Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-10-12, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. oktober 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 13. OKTOBER 2017 SOSIALURIN 119 23 TÍÐARGREIN OYSKA STAVRAÐIÐ ÁFARNA MÁLRÁÐIÐ og gevandi eldsál fyri tí føroyska málinum, men hansara leiklutur í stavraðsspurninginum í fráfarna Málráðnum var ikki heppin. Reaktiónin ímóti skerda stavraðnum frá minnilutanum Minnilutin í fráfarna Málráðnum, Randi Meitil, Hjalmar P. Petersen og Eivind Weyhe, skriva tann 15. nov. 2013 til Bjørn Kalsø, mentamálaráðharra, viðvíkjandi stavraðnum, og byrja soleiðis: “Vit, minnilutin í Málráðnum, mæla til at hetta verður tað løg­ gilda føroyska stavraðið: a, á, b, c, d, ð, e, f, g, h, i, í, j, k, l, m, n, o, ó, p, q, r, s, t, u, ú, v, w, x, y, ý, z, æ, ø Eitt alfabet er ikki nøkur natúr­ lóg, men ein praktiskur listi við teimum bókstavum, sum eru í brúk í einum máli”. Síðan kemur ein faklig grund­ geving, og tey enda við orðunum: “Okkara uppskot er, at stavraðið, sum er nevnt fyrst í hesum uppskotinum, verður viðurkent og løggilt. Eisini er hetta eitt stavrað, sum allir føroyingar kenna seg aftur í. Hetta hevur als ongar negativar fylgjur fyri føroyskt sum mál, tí tað er longu praktiserað í orða­bókum, tekstum og málinum yvir­høvur”. Jógvan í Lon Jacobsen, professari í føroyskum máli Sambært okkara professara í før­ oysk­um máli, Jógvan í Lon Jacob­ sen, er stavraðið ikki ein mál­frøði­ lig­ur spurningur, men talan er um eitt pedagogiskt og praktiskt amboð í tí dagliga, har hugsað verður um nyttuvirðið heldur enn um ideologiskar sannføringar. Eisini skrivar hann, at tilgongdin til málið skal vera inkluderandi. Kári M. Mortensen, studentaskúlalærari í matematikk, kemi og biokemi og orkuráðgevi Í eini grein í Sosialinum 17. feb. 2014: “Mín meining um alfa­betið – talumál og skriftmál eru ein viðbrekin symbiosa”, skriv­ar hann m.a. “Øll munnu vita, at talu­málið kom áðrenn skrift­málið, og at talumálið burturav er týdn­ing­ armesta amboðið hjá hvørjum einstøkum av okkum at samskifta við. Vit vita eisini, at skriftmálið hevur ómetaliga stóran týdning. Tað er sjálvt grundalagið undir okkara framkomnu civilisatión. Í Føroyum skulu vit hava eitt livandi talumál og eitt sterkt skriftmál, sum dynamiskt og kreativt lagar seg til talumálið. Livandi talumál, so at øll, sum tosa føroyskt, skulu føla seg væl uttan mun til, um tey málbera seg á ‘røttum føroyskum’ ella við ramastu valaradialekt, og sterkt skriftmál, tí at skriftmálið alla tíðina skal lofta og rúma talumálinum og seta tað í neyðugar rammur”. Eisini skrivar hann, at alfabetið er eitt praktiskt amboð, at Málráðið er á skeivari kós, tí teirra støðutakan til stavraðið er meiri ideologisk enn málfrøðilig og at alfabetið og málið skulu vera inkluderandi - fevnandi. Eirikur Lindenskov, ábyrgdablaðstjóri á Sosialinum Í oddagrein í Sosialinum (18. nov. 2013) skrivar Eirikur Lind­en­skov m.a.: “ Men stríðið um stav­raðið kann tykjast eitt sindur neyðar­ sligt. Ilt er at síggja haldgóðar grund­gevingar fyri ikki at hava ‘fremm­andu stavirnar’, sum kortini ikki eru okkum so fremmandir, við í stavraðnum”. “Er tað eitt politiskt stríð hjá ávís­um bólkum at halda teir úti, tí teir eisini eru danskir, so vísir tað meira á fáfongd enn vit og skil”. Yvir 70% av føroyingum taka undir við latínska stavraðnum Tvær kanningar vóru gjørdar í 2014 um stavraðsspurningin. Tann eina kanningin varð gjørd av Lóður, har 90% av teimum spurdu tóku støðu, ið vísti, at 71,1% ynsktu óskert stavrað og bert 28,9% tóku undir við skerdum stavraði. Hin kann­ ingin bleiv gjørd til eina uppgávu á Fróðskaparsetrinum og vísti, at 72,1% av teimum spurdu søgdu ja til eitt inkluderandi stavrað t.v.s. tað vanliga latínska alfabetið ella móðurmálsalfabetið. Málfelagið – móðurmálinum at frama Tað eru eisini mong onnur, sum hava gjørt vart við sína misnøgd við tað skerda stavraðið, og mill­ um teirra er: Málfelagið – móð­ urmál­inum at frama, sum í mong ár hevur arbeitt við at menna móð­urmálið. Bókin hjá André Nicla­sen, sála “FØROYA MÁL Á MANNA MUNNI” 2007 er eitt ítøki­ ligt ískoyti til debattina um móð­ urmálið og málrøkt. Eisini móð­ ur­málsalfabetið, sum við sínum ‘lat­ínska alfabeti’ og 34 bókstavum kom í 2015, hevur slóðað fyri eini nú­tímans fatan av, at alfabetið skal vera kompatibult við onnur alfabet og eins og málið