sjálvfylgja, at tað størsta ynski tú hevur er at títt barn skal hava eitt gott og ríkt lív. Og tað er við hesum fyri eyga, at Annika Silvurdal hevur valt at greiða frá, hvussu umstøðurnar hjá hennara barni eru. Men tað er ikki bara sonurin Stefan, sum hevur tað trupult. Tí Annika og maðurin Rasmus Petur eru eisini fangar í heiminum í Leirvík. - Vit hava ein kampingvogn og onkuntíð mugu vit bara rýma úr húsinum. Onkuntíð klára vit ikki meira og noyðast at fáa luft, greiðir Annika Silvurdal frá. Stefan er 19 ár og fyri fyrstu ferð er hann farin heimanífrá í eina tíð. Tí nú gongur hann í Skúlanum við Áir eftir egnum ynski um at sleppa í gongd við okkurt. - Tað er so gleðiligt. Men samstundis vita vit, at tað tilboðið gongur út fyrr ella seinni og tá mugu vit upp aftur á sama hjóli at renna fyri lívinum, sigur Annika Silvurdal. - Eg hevði vilja fingið ein dag í hansara høvdið fyri at vita, hvat hendir har inni, sigur Annika Silvurdal við stórari samkenslu fyri tí, sum sonurin stríðist við. - Eg veit, at hann hevur tað torført. Onkuntíð komi eg til at glepsa og skelda, tí eg orki ikki meira. Men tað er heldur ikki rætt, tí hann kann ikki gera við, at hann hevur tað torført, sigur Annika Silvurdal. Eins og onnur, sum hava verið frammi í kampanjuni hjá Sosialinum “Tá skipanin svíkur”, er Annika Silvurdal virkin á Facebook bólkum, har hon samskiftir við onnur foreldur í somu støðu. - Eg kenni tað sum, at børn og ung við ADHD eru eftirbátar í Føroyum, tí tey hava ongastaðni at fara. Stefan fekk tilboð um at fara til umlætting á einum heimi fyri menningartarna, men tey børnini eru so ótrúliga illa fyri, at hann passar ikki inn har. Eg vildi ikki senda hann har, sigur Annika Silvurdal. Stefan hevur eisini havt kriminalitet tætt at kroppinum. Á netinum hevur hann uppført seg óhóskandi og mangan er hann lokkaður til at gera ting, sum hava fingið løgreglan at sláa uppá tráin hjá Anniku Silvurdal. - Eg veit, at hansara dømikraft ikki er góð. Hann hevur eitt stórt hjarta og hann kann tí lokkast til alt, um onkur spyr upp á rætta máta. Hann er sjálvandi ikki ósekur sjálvur, men hann hevur ADHD og tað merkir hansara atferð, sigur Annika Silvurdal. Hon stúrir fyri, hvat fer at henda við Stefan, tá ið hon ikki longur er her. - Hann má fáa ein vardan bústað, har onkur kann hjálpa honum við pengum, tað dugir hann slett ikki við. Og við at halda seg í gongd, sigur Annika Silvurdal. Hon velur at siga sína og Stefansa søgu alment, tí hon vónar, at Stefan og onnur børn í Føroyum við menningartarni og ADHD kunnu fáa hóskandi umstøður at mennast í. - Tað er ikki ein gongd leið, at hesi liggja hjálparsleys heima hjá foreldrunum. Tey mugu fáa umstøður frá fakfólki at mennast og liva eitt ríkt lív. Tað er tað minsta, sum man má kunna krevja, sigur Annika Silvurdal. Hon veit, at fleiri íbúðir til børn og ung við menningartarni eru settar á skrá á fíggjarlógini fyri 2018 og hon vónar, at tað kann koma hennara Stefan til góðar. - Lívið er ein marra viðhvørt Lívið er ótrúliga hart viðhvørt. Tað er hart at viðurkenna, at tú hevur eitt barn, sum tú als ikki veit, hvussu tú skal hjálpa víðari í lívinum. Tá alt steðgar upp í skipanini og tú ringir og ringir og er á fundi omaná fund uttan at fáa tað hjálpina, sum krevst, so er tað hart, sigur Annika Silvurdal, nú hon skal tosa um, hvussu tað er at vera foreldur í slíkari støðu. Vónloysi og treiskni lið um lið