Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 119 20 TÍÐARGREIN EIRIKUR Í JÁKUPSSTOVU HÚSKALLUR, GONGUFÓLK OG LØGFRØÐINGUR O nkuntíð taka vit støðu til ein spurning uttan at hugsa okkum um. Alt kjakið um rættin at ganga frítt í náttúruni, sum ætlanin er at seta inn í føroysku stjórnarskipanina, tykist vera merkt av hesum. Øðrumegin eru tey, sum hava rættindi til jørðina, ið halda handan tankan vera av tí ónda. Hinumegin eru fólkini, sum tosa um náttúruna sum upplivingarstað, ið øll eiga at hava atgongd til. Støðan er tikin fyrst, argumentini koma aftaná. Men ber tað yvirhøvur til at lyfta hetta kjakið eitt sindur? Kanska ikki, tí onkursvegna eru vit øll í støðuni, har vit halda tað, sum passar best við okkara egnu støðu. Men skal mann kjakast um okkurt, so kann vera gott at kenna støðuna í dag, og hvussu hon er íkomin. Byrja vit við støðuni í dag, so kann jørðin í Føroyum grund­ leggj­andi býtast í trý. Tað er tann part­urin, sum tað almenna eigur. Tann parturin, sum privat eiga. Og so tann parturin, sum landið eigur, men privat hava ræði á (tað, sum nógv rópa kongsjørð, men eitur lands­jørð, ið festarar umsita). Tað er sjálvandi ein grund­leggj­ andi munur millum landsjørð og ogn­arjørð, sum liggur í sjálvum ogn­arskapinum. Men tá tað kem­ur til rættindini at ferðast er grund­ leggjandi ongin munur. Tí verða við­ur­skiftini um landsjørð, sum í sær sjálvum eisini eru sera áhuga­ verd, ikki viðgjørd nærri her. Parturin, sum privat umsita, verður brúkt til bústaðir ella land­ búnað við ymiskum intensiteti. Summi hava tað sum eitt dýrt hobby, og onnur royna at forvinna pen­ing. Parturin, sum tað almenna – land og kommunur – eigur, er ofta vegir, ítróttarøkir og annað, har tað almenna hevur keypt ella ogn­ar­ tikið jørð fyri at veita okkurt, sum gagnar einari breiðari fjøld. Høvdingar tóku landið Men soleiðis hevur tað ikki altíð verið í Føroyum. At byrja við átti ongin lendið í Føroyum. Ongin búði her, so tað var ongin at hugsa um slíkt. Men hvat hendi so, tá fólk komu til Føroya? Erik Arne Bjørk, sum fyrst var dómarafulltrúi og seinni sorinskrivari í Føroyum, fór í 50­ un­um undir at kanna og hava fyri­lestrar um tað, sum hann kallaði “færøsk bygderet”. Hesir fyrilestrar blivu seinni givnir út í bók. Hjá teimum, sum fáast við jørð í Føroyum, er hetta eitt slag av grundbók, og tí kann tað vera eitt gott hugskot at finna sær vitan har. Bjørk greiðir frá, hvussu tað í land­námstíðini vóru høvdingar, sum settu seg niður í ymiskum støðum í oyggjunum og so at siga tóku land. At byrja við átti ein hvørja bygd, sum í veruleikanum bara var ein garður. Bjørk sigur, at kanska var tað Árni, sum átti Árnafjørð, Oyvindur, sum átti FRÁ LÍVSGRUNDARLAGI TIL SÁLARSTYRK Kjak er kyknað um fría atgongd til haga hjá øðrum. Hetta er somuleiðis partur av uppskotinum til stjórnarskipan. Fyrr hevur hetta ikki verið nakað at kjakast um, tí eigararnir hava allan rættin. Veruleikin í dag er tó, at jørð hjá teimum flestu ikki longur er lívsgrundarlagið, meðan hon heldur er eitt stað til upplivingar. Enn eru ongi rættindi broytt, men hjá fleiri tykist fatanin av rættindunum at vera broytt. Átti tú ikki jørð, mátti tú arbeiða hjá onkrum, sum átti jørð. Hetta er nakað vit kenna heilt fram til Føroyar blivu eitt fiskivinnu­samfelag fyri eitt sindur meira enn hundrað árum síðan