hósdagur 12. oktober 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017
SOSIALURIN 119
22
TÍÐARGREIN
REGIN EIKÓLM
T
að føroyska málið er
umframt at vera ein
fjøltáttaður samskiftis
miðil eisini eitt ment
anar- og samleikaeyðkenni, og
málið eigur tí at varðveitast og
mennast við atliti til hesar egin
leikar, tó uttan at tað skal ganga
út yvir tað funktionalistiska í
málinum. Skulu vit hava eitt liv
andi mál er neyðugt við einum
sterkum skriftmáli, ið dynamiskt
og smidliga lagar seg til talumálið,
og megnar at rúma talumálinum
og seta tað í neyðugar karmar.
Til hetta krevst eitt inkluderandi
stavrað, við teimum bókstavum
sum eru í brúki í málinum, og sum
er at rokna sum eitt pedagogiskt og
praktiskt amboð í tí dagliga.
Debattin um stavraðið
/ alfabetið
Debattin, um bókstavarnir c, q, w,
x og z skuldu við í stavraðið ella
ikki, tók seg upp í 2009. Tey flestu
meintu, at bókstavarnir c, q, w, x
og z vóru sjálvskrivaðir at vera við,
tí vit brúka teir dagliga. Ein samd
mentanarnevnd hjá løgtinginum,
sum um tað mundi var við at
skriva uppskot um eitt komandi
Málráð, mælti til, at Føroyar bara
eiga at hava eitt stavrað, ið eisini
skuldi hýsa stavunum c, q, w, x og
z, eins og stavrøðini í nærum øll
um teimum málum, føroyskt er
skilt við.
Mentanarnevndin
hjá Løgtinginum
Mentanarnevndin hjá løgtinginum
metti, at spurningurin um stavraðið
var ikki bara málfrøðiligur, men
eisini politiskur, og at nevndin tók
undir við at víðka Málnevndina til
eitt Málráð, treytað av, at Málráðið
verður breitt samansett, og at fleiri
fatanir koma til orðanna.
Nevndin heldur, at spurningur
in um stavraðið eigur at verða við
gjørdur í hesum ráði, men heldur
eisini, at Løgtingið bæði kann og
eigur at geva sín hugsan til kennar
um hetta mentanarpolitiska mál,
og at hesar viðmerkingar skulu
tí skiljast sum eitt tilmæli frá
Løgtinginum til verandi Málnevnd
og til tað Málráð, sum ætlanin er
at seta. Uppskotið varð 8. okt. 2009
samtykt í Løgtinginum við 21 at
kvøðum fyri, trimum blonkum og
ongari ímóti.
Málfrøðingurin Jeffrei
Henriksen og Málnevndin
Tað vóru fleiri sum høvdu somu
fatan sum mentanarnevndini í
løgtinginum, um at eitt komandi
góðkent stavrað skuldi hýsa
stavunum: c, q, w, x og z.
Málfrøðingurin Jeffrei Henrik
sen – the grand old man í føroyskum
– skrivar m.a. soleiðis í Sosialinum
19. aug. 2009. “Tíverri eru tað ikki
øll, ið duga nakað stavrað; og tey
duga sostatt ikki væl at leita í
nøkrum stavraðaðum orðalista, t.d.
í telefonbókini. Tey, ið bert hava
lært tað serføroyska stavraðið
(við ongum c, q, w, x, z) eru eisini
illa fyri! Sostatt man vera longst
sum best, at skúlabørn alt fyri eitt
læra eitt føroyskt-vesturlendskt
stavrað”: a, á, b, c, d, ð, e, f, g, h, i,
í, j, k, l, m, n, o, ó, p, q, r, s, t, u, ú, v,
w, x, y, ý, z, æ, ø. (Memotekniskt
setti Jeffrei stavirnar upp sum eitt
ørindi, ið kundi syngjast).
Um sama mundi tók táverandi
Málnevnd eisini spurningin upp.
Jógvani í Lon Jacobsen, professari
í føroyskum máli, var formaður,
og tey komu til ta einmæltu niður
støðu, at føroyska stavraðið eigur
at hýsa øllum vanligum latínskum
bókstavum.
Fráfarandi Málráðið – ein
meiriluti og ein minniluti
Tað kom tó ikki heilt at ganga, sum
Mentanarnevndin hjá Løgting
inum hevði sett út í kortið. Eftir
at Málráðið við sínum ellivu lim
um á fyrsta sinni møttist tann 8.
januar 2013, kom skjótt fyri dagin,
at har var ein meiriluti uppá átta
limir og ein minniluti uppá tríggj
ar limir, ið ikki megnaðu at sam
starva. Tað eydnaðist heldur ikki
formanninum í Málráðnum at
kyrra meirilutan og minnilutan
saman til eina felags støðutakan
um stavraðið.
Fráfarandi Málráðið og
stavraðsspurningurin
Tað fráfarandi Málráðið megnaði
ongantíð at liva upp til ætlanina
við ráðnum um eitt breitt virkandi
Málráð, og tá samanum kom varð
meirilutin í stavraðsspurninginum
majoriseraður av Jonhardi Mikkel
sen og nøkrum av hansara gomlum
‘klassakammeratum í Hoydølum’.
At hetta fekk avgerandi týdning
fyri arbeiðið í Máráðnum, kunnu
vit lesa okkum til út frá tí sum Jon
hard Mikkelsen persónliga festi á
blað í fjølmiðlunum í samband við
stavraðsspurningin.
