hósdagur 12. oktober 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 119
15
Landsstýriskvinna í mentamálum ásannar, at núverandi skipan ikki
er nóg góð, men vísir á, at broytingar verða í løtuni gjørdar, ið hava
til endamáls at veita betri hjálp til næmingar við serligum tørvi.
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
Í spurnarumfari, ið Vikuskiftis-
Sosialurin gjørdi í síðstu millum
føroyskar skúlastjórar svaraðu
17 av 27 skúlastjórum, at teir ikki
fingu játtað teir tímar, ið teir mettu
vera neyðugar til sernámsfrøðiliga
undirvísing.
Tað er Sernám, ið avgerð, í
samráð við skúlastjórar, hvussu
nógvar tímar hvør einstaki skúli
fær til sernámsfrøðiliga undir
vísing. Tað er Rigmor Dam, lands
stýriskvinna í mentamálum, ið
varðar av stovninum, og tá hon
verður spurd um núverandi
støðu og manglandi tímar til ser
námsfrøðiliga undirvísing, ásannar
hon at viðurskiftini ikki eru nóg
góð, men at sum nú er, so verður
nógvur peningur játtaður til økið.
- Vit brúka í løtuni umleið ein
fjórðing av játtanini til skúlaverkið
til serligan tørv, ella áleið 100 milli
ónir krónur árliga. So sera nógvur
peningurin er longu í systeminum,
tá ið hugsað verður um, at talan
er um í mesta lagi 10 prosent av
samlaða barnatalinum. Nógv
bendir sostatt á, at vit ikki hava
dugað at skipað og gagnnýtt játt
anina sum er raðfest ella tillutað
sernámsfrøðiliga økinum, sigur
Rigmor Dam, og leggur afturat, at
hon er væl greið yvir, at dagsins
støða ikki er nøktandi.
- Vit vita, og næmingar, foreldur
og lærarar vita, at nógv børn fáa
ikki eitt nóg gott tilboð. Og tað eiga
vit ikki at góðtaka.
Broyta skipanina
Eins og Sernám vísti á í blaðnum
í síðstu viku, vísir landsstýris
kvinnan á, at tað er neyðugt at
gera broytingar í hvussu man
hjálpir børnum við serligum tørvi,
tí gamla skipanin, har børn hava
fingið egnar stuðulstímar, ikki er í
samsvar við faklig tilmælir.
- Vit hava gjøgnum nógv ár vant
okkum við, at stuðulstímar verða
tillutaðir einstaka barninum, sum
so í nógvum førum verður “mans
uppdekkað” í flokkinum - ofta við
skiftandi stuðlum. Spurningurin er
um hetta gevur so góða menning,
og um so er fyri hvønn, spyr lands
stýriskvinnan, og leggur afturat.
- Fakliga tilmælið er, at vit
eiga heldur at seta stuðlar inn í
umhvørvið, har barnið skal in
kluderast í, til dømis í flokkin, og
at stuðulin skal vera skikkaður ella
útbúgvin at átaka sær uppgávuna.
Serflokkar
Rigmor Dam vísir eisini á, at man
síðstu árini er farin undir at skipa
fleiri serflokkar kring landið.
- Harumframt eru nøkur børn,
sum hava tørv á einum serligum
skúlatilboði, tó at tey framvegis
kunnu vera knýtt at sínum egna
flokki, tá ið tað ber til. Tí hava vit
síðstu árini stovnað serflokkar úti
í stóru fólkaskúlum kring landið.
Har er siktið, at øll børn eiga rætt
til eitt fakliga væl skikkað tilboð í
nærumhvørvinum. Onkur hevur
nevnt tað lokala sentralisering, tí
tá sleppa børnini undan at noyðast
til Havnar í sertilboð, sigur Rigmor
Dam og heldur fram.
- Í løtuni hava vit serstovur í
Klaksvík, Runavík, Sundalagnum,
Vágum, Havn og á Tvøroyri, og
hesar rigga sera væl, hóast tað
sjálvandi altíð eru ávísar avbjóð
ingar í byrjanini. Tá kunnu vit
bjóða børnunum eitt veruligt
menningartilboð á teirra støði, har
ein ætlan verður løgd fyri einstaka
barnið.
Við nýggja tilboðnum metir
landsstýriskvinnan, at man fær
betri gagnnýtt játtanina, ið er til
økið, við tað at børnini fáa eitt betri
fakligt umhvørvi.
- Soleiðis fáa vit bæði ein skyn
samari rakstur og eitt betri tilboð,
tí tímarnar ella pengarnir, sum
næmingarnir annars høvdu fingið
tilluttaðir hvør sær, verða savnaðir
á serstovuni, har fleiri børn fáa
gagn av at verða partur av einum
fakliga mennandi umhvørvi við
serútbúnum starvsfólki.
Landsstýriskvinna leggur tó
dent á, at tær broytingarnar, ið nú
verða framdar viðvíkjandi hvussu
børn við serligum tørvi fáa hjálp,
krevja eina hugburðsbroyting.
- Vit eru langt frá komin á mál
við at byggja hetta upp enn, og
tað krevur eisini eina hugburðs
broyting, at tímarnir ikki fylgja
barninum, men antin flokkinum,
sum barnið gongur í, ella serstov
una, har fakfólk gera eina læri-
og menningarætlan fyri hvønn
einstakan næming, sigur Rigmor
Dam.
Sernám hevur avbjóðingar
Ein gjøgnumgangandi táttur, tá
tosað verður við foreldur at børn
um við serligum tørvi, fólk í skip
anini, lærarar og skúlastjórar er
kritikkur av Sernámi. Ferð eftir
ferð verður lagt eftir stovninum,
ið nógv uppliva sum truplan at
fáast við.
Rigmor Dam fjalir ikki yvir, at
stovnurin hevur nakrar avbjóðing
ar, og at broytingar verða í hesum
framdar.
- Á Sernámi eru hópin av sera væl
skikkaðum starvsfólkum, sum gera
eitt megnar arbeiði. Lat tað vera
sagt. Men talan er um ein stovn,
sum hevur stórar avbjóðingar í
løtuni. Vit í Mentanámaráðnum
eru greið yvir støðuna og hava sett
eyka fólk út á Sernám, so vit fáa
hann at virka eftir ætlan, tí verandi
støða er ónøktandi fyri allar partar.
Vit lýsa í løtuni eftir stjóra til
stovnin, og viðkomandi kemur at
arbeiða tætt saman við okkum við
at skipa stovnin og brynja hann til
framtíðina, børnunum at frama,
sigur Rigmor Dam.
Nógv børn fáa ikki
eitt nóg gott tilboð