Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 119 21 Oyndarfjørð og so framvegis. Høvdingaleikluturin gekk síðan í arv til elsta sonin, og øll hini arbeiddu so hjá hesum bónd­an­um. Tað bar eisini til at stovna nýggj­ ar garðar, har ongin var framm­ an­undan, men einaferð var ikki meira at fara eftir. Tá hendi tað meira enn so, at garðar blivu býttir sundur, soleiðis at hvør átti ein minni part, men framvegis hevði nóg mikið til at lívbjarga sær og sínum. Hetta var einasti mátin at lív­bjarga sær. Átti tú ikki jørð, mátti tú arbeiða hjá onkrum, sum átti jørð. Hetta er nakað vit kenna heilt fram til Føroyar blivu eitt fiski­vinnusamfelag fyri eitt sindur meira enn hundrað árum síðan. Hetta hevði við sær, og merkir enn hjá nógvum føroyingum, at jørð ikki var nakað, sum uttan orsøk varð latin av hondum. Bjørk skrivar millum annað, at “der har altid været og er stadig hos fær­ ing­erne en levende følelse af, at jorden tilhører slægten og ikke må komme ud av slægtens besiddelse. At jorde­gods i et dødsbo sælges ved offent­lig auktion, anses af de fleste ligefrem for en skam.” Sostatt kann uttan himpr stað­ fest­ast, at rættindi til jørð hava havt høgan kurs millum føroyingar. Forboð í Seyðabrævinum Koma vit síðan til grundleggjandi rættin at ferðast í haga, so nevnir Bjørk í fyrilestrinum tann 14. nov­ ember 1956, at fyri seyðabrúk hava regl­urnar um gongd í haga sera stóran týdning. Fyri tað fyrsta hevur seyðurin ikki gott av at verða órógvaður og rikin úr einum stað í annað, tí fólk koma í hagan. Men hinvegin var eisini neyðugt, at fólk kundu ganga gjøgnum hagar fyri at koma ímillum bygdir, skera torv, mjólka kúm og so framvegis. Sostatt skulu atlitini um at verja seyðabrúkið og onnur neyðug atlit vigast upp ímóti hvørjum øðrum. Reglur um gongd í haga finnast heilt afturi í Seyðabrævinum frá 1298, har bøtur verða ásettar fyri tann, sum eftir umsetingini hjá Bjørk “går i anden mands græs­gang og bortdriver hans dyr”. So­statt var eitt forboð ímóti gongd í fremm­ and­um haga longu kjølfest í elsta varð­veitta skrivinum í Føroyum. Upp gjøgnum tíðina finnast fleiri dømi um sakarmál um júst hetta, og í elstu tingbókunum eru fleiri mál nevnd. Eitt dømi er um ein mann í Suðuroy, ið hevði stevnt ein­um øðrum manni, “som han havde fundet i sin hauge”. Úrslitið varð ein bót uppá 3 oyru av silvuri “for haugegang”. Í fyriskipan frá 2. mars 1698 verð­ur hildið fast við reglurnar úr seyða­brævinum, soleiðis at tað sum útgangsstøði er forboð ímóti at ferðast í hagum hjá øðrum, men at tað eru undantøk, tá fólk hava neyðug ørindi har. Men í veruleikanum var høvuðs­ reglan so greið, at tað í fleiri um­ førum og undir fleiri umstøðum hevur verið forboð fyri at ganga í haganum yvirhøvur. Eigarar høvdu ikki ein gong rætt at fara einsa­mallir í egnan haga, um fleiri eigarar vóru. Høvuðsreglan er framvegis forboð Galdandi reglur á økinum halda fast við somu prinsippir. Viðvíkjandi gongd í haga hjá øðrum er gald­ andi lóg um hegn og markfrið (hegn­lógin) frá 1937 í kapitli 5 um “Færdsel paa Andenmands Grund” rætti­liga greið: “Den, som