Jonhard Mikkelsen og
tað skerda stavraðið
Við yvirskriftini “Eitt sjaldan skitið
bragd” skrivar Jonhard Mikkelsen
(J.M.) m.a. í eini grein í Sosialinum
17. feb. 2014: “Føroyska stavraðið er
bara eitt málfrøðiligt mál. Tað er
leyst av politikki, tíðarbundnum
hugskotum og hugburði hjá fólki”.
“Málráðið kom fakliga til aðra
niðurstøðu og helt ikki tað sama
sum tey, ið høvdu samtykt lógina.
Fyri Málráðið snúði tað seg um
málfrøðiligar grundgevingar. Einki
annað”
Mentanarnevndin hjá Løgting
inum skrivaði annars í uppskot
inum frá 8. okt. 2009 um Málráð,
at “Løgtingið bæði kann og eigur
at geva sín hugsan til kennar um
hetta mentanarpolitiska mál, og at
hesar viðmerkingar skulu tí skiljast
sum eitt tilmæli frá Løgtinginum
til verandi Málnevnd og til tað Mál
ráð, sum ætlanin er at seta”. Hetta
fekk tó onga ávirka á J. M., held
ur tvørturímóti tí í greinini leggur
hann speiskliga aftrat: ”at polit
ikarnir halda, at danskt abc skal
vera í gildi í Føroyum”. Hetta eru
politiskir undirtónar, tí øll okkara
grannalond brúka tað latínska
alfabetið, og tað ger enskt eisini
um allan heim. Einasta undantak
er Ísland, har c, q, w og z eru strikað,
men teir samskifta vit mest við á
enskum, so tað fær sum so ongan
týdning.
Tað skerda føroyska stavraðið,
sum hann her ger seg til talsmann
fyri, hevur ikki stavirnar c, q, w, x
og z, og kann bert endurgeva sið
bundið føroyskt mál við sínum
arvorðum. Men føroyskt í dag er
meira enn arvorðini. Tað verður í
dag myndað av arvorðum, tøkuorð
um og fremmanda-orðum, og í
fleiri av hesum verða stavirnir c,
q, w, x og z brúktir, umframt at
yvir 7.000 føroyingar bera nøvn við
onkrum av hesum stavum í.
Reaktiónin upp á tað
skerda stavraðið
Tá meirilutin í nú fráfarna Málráði
í nov. 2013 einvegis proklameraði
teirra góðtikna skerda stavrað sum
føroyskt stavrað, har bókstavirnir
c, q, w, x og z ikki vóru við, fingu
tey eitt ótal av reaktiónum –
bæði frá lærdum, leikfólki og frá
politiskari síðu, umframt at minni
lutin í Málráðnum hevði sítt egna
uppskot um tað latínska alfabetið.
Málið um tað skerda stavraðið
bleiv eisini reist á Løgtingi, men
seinni tikið aftur, tí mann metti,
at tað hóast alt var eitt mál fyri
Málráðið.
Reaktiónin ímóti
skerda stavraðnum
frá politiskari síðu
J. M. tók harðliga til orðanna ímóti
teimum, ið høvdu aðra fatan enn
hana, sum hann var talsmaður fyri
í stavraðsspurninginum. Í greinini í
Sosialinum 17. feb. 2014 “Eitt sjaldan
skitið bragd” fer hann ikki fram við
mýkindum, tá politikararnir Bjarni
Djurholm, Henrik Old og Sjúrður
Skaale í februar 2014 gjørdu vart
við teirra misnøgd um tað skerda
stavraðið, tí at tað millum annað
var í stríð við andan og ætlanina
hjá eini samdari mentanarnevnd
hjá løgtinginum í 2009, sum í sín
ari tíð skrivaði uppskotið um eitt
komandi Málráð.
Í greinini blíva nevndu politik
ararnir hongdir út sum: “eirinda
leysir valdsmisnýtarar, fiflarar,
kritlarar og at vald korrumperar.
Teir hava sitið so leingi við vald
inum, at teir halda seg kunna gera
sum teimum lystir. Soleiðis gera
tey valdssjúku, ið ikki kenna sær
hógv og fara út um øll mørk” –
skrivar J. M. m. a.
Sum limur í Málráðnum, ið upp
runaliga var ætlað sum eitt breitt
debattforum fyri tað føroyska
málið, var henda skrivingin hjá J.
M. niðrandi og lítið bærilig. Tað er
sum um, at ‘málið og málrøktin’ fyri
hann nú treytaleyst skal umsitast
av eini ávísari elitu - leyst av
fólkaræðiligum mannagongdum
og demokratiskari siðvenju
annars. Alt hetta liggur langt
frá tí inkluderandi andanum í
uppskotinum um, at Málráðið
skuldi hava breiða umboðan og
virka fyri, at vanligi føroyingurin
skuldi føla seg heima í málinum.
Annars kenna vit eisini Jonhard
Mikkelsen sum eina ótroyttiliga
Hvussu bar tað til, at fyrsta góðtikna føroyska stavraðið bleiv eitt
skert stavrað í andsøgn við ta politisku fatanina, ímóti fólksins
vilja og ímóti tí óhefta akademiska serkunnleikanum?
DEBATTIN UM FØRO
Í SAMBAND VIÐ FRÁ