Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 119 14 TEMA: Tá skipanin svíkur HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO Tað er ein vika síðan, at Miðlahúsið fór undir kamp­ anjuna Tá skipanin svíkur. Endamálið við nýggju kamp­ anjuni var og er at varpa ljós á tey, ið vit sum samfelag, ikki megna at hjálpa og lofta, tá teimum ella teirra nærmastu tørva hjálp. Byrjað var við søguni um Rebekku Niclasdóttir Dahl, og hennara tólv ára langa stríð við skipanina, at fáa staðfest hvørja sjúku sonurin hevur. Tá tað so loksins bleiv staðfest, at sonurin hevur bæði autismu og ADD, so skuldi man trúð, at skipanin alt fyri eitt rættaði sínar feilir og veitti alla hugsandi hjálp til fam­iljuna, sum í tólv samfull ár høvdu stríðst við somu skipan, tí tey vistu, at sonurin tørvaði hjálp. Men í staðin fyri at fáa tí neyðuga hjálp, ið sonurin tørv­aði, rendi familjan seg inn í ein nýggj­ an múr. Tann hjálpin, ið almenna Føroyar hevur at bjóða, er alt annað enn nøktandi, og trinu foreldrini og sonurin inn í eina verð, ið er merkt av manglandi játtan, mangl­andi hjálp og tað, ið fyri tey, ið okkara vælferðarsamfelag ikki loft­ar, tykist at vera brotin lyftir. Ein kaldur veruleiki, ið kemur til sjóndar síðst í samrøðuni við Rebekku Niclasdóttir Dahl. - Eg vildi heldur havt, at tey upp­dateraðu lógirnar og tær ym­ isku heimasíðurnar og søgdu - ”tað er ikki fyri øll. Vit hava ikki møguleikan at hjálpa øllum.” Men sum nú er livir tú upp á falskar vónir um, at eisini títt barn fær rúmd í samfelagnum – uttan at verða sett í ein ”serligan” krók, har eingin tekur atlit til teir serstaku tørvirnar, sum hvørt einstakt ”serligt” barn hevur, sigur Rebekka Niclasdóttir Dahl. Fleiri røddir hoyrast Eftir at Rebekka Niclasdóttir Dahl traðkaði fram og fortaldi síðan søgu, gjørdist alt fyri eitt greitt, at talan absolutt ikki var um eitt einstakt tilfeldi. Á sosial­um miðl­ um, í teldupostum til Miðla­húsið og gjøgnum telefon hava líkn­andi søgur streymar inn um hvussu skipanin svíkur, tá mest stendur á. - Hevði autisman í sær sjálv­um bara verið størsta avbjóð­ing­in í lívinum hjá okkum autismu­for­ eldr­um. Veruleikin er tó tann, at stríðið við tað almenna er tað ið stress­ar okkum allarmest, skrivaði ein mamma á Facebook, eftir hon læs søguna. Ein onnur mamma tók til. - Eg havi ein son 19 ára gamal við autismu, hann fekk staðfest autismu sum 15 ára gamal, hóast eg boðaði frá longu tá hann var smá­drongur, at okkurt ruggaði ikki rætt. Eg nevndi autismu, og tað bleiv flent at mær! Manglandi tímar At foreldur at børnum við autismu sita eftir við einari kenslu av hjálparloysi er ikki so løgið, tá hugt verður eftir spurnarkanningini, ið Vikuskiftis-Sosialurin gjørdi mill­um skúlastjórar og fyrsti­ lær­arar í Føroyum í síðstu viku. Ringt varð til allar skúlastjórar og fyrsti­lærarar, ið hava fleiri enn tíggju næmingar, fyri at spyrja, um teir fingu teir tímarnar til ser­ námsfrøðiliga undirvísing, ið skúl­ ar­nir hava tørv á. Av teimum 27 skúlastjórum og fyrstilærarum, ið blaðið fekk fatur á, svaraðu einans fimm at teir fáa nokk tímar, meðan fimm svaraðu, at teir fáa nokk tímar, men kundu ynskt sær fleiri. Harafturímóti vóru tað fimtan skúlastjórar og fyrstilærarar, ið svaraðu, at teir ikki fingu nokk, meðan tveir svaraðu, at teir ikki fingu nokk, men meta at økið eigur at skipast á annan hátt. Tað kann tískil ikki undra nakran, at foreldur at børnum við autismu meta, at hjálpin ikki er til staðar, tá teir stjór­ ar, ið eru um børnini til dag­ ligt í skúlunum, siga seg ikki fáa neyðuga tímarnar, ið tørvur er á fyri at veita neyð­ ugu umstøðurnar og hjálp­ ina, ið hesi børn hava tørv á fyri at trívast og mennast. Eingin kennir tørvin Tað er merkisvert, at síð­an Miðlahúsið byrjaði kam­ p­anj­una