uden at der­til er Hjemmel, gaar uden for ret Bygdevej i Hauge, hvor han ikke er Lodsejer... straffes med Bøder; gaar han ulovlig med Hund, be­ tragt­es dette som en skærpende Om­stændig­hed.” Undantøkini – ella lógligu orsøkirnar – til at ganga í haga eru, umframt bygdargøturnar, at fara eftir torvi og líknandi. Júst tað við bygdagøtunum staðfestir tó nakað, sum hevur verið sera lítið frammi: Tað ber eftir reglunum til at ferðast gjøgnum haga millum allar bygdir í Føroyum uttan at gera seg inn á nakran rætt hjá eigarum. Hegnlógin er gomul, og tí kann hon kritiserast fyri at vera ótíðar­ hóskandi ella okkurt, sum líkist tí, men hon byggir á prinsippir, sum røkka umleið túsund ár aftur í tíðina, so tað er eisini nakað hald­ bart yvir hesum reglum. Hagin sum upplivingarøki Tað kemst tó ikki uttan um, at regl­urnar, sum seinastu túsund ár­ini hava verið galdandi í mun til ferðslu á økinum hjá øðrum, ikki hava verið gjørdar við einum tanka um, at fólk kundu finna upp á at fara í hagan til stuttleikar ella fyri at síggja okkurt pent, sum vit í dag ofta gera. Eina av fyrstu ferðunum – onk­ ur má rætta, um tað er skeivt – at mann í lógarfyrireikandi ar­beiði í Føroyum vil broyta grund­ar­ lagið frá at vera forboð við und­ an­tøkum til at vera rættindi við av­markingum, er í jólaálitinum til stjórnarskipan Føroya frá 2006, har tað í viðmerkingunum til ásetingina um hvørsmansrætt mill­um annað stendur: “Hagi og fjøll eru í dag eitt upplivingarøki. Tað skal tí verða loyvt hjá fólki at ganga í haganum bert fyri at njóta nátt­úruna og fyri at styrkja seg til lik­ams og sálar.” Ongantíð fingið nei Men at ferðast í náttúrini fyri at ferðast í náttúruni er uttan iva eitt fyribrygdi, sum er eldri enn 2006. Eitt dømi er Felagið Tórs­ havn sum síðan 1993 hevur skipað fyri gongutúrum kring allar Føroyar. Til eitt tiltak á Eiði um hesa tíðina í fjør førdi ein av lim­ unum í gongufelagnum fram, at tey altíð spurdu um loyvi, áðr­enn tey fóru í haga. Tey høvdu ong­ an­tíð fingið noktandi svar um at fara nakrastaðni í Føroyum, tó at onkur hevði heitt á tey at koma onkran annan dag í staðin. So­ statt eru jarðareigarar nokk ikki grund­leggjandi ímóti, at fólk undir skip­að­um viðurskiftum vitja teirra lendi. Men tað er hinvegin sjálvandi skill­igt, at nógv kundu hugsað sær ein lógarfestan rætt at njóta nátt­úruna. Føroyska náttúran er ser­støk og fólk tysja úr øllum heim­ in­um fyri at síggja hetta landið. Teir føroyingar, sum ikki hava tikið sær møguleikan at ferðast í egn­um landi og njóta náttúruna her, hava veruliga forsømt seg. Og ikki fyrr enn nú hava nógv funnið útav, at tað í veruleikanum eru av­ markingar á, hvar í náttúruni før­ oyingar hava rætt at ferðast. For fittir eigarar At fólk halda seg hava henda rætt, hongur helst saman við einari tøgn frá eigurunum, sum hevur havt við sær, at í dag ger næstan ongin sum Felagið Tórshavn. Hinvegin skipa ferðaskrivstovur fyri gongutúrum, ið tey taka pengar fyri uttan yvir­ høv­ur at spyrja jarðareigarar um at­gongdina til útsýnið, sum tey selja. Og søgur ganga enntá um ferða­mannaskip, sum hava