Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. oktober 2017 sosialurin 119 16 samfelagsfrøði – Implimentera rørsluna í arbeiðsdagin: Reis teg upp av og á og gang runt á kontórinum eina løtu, gakk til onkra avtalu ístaðin fyri at koyra ella far ein lítlan gongutúr, sigur Durita Poulsen, BA í føðslu og heilsu, sum heldur, at bæði arbeiðsgevari og starvsfólk mugu taka ábyrgd og røra seg meir í gerandisdegnum annika@sosialurin.fo Mong okkara sita niðri megin part­in av degnum. Vit ganga bert stutt strekki, so sum út í bilin, inn á kontórið, á vesið og út aftur í bilin. Restina av tíðini sita vit niðri framman fyri einum skíggja. Tað er ómetaliga ósunt fyri okkum menn­iskju at vera so óvirkin so nógv av tíð­ini. Fleiri keldur vísa á, at óvirkni kann elva til hjartasjúkur, sukursjúku, krabba og sálarsjúku. – Óvirkni er ein tann størsti trup­ul­leikin, sum vit síggja inn fólka­heilsu í dag. Samanbera vit við fyri 100 árum síðani, so eru eru vit so ó­meta­liga lítið virkin, og talið av teimum, ið arbeiða við kropsligum ar­beiði er minkandi, sigur Mike Loose­more, leiðandi yvirlækni á Uni­versity College Hospilal, við BBC. – Tað snýr seg um at broyta hug­ burð til, hvussu fólk uppføra seg til ar­beiðis og at fremja broyting. Bara tað, at vit flyta okkum eitt sind­ur meir, ella reisa okkum upp kann gera stóran mun, og vit brenna eisini meir orku og fáa meir burt­ur­ úr, leggur hann afturat. Durita Poulsen, BA í føðslu og heilsu, greiðir frá, at vilja vit broyta hugburð og gera okkurt við trup­ ul­leik­an á arbeiðsplássi okkara, so er um­ráðandi, at bæði starvsfólk og leiðsla eru við í tilgongdini. Hon mælir til, at hugt verður at, hvørjir karmar ein arbeiðir undir á ar­beiðs­ pláss­i­num, og síðani seta í verk kost­ætl­anir og kropsligt virksemi. – Arbeiðsplássið kann leggja upp til ein sunnari gerandisdag við mill­um annað matarskipan og meir rørslu. Hetta er ikki nakað, sum kann noyðast niður yvir starvs­fólkið, men starvsfólkið kann leiðast á eina sunnari kós. Tað er umráðandi, at stavsfólkið eisini hevur ognarkenslu og sjálvi velja sunnari loysnirnar í ger­and­is­deg­ num, sigur Durita Poulsen. Byrja á morgni Umframt at leiðslan á arbeiðs­pláss­i­ num ger sítt, so er eisini umráðandi, at ein og hvør tekur ábyrgd av egn­ari heilsu og tekur heilsugóðar av­gerð­ir í gerandisdegnum. Tær góðu av­gerð­ir­nar byrja á morgni við morg­un­mati­num, greiðir Durita Poulsen frá. – Tú kanst seta tær fyri frá morgni av at velja rætt og heilsu­ gott. Mítt besta ráð er at eta ein sunn­an morgunmat, hóast tú ikki hev­ur tann stóra matarlystin, tí so fyri­byrgir tú, at tú verður ov svong seinni, sigur hon. – Um tað ikki liggur fyri at eta morg­unmat heima, so kanst tú hava eitthvørt klárt í taskuni so sum turkaða frukt og nøtir. Tað er týdn­ ing­ar­mikið ikki at fara avstað við tóm­um maga, tí tað verður torført at velja heilsugóðu loysnirnar seinni á degnum, um tú ert ov svong, sigur Durita Poulsen. Smáar broytingar Vil ein broyta lívsstíl, so eru tað tey smáu valini, sum gera munin. Hon greiðir frá, at tað er umráðandi at byrja smátt, og ikki avmarka seg sjálvan alt ov nógv, tí tá verður tað torført at gjøgnumføra, og fólk hava lyndi til at revsa seg sjálvi, tá okkurt mis­eydnast. – Tí er tað betri at hyggja at ger­and­is­vanunum, og síðani byrja at gera smáar broytingar og velja heilsu­góðar loysnir, staðfestir hon. – Eg verði ofta spurd, hvørjar av­gerðir eg sjálv taki, og eg má stað­ festa, at tað eru tær smáu av­gerð­ ir­nar, ið gera munin. Eisini er tað um­ráð­andi fyri meg, at eg íðki og eri krops­liga virkin, tí tá leggi eg eisini størri dent á sunnan kost, sigur hon. – Tað er sera umráðandi, at minn­ast til, at tað eru smáar broyt­ingar í gerandisdegnum, sum gera munin og eru við til at halda lívs­stíls­sjúkum burtur. Tær smáu broyt­ing­arnir kunnu vera at eta Heilsa á Vit flyta okkum alt ov lítið Prei: Ikki lesa alt ov nógvar yvirskriftir, sum siga tær hvat er sunt og ósunt, men lurta heldur eftir fakfólki. Prei: Gloym ikki at brúka nógvar kryddurtir. Ein salat tykist møguliga ikki so áhugaverd, men slettur tú eitt vet av vinaigrette á, so verður tað ómetaliga lekkurt.