Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 13. oktober 2017 sosialurin 119 17 salat, velja sunnari viðskera, velja mat­vørur sum eru mettandi, so sum heils­u­gott feitt, breyð og pasta við full­korni í og groft grønnmeti, sigur hon. Hon leggur afturat, at tað er um­ ráðandi at hugsa serliga væl um tað, sum ein etur teir dagarnar, tá ein ikki flytur seg nokk. Hevur ar­beiðs­ pláss­ið matarskipan, ella hevur tú mat­pakka við til arbeiðis, so er eisini lætt­ari at velja heilsugott, í mun til um tú ofta keypir mat á miðdegi, held­ur hon. – Tú brúkar minni orku, tá tú ikki rørir teg, og tá tú rørir teg meir hevur tú eisini tørv á fleiri kalor­i­ um, sigur hon. Balansa í gerandisdegnum Hóast Durita tosar um týdningin av at velja heilsugóða matin framum tann ósunna í gerandisdegnum, so held­ur hon eisini, at tað umráðandi at finna javnvág í øllum tí, sum ein ger. Hon heldur ikki, at tað gangnar ein­um, at forbjóða nøkrum mati ella at fylgja strangum kostætlanum. Hon greiðir frá, at orsøkin til at strang­ar kostætlanir sjálvdan rigga er, at fólk kenna seg alt ov av­mark­aði í geransdisdegnum, og tí kenn­ist tað sum eitt niðurlag, tá tey taka eina ósunna avgerð, sum kos­t­ætlanin ikki loyvir. Fleiri velja tá at vraka kostætlanina og gevast við at hugsa heilsugott og veja heils­ u­góðar loysnir. Tí er betri at velja heilsu­góðu loysnirnar hvønn dag og at byrja í smáum. Hetta merkir ikki, at tú ikki onkuntíð kanst loyva tær okk­urt, sum er ósunt. – Heilsan stendur og fellur ikki á tí eina køkustykkinum, ið tú etur av og á, sigur hon. Tak ábyrgd á arbeiðsplássinum Durita heldur, at vit ikki skulu vera bang­in fyri at taka evnið upp á arbeiðsplássinum, og tosa við hini um, hvussu vit hava tað, og hvat kann gerast fyri, at fáa meir rørslu inn í gerandsdagin. Hon heldur eis­ ini, at arbeiðsgevarin hevur áhuga í, at starvsfólkið hevur góða heilsu, tí tað elvir til betri trivna, minni strongd, meir produktivitet, og minni sjúkradagar. Hon mælir til, at ein fakpersónur kemur inn á ar­beiðs­ pláss­ið og veitir góð ráð til leiðslu og starvs­fólk, um ivi er í, hvussu farast skal fram. – Tað eru nógvar ósunnar freist­ ingar í gerandisdegnum alla tíð­ina, og tað nyttar lítið, um ein stend­ur einsamallur um hetta. Fá ar­beiðs­ plássið og familjuna við, tí hóast ein kann gera nógv sjálvur, so verður ein eisini ávirkaður av tí, sum er rund­an um ein, staðfestir hon. Flyt teg meir Ert tú ein av teimum, sum sit­ur á kontórstólinum megin part­in av degnum framman fyri teldu­skíggj­ a­num, so er umráðandi, at tú hevur í huga at flyta teg so ofta høvið býðst. Óvirkni er ikki bert ringt fyri krops­liga og sálarliga heilsu, men tað á­virkar eisini limaburðin ella posi­tión­ina. – Positiónin verður sunnari, tá tú flytir teg meir, tí um tú bara sit­ur, so kann tað ávirka kroppin og við­føra kropsligan ampa. Skalt tú so hava sitandi arbeiði í fleiri ár, so er um­ ráðandi at hugsa um rørsluna, sigur Dur­ita Poulsen. – Hav eisini framtíðina í huga, tí hó­ast okkurt ikki ávirkar teg í dag, so ger tað mun um tað verður end­ur­tik­ið dagliga í 20 ár, sigur hon. – Implimentera rørsluna í ar­ beiðs­dag­in: Reis teg upp av og á og gang runt á kontórinum eina løtu, gakk til onkra avtalu ístaðin fyri at koyra ella far ein lítlan gongutúr, sig­ur hon. – Arbeiðsplássið kann spyrja starvs­fólk­ið, hvussu tey ynskja at verða meir virkin, og leggja upp til, at tey røra seg, uttan at tað órógvar ar­beiðs­dagin, mælir hon til. – Reisir tú teg upp og sleppur úr stóli­num, tú ert í, og kanska eisni fært eitt sindur av frískari luft, so ger tað heilt víst stóran mun, sigur hon. Hevur tú eitt skrivaraborð, sum tú kant hækka og lækka, og er upp­ lagt at hevja tað og reisa teg upp og arbeiða eina løtu. Tað sigur Dur­ita hjálpir bæði við jávnvágini og pos­ i­ti­ónini. – Tað eru nógv hugskot til, hvat ein kann gera fyri at fáa meir rørslu í ger­and­isdagin og seta heilsuna á bredd­an á arbeiðsplássinum. Tað styrkir um felagsskapin at vera sam­an um hetta, og hevur ágóðar fyri bæði arbeiðsgevaran og starvs­ fólk­ið. – Tað kann tykjast kiksað at koma við einum nýggjum hug­skoti ella at broyta mentanina á ar­beiðs­ pláss­i­num, men um øll eru samd um at royna tað, so eru slík hugskot - sum av fyrstani tíð tykjast kiksað – genial. Tey skapa eina mentan, sum eggjar fólki at brúka kroppin á ein­um arbeiðsplássi, har fólk sita allan dagin, sigur hon. Her finnur tú Duritu á Instagram: Instagram: Durita_Poulsen Prei: Savnist uttanfyri arbeiðsplássið til aktivitetir nakrar ferdir um vikuna – og skiftist um at standa fyri hesum. Prei: Í Føroyum hava vit nógvan leskiligan fisk, sum bæði er heilsugóður og smakkar væl. Tað eru óendaliga nógvar góðar uppskriftir við fiski í. Tað er bara at royna seg fram.