vera inkluderandi fyri at kunna lúka nútíðarkrøv til eitt viðkomandi livandi talumál og eitt sterkt skriftmál. Svøríki økti alfabetið – vit skerja Í 2006 økti ‘Svenska Akademiens Språkkomité’ tað svenska alfabetið við ‘W’ frá 28 til 29 bókstavir. Sambært talsmanninum, Sture Allén, kom broytingin í lag av internationalum praksis og eisini av psykologiskum orsøkum, og tað at orðið ‘web’ (www) bleiv so nógv brúkt umframt fleiri onnur orð við ‘w’. Svenskarar fingu við hesum tað vanliga latínska alfabetið eins og allur vesturheimurin. Talumálið er tað fundamentala og sum øll skriftmál byggja á Avgerandi er at vit øll føla okkum heima bæði í tí talaða og tí skrivaða málinum. Alfabetið og málið skulu ikki vera ekskluderandi – tey skulu ikki útihýsa bókstavum, orðum og nøvnum, heldur skulu tey vera inkluderandi – fevnandi. Meirilutin í fráfarna Málráði ger seg hinvegin til talsmann fyri eini ekskluderandi tilgongd til málið, sum eisini førdi til tað nú góð­ tikna ekskluderandi stavraðið, ið mest minnir um eitt ‘stagnerað national­puristiskt tjóðarikon’. Ábyrgd­in fyri málrøktina skal nú liggja í einum fyri málið ‘eliter­um maktmonopoli’ leyst av talu­mál­ in­um og fólksins vilja, okkara demo­kratisku siðvenju, politisku fatan, og tí óhefta akademiska ser­kunnleikanum, vælvitandi at flestu málgranskarar eru samdir um, at tað er talumálið, sum er tað fundamentala, og at øll kend skrift­ mál eru bygd á talu­máls­ele­ment­ir. Hetta fyri málið ‘elitera makt­ monopolið’ hjá J.M. et al., minn­ir ikki sørt um tað fordums eina­ ræðislyndi, sum Martin Luth­ er gjørdi uppreistur ímóti fyri 500 árum síðan, og sum við uppreistrinum gav fólki trúar­ frælsi á móðurmálinum. Spurn­ ing­urin er tí, um vit skulu lata okk­um tøla av nøkrum fáum, sum við teirra maktpolitisku mið­ aldar­hugsan við einum ‘elit­er­um makt­monopoli’, leyst av fólka­ ræði­ligum mannagongdum og demo­kratiskari siðvenju annars, ynskja at yvirtaka ræðisrættin til tað føroyska málið. Samandráttur Vísandi til omanfyri endurgivnu viðmerkjarar harav fleiri hava hægri akademiska tygn og mál­ før­leika enn Jonhard Mikkel­sen et al., umframt onnur sum í teirra dagliga yrki á føroyskum taka tað latínska alfabetið sum eina sjálvfylgju, tí tey kunnu ikki ar­ beiða uttan. Eisini eru tvær kann­ ing­ar gjørdar, sum vísa, at yvir 70% av Føroya fólki ynskir tað lat­ ínska alfabetið, og at minnilutin í frá­farna Málráði, Randi Meitil, Hjalm­ar P. Petersen og Eivind Weyhe, endar sítt tilmælið um stav­raðið til landsstýrismannin í menta­málum við: “Eisini er hetta eitt stavrað (latínska), sum allir føroy­ingar kenna seg aftur í. Hetta hevur als ongar negativar fylgjur fyri føroyskt sum mál, tí tað er longu praktiserað í orðabókum, tekst­um og málinum yvirhøvur”. Av hesum framgongur, at tað góð­tikna skerda stavraðið hjá meiri­lutanum í fráfarna Málráðið utt­an stavirnar c, q, w, x og z ikki megn­ar at umboða tað føroyska málið sum eitt livandi mál við ein­ um sterkum skriftmáli. Grundin er, at hugsað hevur verið um ideo­ log­iskar sannføringar heldur enn um nyttuvirðið av stavraðnum, ið er at rokna sum eitt pedagogiskt og praktiskt amboð í tí dagliga. Til hetta krevst eitt inkluderandi og kompatibult stavrað, t.v.s. eitt alfabet ella stavrað við teimum bókstavum sum eru í brúki í málinum, og sum flestu føroyingar taka undir við - bæði leik og lærd. Øll eiga málið - skrivar Málráðið Eitt skert føroyskt stavrað uttan stavirnar c, q, w, x og z svarar til, at tað føroyska málið verður lagt upp í eitt ideologiskt haft, ið kemur at skerja tess førleika sum nútíðar samskiftismiðil. Hetta er sera óheppið, tí málið er annað og meira enn eitt tíðarbundið ideologiskt fyribrigdi. Øll eiga málið - skrivar Málráðið á heimasíðuni, men um tey meina við ‘móðurmálið’, mugu tey góðtaka latínska stavraðið / móðurmálsalfabetið sum føroyskt stavrað og harvið legalisera móð­ urmálið sum føroyskt mál, so vit bæði kunnu tosa og skriva á før­ oyskum nútíðarmáli. Livst so spyrt! Núverandi Málráð Tá nýggja Málráðið helt sín fyrsta fund 15. august 2017, segði for­kvinnan, Sólvá Jónsdóttir, at nýggja Málráðið tykist semju­søkj­ andi, og at tað var eingin loyna, at tað vóru nakrar ósemjur í und­ anfarna Málráðnum, men vit eru øll samd um, at slíkar ósemjur ikki gagna nøkrum. Hugalagið á hesum fyrsta fundinum var positivt og merkt av semjusøkjan, segði hon. Regin Eikhólm, 05.10.2017