slept hundraðtals fólkum upp á land á onkrari føroyskari oyggj at njóta náttúruna uttan so mikið at leggja við bryggju í Føroyum. Men í veruleikanum hava jarð­ar­eigararnir sjálvir ein part av skuld­ini, at støðan er blivin soleiðis. Tað hevur neyvan til fyri kortum verið vanligt, at jarðareigarar hava sent fólk avstað aftur úr sínum hagum. Grund­leggj­ andi eru eigararnir helst ernir av, at fólk veruliga vilja vitja sína ogn fyri at “styrkja seg til likams og sálar”, og nøkur fá fólk, ið fara væl um, gera neyvan tann stóra skað­an. Tí hevur skipanin riggað heilt rímiligt fram til í dag, nú tey, sum ikki eiga jørð, vilja krevja og staðfesta í stjórnarskipanina sum eitt grundleggjandi føroyskt virði, at jørðin, sum útgangsstøði er nakað, sum øll eiga og kunnu brúka. Óskiljandi um støðuna standa jarðareigararnir, sum mentalt hava jørðina í sama kursi, sum okkara forfedrar fyri fleiri hundrað árum síðan. Hvørsmansrættur sum ognartøka Tá er tað, at eigarar rópa um ogn­ artøku og hava undirskilta boð­ skap­in um sakarmál og endurgjald. Teir hava verið so fittir, at teir nú standa til at missa ræði á egnum ogn­um. Hvørt talan er um ognartøku, tá rættindini hjá eigarunum verða avmarkað við einari fólkaatkvøðu, sum eisini er um alt møguligt annað, er helst ikki heilt greitt. Men tað er væl skilligt, at eigararnir vænta sær onkra samsýning. Tá SEV hevur tikið áir, lagt økir undir vatn ella bygt ymiskt í hagum, hev­ur samsýning verið veitt, og tá bøur er blivin vetrarfriðaður hev­ ur samsýning eisini verið veitt. So­leiðis plagar tað at vera, tá jarð­ ar­eigarar missa ein rætt. Eitt argument, sum hevur verið ført fram frá náttúruupplivingar- síð­uni, hevur verið, at rættindini hjá eigarunum longu eru av­mark­ aði á ymiskan hátt við áseyða­ tali, rætti til at grava káplar og so framvegis, og tí er tað ikki und­ ar­ligt, um fólk eisini sleppa at ganga frítt í haganum. Men júst hetta argumentið er sera torført at fáa at hanga saman. Bara tí ein bileigari ikki hevur loyvi til at koyra skjótari enn 80 km/t, so merk­ir tað altso ikki, at ein og hvør, sum dámar bilin, uttan loyvi kann fara ein biltúr. Tað verður nevnt brúks­stuldur. Pengar eru lykilin Hinvegin gevur tað helst meining, at fólk onkursvegna fáa atgongd til hagan. Tað er ein spurningur um at fáa sum mest av virði burtur úr jørðini. Spurningurin er bara, hvussu tað skal skipast. Ein møguleiki er at broyta lóg­ ina, og at landið letur eigarunum end­urgjald fyri mistu rættindini. Ein annar møguleiki er, at eigar­ ar­nir halda fast við sín rætt, og hvør í sínum lagi ella eftir ávísari felags­loysn skipa fyri atgongdini til hagan. Tað gevur í øllum førum ikki meining, at øll onnur enn jarðar­ eig­ararnir, sum gjøgnum fleiri hundrað ár hava bygt sær ein rætt upp, skulu fáa nakað burturúr tí virði, sum jørðin hevur fingið aft­ ur­at, nú vit hava yvirskot til at liva og ikki bara at yvirliva. Og søgur ganga enntá um ferða­mannaskip, sum hava slept hundraðtals fólkum upp á land á onkrari føroyskari oyggj at njóta náttúruna uttan so mikið at leggja við bryggju í Føroyum TÍÐARGREIN