Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-12, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017 19 SOSIALURIN 119 Tað besta við degnum var sjálv­andi, at enduliga kunna kall sjeik mín, fyri mann mín, slappa av og ikki hugsa um, at alt nú skuldi verða perfekt. Eg lovaði aldrin, at vísa okkara brúðarmyndir fyri nøkr­um og so slett ikki fortelja nøkrum um hetta, men við tíðini eri eg farin at leggja minni í, hvat onn­ur halda um alt. Here it goes... allur dagurin hjá okkum skuldi verða perfektur og alt skuldi ganga eftir ætl­an­ un­um. Nakað, sum eg altíð havi hildið verið ljótari, enn at síggja eina konu, sum er gravid roykja tað er, at síggja eina brúð­ur roykja. Eg var roykjari, men akk­ur­ át brúð­ardagin, kundi eg tó ikki roykja, tí so var alt ikki per­fekt. Eg og Filip høvdu tí avtalað, at eftir vígsl­una og móttøkuna skuldu vit fáa okkum 1, bara 1 sigarett ímeð­an eing­in sá. Tað var í bil­in­um, og var eg ikki so við upp á, at Bárður Ek­lund, sum var fotografur, kom við tí hug­skoti, at tað skuldi doku­ ment­erast. Í dag halda vit, at tað er orduliga stuttligt at hyggja aftur á og sigur nógv um okkum tá. Vit brúktu nógv­ar pengar uppá dagin og gingu so høgt upp í, at alt skuldi verða eftir bókini. Eftir brúðarresi fóru vit ígjøgn­um eina ótrúliga harða tíð og valdu vit at skiljast, tá eg bert var 20 ára gomul. Tá eg so var 21 ár, valdu vit at koma saman aftur og fara tit at hoyra meir um tað brúd­ leypið í seinni greinini. FRÁ BRUDLEYP.FO Skrivstovufólk til skúlan í Eysturkommunu Hevur tú áhuga fyri fyrisitingarligum arbeiði og hevur evni og hug at umgangast børn og ung, er eitt spennandi skrivstovustarv í skúlanum í Eysturkommunu leyst at søkja. Tann setti kemur, undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, at avgreiða fyrisitingarligar uppgávur í skúlanum. Førleikar • góðan málførleika, eins og neyðugt er at hava góðan førleika at nýta teldu. • kunnleiki til mannagongdir og skipanir í skúlaverkinum er ein fyrimunur • dugir at samstarva og er fyrikomandi • er fúsur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum • er stundisligur og nærlagdur Lønar- og setanartreytir Talan er um starv á hálva tíð, ið verður sett 1. november 2017 ella eftir nærri avtalu. Tann setti vísir beinleiðis til skúlastjóran. Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og KAF. Umsóknir Umsóknin saman við CV skal sendast til: Eysturkommuna Kulibakki 8 520 Leirvík — ella — eystur@eystur.fo Umsóknarfreistin er mánadagin 16. oktober 2017. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Fríðfinn Johnsson, skúlastjóra á telefon 730060 ella á sey@skulin.fo Skúlin í Eysturkommun hevur umleið 270 næmingar í 8 árgangum. Við skúlan starvast 25 lærarar, 2 námsfrøðingar, 3 stuðlar, 1 umsjónarmaður og 6 reingerðingarfólk. Áhugað kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni: www.skeyk.com Porkeris Kommuna Við Á 8 950 Porkeri E:mail: porkeri@porkeri.fo Dagrøktarleiðari Søkt verður eftir dagrøktarleiðara til dagrøktarskipanina í Porkeri, at arbeiða hálva tíð. Arbeiðsuppgávur: Vit sóknast eftir einum dagrøktarleiðara, sum hevur hug og hegni at fyriskipa. Dagrøktarleiðarin skal eisini gera tað ney- ðuga til, at dagrøktarar og børn trívast væl í dagrøktarskipanini. Persónligir eginleikar: Viðkomandi skal verða fyrikomandi og duga væl at fara við starvsfeløgunum og foreldrum. Fakligir eginleikar: Viðkomandi skal hava útbúgving sum námsfrøðingur. Setanarviðurskifti: Starvið verður at seta frá 1. november 2017. Løn og setanarviðurskifti sambært sátt- mála millum Føroya Pedagogfelag og Komunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Porkeris Kommuna á tlf. 254430 ella 573520. Umsóknir: Umsókn, saman við prógvum og møguli- gum viðmælum, verða at senda til Por- keris Kommunu, Við Á 8, 950 Porkeri ella e-mail: porkeri@porkeri.fo í seinasta lagi 20. oktober 2017 Porkeri, tann 4. oktober 2017 Bogaskjótifelagið TAMBAR Venjingin byrjar aftaná heystfrítíðina. Vaksin venja týsdag og hósdag kl 19.00 til 21.00. Børn/ung venja mikudag kl 18.00-21.00 Nevndin 518636 Sosialurin 341800