hava vit roynt at fingið greiðu á hvussu nógv børn við autismu eru í føroyska fólkaskúlanum. Men hóast vit hava vent okkum til eina ør­ grynna av stovnum og ráðum, so er tað eingin, ið hevur kunnað veitt eitt tal. Á psykiatriska deplinum verður greitt frá, at hóast tey eru føroyskir myndugleikin, ið veitir diagnosur, so hava tey onga skráseting yvir børn við autismu í fólkaskúlanum, og eru tað eisini børn og ung, ið hava fingið diagnosuna í Danmark. Bæði í Sernámi og hjá Almanna­ verkinum verður víst til samstarvið Tí Góðu Tilgongdina, men heldur ikki har er eitt fullfíggjað yvirlit yvir børn við autismu í skúlanum, tí sum upplýst verður, so eru tað ikki øll, ið ynskja ella eru partur av samstarvinum. Í eini síðstu roynd hava vit eisini spurt okkum fyri hjá Mentamála­ráðnum, men hevur tað ikki eydnast at fingið eitt svar áðrenn blaðið fór til prentingar. Eftir stendur so spurningurin. Er tað óvæntað, at skipanin ikki megnar at lofta øllum, tá eingin veit hvussu stórur tørvurin er? TANN ÓKENDI TØRVURIN Ein vika eftir, at Miðlahúsið fór undir kampanjuna Tá skipanin svíkur, kunna vit staðfesta, at eingin veit hvussu nógv detta niðurímillum skipanini. Tað er kanska ikki óvæntað, tí eingin tykist at vita hvussu stórur tørvurin er heldur. FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 116 14 VÁGS SKÚLI: JOHN HENRIK HOLM 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Fyri okkara viðkomandi, so kann man altíð brúka meira, men vit eru ikki ónøgd. TVØROYRAR SKÚLI: FINN THOMSEN 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Vit klára okkum við tí, ið vit fáa, men vit kundu altíð fingið meira. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Um tann næmingurin, ið fær tveir tímar kundi fingið fýra, so hevði tað sjálvandi verið betri. PORKERIS SKÚLI: MANNBJØRN OLSEN 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Nei, tað hava vit hildið í nógv ár er í undirkant. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Hann fær ikki tað undirvísing og hjálp, ið hann kundi fingið. HVALBIAR SKÚLI: EYDNA DANIELSEN 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Langt frá. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Tað hevur ta ávirkan, at vit fáa ikki givið temum tað eyka, ið teir hava brúk fyri. SUMBIAR SKÚLI: ARNFINN BJARKHAMAR 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Ja. SKOPUNAR SKÚLI: KATHRINA JOENSEN 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Nei, vit ynskja okkum meira játtan enn tað, ið vit fáa. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Tað verður ikki optimalt hjá teimum næmingunum. SANDS SKÚLI: BETTY HANSEN 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Vit kundu brúkt meira, men vit brúka tað vit fáa. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Tá man søkir um serligar tímar, so er tað til børn, ið hava serligan tørv, ið teir verða oyramerktur til. Tey, sum hava tørv á fleiri tímum innanfyri serligan tørv, fáa so meiri stuðul av teimum miðfirraðu tímunum. Men um man tekur meira av teimum miðfirraðu tímunum, so eru færri tímar til annan aktivitet. Soleiðis royna vit at stýra millum skerini. SANDOYAR MEGINSKÚLI: HANSA M. GLERFOSS 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Nei. Tað minkar. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Alt eitur inklutión í dag, men við hvørt kann man eksludera meira við at inkludera. Tað eru næmingar, ið hava stórar avbjóðingar. Tá tað ikki eru nokk tímar til, at tey kunna fáa undirvísing í smærri bólkum og ein til ein, so mugu tey vera størri part av tíðini inni í flokkunum, har tey ikki megna felags boð ella hvussu undirvísingin er skipað. Tað gongur út yvir bæði tann næmingin og flokkin. EYSTURSKÚLIN: EYÐDIS EIDESGAARD 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Hampiligt. Tað kundi verið betri. Sjálvandi hava vit nakrar næmingar, ið ikki fáa ta hjálp, ið teimum tørva. Men oftani eru tað kanningar, ið taka langa tíð áðrenn tímar verða játtaðir. Man skuldi kanska havt eina pulju, ið man kundi brúkt av. