hósdagur 12. oktober 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 119
18
SÓLBJØRG GREIÐIR FRÁ:
Kærleiksøgan hjá okkum, sum er í
tveimum pørtum, er nakað annað
leiðis enn hjá fólkum flest. Hon
byrjaði fyri eini 11 árum síðani tá
eg bert var 15 ár, men fyrsti partur
vardi bert nakrar vikur. Eftir at
hava verið frá hvørjum øðrum
eina tíð, komu vit saman aftur,
tá eg var 16 ár og fingu vit Saritu,
tá eg var 17 ár. Vit valdu at gifta
okkum, tá eg var 19 ár og í hesari
greinini fari eg at greiða frá 1 parti.
Seinni partur, kemur seinni .
EMMA PETERSEN
1 partur:
Á
Valentines degnum
2010
hevði
Filip
bjóðað mær út at etið,
men fyri mær sá tað
út sum, at hann meir ella minni
skeyt á dagin, og eg gekk tískil við
lallandi gron. Sarita var enn eitt
fitt lítið baby og hevði eg ikki gjørt
annað enn at mammast teir síðstu
mánaðarnar, so eg gleddi meg at
sleppa út ein túr við Filip. ½ tíma
áðrenn vit skuldu avstað, fann eg
útav, at Filip ikki hevði bílagt borð
á caféini í Runavík og tískil var so
grillin í Norðskála okkara einasti
møguleiki. Åh ja, so hevði hann
eisini bjóðað stórusystur mínari
og manni hennara við, so sjúkliga
romantiskt ha?
Tað var sunnudagur, foreldur
míni høvdu verið á møti í Kelduni
og hevði eg fingið at vita, at
skuldu tey ansa Saritu, ímeðan
eg og Filip vóru úti. Eg gangi yvir
til mammu, sum stendur sum eitt
stórt spurnartekin, tí hon visti
einki um, at tey skuldu daddast
tað kvøldið. Tey fleyt yvir hjá
mær. Filip hevði seriøst kiksað
dagin nakað so nógv, at eg bara
vildi heim. Hetta var slett einki
stuttligt. Eg royndi at leita eftir
honum, men fann hann onga
staðni, so eg hugsaði bara, at hann
sikkurt var farin á vesið. Eg fari so
í gongina aftur og síggi so, at hann
stendur inni í salinum og tosar við
onkran, men har er so myrkt, at eg
síggi ikki, hvønn hann tosar við.
Áveg inn í salin, við tí ætlan at
so skelda hann út, verður salurin
knappliga reyður allur sum hann
er og Westlife rómar í hátalarinum
við sanginum “Moments”, ímeðan
myndir av okkum og Saritu verða
vístar á stórskerminum. Mitt í
salinum stendur Filip sjálvandi
við tí skálkasligasta smílinum
nakrantíð. Stórasystur mín
stendur eisini har við einum
myndatóli(aha, tað var tí, at hon
skuldi við!). Eg gangi so fram til
Filip, har hann so fer niður á knæ.
Tað vísur seg so, at akkurát tann
dagin høvdu vit verið par í 600
dagar, Filip hevði bílagt eitt borð
og stórasystur mín skuldi ikki við
á valentines-date, men ístaðin
skuldi hon vera barnagenta hjá
Saritu. Eg føldi meg dumma, rørda
og alvorliga heldiga, alt í senn.
Brúdleypið gekk fyri seg tann
5. Mars í 2011, har vit vórðu gift
í Kelduni í Skálafirði. Eg var í
einum brúðarkjóla, sum orduliga
var “the dress” fyri meg. Eg hevði
funnið hann til leigu í Klaksvík og
var tað ein romantiskur kjóli við
blondum, perlum og sleipi. Mær
vitandi eri eg enn tann einasta,
sum hevur brúkt júst hendan
kjólan, tað var eg í hvussusoer tá.
Kjólin er stuttur og kann hann
ikki seymast nógv út/inn vegna
allar detaljurnar á kjólanum. Fyri
meg var hesin tí mín dreymakjóli,
tí hann sat sum stoyptur á mær.
Poula Lassan gjørdi meg kláran
frá topp-til-tá. Eg var so deiliga
væl nøgd og hennara friðsæla
lyndi var akkurát fyri, at byrja
dagin hjá mær við. Filip var í
svørtum klædningi við vøkrum
ráhvítum, mynstrutum vesti og
tilhoyrandi slipsi. Eftir vígsluna,
høvdu vit móttøku við kaffi, køk
um og salati. Til móttøkuna vóru
vóru eini 300 fólk til staðar og
varð tann orduliga veitslan hildin
á Hotel Norð fyri 30 innbodnum
gestum. Heidi N. Andersen hevði
gjørt brúðarkøkuna hjá okkum, og
halda vit, at hon er best kondittari
í verðini! Eg hevði sjálvandi míni
“bridezilla ting” og køkan slapp
ikki undan míni lóg um, at “alt
skal vera hvítt og gull”. Hon kom
ógvuliga væl frá tí – uttan litir. Eg
eri heldur ikki tann størsti køku
etarin, so eg vildi, at køkan skuldi
smakka eyka væl og ikki sum allar
aðrar brúðarkøkur. Køkan hevði
lekkran sjokolátabotn, krem við
cognac í og eitt lag við marengs.
Eg ynskti mær tað sjálvandi
tað siðbundna brúdleypið, har
eg kundi vera prinsessa í ein dag
og tað fekk eg. Í dag dugi eg væl
at síggja, at vit eisini hava verið
ung og tankin hjá okkum hevur
verið, at “soleiðis eigur tað at
vera”. Brúdleypið var orduliga
væleydnað og var tað ein deiligur
dagur, sum var sprenfullur av
romantikki. Eg minnist tó væl,
hvussu nógv stress var rundanum
okkum. Alt frá lip gloss til, um fólk
nú hugnaðu sær.
Eftir at vera komin niður á jørð
ini aftur, gekk leiðin til Malta, sum
var ein deilig ferð, har vit kundu
slappa av, eta góðan mat og ikki
minst sóla okkum.
partur 1 av 2
BRÚDLEYP.FO
FANN SÍN
EINASTA EINA
TVÆR FERÐ
Sólbjørg Jakobsen er løgfrøðingur og starvast sum fulltrúði
hjá Ankestyrelsen, ímeðan Hans Filip Mohr Jakobsen
er skrivstovumaður og arbeiðir, sum ferðaráðgevari hjá
Smyril Line í Hirtshals. Í Vestbjerg búgva tey saman við
børnum teirra, 8 ára gomlu Saritu og 3 ára gamla Liami.