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Við hvørt stingst okkurt upp í teimum yngru flokkunum. Tá man søkir um tímar fyrst í árinum, so veit man ikki hvussu tað er í august og september. Men so skulu kanningar gerast, og tað tekur mangan langa tíð. HOYVÍKAR SKÚLI: HANS JÓN THOMSEN 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Tað fáa vit ikki, men mín fatan av tí sernámsfrøðiliga økinum er, at man kundi, um man vildi, umskipað økið eitt sindur betri, so man hevði fingið meira burturúr teimum tímunum, ið man fær. Í Hoyvíkar skúla hava vit eitt serskúlatilboð til børn við autismu. Har hevur tað verið soleiðis í nøkur ár, at hvør einstakur næmingur í Hoyvíkar skúla hevur fingið tillutað nakrar tímar. Vit hava gjørt eitt skúlatilboð her uppi, ið rúmar tíggju næmingum, og so eru tað nøkur starvsfólk burturav, ið eru um hesi børnini. Vit at umskipa økið, so kundi man gagnnýtt teir tímarnar betri. Men við mátanum tað verður gjørt uppá í dag, haldi eg ikki man fær til tann tørv, ið er. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Teir næmingar, ið hava tørv á tímunum, fáa ikki so nógva tímar, at vit klára at geva teimum tað, ið teir hava brúk fyri. So tað gongur út yvir trivnaðin hjá teimum. Men tað gongur eisini út yvir læraran í tann mun, at tá teir ikki klára at røkka næmingarnar við teimum tímunum, ið eru, so skapar tað eina ónøgd hjá lærarunum, tí teir klára ikki at gera meira. Tað ger, at teir vera ónøgdir, strongdir o.s.fr. KALDBAKS SKÚLI: SIGNY A. HERMANSEN 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Nei. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Teir miðal og sterkur næmingarnir fáa ikki tær avbjóðingar, ið teir eiga at fáa, tí lærarin má brúka tíðina upp á teir næmingar við serligum tørvi, ið áttu at fingið stuðul. SANKTA FRANS SKÚLI: ASLAUG OLSEN 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Nei, vit fáa ikki nokk. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Tað merkir, at vit fáa ikki givið eitt so gott tilboð, sum vit høvdu ynskt. SKÚLIN Á FLØTUM: REGIN MARNERSSON 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Vit hava sertilboðið og Lopfjølina, har vit hava góðar umstøður, men til ta vanligu serundirvísingina er tað øgiliga knípið. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Tað merkir bara, at vit ikki fáa skipað undirvísingina, ið vit ynskja. VELBASTAÐAR SKÚLI: JOAN NESHAMAR 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Nei. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Sjálvandi ávirkar tað neiligt báðar partarnar. Bæði teir, ið hava brúk fyri tí og tey, ið ikki hava brúk fyri tí, tí tey verða koyrd saman stóran part av tíðini. Tí er tað ikki nøktandi fyri nakran. FRÍSKÚLIN Í HAVN: SHARON WEISS 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Vit hava brúk fyri fleiri enn tað vit fáa. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Tá man ikki fær nokk av tímum, so hevur man færri starvsfólk. Vit eru ein lítil skúli, so tað hevur stóra ávirkan. Tá man so ikki fær teir tímarnar, so hevur man ovbyrja starvsfólk, og so er ikki optimal undirvísing. SKÚLIN Á GILJANESI: ANNBRITT TOFTEGAARD 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Nei. Gjarna vilja fingið fimm ferðir fleiri tímar. Men eg dugi at síggja, at um man hevur 20 næmingar, ið skulu hava stuðul, so kunna vit ikki fáa 20 námsfrøðingar ella lærarar inn. So mítt ynski hevði verið, um eitt serøkið bleiv sett á stovn í øllum skúlaøkjum, ið kundi tikið sær av hesum næmingum. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Teir muga klára seg sjálvar. Sum nú er, tá vit ikki fáa nokk av tímum, so velur man tey børnini burturúr, ið fáa minst burturúr, og fáa hjálpt teimum við teir tímarnar, ið vit meta vera týdningarmestir. Tað er føroyskt, rokning, enskt Tá skipanin svíkur TEMA: 17 av 27: VIT FÁA IKKI NOKK FRÍGGJADAGUR 6. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 116 15 Ein spurnakanning, ið Vikuskiftis-Sosialurin hevur gjørt millum skúlastjórar og fyrstilærarar í Føroyum vísir, at teir flestu kundu hugsa sær at fingið fleiri tímar til sernámsfrøðiliga undirvísing. HALLUR AV RANA hallur@sosialurin.fo T ørvur er á fleiri tímum til ser náms­ frøðiligu und irvísing í fólkaskúlanum, tí sum nú er, so fáa næm ingar ikki í nóg stóran mun tann stuðul, ið tey hava brúk fyri. Tað er greiða niðurstøðan eftir, at Vikuskiftis­Sosialurin í vik uni ringdi til allar skúlastjórar í landinum, ið hava fleiri enn tíggju næmingar, fyri at spyrja, um skúlarnir fáa teir tímarnar til ser námsfrøðiliga undirvísing, ið tey hava tørv á. Fyrst fingu skúlarnir spurn ing in: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga und­ ir vísing? Um svarið var nei, varð spurt um hvørja ávirkan tað hevur á næmingarnar. Av teimum 37 skúlastjórunum og fyrsti lær­ arunum í Føroyum eydnaðist tað at fáa hendur á 27 teirra. Fimm skúlastjórar svaraðu, at tey fáa nokk tímar. Fimm skúlastjórar svaraðu, at teir fáa nokk, men kundu ynskt sær meira. Fimtan skúlastjórar svaraðu, at teir ikki fingu nokk, meðan tveir svaraðu, at teir fáa ikki nokk, men meta at økið skuldi skipast á annan hátt. Her ber til at lesa hvat skúla stjórarnir svaraðu: og danskt. Tá tað koyrir gott, so fer man víðari til tann næsta. Tað er sum at sløkkja eldar. HVALVÍKAR SKÚLI: MARIN SIGVALDSDÓTTIR BLÁBERG 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Ja, sum tað er hjá okkum, so eru vit partur av eini skipan við Skúlan við Streymin og Hósvíkar skúla. Tað er ok. KOLLAFJARÐAR SKÚLI: JÓN HØJSTED 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Hjá okkum er tað á góðari leið. Fáa ikki alt vit biðja um, men samanborið við aðrar skúlar, so er okkara støða ikki so galin. KVÍVÍKAR SKÚLI: HØGNI WARBERG 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Ja, vit fáa nokk. VESTMANNA SKÚLI: NOMI JACOBSEN 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Nei, vit fáa ikki teir tímarnar, ið vit hava brúk fyri á sernámsfrøðiliga økinum. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Næmingarnar fáa ikki tað, ið teir hava brúk fyri, og vit fáa ikki gjørt tað arbeiðið, ið vit fegin vildu gjørt fyri, at tey fingu ta hjálp tey hava brúk fyri. STRANDA SKÚLI: HANS PETUR JACOBSEN 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Nei, tað fær man ikki, um man hugsar um hvønn næming. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Næmingurin fær ikki tað burturúr, ið hann skuldi fingið. SKÚLIN Í EYSTURKOMMUNU: FRÍÐFINNUR JOHNSSON 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Veruleikin er tann, at tímatalið hevur verið skert í nógvum førum og tørvurin hevur ikki verið minkandi. So vit uppliva í nógvum førum, at tað er trupult at fáa loyst. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Man kann risikera, at nakrir næmingar ikki altíð fáa eitt nóg gott tilboð. Tað heilt týðiligt, at við fleiri tímum, so hevði borið til at bjóða eitt nógvar ferðir betri tilboð, ið hevði gagnað næmingunum. RÚNAVÍKAR KOMMUNUSKÚLI: DURITA P. JOENSEN 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Vit kundu altíð hugsa okkum fleiri. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Um teir ikki fáa eina nøktandi undirvísing, so gongur tað bæði yvir tað fakliga og sosial, tað vil siga trivnað og innlæring. Men man roynir at skipa seg innar teir karmar, ið man fær. FUGLAFJARÐAR SKÚLI: ÓLAVUR THOMSEN 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Vit fáa eitt pent tal av tímum, men tað er altíð brúk fyri meira. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Vit hava skipað skúlan soleiðis, at teir næmingarnir, ið ganga í miðdeildini eru savnaðir, ið hava mest brúk fyri tí, og teir, ið ganga í hádeildini eru so eisini savnaðir í einum serflokki, og tí fær man útnytta tímarnar nokk so gott hjá okkum. Men tað fer altíð at vera eyka avbjóðingar, serliga tá man tosar um byrjunarundirvísingina. Tá eru tað kanska fleiri næmingar, ið hava brúk fyri ein-til-ein. Og av tí sama, um man ikki fær næmingar ein-til-ein, so verður tað ófriður í flokkinum. Og um tað er ófriður í flokkinum, so fáa hinir næmingarnir heldur ikki tað burturúr, ið tey skulu. Men skipanin hjá okkum virkar nokk so væl. Ì byrjunardeildini hava vit nakran avbjóðingar fyri tíðina, tí tað eru ov fáir tímar har. SKÚLIN VIÐ STREYMIN: SONNI ÓLI DJURHUUS 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Vit fáa altíð ov lítið, men tað handlar ikki bara um tímar. Tað handlar eisini um hvussu vit skipa økið. Her í Sundalagnum átti man at sæð økið sum eina heild, og hugt eftir hvør tørvurin er. Út frá tí kann man so játta tímar eftir hvør tørvurin er. Um man tekur skúlan hjá okkum, so er serfrøðin og lærararnir her, og tað er her, at næmingarnar kunna koma, ið hava ein serligan tørv. So høvdu vit kunna, við teimum tímum sum verða játtaðir, veitt eitt nógv betri tilboð. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Teir fáa ikki tað skúlatilboð, ið teir hava brúk fyri. Men tað ávirkar eisini vanliga flokkin, tí øll skipanin í flokkinum má taka hædd fyri teimum fáu persónunum, ið hava serligan tørv, og ger tað, at teir næmingar, ið eru væl fyri, eisini missa eitt sindur, tí man alla tíðina má taka atlit til tann, ið ikki er væl fyri. Til tíðir kann tað vera eitt tvíeggjað svørð, hvat man leggur dent á. Men øll skulu vera í skúlanum, og tí skipar man eisini floksstovuna og floksundirvísingina eftir tí tvíleika, so øll kunna vera við. Tað haldi eg eisini, at vit hava megnað øgiliga væl. EIÐIS SKÚLI: TOM JOENSEN 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Ja. VIÐAREIÐIS SKÚLI: JENSEBETH ABSALONSEN 1: Fáa tit teir tímarnir, sum skulu til, til sernámsfrøðiliga undirvísing? Nei, tað fáa vit ikki. 2: Hvørja ávirkan hevur tað á næmingarnar? Tað hevur ringa ávirkan á næmingarnar, tí tað eru næmingar, ið hava tað trupult í skúlanum, og tá eingin hevur tíð at taka sær av teimum, so hevur tað negativa ávirkan. EINKI SVAR: Lítliskúli: Jenny Winther Poulsen Skúlin við Løgmannabreyt: Høgni Joensen Skúlin á Argjahamri: Marjun Holm Sørvágs skúli: Jóhannis Joensen Hósvíkar skúli: Fríðgerð í Líð Tofta skúli: Marita Dalsgaard Skála skúli: Don Eyðbjarnarson Joensen Frískúlin Keldan: Jastrid Høj Skúlin á Fossanesi: Myrna Jacobsen. Á skúlatrøð: Vagn Foldbo 190.000,- Vanligur prísur 246.990,- Avmarkað nøgd ∙ Uttan bil í býti 1,6 bensin 120 hk Active NÚ EINANS tilboð VIKUSKIFTIS- STÓR­ HVALATVØST 2 KG. 19995 VANL. 29995 HARBOE SODAVATN 6x2 LITRAR FYRI 100.- VANL. 2695 MIKLA­ DJÚS 1 LITUR 3495 VANL. 4995 TILBOÐINI ERU GALDANDI FRÁ FRÍGGJADEGI 6. OKTOBER TIL OG VIÐ LEYGARDAG 7. OKTOBER 2017 árg. 91, blað nr. 116 6. oktober 2017 Tá skipanin svíkur: 15 skúlastjórar: Fáa ov lítið til ser­ undirvísing s14­15 – Fyrst fingu vit at vita, at hann bara skuldi hava meira kærleika. Men veruleikin er, at hann hevur autismu, sigur Rebekka Niclasdóttir Dahl. Sonur hennara bíðaði 12 ár eftir einari diagnosu s11­13 Eingin vErjir barn mítt uttan Eg Stórt tema um tá skipanin svíkur tema Sigur søgu um ser­ staka kvinnu s18­19 Eyð Matras: